hósdagur 7. desember 2006síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 7. desember 2006
5
tíðindi
Vit kunnu sjálvsagt
ikki bara góðtaka
at 11 ljósmøður
siga upp. Tí ynskja
vit inniliga at fáa
ein dialog við tær
og at lurta eftir tí,
sum tær hava uppá
hjarta. Bara við at
vera við, kunnu tær
fáa ávirkan, sigur
Allan Skaalum,
sjúkrahússtjóri
Heilsuverk
Rigmor Dam
rigmor@sosilurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
– Tá eg læs samrøðuna við
Anniku Hoydal, leiðandi
ljósmóður, í Sosialinum í
gjár, var eg mest vónbrotin
av, at hon vildi vera við, at
vit í leiðsluni fara at hótta
ljósmøðurnar til arbeiðis
aftur!
Nýliga setti sjúkrahús
stjórin rodnar um kjálk
arnar, tá hann nevnir orðið
hóttan. Vit hava sett honum
stevnu í einum fundarhøli
í leiðslubygninginum á
Landssjúkrahúsinum.
Vilja dialog
– At tilboðið um dialog
verður móttikið so negativt,
sigur annaðhvørt nakað um
tær ella um okkum. Vit
hava biðið um eitt prát við
hvørja einstøku ljósmóður,
tí tær hava sagt upp í hvør
sínum lagi og við hvør
sínari grundgeving. Um
tær óttast fyri at verða
hóttar, eru tær vælkomnar
at taka onkran við til
samrøðuna, og tað hava vit
eisini gjørt teimum greitt í
innbjóðingini til samrøðu,
sigur Allan Skaalum.
Hann vísir á, at nú er um
at vera, at koma á tal við
ljósmøðurnar.
– Vit kunnu sjálvsagt
ikki bara góðtaka at 11
ljósmøður siga upp, og vit
ynskja inniliga at fáa ein
dialog og at lurta eftir tí,
sum tær hava uppá hjarta.
Fyri at koma víðari er
tað neyðugt at práta við
ljósmøðurnar. Í fyrsta um
fari um orsøkirnar til, at tær
hava tikið hesa avgerð og
so sjálvsagt eisini, hvat tær
kundu hugsað sær øðrvísi,
um tær skuldu valt at komið
aftur. Bara við at vera við,
kunnu tær fáa ávirkan og
soleiðis verja økið teirra.
Fokus flutt
Sambært sjúkrahússtjór
anum, hava tey roynt við
dialogi, fyri at finna eina
loysn á støðuni á føðideild
ini.
– Vit vóru júst liðug
við eina hoyringsrundu,
har partarnir fingu høvi
at koma við sínari hugsar.
Harímillum vóru sjálvsagt
eisini ljósmøðurnar. Freist
in fyri hoyringssvari var úti
30. november, og í svar
inum frá ljósmøðrunum
kravdu tær, at ein niður
støða
skuldi
fyriliggja
áðrenn
1.
desember
klokkan 15. Hetta lat seg
ikki gera, og tað gjørdu
vit eisini ljósmøðrunum
greitt. Næsta stigið er, at
11 ljósmøður velja at siga
seg úr starvi við hvør sínari
persónligari grundgeving,
sigur Allan Skaalum. Hann
sigur seg harmast um, at nú
er tilgongdin at endurskoða
skipanina á føðideildini
útsett, tí fokus er flutt yvir á
at fáa manning á deildina.
Læknaliga forsvarligt
Sjúkrahússtjórin sigur, at
fakliga og læknaliga støð
ið á føðideildini er fult
forsvarligt, tí her á landi
hava vit gjørt av, at allir
føðingar skulu fara fram á
sjúkrahúsi.
– Tá viga læknaligu
atlitini sjálvsagt mest, stað
festir hann og greiðir víðari
frá, at tey hava roynt at
samansjóða fakbólkarnar,
men at tað hevur verið
rættiliga torført. Talan er
um eina lítla føðideild og
tilboðið skal bæði kunna
forsvarast læknaliga og
fíggjarliga.
– Tí er tað ikki bara
sum at siga tað, at býta
deildirnar upp í smærri
eindir ella at lata alt upp í
hendurnar á einum fakbólki.
Tað skal bera til, at koma
fram til eina loysn, sum
øll kunnu góðtaka, sigur
sjúkrahússtjórin.
Vísa ongum aftur
Ein av atfinningunum frá
ljósmøðrunum hevur verið,
at teirra fak ikki verður
tikið í nóg stórum álvara,
og at tað ikki verður virt, at
føðing er teirra kjarnuøki.
Hvat sigur sjúkrahússtjórin
til hetta?
– Organisatorisk hevur
onki verið til hindurs fyri,
at tær eru við allan vegin.
Tær eru um barnakonurnar
áðrenn, undir og eftir føð
ing. So hatta skilji eg ikki
rættiliga. Men eg vil enn
einaferð staðfesta, at her er
talan um eina lítla deild, í
miðal verða 1,8 børn fødd
um dagin. Um vit høvdu
eina deild bara við frískum
konum og frískum børnum,
so høvdu ljósmøðurnar
ikki
kunna
verið
har
einsamallar. Tær kunnu
knappliga standa við fleiri
føðingum, og tá er neyðugt,
at onkur er um konur og
børn á deildini eisini, sigur
Allan Skaalum.
– Hann vísir víðari á,
at tey hava verði í dialogi
við
ljósmøðurnar
yvir
eitt longri tíðarskeið og
at tankar teirra verða ikki
tiknir negativt upp.
– Vit hava heldur ikki
vent tumlinum niður fyri
uppskotum teirra. Men tað
er leiðslan, sum í síðsta enda
tekur avgerðina, sjálvsagt í
felag við ljósmøðurnar og
allar hinar starvsbólkarnar,
sum eru uppi í, sigur hann.
Og ongin ivi skal vera
um, at kjarnuøkið hjá
ljósmøðrunum er barns
burður og føðing, vísir
sjúkrahússtjórin á.
– Men ongin hevur sum
so ábyrgdina av barsils
økinum og hetta hava lond
ini kring okkum skipað á
sera ymiskan hátt. Tí er
tað upp til okkara at finna
eina skipan, sum hóskar til
okkara tørv og karmar.
Vantar broytingar
Spurdur hvørji útlit eru fyri
føðideildini, sigur hann, at
í dag eru fysisku karmarnir
ótíðarhóskandi, tað sær ein
og hvør sum fer oman á
deildina.
– Men hugburðin kemur
við starvsfólkunum, og
hann kunnu vit ikki gera
so nógv við. Fólk hava
lært innan ymisk øki og
í ymsum tíðarskeiðum, og
tað vil altíð vera neyðugt at
samstarva.
Um støðuna á føðideildini
um eitt ár, sigur Allan
Skaalum, at hon verður
har, sum hon er, men at
hugburðurin vónandi hevur
flutt seg nakað.
– Undir øllum umstøðum,
so skulu føroyskar barna
familjur ikki óttast fyri
at eiga á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum,
tí
óansæð hvat hendir, so
virkar deildin óávirkað
eftir 1. februar, sigur Allan
Skaalum at enda. Við hesum
vísir hann á, at um neyðugt,
so mugu ljósmøður finnast
aðrastaðni enn í Føroyum.
Ljósmøðurnar mugu koma til borðs
Fiska ov nógv
Norski havrannsóknarstovnurin rópar nú varskó. Sagt
verður, at toskastovnurin norðan fyri 62. breiddarstig
er stak illa fyri, og hann má sigast at vera í vanda. Tað
er serliga toskurin inni við land frá Stadt norður til
Finnmørkina, sum er illa fyri, og tí mæla fiskifrøðingarnir
til, at útróðrarmenn skulu brúka minni bátar enn nú. Sum
er kunnu útróðrarbátarnir vera upp í 15 metrar langir, men
11 metrar er nóg mikið, siga fiskifrøðingarnir.
Køkur til Íslands
Um stutta tíð fáa íslendingar høvi til at keypa føroyskar
smákøkur í handlunum. Bakaríið Grón í Havn hevur gjørt
avtalu við eina íslendska fyritøku um at selja smákøkur
í Íslandi. Sveinur Thomassen, sum eigur bakaríið
Grón saman við Regini Nielsen, sigur við Útvarpið, at
Hoyvíkssáttmálin gevur bakarínum stórar møguleikar
í Íslandi, og hann leggur afturat, at útlitini fyri at selja
føroyskar smákøkur í Íslandi eru góð.
– Ongin ivi skal vera um, at kjarnuøkið hjá ljósmøðrunum er barnsburður og føðing. Men ongin hevur sum so ábyrgdina av
barsilsøkinum og hetta hava londini kring okkum skipað á sera ymiskan hátt, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri