týsdagur 3. juli 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 125 - 3. juli 2007
lýsingar
Serflutningur
í VeStmanna
Kommunu
Serflutningurin í Vestmanna Kommunu verður
boðin út. Endamálið við serflutningsskipanini er
at veita flutningsmøguleika til fólk, ið bera brek
og eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn
flutningstól ella í avmarkaða tíð, vegna sjúku
ella skaða, hava henda tørv. Skipanin fevnir ikki
um sjúkraflutning.
Kravt verður, at umsøkjarar kunnu vísa á, at teir
hava egnaðan bil til flutningin, hann skal m.a.
kunna koyra fólk, sum nýta rullistól.
Áhugað kunnu venda sær til Vestmanna Kom
munu, tlf. 470114 ella 230114, fyri at fáa
reglugerð, hagtøl og aðra kunning um koyr
ingina.
Vestmanna Kommuna skilar sær rætt til ikki at
taka av nøkrum tilboði ella at taka upp
samráðingar við áhugað um serflutning til ávís
tiltøk.
Tilboð skulu verða Vestmanna Kommunu í hendi
06.08.’07.
Serflutningurin byrjar 01.09’07 ella skjótast gjør
ligt.
VeStmanna Kommuna
Umsjónarfólk
Hervið verður søkt eftir húsavørði til Vestmanna
Skúla og Ítróttar-høll at arbeiða við dagligari
røkt av bygningum og umhvørvi.
Arbeiðsuppgávur
Saman við starvsfeløgunum at hava um hendi
dagligu røktina av Vestmanna Skúla og Ítróttar-
høll.
Umhvørvið uttan um bygningarnar er ein sjálv-
sagdur partur av arbeiðinum.
Vaktarskipan, sum leiðandi húsavørðurin hevur
ábyrgdina av, er partur av dagligu arbeiðs-
gongdini.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir fyrikomandi fólki, sum dugir at
arbeiða sjálv-støðugt og verða partur av einum
toymi við trimum fólkum.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og hevur tilvísing til
leiðandi húsavørðin.
Lønar- og setanaðarviðurskifti eru við avvarandi
yrkisfelag.
Starvið verður sett frá 1. september 2007 at
rokna ella skjótast gjørligt aftaná.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Helgi Finn Poulsen, leiðandi umsjónar-
mann, á tlf. 230107.
Umsókn saman við møguligum prógvi og
viðmælum skal sendast til Vestmanna Kommunu,
Bakkavegur 16, 350 Vestmanna.
Umsóknin skal verða Vestmanna Kommunu í
hendi í seinasta lagi 13. august 2007, kl. 12.00.
Vestmanna Kommuna skilar sær rætt til frítt av
velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at velja.
Vestmanna kommUna
SkrivStovunæmingur
Á Fútaskrivstovuni í tórshavn er eitt lærupláss í
skrivstovuyrkinum – almenn fyrisiting – leyst at
søkja til setan 1. september 2007.
umsøkjarar mugu hava staðið fráfaringarroynd
fólkaskúlans og FHS-, HH-, Students- ella HF-
prógv.
Lærutíðin verður fastløgd alt eftir, hvat prógv
næmingurin hevur frammanundan.
Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á
handilsskúla í 15 vikur tilsamans.
Løn verðu veitt eftir sáttmála millum fíggjar-
málaráðið og Hk-felagið.
umsókn, prógv og møgulig viðmæli verða at
senda Landfútanum, Smyrilsvegur 20, postboks
3018, 110 tórshavn í seinasta lagi 23. juli 2007.
Føroya LandFúti
tórshavn, tann 27. juni 2007
karen marie olesen
SANDOYAR MEGINSKÚLI
210 Sandur · Tlf. 361038 · fax 361866
t-postur: samesk@post.olivant.fo
Søkt verður eftir
2 lærarum
• einum lærara í tíðaravmarkað starv fyri
skúlaárið 2007/08 fyri lærara í farloyvi
• einum lærara at lesa avlopstímar skúlaárið
2007/08 (endaliga tímatalið verður ikki greitt
fyrr enn 1.9.07)
Fyrimun hava tey, sum kunnu undirvísa í:
alis/evnafrøði og týskum, og sum hava lærara
útbúgving, hava góð samstarvsevni, eru opin og
kreativ, og vilja vera við til at menna skúlan
Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í
samband við skúlastjóran, Elnu Skylv Hansen, á
tel.211619.
Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum
skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 10.juli
á middegi.
Sandoyar Meginskúli hevur um 120 næmingar
og 14 lærarar komandi skúlaár. Næmingarnir
eru úr 5. upp í 10.flokk. Arbeitt verður alsamt
við at menna skúlan. Væntandi verður møguligt
við hjálp til útvegan av bústaði.
Dómaraskrivstovan
Avloysari fyri
skrivstovufólk søkist
Eitt áhugavert starv sum avloysari fyri
skrivstovufólk í farloyvi er leyst at søkja á
Dómaraskrivstovuni frá 1. august 2007
ella skjótast gjørligt. starvið er fulltíðarstarv
í 10 mánaðir.
Høvuðsuppgávur:
• vanligt skrivstovuarbeiði
• skráseting á teldu
• telefonavgreiðsla
Førleikakrøv
• skrivstovuútbúgving, HH, student ella
líknandi
• Góð evni at samskifta á føroyskum og
donskum máli
• telduførleiki á brúkarastøði
• Góð samstarvsevni
Setanar- og lønartreytir
setanar- og lønartreytir eru sambært
felagssáttmála millum statsansattes kartel
og Finansministeriet og sáttmála millum
Hk/stat og Finansministeriet.
setanarøkið fevnir um allar deildir á
Dómaraskrivstovuni, tó kemur tann, ið
settur verður, mest at arbeiða í
sivilrættinum.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú
ringja til kathrinu magnussen,
skrivstovuleiðara, á telefon 31 10 03.
Umsóknir
Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli
skulu sendast til
Dómaraskrivstovuna
Postboks 28
FO-110 Tórshavn
ella sum teldupostur til
post@sorinskrivarin.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 6. juli 2007 kl. 12.00.
SorinSkrivArin í FøroyUm
tann 29. juni 2007
Lesið
-so eru tit við!