Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 125 - 3. juli 2007 Sosialurin Oljan nærkast Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tíðindini um at eitt av heimsins størstu olju­ feløg­um, Chevron er farið at testa tvs. royndar­ framleiða olju frá Rosebankkelduni á bretska landgrunninum eru so sanniliga eisini góð og kærkomin fyri Føroyar. Hóast hetta ikki er á okkara landgrunni, so ligg ur henda stóra oljukelda so tætt við, at tað er ikki óhugsandi, at løgini okkaru megin markið eru júst tey somu, og í besta føri kann tað henda, at her er talan um eina keldu, sum gongur tvørtur um markið. Tað var skiparin á Lómi, Amaliar Haraldsen, sum sunnudagin fekk eygað á boripallin Transocean Rather. Frá brúnni kundi hann sígg ja gassloga, sum er prógv fyri, at her verða kolvetni fram­ leidd. Myndir av gassloganum geva nú umheimi­ num eina týðiliga ábending um, at her er nakað við at henda. Oljufeløg testa ikki ein brunn uttan at tey hava vónir og vitan um, at her veruliga er talan um eina rakstrarverduga oljukeldu. Nú kundi so verið spurt, hví júst ein oljukelda í bretskum øki hevur okkara áhuga. Svarið er, at hon kann geva okkum ábendingar um, hvussu jarðfrøðiligu viðurskiftini eru rundan um eisini tvs. inni á føroyska landgrunninum. Her hevur tú eina oljukeldu, sum ligg ur mitt í basaltløgum, vitandi at alt tað føroyska økið er fjalt av basalti. Merkir hetta, at basaltið, sum varð hildið at vera ein forðing, kanska beint tvørturímóti nú er at meta sum ein møguleiki – sum nakað positivt! Tað, sum er mest avgerandi fyri framhaldandi leiting, er, at tú hevur okkurt at fara eftir, onkra gularót um man so kann siga. Tá Rosebank­ keldan varð funnin í 2004 var hon gularótin hjá feløgunum, sum buðu sær at vera við í 2. útbjóðing við Føroyar. Hetta fund vakti í veruleikanum áhugan hjá fleiri feløgum at bjóða uppá øki og her serstakliga tætt upp at markinum. Nú stendur so enn ein útbjóðing fyri framman. Og aftur nú fara vit helst at sígg ja ein vaksandi áhuga hjá feløgum at vera við, nú testingin av Rosebank gevur okk­ um eina ábending um, at her eru kolvetni í rakstrarverdugum nøgdum. Og ein møgulig framtíðar útbygg ing so tætt upp at okkara øki vil so aftur fáa stóran týdning fyri okkum eisini, tá hugsað verður um infrakervið og flutning av eitt nú gassi inn á meginlandið. Henda oljukeldan á bretska landgrunninum kann gerast katalysatorurin og duraupplatarin til eina spennandi og virkna leiting á føroysk­um øki komandi árini. Haraftrat kemur so William­ brunnurin, ið skal borast í heyst. Samanumtikið kann sigast, at ”avdúkingin” á brúnni á Lómi kann birta nýtt lív í aftur vónirnar, at fyrr ella seinni verða kolvetni eisini staðfest í ella undir basaltinum á okkara landgrunni. Oljan nærkast. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Norður­ lendsku post­fak­ feløgini stuðla Føroya Post­felag Uttalande: De nordiska fackförbunden inom postsektorn uttalar härmed sitt fulla stöd för den färöiska fackför­ bundet Färöija Postfelag i deras kamp för rätten att teckna kollektivavtal för sina medlemmar. Det är en självklar rätt för anställda att organi­ sera sig i fackför­ening­ arna och därigenom rätten att förhandla om sina medlemmars anställningsvillkor. Åtgärder som syftar till att begränsa eller hindra facklig verksamhet hör inte hemma i ett modernt samhälle. Detta uttalande har antagits av de nordiska fack­fören­ ingarna inom post­ sektorn (NPU) vid årsmötet i Visby, Sverige den 27 juni 2007. Postkom Norge 3F Danmark HK Danmark SECO Sverige ST Sverige PAU Finland PF Island Tað hevur undrað meg og mangan. Hvussu ber tað til, at vit ikki kunna keypa danskar fruktir í Føroyum?? Danskar fruktir eru so nógv tær bestu - og áttu verið tær bíligastu. Men vit fáa tær ikki. Danmark er í løtuni við at ganga undir í jørðberum - tey verða seld fyri næstan onki - men nei, vit fáa onki av tí. Næstseinast eg  keypti jørðber, vóru tey týsk, og tey smakkaðu hvørki eitt ell annað.  Í dag havi eg keypt fransk jørðber. Sóu gott út ovast - men  hýggjuskotin í botninum og tey smakklaðu onki. Tað sama við súreplum. Tað er onki so gott sum eitt danskt súrepli, sum er vaksið upp í einum donskum súreplagarði - súrt og deiligt. Tað tú fær í handlinum  í dag, líkist ikki súrepli, um tað er reytt ella grønt. Tað er søtt - ofta hart - og hevur ongan smakk. Tað mátti verið onkur í Føroyum, sum sá eina forrætning at selt danska frukt. Frukt, ið smakkar. Eg skal lova tær - saman við fleiri - at eg skal keypa. Hví kunnu vit  ikki keypa danskar fruktir? josa@post.olivant.fo Jógvan E. Ósá Tíðindini í Sosiali­ num mándagin um at eldur og roykur koma upp úr oljubrunni nær markið koma ávart á oljufeløg. Eftir øllum at døma skuldi einki leka út enn Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Lítið og einki er higartil likið út um stóru boriætl­an­ ina hjá Chevron, Statoil, DONG og OMV á bretskum øki skamt frá føroyska marki­num. Feløgini, sum í 2004 søgdu seg hava gjørt eitt stórt oljufund á Rose­ bank­leiðini, hava nú í skjótt eitt ár borað avmarkingar- og metingarbrunnar fyri at vita, hvussu stór keldan er. Sunnudagin komu so fyrstu lívstekini frá hesi umfatandi og kostnaðarmiklu bori­ætl­ an. Tá Lómur sigldi framvið boripallin stóð eldur og royk­ur upp úr torninum. Nú vátta bæði Chevron og Statoil, at tey eru í ferð við at testa ella royndarframleiða í brunninum. Murial Roberts, pressu­ stjóri hjá Chevron sigur við Sosialin, at tey testa brunn­ in. Eisini Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil váttar, at tey eru í ferð við at testa brunn­ in. Hann váttar, at hetta er tann næsti av trimum brunn­ um, sum verða boraðir fyri at vita, hvussu stór olju­keld­ an er og hvussu hon háttar seg. Sum skilst, so sær hetta eftir øllum at døma sera lovandi út. Hetta kann vera byrjanin til fyrstu fyrireik­ ingarnar at fara undir eina oljuframleiðslu tætt upp at føroyskum marki. Chevron og Statoil vátta testing