Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 125 - 3. juli 2007 Bæði klaksvíkingar og mong onnur munnu gleða seg almikið til Summarfestivalin um ein góðan mánað. Ein einstakur klaksvíkingur sær eisini við spenningi fram til hetta tiltakið. Ikki beinleiðis fyri tónleikin, men tí tá verður eitt megnar listarverk hansara liðugt: Standmyndin fyri teir fýra býlingarnar í Klaksvík Býarmenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: 28 ára gamli Heð­in Ferjá Heldarskarð­ er útlærdur sum fínplátusmið­­ ur, men hevur eisini áhuga at brúka evni síni og lær­ dómin til annað­. Hann hevur nevniliga fingið­ til uppgávu at gera eitt spennandi býarprýð­i ­ ella standmynd, um ein vil. Í roynd og veru er talan um fýra serstakar steinar, sum verð­a settir upp í mið­­ býnum ­ sum eitt merki um teir fýra býlingarnar í Klaks­ vík, teir fýra hagapartarnar í býnum og tær fýra høvuð­s­ ættirnar. Arbeið­ið­ við­ standmynd­ ini líð­ur rættiliga væl: Stein­ arnir eru stoyptir nið­ur í formar, og eru í roynd og veru klárir at setast á rætta stað­. – Um alt gongur sum tað­ skal, so verð­i eg lið­ugur til Summarfestivalin, sigur Heð­in. Millum manna hevur ver­ ið­ tosað­ um hesa heldur sjáldsomu standmyndina. Sum skilst eru fólk sera spent uppá at síggja hana lidna. Tað­ er helst so sum Heð­in sjálvur sigur tað­: ­ Tey verð­a uttan iva rættiliga bils­ in. Vøkur, ­ tað­ verð­ur hon í øllum førum! Fýra býlingar Tað­ eru eini fýra ár síð­ani at tosið­ um eitt prýð­i av rundkoyringini við­ Post­ húsið­ tók seg upp. Hann sendi inn eitt uppskot og varð­ tað­ góð­tikið­. Heð­in hevur verið­ sera íð­in og spentur eftir at kunna fullføra hesa uppgáv­ una. Hon skuldi gerast rætt og úr røttum tilfari: Lokal­ um gróti! Eitt skifti brúkti Heð­in nevniliga nógva tíð­ í fjøllu­ num, har hann leitað­i eftir nøkrum ávísum steinum sum allir skuldu líkjast. Hetta var ikki bara sum at siga tað­, tí teir skuldu hava sama skap og somu stødd, t.v.s. 140 cm langir. Men so skuldu teir eisini verð­a tikn­ ir úr teimum fýra hagapørtu­ num: Háfjall, Myrkjanoyri, Gerð­ar og Uppsalar. ­ Eg brúkti einar 14 dagar at finna fram til hesar stein­ arnar, og fekk so tyrluna hjá Atlantsflogi at flyta teir oman ­ tí hvør teirra vigar eini 400 pund. ­ Teir skuldu nú setast á tann grøna blettin í rund­ koyringini ímóti teimum fýra ættunum, greið­ir Heð­in spentur frá. Ikki nokk við­ tað­: Teir umboð­a somuleið­is teir fýra býlingarnar í Klaksvík, sum so líð­andi eru vaksnir saman til ein einstakan bý í dag. Kumpass í miðjuni Eitt eru so standmyndin ella standmyndirnar sjálvar. Heð­in ætlar somuleið­is at binda tær saman við­ stáli. Hetta ger hann umvegis eina kjarnu í mið­juni, sum skal ímynda eina kumpass. Soleið­is mið­ar hann eftir at standmyndirnar skulu avmynda stevnini í einum føroyskum árabáti. ­ Eg komi at gera tað­ soleið­is, at tað­ líkist einum báti, óansæð­ hvað­ani tú kemur koyrandi inn í rund­ koyringina. ­ Klaksvík er jú okkara fiskivinnuhavn, og tí helt eg at tað­ var týdningarmikið­ eisini at hava tann partin við­, sigur Heð­in. myndir Jens Kr. Vang Orð Snorri Brend Nordoyggjar ” “Heðin hevur verið sera íðin og spentur eftir at kunna fullføra hesa uppgávuna. Hon skuldi gerast rætt og úr røttum tilfari: Lokalum gróti! - Eg gekk 14 dagar í fjøllunum fyri at finna steinarnar, sum skuldu brúkast til listaverkið, sigur Heðin Mynd: Høgni Thomsen Modellið og standmyndin ímynda tann føroyska bátin. - Klaksvík er jú fiskivinnuhavn okkara, so hetta er nátúrligt at avmynda, sigur Heðin Mynd: Høgni Thomsen Eitt listaverk úr lokalum gróti tíðindi