týsdagur 3. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2007
11
tíðindi
Stutt Sagt
Jørðin
skalv
Klokkan hálvgum fimm
fyrramorgunin
vaknaðu
fólk í grønlendsku bygdini
Atammik
við
kaldan
dreym, tá jørðin brádliga
fór at skelva. Tað vísti seg
at
vera
ein
veikur
jarðskjálvti, og hann vardi
heldur ikki leingi. Nuka
raq Poulsen í Atammik
sigur við útvarpið í Nuuk,
at hetta er aðru ferð, at tey
hava havt jarðskjálvti har.
Fyrru ferð var fyri góðum
fimm árum síðani, sigur
hann. Atammik er nær
hendis Manitsoq.
Partabrøv
fella
Yvirgangurin í Bretlandi
ávirkar partabrævavirðið
á altjóða marknaðunum,
tí íleggjararnir stúra fyri
øðrum
atsóknum. Tað
hevði millum annað við
sær, at virðið á evropeisku
FTSEskrásetingini
fall
0,2 prosent í gjár, skrivar
Reuters. Atsóknin at flog
havnini í Glasgow var
helst orsøkin til, at serliga
partabrøvini í flogfeløgu
num fullu í virði. Hjá
British Airways var fallið
1,1 prosent, hjuá Air
FranceKLM 1,0 prosent
og hjá Lufthansa 0,9
prosent.
Ísland
hall
Íslendingar útfluttu vørur
fyri 120 mia. íslendskar
krónur fimm teir fyrstu
mánaðarnar í ár. Men
innflutningurin var í sama
tíðarbili 150 mia. krónur,
so handilin við umheimin
gav 30 mia. krónur í halli,
sigur hagstovan í Reykja
vík. Hetta er tó ein mun
andi bati samanborið við
somu mánaðir í fjør, tí tá
var hallið á handilsjavn
anum næstan tvær ferðir
so stórt sum í ár. 47
prosent av útflutninginum
í ár er fiskur og fiska
úrdráttir.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vilja tit hava ein forseta, sum hevur áhuga fyri
sjálvt teirri minstu avgerðini, so er tað Hillary
(Bill Clinton)
útlond
Japanski verjumála
ráðharrin var ov
opinskáraður, tá
hann segði, at tað var
neyðugt at sleppa
kjarnorkubumbunum
niður yvir Japan í
1945
Tað er ikki altíð, at ein skal
siga tað, sum ein hugsar, og
í so máta skulu politikarar
vera serliga varnir. Tað
noyðist japanski politikarin
Fumio Kyuma at sanna. Í
gjár var hann verjumála
ráðharri, men tað er hann
ikki longur.
Sunnudagin fekk Fumio
Kyuma øði í nógvar japanar,
tá hann segði, at tað var
neyðugt hjá amerikanar
unum at sleppa kjarnorku
bumbunum
niður
yvir
býirnar
Hiroshima
og
Nagasaki í august í 1945
fyri at fáa enda á seinna
heimsbardaga.
Tær báðar bumburnar
kravdu meiri enn 200.000
mannalív
og
elvdu
til
ógvusligar líðingar mong
ár eftir heimsbardagan, og
tí gjørdust nógvir japanar í
øðini, tá teir hoyrdu verju
málaráðharran. Í morgun
tók hann avleiðingarnar og
bað um at sleppa frá.
Orðini hjá fyrrverandi
verjumálaráðharranum
koma eisini stjórnini hjá
Shinzo Abe, forsætisráð
harra illa við, skrivar AP.
Sagt verður, at stjórnin er
illa umtókt, og at umdømið
er
ikki
batnað
síðani
vikuskiftið.
Fumio Kyuma er ikki japanskur verjumálaráðharri longur
Hann segði ov nógv
Danska
yvirgangstilbúgvingin
er ikki herd, men
fregnartænastan
hjá løgregluni vil
kortini hava trygdina
á flogvallunum
kannaða
Tað er serliga trygdarviður
skiftini í og kring bygning
arnar á teimum størru
flogvallunum, sum PET vil
hava myndugleikarnar at
kanna, og fregnartænastan
dylur ikki fyri, at áheitanin
hevur samband við tilburðin
á flogvøllinum í Glasgow
seinasta leygardag.
Løgreglan og viðkom
andi flogmyndugleikar eiga
at kanna umstøðurnar í og
kring
terminalbygningar,
og harafturat eigur løgreglan
at halda eyga við parker
aðum bilum, skrivar fregn
artænastan hjá løgregluni í
einum brævi til løgreglu
leiðslurnar kring landið.
Kunningarstjórin í Stat
ens Luftfartsvæsen, Thor
bjørn Ancker, sigur við
danska útvarpið, at loftferð
slumyndugleikarnir
hava
longu tikið neyðug stig til
tess at forða fyrio atsóknum
sum teirri í Glasgow. Hann
leggur tó afturat, at loftferð
slumyndugleikarnir fara at
kanna, um onnur tiltøk
skulu setast í verk á
flogvallunum.
Trygdin í og kring terminalbygningarnar skal kannast, sigur PET
Trygdin á donskum
flogvallum skal kannast