fríggjadagur 9. mars 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 9. mars 2001
23
22
Nr. 48 - 9. mars 2001
Klassamunur varð í
Linares har Gary
Kasparov endaði heili
trý stig framanfyri
allar hinar fimm
stórmeistarnar, sum
endaðu javnir á
øðrum plássi.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Heimsins sterkasti telvari í
løtuni er Kasparov. Ikki
kann hann longur kallast
heimsmeistari, men tað
forðar honum ikki at vinna
allar tær sterkastu kapp-
ingarnar í heiminum. Í
1999, 2000 og 2001 hevur
hann hvørt árið vunnið
báðar
krútkappingarnar
Wijk aan Zee og Linares,
og oftani sannførandi eis-
ini.
Linares, sum liggur í
Spania og er eisini har
Shirov í hesum døgum býr,
er býur sum hevur lagt navn
til siðvandu talvkapping-
ina. Kappingin í ár varð
merkt av at heimsmeist-
arnir Vladimir Kramnik og
Viswanathan Anand ikki
luttóku, men ístaðin var
gamla kjempan Anatoly
Karpov og unga stjørnu-
skotið og vinnarin av 3rd
Tórshavn
International
Alexander Grischuk bjóð-
aðir við. Hini vóru Alexei
Shirov, Peter Leko og Judit
Polgar. Dupultumfar bleiv
telvað.
Eingin kjansur
Eftir fyrstu trý umførini var
einki sum bendi á at
Kasparov skuldi enda langt
ovastur, øll høvdu nevnliga
hálvtannað stig. Men eftir
hesa varliga byrjan vann
kasparov síðani fimm talv
og leikti tvey jøvn og fekk
tí heili 7,5 stig av tíggju
møguligum. Eftir áttanda
umfar hevði hann longu
tryggjað sær deilt fyrsta
pláss, tá hann var tvey stig
framanfyri Polgar.
Shirov og Leko skuffaðu
við bert hálvumfimta stigi,
meðan Polgar, Karpov og
serliga Grischuk høvdu
góða kapping við eins
nógvum stigum.
Merkisvert er at bert
Kasparov fekk yvir 50 %
skoru. Hann vann fimm
talv, meðan hini bert vunnu
seks talv tilsamans.
Undan seinasta umfari lá
Shirov aftastur, men vann
síðsta talvið ímóti Polgar.
Peter Leko leikti níggju
javnleikir og tapti eitt, hetta
ímóti Kasparov, og blívur
hann eisini í hesum døgum
nógv kritiseraður fyri sín
spælistíl, sum viðførir allir
hansara javnleikir.
Judit Polgar var einasti
telvarin sum ikki tapti ímóti
Kasparov, men leikti tveir
javnleikir. Hon lá leingi
einsamøll á øðrum plássi,
men helst var orkan uppi
ímóti endanum. Eitt nú
tapti hon eftir sjey tímar
ímóti Karpov í áttanda
umfari.
Karpov kann vera væl
nøgdur við sítt úrslit. Ser-
liga talvið ímóti Polgar
varð vælleikt, og eisini
javnleikurin við svørtum
ímóti Leko, har hann vísti
verjuspæl í heimsklassa.
Grischuk hevði sera góða
seinnu helvt, eitt nú vann
hann á Shirov og Karpov.
Hann kann vinna á nærum
øllum við hvíta fólkinum,
men við svørtum er hann
enn ov veikur tá talan er um
heimselituna. Shirov hevur
júst sama trupulleika.
Endaliga støðan:
G. Kasparov
7,5 /10
J. Polgar 4,5
A. Karpov
4,5
P. Leko 4,5
A. Shirov
4,5
A. Grischuk
4,5
Úrslitið prógvar tað at bert
Kramnik og Anand kunnu
kappast
við
Kasparov,
sjálvt Shirov og Leko eru
ein klassi undir krútsterka
tríbólkinum.
Talvið hesa vikuna
Kasparov,G (2849) - Grischuk,A (2663)
SuperGM Linares ESP (10), 06.03.2001
1.e4 c5 (Sicilianskt hevur verið nógv spælt í
Linares) 2.Nf3 Nc6 3.d4 cxd4 4.Nxd4 Nf6 5.Nc3 e6
6.Nxc6 (6.Ndb5 Bb4 verður eisini nógv spælt nú á
døgum) 6...bxc6 7.e5 Nd5 8.Ne4 Bb7 9.Be2 c5
10.0-0 Qc7 11.Nd6+ (Kasparov-Leko 1999 remis)
11...Bxd6 12.exd6 (finnan kann ikki takast vegna
c4, og hvítur vinnur) 12...Qc6 13.f3 c4 14.Qd4 0-0
15.Bxc4 Rfc8 (teoretisk nýggjheit. Grischuk vil út í
endatalv við finnu minni, men remiskjansir vegna
ólíkafarvaðar bispar. Vanligt er at taka á d6)
16.Bxd5 Qxd5 17.Qxd5 Bxd5 18.Rf2 Rc6 19.Bf4
Rac8 20.Rc1! (c3? a5! og hvítur kann ikki vinna,
Kasparov má tí fáa b3, c4 framt) 20...Ra6 21.a3 f6
22.Be3 Ra4 (22...Rxd6 23.Bxa7) 23.Ra1! e5 24.b3
Ra6 25.c4 (nú er restin teknikkur, og tað er
Kasparov maður fyri. Nýggjheitin hjá Grischuk, 15.
Rfd8 var heldur ivasom) 25...Be6 26.Rd2 Rb8!
(Grischuk roynir at halda trýstið á hvítu finnurnar)
27.Rd3 Rb7 28.g4 h5 29.h3 hxg4 30.hxg4 f5?
31.Bc5 Rc6 32.b4 fxg4 33.fxg4 Rc8 34.Re1 Bxc4
35.Rc3 Bb5? (35...Be6 betri) 36.Rxe5 Rf8 37.Bxa7
Bc6 38.Be3 Rbb8 39.Bg5 Rb5 40.Rcc5 Rb6
41.b5 Bf3 42.Be7 Ra8 43.Rg5 Rxa3 44.Bf6 Kf7
45.Bb2 Grischuk gavst. 1-0
Trý stig fremstur
Fyrrverandi heimsmeistarin, Karpov,
kann vera væl nøgdur um avrikið hjá
sær í kappingini
VÍF kvinnurnar
vunnu aftur miku-
kvøldið, tá Tjaldur
var á vitjan
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Mest einaráðandi hond-
bóltsliðið í ár er helst
kvinnuliðið hjá VÍF, sum
longu hevur tryggjað
sær steypakappingina,
umframt at gullið í
landskappingini nærkast
við fullari ferð.
Mikukvøldið
leiktu
tær móti Tjaldri, og ikki
óvæntað vunnu teir á
heimaliðnum
tryggan
sigur. Longu fyrstu løt-
una varð allur ivi beind-
ur til viks, og støðan
eftir 20 minuttum var
12-3.
Eftir hetta tók heima-
liðið sær meira av løtt-
um, soleiðis at Tjaldur
kundi pyntað eitt sindur
um úrslitið, men í vanda
kom sigurin so ongan
tíð.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF:
Nikolina
Eyð-
bjørnsdóttir 8, Ioana
Rápa 8(2), Fríða Marj-
unardóttir 4, Jacklin
Durhuus 4, Sóley Mikk-
elsen 2, Angelie Jógv-
ansdóttir
Tjaldur: Beinta Joensen
4(1) Milica Ergic 3(1),
Mona Langgaard 3(1),
Oddvá
Fossdalsá
2,
Kristina Ellingsgaard 2,
Jelena Jevtic 1
Brotskøst: VÍF 4, Tjald-
ur 5
Útvísingar: VÍF 5,
Tjaldur 2
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans
Thomassen.
Eftir ein lakan fyrra
hálvleik tóku kyndils-
menn sær um reiggj
seinasta hálva tíman
móti H71
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var ikki væntandi, at
hoyvíkingar skuldu gera
nakað við Kyndil, men tað
var júst tað, sum teir kortini
gjørdu fyrra hálva tíman av
dystinum mikukvøldið.
Hesa løtuna var tað nevn-
liga H71, sum var framm-
anfyri, og var tað ikki fyri
ein væl leikandi Høgna
Klein, so kundi munurin
verið væl størri millum
liðini.
Vendi í seinna
Efitr steðgin kom tó rætti-
liga vend í, og eftir fáum
minuttum hevði Kyndil
strítt seg upp á javnt.
Rættiligt lpp kom í um
miðjan
hálvleikin,
tá
Kyndil fekk sjey mál á rað,
og so var alt í roynd og veru
avgjørt.
Við
sigrinum
styrkti
Kyndil munandi um møgu-
leikarnar at vinna silvur-
merkini, og ikki minst
mundi tað fyri teir vera ein
kærkomin gáva, at koll-
firðingar bastu stranding-
um inni á Skála.
H71 misti hinvegin aftur
tvey stig, men í botninum
broytti hetta einki, tá
Tjaldur samstundis taptu í
Vestmanna.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Høgni Klein 9,
Bjarni Wardum 6, Uni
Wardum 5(3), Hans Áki
Dal Christiansen 4, Jónleif
Sólsker 3, Heini Bendtsen
3, Hanus Jensen 1
H71: Halgir Dahl Olesen
9(3), Agnar Højgaard 5,
Rene
Dahl
Olesen
4,
Anfinn N. Debes 3, Høgni
Hansen 2, Johnny Durhuus
1, Olaf Vestergaard 1
Brotskøst: Kyndil 4, H71 5
Útvísingar: Kyndil 3, H71
5
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og
Kristian Johansen
Kyndil–H71 31–25 (12–15)
Kyndil vaknaði í seinna
Tá kyndils-
menn í seinna
hálvleiki fingu
tak á H71,
skutu teir
brádliga sjey
mál á rað, og
so var sigurin
at kalla
tryggjaður
Mynd: Álvur
Haraldsen
VÍF-Tjaldur 27-15 (15-8)
Eingin ivi
Netumsitari
Netumsitarin hjá okkum fór í annað starv 1. januar 2001. Vit søkja tí eftir
nýggjum netumsitara til NETumsitingina á Debesartrøð, sum hevur ábyrgd av
eini fjølbroyttari netskipan, sum bindur saman 7 stovnar í 14 bygningum við
tilsamans umleið 150 brúkarum.
Netumsitarin skal:
•
hava umsjón við ryggnetinum (backbone) við tilhoyrandi net-
samskiftisútgerð
•
samskifta og samstarva við netábyrgdararnar á teimum 7 stovnunum
•
umsita web-, ftp-, navna- og postambætararnar
•
samskifta við veitarar av KT-útgerð sum heild
•
svara fyrispurningum og leggja skeiðvirksemi til rættis
•
samskipa dagføringar, umleggingar og útbyggingar í netskipanini
•
verða skrivari hjá netráðnum
Vit ynskja:
Umsøkjarar við hollari tekniskari útbúgving og kunnleika í teldutøkni,
stýrisskipanum,
teldunetum og teldusamskifti,
hava fyrimun.
Góð
samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt eru ein treyt.
Vit bjóða:
Eitt avbjóðandi og sjálvstøðugt starv hjá NETumsitingini. Góðar eftirbúgv-
ingarmøguleikar.
Setan skjótast til ber. Løn sambært avtalu millum Føroya Landsstýri og av-
varandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita við at venda sær til Anniku Sølvará, tlf. 315302, teldupostur
annikas@setur.fo
Umsóknarfreistin er 23.3.2001. Umsóknir við ævilýsing (CV), avriti av próv-
skjølum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til
Netráðið
Att. John Kjær, formaður
Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøta 14
100 Tórshavn
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
NETumsitingin er tænastustovnur, ið vegna netsamstarvið:
•
hevur umsjón við, heldur við líka og samskipar útbyggingar av ryggnetinum (backbone)
á Debesartrøð og tilknýtið til internetið, sum granskingar-, mentanar- og útbúgvingar-
stovnarnir nýta
•
savnar vitan og fylgir við menningini innan netsamskifti, teld og teldnýtslu yvirhøvur
•
veitir samstarvsstovnunum ráðgeving og hjálp í netsamskiftis- og telduspurningum
•
skipar fyri møguligum felagskeypi av rit- og tólbúnaði, skipar fyri skeiðum, kunningar-
fundum og tílíkum.
Netumsitarin arbeiðir í tøttum samstarvi við netábyrgdararnar á hesum stovnunum,sum tilsamans
mynda netsamstarvið: Fiskirannsóknarstovan, Fornminnissavnið, Fróðskaparsetrið, Heilsufrøðiliga
Starvsstovan, Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið og Náttúrugripasavnið.
Stjóri
til Matrikulstovuna
Við hesum verður søkt eftir stjóra til Matrikulstovuna.
Matrikulstovan
Matrikulstovan er stovnur undir Vinnumálastýrinum.
Matrikulstovan skal, sambært lóg, hava fullfíggjaða skráseting av øllum føstum ognum
í Føroyum - matrikulin, og vera før fyri at seta mark millum fastar ognir út frá
skrásettum mørkum, matrikulkortum og málibløðum. Grundarlagið undir hesum er
fikspunktnetið, sum stovnurin umsitur og røkir.
Matrikulstovan umsitur eisini altjóða netini í samstarvi við KMS (Kort- og Mat-
rikelstyrelsen). Harumframt skal Matrikulstovan, sambært lóg, útinna tað arbeiði,
henni verður álagt av útskiftingini í sambandi við broytingar til bata fyri jarðarbrúkið.
Starvið
Stjórin hevur ábyrgdina av at leiða, reka og menna stovnin, og skal fremja tær
uppgávur og ætlanir, sum eru lagdar til Matrikulstovuna.
Førleiki
Vit vænta okkum av umsøkjarum, at teir hava:
· Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, eitt nú landinspektør,
útskiftingarkandidatur, løgfrøðingur, verkfrøðingur ella tílíka
útbúgving
· Leiðsluroyndir frá almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum
· Góð samstarvsevni og mennandi leiðslustíl
Førleikakrøv
Vit vænta okkum, at umsøkjararnir m.a. hava:
· Hægri útbúgving innan løgfrøði, búskaparfrøði, umsiting e.l.
· Royndir á økinum ella sum heild innan almenna og/ella privata
fyrisiting
· Góð samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl
Setanarviðurskifti
Talan er um tænastumannastarv 37. lønarflokki. Starvsheiti er stjóri, og tænastustað-
urin er fyribils Matrikulstovan. Setanarøkið er Vinnumálastýrið og stovnar undir tí.
Umsókn
Umsókn við prógvum, starvsroyndum o.ø. verður send til:
Vinnumálastýrið
Postrúm 377
FO-110 Tórshavn
Umsóknin skal verða Vinnumálastýrinum í hendi í seinasta lagi 26. mars 2001.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Arna Poulsen, aðalstjóra í
Vinnumálastýrinum, tel 35 60 60.
85
31 65 11
V I N N U M Á L A S T Ý R I Ð
Avloysarastarv
Vegna farloyvið verður lýst eftir vaskaríleiðara.
Starvið er tíðaravmarkað frá 1.7.2001 til 15.7.2002.
Starvið er lønt sambært sáttmála Starvsmannafel-
agsins.
Skrivlig umsókn við frásøgn um arbeiðsroyndir
v.m. verður at senda áðrenn tann 1. mai 2001 til:
Formannin fyri Stýrið
Ellis-& Avlamisheimið í Vágum
370 Miðvágur
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á heiminum.
Ellis- &
Avlamisheimið
í Vágum
Bókhaldari
Søkt verður eftir royndum bókhaldara hálva tíð til
arbeiðsuppgávur í Havn. Møguliga verður talan
um fulltíðarstarv seinni.
Kunnleiki til Concorde C5 og Navigator er ein treyt.
Løn eftir avtalu.
Skrivlig umsókn verður at senda innan 17. mars
2001.
Skrásett grannskoðaravirki
Vágstún 2
FO-700 Klaksvík
Tlf. 455522 og 217505