týsdagur 3. juli 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 125 - 3. juli 2007 ]
Leygardagin bragdaði
aftur hjá kvinnunum
umborð á Sílinum,
tá tær vunnu FM-
róðurin á Varma-
keldu. Róðurin lagaði
seg eisini soleiðis, at
munurin frá Sílinum
niður til næsta bátin
í FM-stríðnum nú er
heili 6 stig
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Mest spennandi kappingin
fyrstu tríggjar róðrarnar
hevur uttan iva verið kapp
ingin hjá 5mannaførum
við kvinnum, har tríggir
ymiskir vinnarar hava verið
eftir tríggjar teir fyrstu róð
rarnar.
Í samlaðu støðuni í FM
kappingini vóru eisini bert
fýra stig, sum skiltu fyrstu
fýra bátarnar, men hetta
megnaði Sílið rættiliga at
broyta á Varmakeldu. Tær
gjørdu ikki mætari enn at
vinna
róðurin
rættiliga
trygt. Hini úrslitini lagaðu
seg so, at tað nú eru heili
seks stig á muni niður til
næsta bátin.
Gleði umborð
á Sílinum
Eingin ivi var um, at gleðin
var stór umborð hjá kvinn
unum á Sílinum eftir sigurin
á Varmakeldu.
Hetta følist ónatúrliga
gott. Tað er hetta vit hava
kempa fyri síðstu róðrarnar,
og í dag róðu vit allar sum
ein, sigur Ingunn Jensen.
Tað er heldur eingin ivi
um, at sigurin hevði stóran
týdning fyri Sílið, serliga tá
hugsa verður um støðuna í
FMlappingini.
Tað hevur ikki gingið
heilt eftir vild hjá okkum
síðstu róðrarnar, men hetta
hugsa vit ikki um eftir sigur
in á Varmakeldu. Nú hyggja
vit fram til næstu stevnu,
sum vit eisini mugu royna
at vinna. Sigurin á Varma
keldu hevði annars sera stór
an týdning fyri okkum, ser
liga tá man hugsar um, at
úrslitini lagaðu seg so væl,
at vit nú eru heili seks stig
framman fyri næstu bátar
nar í FMkappingini, sigur
Ingunn.
Ingunn sigur at enda, at
hon heldur tað ikki vera so
løgið, at kappingin hjá 5
mannaførum við kvinnum
hevur verið so jøvn í ár.
Tað er einki løgið í, at
tríggir ymiskir bátar vunnu
fyrstu tríggjar stevnurnar, tí
har eru nógvar góðar mann
ingar við í kappingini. Eini
fimm ella seks manningar
kunnu vinna ein róður á ein
um góðum degi, og hetta
ger kappingina og róðrarnar
sera spennandi.
Havfrúgvin fekk góða
hjálp frá bygdarmonn-
unum úr Vestmanna í
stríðnum um FM-heit-
ið, tá ið Junkarin sen-
di Sílið niður á triðja
plássi á Varmakeldu
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin
Havfrúgvin og Sílið hava
bart um oddasessin í 5
mannaførum við dreingjum,
og undan Varmakelduni í
Fuglafirði
leygardagin
hevði Havfrúgvin vunnið
tveir róðrar, meðan Sílið
hevði vunnið ein. Í FM
stríðnum vóru eisini bert
tvey stig, sum skiltu Hav
frúnna og Sílið undan róðri
num leygardagin.
Hjálp frá bygdar
monnum
Men manningarnar úr Vest
manna vildu tað tó soleiðis,
at tær settu seg á bæði fyrsta
og annað plássi í kappingini
á Varmakeldu. Havfrúgvin
vann fyri triðju ferð á rað
róðurin hjá 5mannaførum
við dreingjum, men hesa
ferð vóru dreingirnir á Junk
arinum nummar tvey. Fyrs
tu tríggjar róðrarnar hava
hesir róð við Jómfrúnni,
sum er gamla Havfrúgvin,
men á Varmakeldu høvdu
teir valt at royna Junkaran,
sum hoyrir heima í Kvívík.
Hetta vísti seg at vera ein
góð avgerð, tí dreingirnir úr
Vestmanna fingu eitt annað
pláss, samstundis sum teir
syrgdu fyri, at Havfrúgvin
økti um munin í samlaða
FMstríðnum, soleiðis at
tað nú eru seks stig á muni
millum Havfrúnna og Sílið.
Sera gott
John Johannesen er bátsfor
maður umborð á Havfrúnni,
og hann segði, at tað føldist
sera gott at vinna í Fugla
firði leygardagin.
Tað er altíð fantastiskt
at vinna, men tað hjálptu
nógv upp á tað, at Junkarin
bleiv nummar tvey og Sílið
nummar trý, tí hetta ger, at
vit styrktu um okkara støðu
í FMstríðnum, sigur John.
Tað er eisini sera gott at
fáa eina hjálpandi hond frá
bygdarmonnunum umborð
á Junkarnum, leggur John
afturat.
Hann sigur annars, at
starturin var ikki tann besti
á Varmakeldu, og at tað ser
liga var í miðróðrinum, at
teir fóru frá m.a. Sílinum.
Ja, eg haldi ikki, at start
urin var so góður, men sum
eg skilji á lagnum, so tóku
vit á leið eina bátslongd frá
Sílinum í miðróðrinum, so
hetta gjørdist helst avgeran
di, helt John.
Argentina jarðlegði
Kolumbia
Kolumbia hevði so at siga ongan møguleika móti
Argentina, sum hevði stillað seg upp í sera sterkari
uppstilling. Stjørnupakkaða liðið hjá Argentina hevði
heldur ikki stórvegis trupulleikar at vinna 42. Annars var
tað Kolumbia, ið legði seg á odda. Eitt brotsspark setti tó
Argentina í gongd, sum við málum frá Riquelme (2),
Crespo og Diego Milito nú skal møta ‘finaluni’ um fyrsta
plássið í bólkinum.
Meksiko víðari í Copa
America
Síðstu nátt spældi Meksiko seg víðari í Copa America
kappingini við næsta sigrinum av líka nógvum
møguligum. Fyrsta dystin vunnu teir 20 ímóti Brasilia,
og náttina til mánadagin møttu teir so Ekvador. Nery
Castillo legði Meksiko á odda 10 eftir eina góða
avlevering frá Rafael Marquez, og móti endanum av
dystinum økti Omar Bravo til 20 við høvdinum, sum
eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Sílið aftur ovast
Sílið styrkti munandi um
sína støðu í FM-stríðnum
eftir sigurin á Varmakeldu.
Úrslitini lagaðu seg nevniliga
so væl fyri Sílið, at tær
nú brádliga eru seks stig
framman fyri bæði Ørnina
og Frúnna í stríðnum um
meistaraheitið.
Mynd: Jens Kr. Vang
Havfrúgvin økir um leiðsluna
Havfrúgvin vann fyri triðju ferð á rað hjá 5-
mannaførum við dreingjum. Hesa ferð fingu teir
harafturat góðu hjálp frá bygdarmonnunum umborð
á Junkarinum, sum við einum góðum róðri sendu Sílið
niður á triðja plássi.
Mynd: Jens Kr. Vang