mánadagur 2. juli 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 124 - 2. juli 2007 ]
Hóast KÍ leygardagin
datt burtur úr
Intertoto kappingini,
so var avrikið so
mikið, at tað gevur
klaksvíkingum
mót undan lykla
uppgerðini ímóti
argjamonnum
INTERTOTO
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar vóru útferð í
Eysturoy í góðveðrinum
leygardagin. Eftir at hava
verið vitni til steypasigurin
hjá kvinnunum fór fjøldin
úr Leirvík og út á Svanga
skarð.
KÍ
tapti
2-1
ímóti
Hamarby, sum harvið held
ur fram í kappingini við
málmuninum 3-1.
Uppleggið hjá Eyðuni
Klakstein var tað sama,
sum tað var í Stokhólm
næstsíðsta leygardag. KÍ
liðið
var
aftarlaga
í
útgangsstøðuni. Tað bar við
sær, at Hamarby skuldi nýta
hugflog fyri at spæla seg
ígjøgnum tøttu KÍ verjuna
og
royna
úti
frá
við
langskotum.
Hamarby hevði bóltin
nógv tann størsta partin av
tíðini. Skotroyndirnar úti
frá vóru so at siga ongar.
Teir fingu hol á, tá ið KÍ
spælari var so óheppin við
fótinum at stýra innleggi í
málið aftanfyri Meinhard
Joensen, sum saman við
miðverjanum Jan Andreasen
vísti altjóða støði.
Eftir at Kaj Ennigarð
hevði javnað, vóru áskoð
ararnir mælskari, enn teir
higartil í ár hava verið kring
vøllin í Klaksvík. KÍ hevði
fleiri hornaspørk, og tað var
eftir eitt av hesum og út frá,
at Kaj stýrdi bóltin í málið,
eftir at høgri vongverjin
Høgni Madsen hevði roynt
seg við skoti útifrá.
KÍ var nær við
Sigursmálið skoraði Hamar
by við brotssparki. Ein av
fáum ferðum varð bólturin
spældur inn um KÍ verjuna,
og Kaj Ennigarð var so
mikið óheppin, at hann
skumpaði ein av mótstøðu
monnunum um koll.
Síðstu løtuna flutti KÍ
fólkið longri fram. Paul
Clapson, sum hevði verið
rættiliga
einsamallur
á
toppinum,
og
innskifti
Erling Fles høvdu góðar
royndir,
men
Hamarby
málverjin, sum er sonur
gamla svenska landsliðs
málverjan Ronnie Hell
ström, bjargaði meistarliga.
Hóast tapið, so fóru
klaksvíkingar av Svanga
skarði við vón um, at
avrikið kann brúkast sum
grundarlag undir fyrireik
ingunum til lykladystin í
botninum í Formula deild
ini. Hesin dysturin verður
mikukvøldið, tá ið AB fer
at vitja í Klaksvík.
Altjóða íløga skal brúkast ímóti AB
1. deild
Útsettur dystur
HB-ÍF 1-3 (1-0)
1-0: Tróndur Sigurðsson
1-1: Amin Fallah Sadeh
1-2: Høgni Zachariasen
1-3: Elvan Taser
15. umfar
B68-HB 4-0 (0-0)
1-0: Dánial Hansen 52.
2-0: Dánial Hansen 65.
3-0: Dánial Hansen 73.
4-0: Alexandro Casthilio 89.
ÍF-TB 4-1 (3-0)
1-0: Høgni Zachariasen 14.
2-0: Frank Poulsen 17.
3-0: Nenad Saric 45.
3-1: Jón Tórður Holm br 67.
4-1: Nenad Saric 76.
Reytt kort: Frank Poulsen,
ÍF, 67. (2 gul)
KÍ-B36 1-6 (0-3)
0-1: Tummas Hans
Rubeksen 10.
0-2: Ovi Nysted br 17.
0-3: Jóhan Ellingsgaard 24.
1-3: Álvur Christiansen 55.
1-4: Jóhan Ellingsgaard 65.
1-5: Tummas Hans
Rubeksen 76.
1-6: Tummas Hans
Rubeksen 82.
NSÍ-FSV04 1-1 (0-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 73.
1-1: Hans Arni Ellefsen 77.
SÍ-LÍF 2-3 (2-1)
1-0: Haukur Thorsteinsson
7.
1-1: Andreas Lava Olsen 33.
2-1: Hegga Samuelsen 38.
2-2: Bárður á Lakjuni 55.
2-3: Sølvi Vatnhamar 85.
Reytt kort: Høgni Ole-
Jacobsen, SÍ, 63.
Rosenborg missir
stuðulsspælara
Daniel Braaten er eitt heitt navn í norskum fótbólti.
Álopsspælarin, sum hevur skotið nógv mál fyri Rosen
borg, sigst nú at verða á veg til enskan fótbólt. Fleiri
feløg í Premier League eru áhugað í álopsspælaranum,
og tað verður roknað fyri vist, at Braaten í heyst fer til
Onglands at spæla. Sáttmála hjá Braaten við Rosenborg
gongur út eftir kappingina í ár. Fulham, Aston Villa,
Everton og serliga Bolton hava víst Braaten áhuga.
Uppflytarar stíla høgt
Genoa skal næsta kappingarár aftur spæla í bestu italsku
fótbóltsdeildini, og felagið ætlar veruliga at gera nakað
fyri at halda plássið í Seriu A, har felagið ikki hevur verið
við seinastu 12 árini. Genoa ætlar at styrkja liðið við
fleiri spælarum, og tað verður sagt, at forsetin hevur sett
110 milliónir krónur av til at keypa nýggjar spælarar fyri
til næsta kappingarár. Genoa hevur keypt ein spælara,
men ætlar sær at fáa tríggjar spælarar afturat á liðið.
Í fleiri feløgum verður
arbeitt við at fáa
nýggjar spælarar, nú
flytingarvindeygað
er opið
NÝGGIR SPÆLARAR
Jóannes Hansen
Flytingar vindeygað er fram
vegis opið, og í fleiri
feløgum verður arbeitt við
at fáa nýtt fólk.
Í síðstu viku vórðu fleiri
nýggir spælarar skrásettir í
AB, og tá flutti Súni Fríði
Barbá úr AB og til FSV04.
Hann var á liðnum, sum
spældi 1-1 í Runavík.
Andrew av Fløtum flutti
sunnudagin
úr
Fremad
Amager og til HB. Andrew
var ikki við, tá ið HB var
partur av málleysum javn
leiki í Vági. Annað miku
kvøld skal HB aftur til
Vágs. Tá verður seinna
hálvfinalan í steypakapp
ingini á skránni, og tá
verður Andrew av Fløtum
við í HB ferðalagnum.
Í NSÍ verður arbeitt við
at finna nýggjan álops
spælara. Har verður ikki
hildið, at Andersson hevur
megnað tað, sum roknað
varð við.
Í Klaksvík verður eisini
leitað eftir fólki. Í fyrsta
umfari eru teir ikki farnir
so langt. Tá ið KÍ vandi
seinnapartin
sunnudagin,
vóru Atli Danielsen og Ovi
Nysted millum spælararnar.
Atli er komin heim í
summarfrí frá Frem, har
hann hevur verið fastur
maður á miðvøllinum. Ovi
hevur higartil í ár spælt við
B36. Leygardagin var hann
á næstbesta liðnum, sum
smurdi KÍ av.
Sum tað skilst, so er
ætlanin í Klaksvík, at loyvi
hjá Atla skal fáast til
Klaksvíkar, so hann verður
við ímóti AB mikukvøldið.
Ovi hevur ikki vant við B36
seinastu
vikurnar.
Um
spæliloyvið
hjá
honum
verður flutt til Klaksvíkar
valdast, hvussu tingini fara
at ganga upp.
Í B36 eru teir ógvuliga
áhugaðir at fáa fatur á
toppskjúttanum hjá KÍ Paul
Clapson. Men í Klaksvík
hava teir verið avgjørdir
um, at toppskjúttin er ikki
til sølu.
Atli og Ovi venja við KÍ
Intertoto, 1. umfar, seinni dystur
KÍ-Hammarby 1-2 (0-1)
0-1: Sjálvmál
1-1: Kaj Ennigarð
1-2: Paulinho, brts.
KÍ: Meinhard Joensen – Høgni Madsen, Jan Andreasen,
Kaj Ennigarð, Harley Bertholdsen (Erling Fles, 70.) – Gun-
nar Nielsen, Kristian á Lakjuni (John Hammer, 75.), Krist-
offur Jacobsen (Leon Bjartalíð, 80.), Símun Joensen, Heðin
á Lakjuni – Paul Clapson
Hammarby vann samanlagt 3-1
FAKTA