Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 125 - 3. juli 2007 Bæði klaksvíkingar og mong onnur munnu gleða seg almikið til Summarfestivalin um ein góðan mánað. Ein einstakur klaksvíkingur sær eisini við spenningi fram til hetta tiltakið. Ikki beinleiðis fyri tónleikin, men tí tá verður eitt megnar listarverk hansara liðugt: Standmyndin fyri teir fýra býlingarnar í Klaksvík Býarmenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: 28 ára gamli Heð­in Ferjá Heldarskarð er útlærdur sum fínplátu­smið­ ur, men hevur eisini áhuga at brúka evni síni og lær­ dómin til annað. Hann hevur nevniliga fing­ið til uppgávu at gera eitt spennandi býarprýði - ella standmynd, um ein vil. Í roynd og veru er talan um fýra serstakar steinar, sum verða settir upp í mið­ býnum - sum eitt merki um teir fýra býlingarnar í Klaks­ vík, teir fýra hagapartarnar í býnum og tær fýra høvuðs­ ættirnar. Arbeiðið við stand­mynd­ ini líður rættiliga væl: Stein­ arnir eru stoyptir niður í form­ar, og eru í roynd og veru klárir at setast á rætta stað. – Um alt gongur sum tað skal, so verði eg liðugur til Summarfestivalin, sigur Heð­in. Millum manna hevur ver­ ið tosað um hesa heldur sjáld­somu standmyndina. Sum skilst eru fólk sera spent uppá at síggja hana lidna. Tað er helst so sum Heðin sjálvur sigur tað: - Tey verða uttan iva rættiliga bils­ in. Vøkur, - tað verður hon í øllum førum! Fýra býlingar Tað eru eini fýra ár síðani at tosið um eitt prýði av rund­koyringini við Post­ húsið tók seg upp. Hann sendi inn eitt uppskot og varð tað góðtikið. Heðin hevur verið sera íðin og spentur eftir at kunna fullføra hesa uppgáv­ una. Hon skuldi gerast rætt og úr røttum tilfari: Lokal­ um gróti! Eitt skifti brúkti Heðin nevni­liga nógva tíð í fjøllu­ num, har hann leitaði eftir nøkrum ávísum steinum sum allir skuldu líkjast. Hetta var ikki bara sum at siga tað, tí teir skuldu hava sama skap og somu stødd, t.v.s. 140 cm langir. Men so skuldu teir eisini verða tikn­ ir úr teimum fýra haga­pørtu­ num: Háfjall, Myrkjanoyri, Gerðar og Uppsalar. - Eg brúkti einar 14 dagar at finna fram til hesar stein­ arnar, og fekk so tyrluna hjá Atlantsflogi at flyta teir oman - tí hvør teirra vigar eini 400 pund. - Teir skuldu nú setast á tann grøna blettin í rund­ koyringini ímóti teimum fýra ættunum, greiðir Heðin spentur frá. Ikki nokk við tað: Teir um­boða somuleiðis teir fýra býlingarnar í Klaksvík, sum so líðandi eru vaksnir saman til ein einstakan bý í dag. Kumpass í miðjuni Eitt eru so standmyndin ella standmyndirnar sjálvar. Heðin ætlar somuleiðis at binda tær saman við stáli. Hetta ger hann umvegis eina kjarnu í miðjuni, sum skal ímynda eina kumpass. Soleiðis miðar hann eftir at standmyndirnar skulu av­mynda stevnini í einum før­oyskum árabáti. - Eg komi at gera tað so­leiðis, at tað líkist einum báti, óansæð hvaðani tú kem­ur koyrandi inn í rund­ koyringina. - Klaksvík er jú okkara fiskivinnuhavn, og tí helt eg at tað var týdningarmikið eisini at hava tann partin við, sigur Heðin. myndir Jens Kr. Vang Orð Snorri Brend Nordoyggjar ” “Heðin hevur verið sera íðin og spentur eftir at kunna fullføra hesa uppgávuna. Hon skuldi gerast rætt og úr røttum tilfari: Lokalum gróti! - Eg gekk 14 dagar í fjøllunum fyri at finna steinarnar, sum skuldu brúkast til listaverkið, sigur Heðin Mynd: Høgni Thomsen Modellið og standmyndin ímynda tann føroyska bátin. - Klaksvík er jú fiskivinnuhavn okkara, so hetta er nátúrligt at avmynda, sigur Heðin Mynd: Høgni Thomsen Eitt listaverk úr lokalum gróti tíðindi