Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 125 - 3. juli 2007 lýsingar Serflutningur í VeStmanna Kommunu Serflutningurin í Vestmanna Kommunu verður boðin út. Endamálið við serflutningsskipanini er at veita flutningsmøguleika til fólk, ið bera brek og eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól ella í avmarkaða tíð, vegna sjúku ella skaða, hava henda tørv. Skipanin fevnir ikki um sjúkraflutning. Kravt verður, at umsøkjarar kunnu vísa á, at teir hava egnaðan bil til flutningin, hann skal m.a. kunna koyra fólk, sum nýta rullistól. Áhugað kunnu venda sær til Vestmanna Kom­ munu, tlf. 470114 ella 230114, fyri at fáa reglugerð, hagtøl og aðra kunning um koyr­ ingina. Vestmanna Kommuna skilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum tilboði ella at taka upp samráðingar við áhugað um serflutning til ávís tiltøk. Tilboð skulu verða Vestmanna Kommunu í hendi 06.08.’07. Serflutningurin byrjar 01.09’07 ella skjótast gjør­ ligt. VeStmanna Kommuna Umsjónarfólk Hervið verður søkt eftir húsavørði til Vestmanna Skúla og Ítróttar-høll at arbeiða við dagligari røkt av bygningum og umhvørvi. Arbeiðsuppgávur Saman við starvsfeløgunum at hava um hendi dagligu røktina av Vestmanna Skúla og Ítróttar- høll. Umhvørvið uttan um bygningarnar er ein sjálv- sagdur partur av arbeiðinum. Vaktarskipan, sum leiðandi húsavørðurin hevur ábyrgdina av, er partur av dagligu arbeiðs- gongdini. Førleikakrøv Vit sóknast eftir fyrikomandi fólki, sum dugir at arbeiða sjálv-støðugt og verða partur av einum toymi við trimum fólkum. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og hevur tilvísing til leiðandi húsavørðin. Lønar- og setanaðarviðurskifti eru við avvarandi yrkisfelag. Starvið verður sett frá 1. september 2007 at rokna ella skjótast gjørligt aftaná. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Helgi Finn Poulsen, leiðandi umsjónar- mann, á tlf. 230107. Umsókn saman við møguligum prógvi og viðmælum skal sendast til Vestmanna Kommunu, Bakkavegur 16, 350 Vestmanna. Umsóknin skal verða Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi 13. august 2007, kl. 12.00. Vestmanna Kommuna skilar sær rætt til frítt av velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at velja. Vestmanna kommUna SkrivStovunæmingur Á Fútaskrivstovuni í tórshavn er eitt lærupláss í skrivstovuyrkinum – almenn fyrisiting – leyst at søkja til setan 1. september 2007. umsøkjarar mugu hava staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans og FHS-, HH-, Students- ella HF- prógv. Lærutíðin verður fastløgd alt eftir, hvat prógv næmingurin hevur frammanundan. Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á handilsskúla í 15 vikur tilsamans. Løn verðu veitt eftir sáttmála millum fíggjar- málaráðið og Hk-felagið. umsókn, prógv og møgulig viðmæli verða at senda Landfútanum, Smyrilsvegur 20, postboks 3018, 110 tórshavn í seinasta lagi 23. juli 2007. Føroya LandFúti tórshavn, tann 27. juni 2007 karen marie olesen SANDOYAR MEGINSKÚLI 210 Sandur · Tlf. 361038 · fax 361866 t-postur: samesk@post.olivant.fo Søkt verður eftir 2 lærarum • einum lærara í tíðaravmarkað starv fyri skúlaárið 2007/08 fyri lærara í farloyvi • einum lærara at lesa avlopstímar skúlaárið 2007/08 (endaliga tímatalið verður ikki greitt fyrr enn 1.9.07) Fyrimun hava tey, sum kunnu undirvísa í: alis/evnafrøði og týskum, og sum hava lærara­ útbúgving, hava góð samstarvsevni, eru opin og kreativ, og vilja vera við til at menna skúlan Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlastjóran, Elnu Skylv Hansen, á tel.211619. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 10.juli á middegi. Sandoyar Meginskúli hevur um 120 næmingar og 14 lærarar komandi skúlaár. Næmingarnir eru úr 5. upp í 10.flokk. Arbeitt verður alsamt við at menna skúlan. Væntandi verður møguligt við hjálp til útvegan av bústaði. Dómaraskrivstovan Avloysari fyri skrivstovufólk søkist Eitt áhugavert starv sum avloysari fyri skrivstovufólk í farloyvi er leyst at søkja á Dómaraskrivstovuni frá 1. august 2007 ella skjótast gjørligt. starvið er fulltíðarstarv í 10 mánaðir. Høvuðsuppgávur: • vanligt skrivstovuarbeiði • skráseting á teldu • telefonavgreiðsla Førleikakrøv • skrivstovuútbúgving, HH, student ella líknandi • Góð evni at samskifta á føroyskum og donskum máli • telduførleiki á brúkarastøði • Góð samstarvsevni Setanar- og lønartreytir setanar- og lønartreytir eru sambært felagssáttmála millum statsansattes kartel og Finansministeriet og sáttmála millum Hk/stat og Finansministeriet. setanarøkið fevnir um allar deildir á Dómaraskrivstovuni, tó kemur tann, ið settur verður, mest at arbeiða í sivilrættinum. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til kathrinu magnussen, skrivstovuleiðara, á telefon 31 10 03. Umsóknir Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli skulu sendast til Dómaraskrivstovuna Postboks 28 FO-110 Tórshavn ella sum teldupostur til post@sorinskrivarin.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. juli 2007 kl. 12.00. SorinSkrivArin í FøroyUm tann 29. juni 2007 Lesið -so eru tit við!