Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 3. juli 2007 37 tíðindi ggjarmálaráðharri lært nógv av sínum arbeið­ um í Grønlandi og við at skriva Hvítubók, og kallar hann hetta eisini at ríva seg leysan frá lærubókunum, sum ikki altíð er so lætt. Búskapirnir hjá smátjóðum og størri londum eru sum nevnt ymiskir, og hetta fór Magni seinni at fáast enn meira við, tá hann byrjaði at skriva Ph.D.-ritgerð um føroyskan búskap. Nú hann bleiv lands­stýris­ maður hevði hann bert fáar mánaðir eftir av hesum arbeiði. - Eg kann kanska náa at gera hetta í summarferiuni, tí sjálvt granskingararbeiðið er liðugt. Men tað er nokk meira realistiskt, at eg fari at arbeiða í havanum, sigur Magni, sum gongur høgt upp í at fríðka økið rundan um húsini. Sjálvur rokast hann bæði við rabarbur, jarð­ber, røtur og nógv ann­ að grønmeti umframt at hann hevur laðað nógv grót uttan fyri í túninum. Hetta er gott fyri bæði kropp og sál, heldur Magni. Ymisk sløg av sambandsfólki Magni sigur seg hava verið sambandsmann í nógv ár. Men hann heldur, at tað eru fleiri sløg av sambands­ fólki. - Summi halda, at blokk­ urin er tað, sum hevur týdn­ ing. So er tað eitt annað slag av sambandsfólki, sum heldur felagsskapin vera tað týdningarmikla, t.d. fe­lagsskap við Danmark ella ES, og síggja ikki blokkin sum nakað endamál í sær sjálvum uttan at vera við til at hækka livistøðið og tryggja eitt meiri støðugt inntøkugrundarlag. Magni sigur seg sjálvan hoyra til hendan seinna bólkin, sum hann eisini metir, at flestu sambandsfólk gera. Hann minnir eisini á, at í flestu flokkum finnast ymiskir veingir. Seinastu tíðina hevur við­ hvørt verið róð framundir, at búskaparliga kunnu lík­ leikar hómast millum Sam­ bandsflokkin og Tjóð­veld­ isflokkin og at møguleiki tí er fyri, at hesir báðir flokk­ arnir fara at kasta saman í samgongu eftir næsta val. Fíggjarmálaráðharrin letst tó ikki at kennast við hesar líkleikar. - Tað munnu vera gerð­ir­ nar hjá Sambandsflokkinum og orðini hjá Tjóðveldis­ flokkinum. - Eg veit ikki hvørjum kassa, Karsten (Hansen, blðm.) sat á, tey árini hann var fíggjarmálaráðharri, sigur Magni Laksáfoss, og finst at fjølmiðlunum, fyri at hava latið Karsten Han­ sen sleppa av stað við eini mynd, sum ein fíggjar­mála­ ráðharri, ið ansaði væl eftir pengunum, tí sambært Magna vórðu ómetaliga nógvir pengar brúktir undir fullveldislandsstýrinum. Hann vísir m.a. á, at ofta hava t.d. íløgur verið bólk­ aðar sum rakstur. - Men er t.d. umvæling rakstur ella íløga, spyr Magni, sum eisini ávarar ímóti, at vit kunnu enda aftur í 80’unum, nú parta­ feløg hefta fyri skuld eins og grunnar áður hava gjørt. - Tað ber ikki til at gera íløgur uttan um fíggjar­ lógina, ávarar Magni, tí tað forðar fyri gjøgnumskygni. Skattalættin fyri tey ríku Magni Laksáfoss metir, at stýringin av búskapinum til tíðir hevur verið rættiliga ábyrgdarleys seinastu árini eftir ta stóru búskapar­ kreppuna í 90’unum. Hann vil tó ikki geva nøkrum ávísum skuldina. Heldur ikki undangongu­manni­ num, Bárði Nielsen, men sipar til, at eingin hevði roknað við t.d. nýggjum sløgum av lánum. Í sama viðfangi minnir Magni á, at búskapurin er alt ov heitur í løtuni. - Tú finnur ongan bú­skaparfrøðing, sum ikki er samdur við mær í hesum. sigur Magni, og nevnir m.a. at øll íløguprosjekt eru 30- 40 prosent ov dýr. Ein loysn kundi verið at fingið út­lendska arbeiðsmegi hendan­vegin, men hetta er ikki sjálv loysnin sambært Magna Laksáfoss, tí hetta hjálpir einans upp á trongda arbeiðsmarknaðin og ikki uppá yvirupphitingina í búskapinum. Magni svarar játtandi, tá hann verður spurdur, um hann hevur fingið íblástur frá tí kenda búskapar­ frøðingunum Keynes, ið m. a. mælti til at tað almenna brúkti síni amboð til at stýra fíggjarpolitikkinum. Tvs. at tað almenna kann seta virksemi í gongd í ring­ um tíðum, eins og Magni m.a. hevur mælt til at gera við Sandoyartunnilin. Magni minnir á, at meðan slík fíggjarstýring ofta virk­ ar stutt í stórum búskapum, virkar hon sokallað keynes­ iansk fíggjarstýring langt fram í tíðina í Føroyum, og tað ger, at fíggjarmála­ráð­ harrin skal vera eyka nær­ lagdur. Magni nevnir m.a. íløgur­ nar í útbyggingina av flog­ vøllinum, miðnámsskúlan í Hovi, Fiskivinnuskúlan, Skúladepil í Marknagili, Skálafjaraðartunnilin um­framt tær 500 millión­ir­ nar, ið kommunurnar koma at brúka um árið, sum dømi um, at búskapurin er heitur í løtuni, og at vit tí eiga at ansa eftir. Harafturat hava Føroyar hvørki møguleika at reka valuta- ella penga­ politikk, og tí verður fíggjar­ politikkurin so týdn­ ingarmikil. Hann greiðir frá, at fyrr var lættari at stýra fíggjar­ politikkinum, av tí at parturin hjá landskassanum var so stórur. Í dag eiga kommunurnar tó ein nógv størri part. Magni Laksáfoss metir tá, at besti hátrurin at loysa hetta er, at gera sjalv­ bodnar avtalur við komm­ unurnar, tí somikið sigur hann seg trúgva upp á fólkaræðið. Magni var eisini við til at “designa” skattalættan hjá samgonguni, sum hann tekur til, men hann endaði við at vera ímóti lættanum. Ikki tí, at Magni er ímóti skattalætta, men tí at hann metti, at skjótu broytingarnar undir samgongusamráð­ ingunum høvdu við sær, at lættin bert bleiv fyri tey ríku, og tí var sosialt órætt­ vísur, sum hann málber seg. Vil á listan í Suðurstreymoy Men hvussu er tað at vera serfrøðingur í sínum máls­ øki? - Tað er neyðugt í Føroy­ um, sigur fíggjarmálaráð­ harrin og vísir á, hvussu tað er nógva aðrastaðni. - Í Føroyum hava avgerð­ irnar ofta verið tengdar at embætisfólki. Men tað er neyðugt, at landsstýrismenn hava fakliga vitan ella duga at søkja sær hana. Uppgávan hjá embætisfólki er ikki at føra politikk, men at hjálpa politikarunum, og tað duga teir væl. Politikarin skal dag­liga taka nógvar av­ gerðir, og hevur hann ikki hesar fakligu førleik­arnar, stendur hann veikt. Magni Laksáfoss hevur tvær reisur stillað upp til løgtingsval í Norðoyggjum, tó uttan at vera valdur. Ætlar tú at stilla upp­ aftur? - Ja, í Suðurstreymoy, um lokalfelagið vil hava meg upp á listan. Hví? - Tað er eitt øki, har tað er møguleiki at styrkja Sam­ bandsflokkin, tí tíverri vera hvørki Lisbeth L. Petersen ella Heðin Mortensen á listanum næstu ferð. Ert tú fyri einum val­ dømi? - Ja, avgjørt. Føroyar eru ikki nóg stórar til at føra lokalpolitikk bæði í komm­ unum og í Tinginum. Vit eiga at føra lokalpolitikkin í kommununum og lands­ politikkin í løgtinginum. Meira pengar til gransking Tann nýggi fíggjarmálaráðharrin er heitur talsmaður fyri at brúka pengar upp á fólkaskúlan og gransking, tí eftir at vit hava verið bónda- og fiskivinnusamfelag, skulu inntøkur í framtíðini koma frá tænastum. - Hvaðani, vita vit ikki, og fólk vilja ikki satsa, tí hetta er eitt sindur diffust, men hetta er neyðugt fyri at lyfta okkum upp, sigur Magni um gransking. Hann heldur, at t.d. kundi ríkisveitingin verið brúkt til hetta, tí skapa vit nýggjar inntøkur gjøgnum granskingina kundi ríkisveitingin kanska dottið burtur. Ert tú ávirkaður av Pisa-kanningini? - Ja, sjálvandi eri eg tað. - Men lat okkum líka “klappa hestinum”. Eg havi arbeitt so mikið leingi við hagtølum, at eg veit, at tað vánaliga úrslitið eisini kann vera komið av, at næmingarnir keddu seg og vildu hava tíðliga frí hendan dagin. Fíggjarmálaráðharrin vildi tó fegin givið fólkaskúlanum meira pengar, men sigur, at hetta er upp til eina samgonguna at avgera. Men hann minnir á, at hann við sínum útsagnum um t.d. Sandoyartunnilin vildi seta spurnartekn við, hvat vit veruliga ysnkja at brúka pengar til. Noyddist at gevast sum skóti Magni Laksáfoss er 37 ára gamal. Uppvaksin í Klaksvík. Býr í Streymnesi, Høvuðsítriv hansara er at fáast við urtagarðin, at ganga á fjøllunum, og at vera skótaleiðari. Hann og konan, Bodil, hava bæði verið virkin í skóta­rørsluni, har tey møttust á Kambsdali sum ávikavist 18 og 17 ára gomul. Tey eiga tvær døtur. Sum landsstýrismaður hevur Magni tó verið noyddur at gevast sum skótaleiðari hjá skótaliðnum Borgini í Hvalvík. Hevði hann ikki tikið av landsstýrissessinum er hann vísur í, at hann hevði verið staddur í London um nakrar dagar, har fleiri túsund skótar úr øllum heiminum savnast á Jamboree. Magni Laksáfoss er komin væl ávegis við síni Ph.D.-ritgerð, og hevði ivaleyst klárað at gjørt hana lidna í summarfrítiíðini. - Men tað er nokk meira realistiskt, at eg fari at arbeiða í havanum, sigur Magni, sum gongur høgt upp í at fríðka økið rundan um húsini. Hann rokast bæði við rabarbur, jarðber, røtur og nógv annað grønmeti, umframt at hann hevur laðað nógv grót. - Hetta er gott fyri bæði kropp og sál, heldur landsstýrismaðurin, sum er gamal skóti