hósdagur 7. desember 2006síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 237 - 7. desember 2006
tíðindi
Á tíðindafundi
í morgun legði
Búskaparráðið fram
búskaparfrágreiðing
fyri 2006. Teir rópa
varskó, men staðfesta
eisini, at talan er
ikki um nakað nýtt
6. oktober scenario.
Vit prenta her ein
samandrátt av frágreið
ingini, sum Búskapar
ráðið hevur skrivað
BÚSKAPAR
FRÁGREIÐING
Lagt til rættis:
Rólant Waag Dam
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað er hákonjunkturur í
Føroyum.
Arbeiðsloysið
er á botni og vit kunnu
vænta,
at
tørvurin
á
arbeiðsmegi fer at elva til
økt kostnaðarstøði. Hetta
hevur við sær viknandi
kappingarføri hjá útflut
ningsvinnuni.
Tað er neyvan sannlíkt,
at búskaparvøksturin kann
halda áfram við óbroyttari
ferð – og við óbroyttari
kós. Tað er neyvan tørvur
á nøkrum ógvusligum til
tøkum, men tað er tørvur
á at tálma konjunkturin
heldur enn at styrkja hann.
Væntandi kommunal
fíggjarstýring
Tørvur er á, at bæði lands
stýrið og kommunurnar
gera sítt til fyri at tálma
konjunkturarnar – og ikki
styrkja um teir. Tískil er
skattalættin
eitt
skeivt
tekin at senda út. Ein enn
størri trupulleiki er tann
vantandi fíggjarstýringin
av kommunubúskapinum.
Búskapurin hjá kommun
unum eigur at verða umfat
aður av einari felags fíggjar
rammu saman við lands
kassanum.
Lánifíggjaður vøkstur
Væntandi fer útflutningurin
at vísa eina lítla framgongd
uppá 5 prosent og innflutn
ingurin at vísa ein vøkst
ur uppá ikki minni enn
20 prosent. Úrslitið er, at
vit annað árið á rað hava
eitt
miljardundirskot
á
handilsjavnanum.
Hóast
vit ikki hava haldgóða vit
an um hinar postarnar á
gjaldsjavnanum, tí tølini
eru óviss, eru ábendingar
um, at vit eru í ferð við at
minkað um okkara netto
áogn í útlandinum.
Vøksturin í búskapinum
er í stóran mun lánifíggjaður
við veð í frívirðum, m.a.
í sambandi við handil av
virkjum, og serstakliga í
sambandi við keyp og sølu
av skipum og reiðaríum.
Kapitaliseringin av fiski
loyvum er eitt dømi um
lántøku við veð í fram
tíðarveiðuni. Tað er sostatt
greitt, at vinnan er í fer við
at økja sín fíggjarliga váða.
Økt skuld á húsa
marknaðinum
Eisini á húsamarknaðinum
er skuldarbyrðan økt ógvus
liga. Nýggir lánimøguleikar,
við 10 ára avdráttarfríðum
lánum,
hava
í
fyrsta
umfari havt við sær eitt
væl lægri byrjunargjald.
Økta gjaldførið er hinvegin
heilt ella partvíst vorðið til
hægri húsaprísir og økta
lánibyrðu. Teir nýggju láni
møguleikarnir hava latið
upp fyri møguleikum hjá
húsaeigarum at taka lán, so
at tað í veruleikanum er ilt
at skilja millum íbúðarlán
og onnur lán.
Rentustuðulin
avtakast
Tað er eingin haldgóð grund
geving fyri, at rentustuðul
einans skal verða latin til
íbúðarlán. Eisini tykist løtan
at vera komin at taka støðu
til, um vit framhaldandi
skulu hava rentustuðul, og,
um so er, hvussu stórur
hann skal verða, tí tað er
greitt at rentustuðulin kann
gerðast ein stór útreiðsla
fyri landskassan.
Jørn Astrup Hansen,
formaður í Búskaparráðnum
Lægri tunnilsgjald
Tey politisku lokalfeløgini í Norðoyggjum hava biðið
Kappingarráðið kanna, um prísurin fyri at koyra ígjøgnum
Norðoyatunnilin og Vágatunnilin er rímiligur. Feløgini siga,
at sambært roknskapinum hjá Vágatunlinum og metingum
fyri Norðoyatunnilin skal skuldin hjá tunnilsfeløgunum
avdragast yvir átta ár við fimm prosentum í renrtu.
Politisku feløgini halda, av avdráttartíðin kann tvífaldast,
so tað verður bíligari at brúka tunlarnar.
Nýggja frágreiðing
Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum er ikki nøgd
við frágreiðingina hjá vinnumálaráðnum um koyrikortini,
sum Akstovan skrivaði út í heimildarloysi. Tí hevur
nevndin nú biðið um eitt neyvari svar, hví Akstovan hevur
latið ungfólki koyrikort til stóra motorsúkklu í stríð við
kunngerðina, sum kom í gildi á nýggjárinum. Eitt nú vil
landsstýrismálanevndin hava at vita, hví Akstovan brúkti
18 ára aldursmarkið og ikki 20, sum kunngerðin sigur.
Tørvur er á at rætta kósina
– og ferðina
Nevndin í Búskaparráðnum:
Kaj Johannesen, Jens
Christian Justinussen
(skrivari), Magni Laksáfoss
og Jørn Astrup Hansen á
tíðindafundinum í morgun