Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 125 - 3. juli 2007 ] Talan er veruliga um stórt ættarliðsskifti í borðtennis. Eitt ættarliðsskifti, sum væl kann hava kós móti leikunum í 2015, har Føroyar vóna at standa sum vertir Borðtennis Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir framúr góðu úrslitini á seinastu oyggjaleikum, har heiðursmerki vórðu vunnin í bæði liðkapping, einmans- og tvímansleiki, skuldi vónirnar kanska rokkið til enn fleiri heiðursmerki. Tað gera tær kanska eisini, men bert í avmarkað- an mun. Ein týðandi orsøk er, at Thomas Rasmussen, sum vann gull í einmansleiki seinast, ikki er við á liðnum hesaferð. Og frávera hans- ara hevur avgjørt merkt liðkappingina. - Skpanin er so, at plaser- ingarnar frá seinastu oyggja- leikum verða brúktar, tá bólkarnir verða settir saman. Tað fáa vit sjálvandi ikki gjørt nakað við, men tað hevur givið okkum nakrar øgiliga truplar dystir, sigur Petur Niclasen, landsliðsvenjari. - Hinvegin gevur tað okkum so møguleikan at hugsa nakað longri. Flestu av spælarunum, sum eru við liðnum hesaferð, eru blaðung, og tí er tað avgjørt ein liður í menningini av teimum, at tey fáa dystir her. Eisini hóast onkur teirra longu hevur verið við í oyggjaleikahøpi áður. Mál til 2015 Ofta hava kvinnurnar verið mettar sum veikari parturin av føroyska liðnum. Men eins og tær góvu tekin um seinast, so hava tær aftur hesa ferð víst sera góð avrik. - Jú, men tað er júst partur av menningini. Talan er um sera ungar spælarar, og tað eru fyrst og fremst roynd- irnar, sum vit kunnu vinna við hesi luttøkuni. Petur sigur tað ikki sjálv- ur. Men skulu Føroyar verða vertir í 2015 er greitt, at stórar vónir verða settar til føroysku avrikini. Og skal borðtennis tá vera við, so er tað als ikki ov tíðliga at fáa nýggjar og ungar spælarar inn. Spælarar, sum kanska vera júst á toppinum til ta tíð. Og so má tað vera harvið, at landsliðsvenjarin sjálvur er føroyameistari, og tí helst kundi styrkt um liðið, um hann valdi at spæla við. Tí er størsta vónin her og nú, at Kjartan Eli Hentze enn einaferð megnar at spæla seg til heiðursmerki. Men Petur leggur dent á, at fortreytirnar eru truplari hesaferð, enn tær hava verið. - Hann hevur verið sera knáur, tá hann hevur verið við. Og ivaleyst ger hann tað eisini gott hesaferð. Men onkur av hinum londunum – serliga Rhodos – hava onkrar nýggjar spælarar við, so tað tykist, sum kappingin verður nógv harðari í ár. - Men tað bilar nú kanska heldur ikki. At støðið hækkar ber bara við sær, at vit mugu kýta okkum enn meira, so vit eisini kunnu fylgja við, sigur Petur. 2 dúgvur frá bronsu Skjúttarnir Magni Dam og Marius Joensen luttóku í liðkappingini í skeet í gjár, og vóru teir so nær við heiðursmerkjum sum teir kundu. Høvdu teir rakt tríggjar dúgvur aftrat, so var bronsan vís og fimm aftrat hevði rokkið til silvur. Tískil vóru teir rættiliga skuffaðir, tá kappingin var av. Eitt fjórða pláss er sama plasering sum í liðkappingini í skeet í fjør, men tá endaðu teir rættiliga langt frá triðja plássinum. Vinnari av liðkappingini í skeet gjørdist Isle of Man við 173 dúgvum. Cayman Islands gjørdist nummar tvey við 165 dúgvum, og nummar trý – og bara tvær dúgvur fleiri enn Føroyar – var Áland við 163 dúgvum. Einki luftskifti Vantandi aircondition hevur verið ein trupulleiki í fleiri hallum á Rhodos, og soleiðis er eisini hjá borðtennis. Hóast tey sunnudagin fingu lyftið um, at luftskiftingin skuldi vera í lagi mánadagin, so riggaðu uppsettu maskinurnar ikki. Og so nyttaði hjálpin móti teimum 35-40 hitastigunum, sum eru í sjálvari høllini, ikki tað heilt stóra. Skulu vinna royndirnar Sjálvur kundi Petur Niclasen ivaleyst spælt á landsliðnum. Men eins og hann gjørdi seinast, so hevur hann aftur hesa ferð valt at geva yngru kreftum møguleikan Mynd: Álvur Haraldsen Ragnar Egilsson er ein av ungu spælarunum, sum hevur fingið fleiri góðar dystir á oyggjaleikum. Og hann hevur als ikki smæðst burtur Mynd: Álvur Haraldsen Úrslitini í bólkaspælinum Føroyar-Jersey 2-4 Føroyar-Rhodos 2-5 Saaremaa-Føroyar 2-5 FR-Guernsey 1-6 Føroyar-Grønland 1-6 Føroyar endaðu nummar fýra í bólkinum og skulu týsdagin spæla um 8. pláss. Á føroyska landsliðnum eru: Rói Agnarsson, Ragnar Egilstoft, Kjartan Eli Hentze, Hallur Thorsteinsson, Susie Midjord, Marin í Dali, Rakul Mikkjalsdóttir og Shaila Strøm. FAKTA