týsdagur 3. juli 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 125 - 3. juli 2007 ]
Fýra róðrar og fýra
sigrar. Eysturoyingur
hevur ikki latið nakr
an iva vera um, hvør
bátur er sterkastur
hjá 10-mannaførun
um, og á Varmakeldu
var aftur meir enn ein
bátslongd á muni nið
ur til Vestmenning á
øðrum plássi
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Gula flaggskipið í Runavík,
10-mannafarið Eysturoying
ur, hevur, síðani hann bleiv
gjørdur, verið við til at myn
da odd in í føroyskum kapp
róðri. Mest sum á hvørjum
ári hevur Eysturoyingur ver
ið við heilt frammi í oddin
um, og í so máta er árið í ár
einki undantak.
Eysturoyingur
hevur
vunnið fýra teir fyrstu róðr
arnar á árinum, og hvørki
Vestmenningur ella Havnar
báturin hava klárað at hótt
Eysturoyingin
nevnivert.
Vestmenningur hevur roynt,
men sjálvt um tíðirnar hava
verið betri hjá honum, so
hava teir tó enn ikki verið
heilt tætt við at steðga
sigursrøðini hjá Eysturoyin
gi.
Sannleikin av tí heila er,
at Eysturoyingur hevur ver
ið framúrskarandi hjá 10-
mannaførunum, og har skal
nakað heilt serligt til frá hin
um bátunum, fyri at teir sku
lu hótt a flaggskipið hjá
runavíkingum.
Betri at vunnið
seinastu ferðirnar
Eftir fjórða sigurin í ár á
Varmakeldu í Fuglafirði
leygardagin fekk Sosialurin
eitt prát við bátsformannin
á Eysturoyingi, Ludvík við
Stein.
Hann
segði,
at
manningin á Eysturoyingi
var sera glað fyri síðstu
sigrarnar.
- Tað er sjálvandi altíð
gott at vinna, men síðstu
tveir sigrarnir hava verið
betur at vunnið. Vit arbeiða
nógv við okkum sjálvum,
og vit eru sera væl nøgdir
við róðurin hjá okkum, sum
hann hevur verið tær síðstu
ferðirnar, sigur Ludvík.
Fleiri ferðir hevur verið
at hoyrt, at kappingin hjá
10-mannaførunum er einki
serliga hørð, og at Eysturoy
ingur ikki fær nakra serliga
kapping, men hett a vil Lud-
vík ikki hoyra talan um.
- Nei, eg eri als ikki samd
ur, tá fólk siga, at kappingin
ikki er stór hjá 10-manna
førunum, tí Vestmenningur
rør sera væl. Um aðrir bátar
vóru við í kappingini hjá
10-mannaførunum, so ivist
eg í, um teir høvdu megnað
at komið fram við Vest
menningi.
Gott fólk at taka við
Síðani Eysturoyingur bleiv
gjørdur hava úrslitini verið
sera góð. Manningarnar
hava eisini verið avbera góð
ar, og tí er ikki so løgið, at
Eysturoyingur hevur fingið
so góð úrslit.
Tað er tó einki, sum bend
ir á, at Eysturoyingur ikki
verður við at mynda odd in í
føroyskari
kapprógving
næstu árini, tí felagið hevur
nógv gott fólk at taka við,
tá eldru menninir umborð á
Eysturoyingi gevast, sigur
Ludvík við Stein.
- Her er nógv gott fólk,
sum rør í Runavík. Umborð
á eysturoyingi eru fleiri
mans, sum hava róð í nógv
ár, og sum kanska fara at
gevast skjótt , men hett a
merkir ikki, at Eysturoyingur
ikki fer at blíva við at vera í
oddinum. Har eru nevniliga
nógvir mans klárir at taka
yvir umborð á Eysturoyingi,
um nakar skuldi steðga.
M.a. hava vit sterkasta 8-
mannafarið í landinum í
Runavík, tí Heiðabáturin
hevur nevniliga eisini vunn
ið allar sínar róðrar í ár.
Vit spurdu eisini Ludvík,
Eysturoyingur
Sundabáturin vann
fyri triðju ferð í ár
hjá 6-mannaførum
við monnum, og
aftur hesa ferð settu
teir alt upp á pláss
í endaspurtinum í
harðari kapping við
Stráluna, sum tykist
hava funnið stevið
eftir eina heldur
trilvandi byrjan
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kappingin hevur verið sera
hørð fyrstu tríggjar róðrar
nar hjá 6-mannaførum við
monnum, og tað eru serliga
Sundabáturin og Tvørabát
urin, sum hava borga fyri
einum spennandi kapping
arári.
Undan Varmakelduni lá
Sunda báturin trý stig fram
man fyri Tvørabátin í FM-
stríðnum, og enn einaferð
var lagt upp til eitt rætt iliga
str íð í millum hesar báðar
bátarnar.
Soleiðis skuldi tó ikki
blíva á Varmakeldu. Tvøra
báturin hevði ávísar trupul
leikar at fylgja við, og í
staðin var tað Strálan, sum
gav Sunda bátinum harða
kapping.
Væl nøgdir
sundamenn
Sum ikki einaferð gjørdist
enda spurturin hjá Sunda
bátinum avgerandi á Varma
keldu, tí har megnaðu teir
at økja nakað um munin
niður
til
Stráluna,
so
sigurin
ongantíð
kom
rætt iliga í vanda.
- Ja, í endaspurtinum eru
vit
sterkir,
og
hesin
avgjørdi helst enn ein róður
til
okkara
fyrimun
leygardagin,
segði
bátsformaðurin hjá Sunda
bátinum, Hjalmar Zachar
iassen, tá vit fingu orðið á
hann.
Hann segði annars, at
teir sum heild vóru avbera
væl nøgdir við róðurin.
- Vit eru sera væl nøgdir.
Vit væntaðu faktiskt ikki
so
harða
kapping
frá
Stráluni, men vit vistu, at
teir vóru góðir, og hett a
vístu
teir
eisini
á
Varmakeldu.
Hjalmar gledd ist annars
um, at Strálan var komin
betri við í kappingini, tí
hetta styrkir um FM-
støðuna
hjá
Sundabátinum.
- Ja, tað hevur stóran týd
ning fyri okkum, at Strálan
bleiv nummar tvey, tí nú
fóru vit longur frá Tvøra
bátinum í FM-stríðnum,
har tað nú eru seks stig á
muni.
Endaspurturin
aftur avgerandi
Sundabáturin styrkti um sína støðu í FM-stríðnum, tá teir fingu sín triðja sigur á árinum í
Fuglafirði. Samstundis endaði Tvørabáturin á triðja plássi, so nú eru seks stig á muni í FM-
kappingini.
Mynd: Jens Kr. Vang
Nugent til Portsmouth
Í síðstu viku boðaði Preston frá, at teir høvdu tikið av
boðum frá tveimum liðum í ensku Premier League uppá
teirra stjørnuáleypara, David Nugent. Og eftir øllum at
døma hevur enska Premier League felagið, Portsmouth,
nú vunnið dystin um Preston-áleyparan, sum fekk debut á
enska landsliðnum fyrr í ár. Prísurin fyri 22 ára gamla
ensla áleyparan er sum skilst góðar 75 mió. kr., og
venjarin hjá Portsmouth, Harry Redknapp er væl nøgdur.
– Hann er ein av teimum fáu áleyparunum í lægru
deildini, sum fer at klára seg í Premier League.
AGF brynjar seg
Komandi kappingarár er AGF aftur at finna í Superliguni,
og liðið er so smátt farið at styrkja seg til at kunna fóta
sær í deildini. Nýggjasta keypi er sterki og kviki
høgrivongurin Alex Valencia, sum hevur verið liðfelagi
hjá Toda Jónsson í norska IK Start. 27 ára gamli Valencia,
ið eisini hevur roynt seg á norska landsliðnum, hevur
fingið sátt mála við felagið fram til 2010.