Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 125 - 3. juli 2007 ] Dysturin millum B36 og Skála tann 13. mai í ár endaði við javn­ leiki 1­1, men eftir dystin kærdi B36, tí Skála hevði nýtt ein leikara í dystinum, sum ikki stóð á dóm­ araseðlinum. Nú hevur B36 so fingið viðhald í kæruni frá Aganevndini hjá fót­ bóltssambandinum, sum hevur dømt B36 at vinna dystin 0­0 FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fyri hálvumøðrum mánaði síðani var Skála á vitjan hjá B36 í Gundadali. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, men tað var ikki sjálvur dysturin, sum stjól yvirskrif- tirnar í døgunum aftaná. Í 71. minuttir av dystinum í Gundadali henda dagin valdi Skála at senda Sinisa Kap­lanovic á vøllin. Tíverri fyri skálamenn stóð Kap­lan- ovic av misgávum ikki á dómaraseðlinum henda dag- in, og tí valdi B36 at kæra dystin til aganevndina hjá fótbóltssambandinum. B36 fekk viðhald Ikki var væntandi, at úrslitið av dystinum fór at vera broytt, men hinvegin var líkt til, at Skála helst kundi vænta sær eina bót ella í minsta lagi eina átalu fyri mistaki, sum var hent í hes- um dystinum. Í gjárkvøldið visti heima- síðan hjá B36 tó at siga, at aganevndin hjá Fótbólts- sambandinum hevur tikið úrskurð í málinum, og hon hevur dømt Skála at tap­a dystin við úrslitinum 0-0. Sostatt fær B36 trý stig fyri dystin í staðin fyri tað eina stigið, sum teir fingu í up­p­- runaliga dystinum, meðan Skála hinvegin missir sítt stig, sum teir annars ognaðu sær á vøllinum í Gundada- li. Úrskurðurin hevur við sær, at B36 nú er fýra stig framman fyri næsta liðið í Formuladeildini, meðan Skála fer frá 20 stigum nið- ur á 19 stig. Skála júst fingið úrskurðin Tá vit fingu orðið á for- mannin hjá Skála, Hans Ják- up­ Andreasen, seint fyrra- p­artin í dag, segði hann, at teir júst høvdu fingið úrskurðin frá Aganevndini hjá Fótbóltssambandinum, og tí høvdu teir ikki havt tíð til at umrøða málið. Teir fara á fundi seinna- p­artin at umrøðu málið, og tá hava teir møguleika at kæra málið víðari til yvir- kærunevndina hjá Fótbólts- sambandinum. B36 vunnið tvey stig við kæru Kaka fer ongan veg Leysasøgurnar um at Kaka skal til Real Madrid eru afturvendandi, men enn einaferð verður sligið fast í AC Milan, at brasilski áleyp­ari teirra ongastaðni skal. Hesuferð er tað varaforsetin í milanesiska felagnum, Adriano Galliani, ið beinleiðis vísir forsetanum í Real Madrid aftur at fáa fatur á Kaka. Stórur áhugi fyri Chelsea – Brøndby Vinardysturin sum danska Brøndby IF hevur fingið til vega móti Chelsea, tykist at hava fingið gott aftursvar. Heili 18.000 atgongumerki eru longu seld, og hetta er sera nógv, tá ið talan bara er um ein vinardyst. Dysturin verður leiktur á Brøndby Stadion í Vestegnen 31. juli. Skála fekk í gjár eina harða revsing fyri feilin, sum bleiv gjørdur í Formu­ ladysti ímóti B36 í Gundadali tann 13. mai, tá Slavisa Kap­lanovic, sum av misgávum ikki stóð á dómaraseðlinum, bleiv sendur á vøllin FÓTBÒLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Í gjár kom aganevndin hjá Fótbóltsambandinum við einum úrskurði í kæruni, sum B36 sendi eftir Formu- ladystin í Gundadali tann 13. mai, har Skála var á vitj- an. Tá sendi Skála Slavisa Kap­lanovic á vøllin í 71. minutti, og tíverri fyri Skála stóð Kap­lanovic ikki á dóm- araseðlinum. Í úrskurðinum dømdi aga- nevndin Skála at tap­a dyst- in, og hyggja vit aftur á aðr- ar hendingar og reglur, sum hava við slíkt at gera, so tyk- ist úrskurðurin hjá aga- nevndini hjá Fótbóltssam- bandinum at vera rættiliga harður ímóti Skála. Slíkir feilir kunnu henda Um vit leita aftur til árið 1983, so hendi tað keðiliga hetta kap­p­ingarárið, at HB í einum avgerandi dysti kom at skriva Jóannes Jacobsen tvær ferðir á dómaraseðilin, meðan Jóannes Eidesgaard slett ikki stóð á dómaraseð- linum. HB vann sjálvan dystin, men blivu seinni dømdir at tap­a hann orsaka av feilin- um á dómaraseðlinum. Het- ta var eisini grundin til, at HB ikki vann føroyameista- raheitið hetta árið, tí teir endaðu eitt stig aftanfyri GÍ. Fyri at hetta ikki skuldi endurtaka seg, bleiv ein reglugerð samtykt í kap­p­- ingarnevndini hjá Fótbólts- sambandinum, sum segði, at skrivligir feilir á m.a. ein- um dómaraseðli ikki skulu fáa fylgjur fyri ítróttarliga úrslitið, sum tað hevur gjørt í hesum førinum við dystin- um millum B36 og GÍ. Sjálvandi skal ein dómara- seðil fyllast rætt út, men henda reglan bleiv m.a. sam- tykt fyri ikki at revsa eitt felag ítróttarliga fyri menn- iskjasligar feilir, sum altíð kunnu koma fyri. Ístaðin kann revsingin vera ein áta- la ella kanska ein bót til felagið. Kap­p­ingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hev- ur ikki longur við slíkar avgerðir at gera, og í staðin er tað aganevndin, sum tek- ur avgerðir í slíkum málum. Í aganevndini sita m.a. tveir løgfrøðingar, og hetta kann á ein ella annan hátt hava havt ávirkan á úrskurðin. Eitt er í øllum førum víst. Aganevndin hevur ikki havt regluna, sum kap­p­ingar- nevndin samtykti eftir HB- málið í 1983, í huga, tá teir hava tikið endaliga avgerð í málinum um dystin millum B36 og Skála. Hørð revsing til Skála B36 fekk í gjár viðhald í kæruni eftir dystin ímóti Skála tann 13. mai, sum endaði 1-1. Sostatt er B36 dømt at vinna dystin. Slavisa Kaplanovic var óhepni Skála-leikarin, sum ikki stóð á dómaraseðlinum í dystinum móti B36.