Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 125 - 3. juli 2007 ] Dysturin millum B36 og Skála tann 13. mai í ár endaði við javn­ lei­ki 1-1, men eftir dyst­in kærdi B36, tí Ská­la hevði nýtt ein leik­a­­ra í dystinum, sum ikki stóð á dóm­ ar­a­seð­linum. Nú hev­ur B36 so fingið við­hald í kæruni frá Aganevndini hjá fót­ bólts­­sam­band­inum, sum hevur dømt B36 at vinna dystin 0-0 FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fyri hálvumøðrum mánaði síðani var Skála á vitjan hjá B36 í Gundadali. Dysturin end­aði við javnleiki 1-1, men tað var ikki sjálvur dyst­ur­in, sum stjól yvir­skrif­ tir­nar í døgunum aftaná. Í 71. minuttir av dystinum í Gundadali henda dagin valdi Skála at senda Sinisa Kap­lan­ovic á vøllin. Tíverri fyri skálamenn stóð Kap­lan­ o­vic av misgávum ikki á dóm­ara­seðlinum henda dag­ in, og tí valdi B36 at kæra dyst­in til aganevndina hjá fót­bólts­sambandinum. B36 fekk viðhald Ikki var væntandi, at úrslitið av dystinum fór at vera broytt, men hinvegin var lí­kt til, at Skála helst kundi væn­ta sær eina bót ella í min­s­ta lagi eina átalu fyri mis­ta­ki, sum var hent í hes­ um dystinum. Í gjárkvøldið visti heima­ síð­an hjá B36 tó at siga, at aga­nevnd­in hjá Fót­bólt­s­ sam­band­inum hevur tikið úr­skurð í málinum, og hon hev­ur dømt Skála at tapa dyst­in við úrslitinum 0-0. So­s­tatt fær B36 trý stig fyri dyst­in í staðin fyri tað eina stig­ið, sum teir fingu í upp­ ru­na­liga dystinum, meðan Ská­la hinvegin missir sítt stig, sum teir annars ognaðu sær á vøllinum í Gunda­da­ li. Úrskurðurin hevur við sær, at B36 nú er fýra stig framm­an fyri næsta liðið í For­mu­la­deildini, meðan Ská­la fer frá 20 stigum nið­ ur á 19 stig. Skála júst fingið úrskurðin Tá vit fingu orðið á for­ mann­in hjá Skála, Hans Ják­ up Andreasen, seint fyr­ra­ part­in í dag, segði hann, at teir júst høvdu fingið úr­skurð­in frá Aganevndini hjá Fótbóltssambandinum, og tí høvdu teir ikki havt tíð til at umrøða málið. Teir fara á fundi sein­na­ part­in at umrøðu málið, og tá hava teir møguleika at kæ­ra málið víðari til yvir­ kæ­ru­nevndina hjá Fót­bólts­ sam­band­inum. B36 vunnið tvey stig við kæru Kaka fer ongan veg Leysasøgurnar um at Kaka skal til Real Madrid eru afturvendandi, men enn einaferð verður sligið fast í AC Milan, at brasilski áleypari teirra ongastaðni skal. Hesuferð er tað varaforsetin í milanesiska felagnum, Adriano Galliani, ið beinleiðis vísir forsetanum í Real Madrid aftur at fáa fatur á Kaka. Stórur áhugi fyri Chelsea – Brøndby Vinardysturin sum danska Brøndby IF hevur fingið til vega móti Chelsea, tykist at hava fingið gott aftursvar. Heili 18.000 atgongumerki eru longu seld, og hetta er sera nógv, tá ið talan bara er um ein vinardyst. Dysturin verður leiktur á Brøndby Stadion í Vestegnen 31. juli. Skála fekk í gjár ei­na harða revsing fy­ri feilin, sum bleiv gjørdur í For­mu­ la­dys­ti ímóti B36 í Gundadali tann 13. mai, tá Slavisa Kap­la­no­vic, sum av mis­gáv­um ikki stóð á dómaraseðlinum, bleiv sendur á vøllin FÓTBÒLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Í gjár kom aganevndin hjá Fót­bólts­am­bandinum við ein­um úrskurði í kæruni, sum B36 sendi eftir For­mu­ la­dyst­in í Gundadali tann 13. mai, har Skála var á vit­j­ an. Tá sendi Skála Slavisa Kap­lan­ovic á vøllin í 71. min­ut­ti, og tíverri fyri Skála stóð Kaplanovic ikki á dóm­ ar­a­seð­linum. Í úrskurðinum dømdi aga­ nevnd­in Skála at tapa dyst­ in, og hyggja vit aftur á aðr­ ar hendingar og reglur, sum ha­va við slíkt at gera, so tyk­ ist úrskurðurin hjá aga­ nevnd­ini hjá Fót­bólts­sam­ band­inum at vera rættiliga harð­ur ímóti Skála. Slíkir feilir kunnu henda Um vit leita aftur til árið 1983, so hendi tað keðiliga het­ta kapp ingarárið, at HB í ein­um avgerandi dysti kom at skriva Jóannes Jacobsen tvær ferðir á dómaraseðilin, með­an Jóannes Eidesgaard slett ikki stóð á dóm­ara­seð­ lin­um. HB vann sjálvan dystin, men blivu seinni dømdir at ta­pa hann orsaka av feil­in­ um á dómaraseðlinum. Het­ ta var eisini grundin til, at HB ikki vann føroya­meis­ta­ ra­heit­ið hetta árið, tí teir end­a­ðu eitt stig aftanfyri GÍ. Fyri at hetta ikki skuldi end­ur­ta­ka seg, bleiv ein reglu­gerð samtykt í kapp­ ing­ar­nevndini hjá Fót­bólts­ sam­bandinum, sum segði, at skrivligir feilir á m.a. ein­ um dómaraseðli ikki skulu fáa fylgjur fyri ítróttarliga úr­slit­ið, sum tað hevur gjørt í hesum førinum við dyst­in­ um millum B36 og GÍ. Sjálv­an­di skal ein dóm­ara­ seð­il fyllast rætt út, men hen­da reglan bleiv m.a. sam­ tykt fyri ikki at revsa eitt fe­lag ítróttarliga fyri menn­ is­k­­ja­s­ligar feilir, sum altíð kun­nu koma fyri. Ístaðin kann revsingin vera ein á­ta­ la ella kanska ein bót til fe­lag­ið. Kapp ingarnevndin hjá Fót­bólts­sambandinum hev­ ur ikki longur við slíkar av­gerð­ir at gera, og í staðin er tað aganevndin, sum tek­ ur avgerðir í slíkum málum. Í aganevndini sita m.a. tveir løg­frøð­ing­ar, og hetta kann á ein ella annan hátt hava havt ávirkan á úrskurðin. Eitt er í øllum førum víst. Ag­a­nevnd­in hevur ikki havt regl­una, sum kapp­ing­ar­ nevnd­in samtykti eftir HB- mál­ið í 1983, í huga, tá teir ha­va tikið endaliga avgerð í málinum um dystin millum B36 og Skála. Hørð revsing til Skála B36 fekk í gjár viðhald í kæruni eftir dystin ímóti Skála tann 13. mai, sum endaði 1-1. Sostatt er B36 dømt at vinna dystin. Slavisa Kaplanovic var óhepni Skála-leikarin, sum ikki stóð á dómaraseðlinum í dystinum móti B36.