Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 3. juli 2007 Sum vit greiddu frá í næstseinasta viku­ skiftisblaðnum var sunnudagin 24. juni á Strondum hildið minningarhald fyri skiparan á Goðanes, Petur Hafstein Sigurðs­ son, sum doyði, tá ið skipið sigldi á Flesjar­ nar fyri 50 árum síð­ ani, tann 2. januar 1957 Skipbrot Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Í hesum sambandi vóru gestir komnir úr Íslandi. Fyrst og fremst var tað sonur skiparan, Kristinn Petursson. Hann verður 51 ár tann 20. juli og hevur tí ikki verið hálvt ára gamal, tá ið hann misti pápan. Mamman giftist seinni til Reykja­víkar og fekk har fýra børn afturat. Kristinn varð verandi hjá omm­ uni og abbanum í Neskaupstaði, har hann býr enn. Hann gjørdist trolara­maður eins og pápin og hevur verið fiskimaður alt lívið. Síðan var tað beiggi skiparan Birgir Sigurðsson saman við konu síni Guðriður Elisa. Birgir er 77 ára gamal. Hann er eisini ein royndur trolaraskipari og var til skips, inntil hann var 70 ára gamal. Hann hevur somuleiðis upplivað eitt sindur av hvørjum. Hann var skipari á fyrsta sinni við trolaranum Gerpi í 1959. Teir vóru á veg til New Foundland og sigldu fram við Kappanum í sama illveðrinum, tá ið Hans Hedtoft gekk burtur. Teir fingu ein sjógv, sum gjørdi skaða á brúnni, men teir kundu tó halda áfram. Tað var í hesum sama illveðri­ num, at íslendski trolarin Juli koppaði og sakk. 30 mans, teir nógvu av Hafnarfjørðinum, fórust. Gerpur var tann trolarin, sum Bæjarútgerðin í Neskaupstaði útvegaði sær sum nýbygning fyri Egill Rauða, sum fórst í 1955. Birgir hevði verið við Goðanes beint frammanundan. Hann sigur, at ætlanin var at Goðanes skuldi fara úr Føroyum til Reykjavíkar, har fasti skiparin skuldi koma umborð. Birgir hevur siglt saman við nógvum føroyskum fiskimonn­ um, sum hann gevur besta skoðs­ mál. Hann kendi eisini nógvar av teimum gomlu føroysku trolaraskiparunum sum Hans Paula og Kaj Johannesen. Kona Birgir, Guðriður, er av føroyskari ætt. Abbi hennara var Jógvan Hjelm úr Vági, pápa­ beiggi kenda skiparan Thorvald Hjelm. Við á ferðini vóru eisini fýra børn hjá Birgiri: Karl Johann við konuni Maria, Sigurður, Helena og Pétur Hafsteinn við konuni Sigurborg. Petur er uppkallaður eftir pápabeiggjanum. Tað vóru annars nógvir dreingir, sum vórðu uppkallaðir eftir honum aftan á vanlukkuna. Karl Johann er heilt væl kend­ ur í Føroyum. Sum ungur var hann saman við Mariu eitt ár í Føroyum, og arbeiddi hann á skipasmiðjuni á Skála. Tey kendu væl Margit og John Rasmussen á Strondum, sum nærmast vóru sum foreldur fyri teimum í Føroyum, ung sum tey vóru. Tað var eisini John, sum hevði fyrireikað minningarhaldið. Maria og Karl Jóhann duga heilt væl at tosa føroyskt. Hann er rakstrarstjóri fyri skipini hjá Sildarvinnsluni á Neskapustaði, sum er stóra arbeiðsplássið í býnum, har tað búgva um 1600 fólk. Umframt skip hava teir eisini fiskavirki á landi, og sum navnið sigur, eisini virking av sild. Í 2002 hevði FF-blaðið eina grein um Karl Johann, og kann hon finnast á heimasíðuni: fiskimannafelag.fo, gamla heimasíðan blað nr. 278. Í hesi grein segði Karl Jóhann seg hava sera gott álit á Tórshavnar Skipasmiðju, hagar hann mangan sendi skip til umvælingar. Hetta álit hevur hann enn, og framvegis koma skip hjá Sildarvinnsluni higar á skipasmiðju. Minningarhaldið Tað fyrsta íslendingnarnir gjørdu, tá ið teir komu til Føroyar leygardagin, var at fara við báti út á Flesjarnar, har blómur vóru lagdar á sjógvin til minnis um hann, sum fekk sína vátu grøv her. Hetta varð gjørt umborð á trolaranum Gorm hjá Rodmundi Nielsen. Zacharias Zachariassen var skipari á túrinum. Tikið varð til, hvussu væl gestirnir vóru móttiknir umborð. Minningarhaldið byrjaði við gudstænastu í Sjóvar Kirkju kl. 11, har tað var fitt av fólki. Jógvan Fríðriksson talaði, og teksturin var um tann burturvilsta sonin. Hann kom eisini inn á hesa vanlukku, og tók annars til ta eftir hansara meting góðu frásøgn um hendingina, sum var í Sosialinum. Karl Johann segði nøkur orð vegna familjuna hjá skiparanum. Minningarhaldið við minnis­ varðan var kl. 15. Her var rætti­ liga nógv av fólki. Íslendska sendistovan var umboðað, og tað var komin ein onnur íslendsk umboðan, nevniliga 15 motor­ súklur úr Vestmannaoyggjum við manning, har teir flestu vóru sjómenn. Her vóru eisini menn, sum høvdu verið við Goðanes. Tað vóru sjey føroyingar umborð. Av hesum livir bert ein eftir, og tað er Kaj Johannesen, ættaður úr Fuglafirði, búsettur í Havn. Hann minnist hendingarnar, júst sum tað er greitt frá teimum í Vinstrumegin minnisvarðan. f.v.: Sigurborg Kjartansdóttir, Petur Hafsteinn Birgisson, Guðriður Elisa Johannesdóttir, Birgir Sigurðsson, Kristin Petursson Høgrumegin. Aftanfyri: Sigurður Torsteinn Birgisson, Karl Johann Birigisssom Frammanfyri: Helena Lind Birgisdóttir, Maria Gúðjónsdóttir. Niðast á minnisvarðanum sæst minnissteinurin Minningarhald fyri skiparan á Goðanes tíðindi 32