Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 3. juli 2007 3 lýsingar Kundi tú hugsa tær eina framtíð innan skrivstovuyrkið? Vit hava pláss fyri einum skrivstovulærlingi (m/k) í fyritøku okkara. Vit kunnu bjóða tær: • Eitt avbjóðandi starv í eini spennandi vinnu í støðugari menning, har tú gerst partur av einum góðum toymi og har arbeiðsandin er av teim bestu. • Tryggar arbeiðsumstøður. • Góðar møguleikar fyri persónligari menning. Tú mást hava HH ella FHS prógv. Lærutíðin er ávikavist 2 ella 3 ár. Tú mást vera fryntlig/-ur, samstarvsáhugað/-ur, ágrýtin og til reiðar at taka við nýggjum lærdómi og ikki vera bangin fyri til tíðir at arbeiða undir trýsti. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til okkara og tosað við Anniku Krosstein ella Harald Eirikstoft. Umsóknarfreistin er 10. juli 2007. Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn saman við prógvum og ummælum til: P/F Svend Krosstein Postboks 3229 FO-110 Tórshavn Viðm.: Lærupláss P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari menning, sum í løtuni hevur 20 fólk í fulltíðarstarvi. P/F Svend Krosstein er einasta HVS-heilsøla í Føroyum og hevur harafturat størsta HVS-handil í landinum. Vit selja alt tilfar til vatnveitingar, hitaverk, sanitet og ventilatión. Eisini selja vit byrsur, patrónir, fiskireiðskap og annað. Skrivstovulærlingur søkist Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 8 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Telefon 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo R E P R O Z Shell sóknast eftir skrivstovufólki Hugsar tú um eina betri framtíð? www.shell.fo Starvið Talan er um starv í umsitingini (bókhaldi og avgreiðslu) á Viðarnesi í Havn. Í løtuni er arbeiðsøkið í høvuðsheitum: • Vøruskráseting og tollavgreiðsla • Bókingar og avstemmingar • Kundaavgreiðsla, ordramóttøka o.a., serliga um telefon • Stovnan av nýggjum avtalum og kundum • Meirsøla av vørum og tænastum hjá Shell • Aðrar umsitingarligar uppgávur Føroya Shell er í ferð við at umskipa fyrisitingina. Lyklaorðini í hesum sambandi eru betri og sterkari kundatænasta og fyrisiting, har dentur verður lagdur á eitt mennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi og á førleikamenning. Í sambandi við umskipanina av fyrisitingini kunnu koma broytingar á arbeiðsøkjunum, og verður hetta tá gjørt við støði í førleikanum hjá tí einstaka. Talan er um fulltíðar- starv, men ávísir møguleikar eru at arbeiða niðursetta tíð. Tann, vit leita eftir Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur HH-prógv, studentsprógv ella annað samsvarandi, umframt skrivstovuútbúgving. Tú hevur royndir í skrivstovu- yrkinum, ert fyrikomandi, hevur lætt við at samskifta, hevur góð samstarvsevni og arbeiðir við nærlagni. Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir í kundaav- greiðslu og dugir at arbeiða við EDV. Vit kunnu bjóða Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við nógvum avbjóðingum og við møguleikum fyri persónligari og yrkisligari menning. Talan er eisini um góða løn við eftirlø- narskipan í samsvari við útbúgving og royndir. Hevur tú hug at vita meiri um hetta starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johnni Poulsen, fíggjarleiðara, telefon 34 74 00. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal sendast til P/F Føroya Shell, att. Johnni Poulsen, Postboks 188, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til shell@shell.fo Umsóknin má vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin, 11. juli.