Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 125 - 3. juli 2007 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Sonja Mellemgaard, ætt­að úr Tåstrup, búsit­ andi Tórshavn, andaðist í heim­inum, leygardagin 30 juni, 73 ára gomul. Jarðar­ferðin verður úr Kirkju­garðskapellinum miku­dagin kl. 13. Andlát og jarðarferðir Tann 26. juni andaðist Dieter Hel­mut Edmund Ferber, bert 67 ára gamal. Sum tað skilst á navninum, er Dieter ikki upprunaliga føroy­ing­ur. Hann er nevniliga týskari, og hann hevur eina spennandi søgu. Sigast kann, at hann hevur upplivað ein stóran part av nútíðar heimssøgu. Dieter var føddur 11. september 1939, og var hetta eina viku eftir, at 2. heimsbardagi byrjaði við týska álopinum á Polen. Hóast kríggj kom Dieter at hava eitt gott barna­heim, og tað eydnast at halda familj­uni saman krígárini við, at tey hjálptu og stuðlaðu hvørjum øðr­um. Tá ið bardagin endaði, kom Diet­er úr einum einaræði til eitt annað. Tey búðu eystarliga í Týsklandi, sum fyrst varð hersett av russarum, og sum í 1949 gjørdist til DDR, Týska Demokratiska Lýðveldi, sum tó ikki hevði so nógv við demo­ krati at gera. Hetta merkti, at nú varð Hitler avloystur fyrst av Stalin og síðani av hansara ørindasveinum, og hetta var ikki stórt mætari. Her gjørdist ov trongligt fyri tann frælsishungrandi Dieter eins og hjá nógvum øðrum eysturtýskarum. Sum 17 ára gamal avgjørdi hann saman við tveimum vinmonnum at rýma úr DDR. Hetta mátti gerast í loyndum, so familjan visti av ong­um, fyrr enn tey frættu, at Dieter nú var í Vesturtýsklandi. Nøkur ár seinni kom Berlin­múr­urin, og tá gjørdist tað ógjørligt at koma úr DDR. Tey sum royndu tað vórðu skotin. Tað var eisini sera trup­­ult at koma inn í landið hjá fólki í støðuni hjá Dieter. Tó kundi hann koma til DDR, tá hann trý ár seinni fekk vesturtýskt pass. Tó skuldi søkjast um visum, og hetta tók sína tíð. Sum dømi um skip­an­ina kann nevnast, at tey sum fóru til DDR sum turistar kundu enntá ikki hava eina Dimm alætting ella onnur bløð við sær. Fólkið í DDR skuldi verjast móti eini og hvørji »skaði­ligari« kunning um viður­skift­ini í vesturheiminum, sjálvt tað sum var skrivað á føroyskum! Tískil gjørdist sambandið við familjuna rættiliga avmarkað í mong ár. Ein dag hendi so tað, at DDR fall og gjørdist partur av demo­­kratiska Týsklandi. Nú varð fullkomið frælsi, og tey kundu ferð­ ast, sum tey vildu. Hetta var aftur ein stór broyting, men hesa ferð til tað betra. Tá kom familjan eisini til Føroyar á vitjan, eins og Dieter sam­an við síni familju uttan roks kundi vitja sína ætt heima í Týsk­landi. Dieter fór í bryggjaralæru í Týsk­landi, og seinni gjørdist hann eisini bryggimeistari. Framvegis hevði hann hug til at royna nakað nýtt, so hann søkti um starv sum bryggi­meistari bæði í Føroyum og Canada. Hann fekk játtandi svar frá báðum støðum, men hann valdi tað full­komi­ liga ókenda, nevniliga Føroyar. Hann kom til Havnar dagin eftir ólavsøku í 1967, og hevur hetta eisini verið ein stór broyting frá tí, sum hann var vanur við. Dieter kom tískil at vera bryggi­meistari á Restorffs í mong ár fram til 1990. Um hesa tíðina kom hann at hitta Elspu á Borg á Argjum og dóttir hennara Silju. Elspa og Dieter giftust og hava fingið synirnar Ed­­mund og Hugin. Okkara sam­ band stavar frá døtrunum, sum gjørd­ust vinkonur, og hevur hetta samband givið fatan av einum góð­um familju­lívi og eisini samanhaldi úti á Borg á Argjum, har fleiri av ættini búgva í sama grannalagi. Um hesa tíðina fór Dieter eisini at rógva út, og tá ber illa til at gerast meira føroyskur. Hann tók lut í øll­um tí, sum føroyingar plaga at fáast við, sum til dømis at skjóta harur, og hann helt eisini við B36, har hann spældi við besta liðnum í fleiri ár. Men tó helt hann við Týsk­landi, tá Føroyar spældi móti hans­ ara føðilandi! Dieter plagdi eisini at vera ferða­leiðari hjá týskarum, sum komu hig­ar, og hetta var eisini nakað fyri hann. Og væl dugdi hann at greiða frá. Dieter var kendur fyri at vera sera røkin, og eingin útróðrarskúrur var so ruddiligur sum hansara. Handa­­lagið var eisini sera gott. Hann var eisini kendur sum ein, ið hevði umsorgan fyri sínu nærm­astu, sum tað varð so væl lýst av Poul Færø undir jarðarferðini, tá hann eisini greiddi frá hansara lívi. At Dieter hevur vunnið sær stóra virðing í Føroyum sást eisini av tí stóra skara, sum fylgdi honum hans­ara seinastu ferð. Tað lá ikki fyri hjá týsku familjuni at koma til jarðarferðina, men hon sendi eina heilsan, sum varð lisin upp í kirkjuni, har ættin lýsti sína virðing fyri Dieter. Familjan var savn­að á grøvini hjá foreldrunum, meðan jarðarferðin í Føroyum fór fram. Dieter, DDR-borgarin, sum gjørd­ist føroyingur, er farin, men minnini standa tó eftir hann. ó. Til minnis um Dieter Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaði maður mín og góði pápi okkara Niels Juel Arge fyrrv. klokkari Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravara. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, uppringingar, blómur, kransar og peningagávur til Emmaus. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Eia, Sigga, Petra, Andrias og Karina Saknurin er stórur! Takk fyri kærleika, umsorgan og ógloymandi minnir! Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ein ella annan hátt sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara, Carla, F. M. Joensen, Klaksvík andaðist og varð jarðað. Takk til Jógvan í Gerðalíð, fyri troystarrík orð í kapellinum. Tøkk til øll sum hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk til Niels Paula Danielsen fyri troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til kirkju­tænarar, sangarar og berarar. Tøkk til tey sum hjálptu til við ervinum í KFUM og K. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til røktarheimið og takk fyri tíðuna hon var har. Eisini takka vit tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Amalia, Poul Jóhan og Sverri Dagurin Ulrikus, deyður í 973. Hann var biskupur í Augsburg í 50 ár, og fyri mongu góðu gerðir sínar varð hann skírdur halgimenni í 993. Hann var annars fyrsta vesturevropeiska halgimenni, sum pávin skírdi. Týskt navn. Ul kemur av uodal, ið er sama orð sum okkara óðal, rikus merkir eyður.