Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 125 - 3. juli 2007 ] Leygardagin bragd­aði aftur hjá kvinn­un­um umborð á Síl­in­um, tá tær vun­nu FM- róðurin á Varma­ keldu. Róðurin lagaði seg eisini soleiðis, at mu­n­urin frá Sílinum nið­ur til næsta bátin í FM-stríðnum nú er hei­li 6 stig KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Mest spennandi kappingin fyrs­tu tríggjar róðrarnar hev­ur uttan iva verið kapp­ ing­in hjá 5-mannaførum við kvinnum, har tríggir ymis­kir vinnarar hava verið eft­ir tríggjar teir fyrstu róð­ rar­nar. Í samlaðu støðuni í FM- kapp­ing­ini vóru eisini bert fý­ra stig, sum skiltu fyrstu fý­ra bátarnar, men hetta megn­aði Sílið rættiliga at broy­ta á Varmakeldu. Tær gjør­du ikki mætari enn at vin­na róðurin rættiliga trygt. Hini úrslitini lagaðu seg so, at tað nú eru heili seks stig á muni niður til næs­ta bátin. Gleði umborð á Sílinum Eingin ivi var um, at gleðin var stór umborð hjá kvinn­ un­um á Sílinum eftir sigurin á Varmakeldu. - Hetta følist ónatúrliga gott. Tað er hetta vit hava kem­pa fyri síðstu róðrarnar, og í dag róðu vit allar sum ein, sigur Ingunn Jensen. Tað er heldur eingin ivi um, at sigurin hevði stóran týd­n­ing fyri Sílið, serliga tá hug­sa verður um støðuna í FM-lappingini. - Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá okkum síðs­tu róðrarnar, men hetta hug­sa vit ikki um eftir sig­ur­ in á Varmakeldu. Nú hyggja vit fram til næstu stevnu, sum vit eisini mugu royna at vinna. Sigurin á Varma­ kel­du hevði annars sera stór­ an týdning fyri okkum, ser­ li­ga tá man hugsar um, at úr­slit­ini lagaðu seg so væl, at vit nú eru heili seks stig framm­an fyri næstu bát­ar­ nar í FM-kappingini, sigur Ing­unn. Ingunn sigur at enda, at hon heldur tað ikki vera so løg­ið, at kappingin hjá 5- manna­førum við kvinnum hev­ur verið so jøvn í ár. - Tað er einki løgið í, at trígg­ir ymiskir bátar vunnu fyrs­tu tríggjar stevnurnar, tí har eru nógvar góðar mann­ ing­ar við í kappingini. Eini fimm ella seks manningar kun­nu vinna ein róður á ein­ um góðum degi, og hetta ger kappingina og róðrarnar se­ra spennandi. Havfrúgvin fekk góða hjálp frá bygda­r­mon­n­ un­um úr Vestmanna í stríðnum um FM-heit­ ið, tá ið Junkarin sen­ di Sílið niður á triðja plás­si á Varmakeldu KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin Havfrúgvin og Sílið hava bart um oddasessin í 5- manna­før­um við dreingjum, og undan Varmakelduni í Fugla­firði leygardagin hevði Havfrúgvin vunnið tveir róðrar, meðan Sílið hevði vunnið ein. Í FM- stríð­num vóru eisini bert tvey stig, sum skiltu Hav­ frún­na og Sílið undan róð­ri­ num leygardagin. Hjálp frá bygdar­ mon­num Men manningarnar úr Vest­ manna vildu tað tó soleiðis, at tær settu seg á bæði fyrsta og annað plássi í kappingini á Varmakeldu. Havfrúgvin vann fyri triðju ferð á rað róð­ur­in hjá 5-mannaførum við dreingjum, men hesa­ ferð vóru dreingirnir á Junk­ ar­in­um nummar tvey. Fyrs­ tu tríggjar róðrarnar hava hes­ir róð við Jómfrúnni, sum er gamla Havfrúgvin, men á Varmakeldu høvdu teir valt at royna Junkaran, sum hoyrir heima í Kvívík. Hetta vísti seg at vera ein góð avgerð, tí dreingirnir úr Vest­manna fingu eitt annað pláss, samstundis sum teir syrg­du fyri, at Havfrúgvin øk­ti um munin í samlaða FM-stríðnum, soleiðis at tað nú eru seks stig á muni mill­um Havfrúnna og Sílið. Sera gott John Johannesen er báts­for­ mað­ur umborð á Havfrúnni, og hann segði, at tað føldist sera gott at vinna í Fugla­ firði leygardagin. - Tað er altíð fantastiskt at vinna, men tað hjálptu nógv upp á tað, at Junkarin bleiv nummar tvey og Sílið numm­ar trý, tí hetta ger, at vit styrktu um okkara støðu í FM-stríðnum, sigur John. - Tað er eisini sera gott at fáa eina hjálpandi hond frá bygd­ar­monnunum umborð á Junkarnum, leggur John aftur­at. Hann sigur annars, at start­ur­in var ikki tann besti á Varmakeldu, og at tað ser­ li­ga var í miðróðrinum, at teir fóru frá m.a. Sílinum. - Ja, eg haldi ikki, at start­ ur­in var so góður, men sum eg skilji á lagnum, so tóku vit á leið eina bátslongd frá Síl­in­um í miðróðrinum, so het­ta gjørdist helst av­ger­an­ di, helt John. Argentina jarðlegði Kolumbia Kolumbia hevði so at siga ongan møguleika móti Argentina, sum hevði stillað seg upp í sera sterkari uppstilling. Stjørnupakkaða liðið hjá Argentina hevði heldur ikki stórvegis trupulleikar at vinna 4-2. Annars var tað Kolumbia, ið legði seg á odda. Eitt brotsspark setti tó Argentina í gongd, sum við málum frá Riquelme (2), Crespo og Diego Milito nú skal møta ‘finaluni’ um fyrsta plássið í bólkinum. Meksiko víðari í Copa America Síðstu nátt spældi Meksiko seg víðari í Copa America kappingini við næsta sigrinum av líka nógvum møguligum. Fyrsta dystin vunnu teir 2-0 ímóti Brasilia, og náttina til mánadagin møttu teir so Ekvador. Nery Castillo legði Meksiko á odda 1-0 eftir eina góða avlevering frá Rafael Marquez, og móti endanum av dystinum økti Omar Bravo til 2-0 við høvdinum, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Sílið aftur ovast Sílið styrkti munandi um sína støðu í FM-stríðnum eftir sigurin á Varmakeldu. Úrslitini lagaðu seg nevniliga so væl fyri Sílið, at tær nú brádliga eru seks stig framman fyri bæði Ørnina og Frúnna í stríðnum um meistaraheitið. Mynd: Jens Kr. Vang Havfrúgvin økir um leiðsluna Havfrúgvin vann fyri triðju ferð á rað hjá 5- mannaførum við dreingjum. Hesa ferð fingu teir harafturat góðu hjálp frá bygdarmonnunum umborð á Junkarinum, sum við einum góðum róðri sendu Sílið niður á triðja plássi. Mynd: Jens Kr. Vang