Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 125 - 3. juli 2007 tíðindi Siðiligur skóti, bersøgin búskapar­ frøðingur og sann­ førdur sambands­ maður. Magni Laksá­ foss er ein persónur við nógvum áhuga­ málum og hevur eftir bert stuttari tíð í sessinum sum fíggjarmálaráðharri skapt kjak, um vit í góðum tíðum skulu raðfesta gransking hægri enn undir­ sjóvartunnil til Sand­ oynna. Sosialurin hevur hitt Magna Laksáfoss til eitt prát um Hvítubók, fyrimunin við at stilla upp í Havn, hví Føroyar skulu verða eitt valdømi og um tey ymsu sløgini av sambandsfólki SAMRØÐA Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Mynd: Sunva Lassen Á Fróðskaparsetrinum skemta tey við, at hann fór út at keypa kakur til kaffi, men kom ongantíð aftur. Skotbráið, tú fært at taka av einum landsstýrissessi, kann vera stutt. Tað var tað eisini hjá Magna Laksáfoss, sum fyri ikki so langari tíð síðani segði ja til at gerast fíggjarmálaráðharri, eftir at hann fekk eina løtu at um­ ráða seg í saman við sínum nærmastu. Sum búskaparfrøðingur og limur í búskaparráðnum kom tað meira enn so fyri, at hann tordi siga sína hugs­ an, hóast hann endaði í minniluta. Og eftir at hava verið landsstýrismaður í heilt stutta tíð er hann longu komin í andglettin, eftir at hann segði, at tað er best fyri fíggjarlógina, um vit bíða nøkur ár við at gera tunnil undir Skopunarfirði. Herfyri slapp hann nevni­ liga rættiliga at royna seg í Degi og viku, eftir at ting­ fólk og borgarar í Sandoynni gjørdu vart við sína ónøgd við, at tey ongan tunnil skuldu fáa á hesum sinni. Magni Laksáfoss leyp tí ikki framav, men siðiliga og ópolemiskur grundgav hann fyri sínum sjónar­ miðum, meðan hann heldur fór eftir bóltinum enn manninum. Men hevur tú altíð verið so siðiligur? ­ Ja, tað eri eg nokk ikki tann rætti at spyrja um, sigur Magni Laksáfoss við einum brosi, og hyggur yvir á konuna, Bodil, sum tó gevur manninum rætt í, at tað skal nógv til at fáa hann óðan. Akademikarin tolir atfinningar ­ Eg havi kanska ikki verið nóg leingi í politikki til tað, sigur tann nýggi fíggjar­ málaráðharrin skemtiliga, tá vit tosa um at halda seg til málið og ikki langa út eftir persónum. Í løtuni heldur hann summarfrí í heima í húsu­ num í Streymnesi, men hann hevur tó sett seinna­ partin av til eitt prát við Sosialin. Magni Laksáfoss er tó skjótur at finna álvaran aftur og heldur, at tað man vera tann akademiska venj­ ingin, sum ger, at hann kann sita róligur í einum sjónvarpsstudio og púra kaldur halda seg til sakina, hóast atfinningarnar regna oman yvir hann. Hann heldur ikki, at tey, sum hava kritiserað hansara sjónarmið, hava víst á nak­ að argument fyri at gera ein Sandoyartunnil júst nú, og sum búskaparfrøðingur veit Magni, at kritikkur ikki altíð er persónligur, men ofta er vendur móti sakini heldur enn einum sjálvum. Spurdur, um hann sum sambandsmaður kann loyva sær at útseta ein sandoyar­ tunnil, av tí at tað næstan ikki kemur fyri, at Sam­ bandsflokkurin fær umboð valt í oynni, sigur Magni við einum smíli, sum undir­ strikar, at hann enn kanska er meira búskaparfrøðingur enn politikari: ­ Eg hugsi ikki í hasum banunum. Til næsta val skal eg nokk hugsa soleiðis. Lak millum teori og praksis Sjálvur heldur Magni, at tað næstan var av tilvild, at hann fór at lesa búskapar­ frøði. Familjan hevði lýsing­ arfyritøku, og lítillátin for­ telur hann, at foreldrini og tey trý systkini hava lista­ gávur og duga at tekna og mála, meðan hann dugdi at fáast við tøl. Tá hann í 1990 søkti inn á universitetið í Keypmanna­ havn, setti hann kross við økonomi. Tá hann helt hann hetta vera virkisbúskap, men seinni fann hann útav, at tað snúði seg um tjóðar­ búskap. Hann var tó ov treiskur til at gevast, og í 1997 byrjaði so stríðið um spesialið, greiðir hann frá. Tá høvdu Magni og Bodil bæði fingið eina dóttur og gift seg, so hann hevði ein steðg í lesn­ aðinum eina tíð, til hann læt serritið inn í mars 1998 og gjørdist cand.polit. Í lestrartíðini hevði hann mest lært um teir stóru búskapirnar hjá Bretlandi, Týsklandi og øðrum stórum londum. Men tá Magni skriv­ aði spesiali um føroyskan búskap, fann hann útav, at tað viðhvørt lak millum teori og praksis. Ástøðini um teir stóru búskapirnar hóskaðu ikki til smálandabúskapir sum tann føroyska, og hóast bøkur vóru skrivaðir um økonomiir hjá smátjóðum, var hetta nakað heilt nýtt fyri hann. Sjálvberandi búskap heldur enn blokkniðurskurð Eftir lokna útbúgving royndi Magni eitt sindur av hvørjum innan sítt fak. Hann starvaðist á Hagstov­ uni og var við til at skriva Hvítubók. Harafturat var hann í Grønlandi í tvey ár og arbeiddi fyri ta sonevndu sjálvstýrisnevndina. Spurdur, um tað ikki kann tykjast sum lagnunnar speisemi, at ein sambands­ maður hevur røkt hesi størv, sigur Magni, at tað var stórur munur á hesum upp­ gávunum. ­ Hvítabók snúði seg bara um blokkniðurskurð, sigur Magni, ið metir, at arbeiðs­ setningurin hjá grønlendsku sjálvstýrisnevndini var mun­ andi meira konstruktivur. ­ Hann snúði seg, um hvussu vit gera ein sjálv­ støðugan búskap, og tað er ein stórur munur. Her slær Magni rimmar­ fast, at hann gongur inn fyri hesum seinna arbeiðssetn­ inginum, ið m.a. snýr seg um, hvørjar sektorar skulu útbyggjast og satsast uppá. ­ Einki kemur av sær sjálvum. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, men spurningurin er, hvar hon spinnur, sigur Magni og sipar til, at fólk kunnu flyta av landinum, um onki virk­ semi er, og tí metir hann ikki, at inntøkur koma av sær sjálvur, um blokkurin verður niðurskorin. Tí er neyðugt fyrst at skapa vøkstur og gera búskapin sjálvberandi, metir hann. Rokast heldur við rabarbur enn ritgerð Magni sigur, at hann hevur Fakmaðurin gjørdist fí