Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 125 - 3. juli 2007 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Sonja Mellemgaard, ættað úr Tåstrup, búsit­ andi Tórshavn, andaðist í heim­inum­, leygardagin 30 juni, 73 ára gom­ul. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum­ m­ikudagin kl. 13. Andlát og jarðarferðir Tann 26. juni andaðist Dieter Helm­ut Edm­und Ferber, bert 67 ára gam­al. Sum­ tað skilst á navninum­, er Dieter ikki upprunaliga føroyingur. Hann er nevniliga týskari, og hann hevur eina spennandi søgu. Sigast kann, at hann hevur upplivað ein stóran part av nútíðar heim­ssøgu. Dieter var føddur 11. septem­ber 1939, og var hetta eina viku eftir, at 2. heim­sbardagi byrjaði við týska álopinum­ á Polen. Hóast kríggj kom­ Dieter at hava eitt gott barnaheim­, og tað eydnast at halda fam­iljuni sam­an krígárini við, at tey hjálptu og stuðlaðu hvørjum­ øðrum­. Tá ið bardagin endaði, kom­ Dieter úr einum­ einaræði til eitt annað. Tey búðu eystarliga í Týsklandi, sum­ fyrst varð hersett av russarum­, og sum­ í 1949 gjørdist til DDR, Týska Dem­okratiska Lýðveldi, sum­ tó ikki hevði so nógv við dem­okrati at gera. Hetta m­erkti, at nú varð Hitler avloystur fyrst av Stalin og síðani av hansara ørindasveinum­, og hetta var ikki stórt m­ætari. Her gjørdist ov trongligt fyri tann frælsishungrandi Dieter eins og hjá nógvum­ øðrum­ eysturtýskarum­. Sum­ 17 ára gam­al avgjørdi hann sam­an við tveim­um­ vinm­onnum­ at rým­a úr DDR. Hetta m­átti gerast í loyndum­, so fam­iljan visti av ongum­, fyrr enn tey frættu, at Dieter nú var í Vesturtýsklandi. Nøkur ár seinni kom­ Berlinm­úrurin, og tá gjørdist tað ógjørligt at kom­a úr DDR. Tey sum­ royndu tað vórðu skotin. Tað var eisini sera trupult at kom­a inn í landið hjá fólki í støðuni hjá Dieter. Tó kundi hann kom­a til DDR, tá hann trý ár seinni fekk vesturtýskt pass. Tó skuldi søkjast um­ visum­, og hetta tók sína tíð. Sum­ døm­i um­ skipanina kann nevnast, at tey sum­ fóru til DDR sum­ turistar kundu enntá ikki hava eina Dim­m­alætting ella onnur bløð við sær. Fólkið í DDR skuldi verjast m­óti eini og hvørji »skaðiligari« kunning um­ viðurskiftini í vesturheim­inum­, sjálvt tað sum­ var skrivað á føroyskum­! Tískil gjørdist sam­bandið við fam­iljuna rættiliga avm­arkað í m­ong ár. Ein dag hendi so tað, at DDR fall og gjørdist partur av dem­okratiska Týsklandi. Nú varð fullkom­ið frælsi, og tey kundu ferð­ ast, sum­ tey vildu. Hetta var aftur ein stór broyting, m­en hesa ferð til tað betra. Tá kom­ fam­iljan eisini til Føroyar á vitjan, eins og Dieter sam­an við síni fam­ilju uttan roks kundi vitja sína ætt heim­a í Týsklandi. Dieter fór í bryggjaralæru í Týsklandi, og seinni gjørdist hann eisini bryggim­eistari. Fram­vegis hevði hann hug til at royna nakað nýtt, so hann søkti um­ starv sum­ bryggim­eistari bæði í Føroyum­ og Canada. Hann fekk játtandi svar frá báðum­ støðum­, m­en hann valdi tað fullkom­iliga ókenda, nevniliga Føroyar. Hann kom­ til Havnar dagin eftir ólavsøku í 1967, og hevur hetta eisini verið ein stór broyting frá tí, sum­ hann var vanur við. Dieter kom­ tískil at vera bryggim­eistari á Restorffs í m­ong ár fram­ til 1990. Um­ hesa tíðina kom­ hann at hitta Elspu á Borg á Argjum­ og dóttir hennara Silju. Elspa og Dieter giftust og hava fingið synirnar Edm­und og Hugin. Okkara sam­­ band stavar frá døtrunum­, sum­ gjørdust vinkonur, og hevur hetta sam­band givið fatan av einum­ góðum­ fam­iljulívi og eisini sam­anhaldi úti á Borg á Argjum­, har fleiri av ættini búgva í sam­a grannalagi. Um­ hesa tíðina fór Dieter eisini at rógva út, og tá ber illa til at gerast m­eira føroyskur. Hann tók lut í øllum­ tí, sum­ føroyingar plaga at fáast við, sum­ til døm­is at skjóta harur, og hann helt eisini við B36, har hann spældi við besta liðnum­ í fleiri ár. Men tó helt hann við Týsklandi, tá Føroyar spældi m­óti hans­ ara føðilandi! Dieter plagdi eisini at vera ferðaleiðari hjá týskarum­, sum­ kom­u higar, og hetta var eisini nakað fyri hann. Og væl dugdi hann at greiða frá. Dieter var kendur fyri at vera sera røkin, og eingin útróðrarskúrur var so ruddiligur sum­ hansara. Handalagið var eisini sera gott. Hann var eisini kendur sum­ ein, ið hevði um­sorgan fyri sínu nærm­astu, sum­ tað varð so væl lýst av Poul Færø undir jarðarferðini, tá hann eisini greiddi frá hansara lívi. At Dieter hevur vunnið sær stóra virðing í Føroyum­ sást eisini av tí stóra skara, sum­ fylgdi honum­ hansara seinastu ferð. Tað lá ikki fyri hjá týsku fam­iljuni at kom­a til jarðarferðina, m­en hon sendi eina heilsan, sum­ varð lisin upp í kirkjuni, har ættin lýsti sína virðing fyri Dieter. Fam­iljan var savnað á grøvini hjá foreldrunum­, m­eðan jarðarferðin í Føroyum­ fór fram­. Dieter, DDR­borgarin, sum­ gjørdist føroyingur, er farin, m­en m­innini standa tó eftir hann. ó. Til minnis um Dieter Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaði maður mín og góði pápi okkara Niels Juel Arge fyrrv. klokkari Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravara. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, uppringingar, blómur, kransar og peningagávur til Emmaus. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Eia, Sigga, Petra, Andrias og Karina Saknurin er stórur! Takk fyri kærleika, umsorgan og ógloymandi minnir! Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ein ella annan hátt sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara, Carla, F. M. Joensen, Klaksvík andaðist og varð jarðað. Takk til Jógvan í Gerðalíð, fyri troystarrík orð í kapellinum. Tøkk til øll sum hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk til Niels Paula Danielsen fyri troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk til tey sum hjálptu til við ervinum í KFUM og K. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til røktarheimið og takk fyri tíðuna hon var har. Eisini takka vit tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Amalia, Poul Jóhan og Sverri Dagurin Ulrikus, deyður í 973. Hann var biskupur í Augsburg í 50 ár, og fyri m­ongu góðu gerðir sínar varð hann skírdur halgim­enni í 993. Hann var annars fyrsta vesturevropeiska halgim­enni, sum­ pávin skírdi. Týskt navn. Ul kem­ur av uodal, ið er sam­a orð sum­ okkara óðal, rikus m­erkir eyður.