týsdagur 3. juli 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2007
Sum vit greiddu frá
í næstseinasta viku
skiftisblaðnum var
sunnudagin 24. juni
á Strondum hildið
minningarhald fyri
skiparan á Goðanes,
Petur Hafstein Sigurðs
son, sum doyði, tá ið
skipið sigldi á Flesjar
nar fyri 50 árum síð
ani, tann 2. januar
1957
Skipbrot
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Í hesum sambandi vóru gestir
komnir úr Íslandi. Fyrst og
fremst var tað sonur skiparan,
Kristinn Petursson. Hann verður
51 ár tann 20. juli og hevur tí
ikki verið hálvt ára gamal, tá ið
hann misti pápan. Mamman
giftist seinni til Reykjavíkar og
fekk har fýra børn afturat.
Kristinn varð verandi hjá omm
uni og abbanum í Neskaupstaði,
har hann býr enn. Hann gjørdist
trolaramaður eins og pápin og
hevur verið fiskimaður alt lívið.
Síðan var tað beiggi skiparan
Birgir Sigurðsson saman við
konu síni Guðriður Elisa. Birgir
er 77 ára gamal. Hann er eisini
ein royndur trolaraskipari og var
til skips, inntil hann var 70 ára
gamal. Hann hevur somuleiðis
upplivað eitt sindur av hvørjum.
Hann var skipari á fyrsta sinni
við trolaranum Gerpi í 1959. Teir
vóru á veg til New Foundland og
sigldu fram við Kappanum í
sama illveðrinum, tá ið Hans
Hedtoft gekk burtur. Teir fingu
ein sjógv, sum gjørdi skaða á
brúnni, men teir kundu tó halda
áfram.
Tað var í hesum sama illveðri
num, at íslendski trolarin Juli
koppaði og sakk. 30 mans, teir
nógvu av Hafnarfjørðinum,
fórust.
Gerpur var tann trolarin, sum
Bæjarútgerðin í Neskaupstaði
útvegaði sær sum nýbygning fyri
Egill Rauða, sum fórst í 1955.
Birgir hevði verið við Goðanes
beint frammanundan. Hann
sigur, at ætlanin var at Goðanes
skuldi fara úr Føroyum til
Reykjavíkar, har fasti skiparin
skuldi koma umborð.
Birgir hevur siglt saman við
nógvum føroyskum fiskimonn
um, sum hann gevur besta skoðs
mál. Hann kendi eisini nógvar
av teimum gomlu føroysku
trolaraskiparunum sum Hans
Paula og Kaj Johannesen.
Kona Birgir, Guðriður, er av
føroyskari ætt. Abbi hennara var
Jógvan Hjelm úr Vági, pápa
beiggi kenda skiparan Thorvald
Hjelm.
Við á ferðini vóru eisini fýra
børn hjá Birgiri: Karl Johann við
konuni Maria, Sigurður, Helena
og Pétur Hafsteinn við konuni
Sigurborg. Petur er uppkallaður
eftir pápabeiggjanum. Tað vóru
annars nógvir dreingir, sum
vórðu uppkallaðir eftir honum
aftan á vanlukkuna.
Karl Johann er heilt væl kend
ur í Føroyum. Sum ungur var
hann saman við Mariu eitt ár í
Føroyum, og arbeiddi hann á
skipasmiðjuni á Skála. Tey kendu
væl Margit og John Rasmussen
á Strondum, sum nærmast vóru
sum foreldur fyri teimum í
Føroyum, ung sum tey vóru. Tað
var eisini John, sum hevði
fyrireikað minningarhaldið.
Maria og Karl Jóhann duga heilt
væl at tosa føroyskt. Hann er
rakstrarstjóri fyri skipini hjá
Sildarvinnsluni á Neskapustaði,
sum er stóra arbeiðsplássið í
býnum, har tað búgva um 1600
fólk. Umframt skip hava teir
eisini fiskavirki á landi, og sum
navnið sigur, eisini virking av
sild. Í 2002 hevði FFblaðið eina
grein um Karl Johann, og kann
hon finnast á heimasíðuni:
fiskimannafelag.fo, gamla
heimasíðan blað nr. 278. Í hesi
grein segði Karl Jóhann seg hava
sera gott álit á Tórshavnar
Skipasmiðju, hagar hann mangan
sendi skip til umvælingar. Hetta
álit hevur hann enn, og framvegis
koma skip hjá Sildarvinnsluni
higar á skipasmiðju.
Minningarhaldið
Tað fyrsta íslendingnarnir
gjørdu, tá ið teir komu til
Føroyar leygardagin, var at fara
við báti út á Flesjarnar, har
blómur vóru lagdar á sjógvin til
minnis um hann, sum fekk sína
vátu grøv her. Hetta varð gjørt
umborð á trolaranum Gorm hjá
Rodmundi Nielsen. Zacharias
Zachariassen var skipari á
túrinum. Tikið varð til, hvussu
væl gestirnir vóru móttiknir
umborð.
Minningarhaldið byrjaði við
gudstænastu í Sjóvar Kirkju kl.
11, har tað var fitt av fólki.
Jógvan Fríðriksson talaði, og
teksturin var um tann burturvilsta
sonin. Hann kom eisini inn á
hesa vanlukku, og tók annars til
ta eftir hansara meting góðu
frásøgn um hendingina, sum var
í Sosialinum.
Karl Johann segði nøkur orð
vegna familjuna hjá skiparanum.
Minningarhaldið við minnis
varðan var kl. 15. Her var rætti
liga nógv av fólki. Íslendska
sendistovan var umboðað, og tað
var komin ein onnur íslendsk
umboðan, nevniliga 15 motor
súklur úr Vestmannaoyggjum við
manning, har teir flestu vóru
sjómenn.
Her vóru eisini menn, sum
høvdu verið við Goðanes. Tað
vóru sjey føroyingar umborð. Av
hesum livir bert ein eftir, og tað
er Kaj Johannesen, ættaður úr
Fuglafirði, búsettur í Havn.
Hann minnist hendingarnar, júst
sum tað er greitt frá teimum í
Vinstrumegin minnisvarðan. f.v.: Sigurborg Kjartansdóttir, Petur Hafsteinn Birgisson, Guðriður Elisa Johannesdóttir, Birgir Sigurðsson, Kristin Petursson
Høgrumegin. Aftanfyri: Sigurður Torsteinn Birgisson, Karl Johann Birigisssom Frammanfyri: Helena Lind Birgisdóttir, Maria Gúðjónsdóttir. Niðast á minnisvarðanum sæst minnissteinurin
Minningarhald fyri skiparan
á Goðanes
tíðindi
32