hósdagur 7. desember 2006síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 7. desember 2006
7
tíðindi
Røður í bók
Nú ber til at fáa løgmansrøðurnar tey seinastu tíggju árini
í bók. Føroya Lógarrit hevur givið út løgmansrøðurnar
frá árunum 1996 til 2006 út í einari meiri enn 400 síður
stórari bók. Føroya Lógarrit sigur, at røðurnar eru eitt
virðismikið keldugrundarlag í kanning og gransking av
føroyskum politikki. Savnið er eisini hent hjá politikarum
og starvsfólkum innan almennu fyrisitingina, men bæði
lærd og leik kunnu fáa gleði av tí.
Kannast umaftur
Í summar meldaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan tilburðin,
tá níggju lomb doyðu í Sundshaga í Vágum í kavarokinum
20. og 21. mai. Fútin svaraði, at hann gjørdi einki við
málið, tí eftir hansara meting var ikki talan um djórapínslu.
Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur ikki, at løgreglan
kannaði málið nóg væl og hevur tí biðið fútan kanna tað
umaftur. Tá svarið kemur, fer stovnurin at umhugsa at
leggja málið fyri ríkisadvokatin.
BÚSKAPAR
FRÁGREIÐING
Búskaparráðið finst í frá
greiðing síni millum ann
að at skattalættanum, sum
nú verður latin. Jóannes
Eidesgaard skilir tó ikki
heilt, at so nógv hevur
verið gjørt burtur úr skatta
lættanum í seinastuni, sum
løgmaður heldur vera heim
sins minsti
– Tað gongur væl í løtuni,
og tá vísti eg eisini á í røðu
mínari á ólavsøku. Um
tað so gongur ov skjótt er
ein
metanarspurningur,
og Búskaparráðið heldur
eftir øllum at døma, at tað
gongur ov skjótt.
Orðini eigur løgmaður,
Jóannes Eidesgaard. Tá
vit fingu orðið á hann,
hevði hann ikki lisið alla
frágreiðingina sum hon var,
men bara ein samandrátt av
henni.
Men út frá tí, hann
hevur lisið, heldur Jóannes
Eidesgaard at lítið nýtt er
at koma eftir í búskapar
frágreiðingini.
– Nógv av tingunum, ið
Búskaparráðið vísir á, hava
verið frammi í almenna
kjakinum áður. Hetta við
at
tálma
konjunkturin,
skattalættinum og rentu
stuðulinum er lítið nýtt í,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann leggur tó skjótt
aftrat, at hann sjálvandi
tekur eina slíka frágreiðing
í allarstørsta álvara, og sigur
at teir eisini fara at viðgera
frágreiðingina politiskt.
– Tað er jú styrkin við
demokratinum, at vit fáa
frágreiðingar á henda hátt,
soleiðis at ljós verður varpað
á viðurskifti og ymisk
sjónarmið koma fram, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Heimsins minsti
skattalætti
Eitt av teimum evnunum, ið
Búskaparráðið finst at, er
nógv umrøddi skattalættin
hjá samgonguni. Men hetta
skilir løgmaður ikki heilt,
og hann heldur at fólk
hava hug at gloyma, hvat
skattalættin í veruleikanum
kostar.
– 163 milliónir krónur
hevur onkur roknað seg fram
til, at skattalættin kemur at
kosta frá 2006 til 2008.
Samstundis mugu vit hava
í huganum, at inntøkurnar
til samhaldsfasta vaksa við
110 milliónum um somu
tíð, so í veruleikanum
kostar skattalættin okkum
bara 53 milliónir krónur.
Tær 53 milliónirnar eru
yvir tvey ár, so árliga
kostar skattalættin bara
26,5 milliónir. Tað má vera
heimsins minsti skattalætti,
sigur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður.
Rentustuðulin
má viðgerast
Í frágreiðing sínari leggur
Búskaparráðið upp til, at
ein loysn má finnast við
rentustuðulinum. Annað
hvørt má hann avtakast, ella
eisini má hann skerjast.
– Spurningurin um rentu
stuðulin má takast upp.
Greitt er, at hann ikki
kann avtakast her og nú,
tí fólk hava bundið seg at
lánum grundaði á hann.
Men rentustuðulin má við
gerast, og tað skal hann
gera ótrúliga skynsamt
og varliga, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann vísir á, at hann fegn
ast um at ljós verður varpað
á politisk mál á henda hátt,
og at sigur at frágreiðingin
fer at verða tikin upp til
politiska viðgerð.
BÚSKAPAR
FRÁGREIÐING
Bárður Nielsen fær ikki
verið meiri samdur við
Búskaparráðið
um,
at
konjunktururin má tálmast
og at búskaparvøksturin
neyvan fer at halda áfram.
Tí hava teir við fíggjarlógini
fyri komandi ár hava
roynt at tikið hædd fyri
tí eksplosiva vøkstrinum,
sigur fíggjarmálaráðharrin.
Bárður Nielsen er full
komiliga samdur við Búskap
arráðið, tá teir siga, at at
konjunktururin má tálmast
og at búskaparvøksturin
neyvan fer at halda áfram.
Bárður Nielsen sigur, at
tí er tað eisini, at teir í
fíggjarlógini fyri komandi
ár, hava roynt at tikið hædd
fyri tí eksplosiva vøkstr
inum, sum er í løtuni.
Bárður sigur, at vit mugu
hava í huga, hvat tað eru
fyri íløgur, sum tað almenna
hevur gjørt, men sum nú
eru minkaðar. Hann nevnir
eitt nú Norðoyatunnilin,
sum eina útreiðslu uppá
tíggjutals milliónir, men
sum nú ikki er.
Bárður Nielsen sigur tó
ikki, at hann roknar við at
vøksturin steðgar komandi.
– Vit hava ein hákonjunk
tur í løtuni, men tann eks
plosivi vøkstur, vit hava
merkt, verður ikki tann
sami komandi ár. Vøksturin
heldur
tó
ikki
uppat,
tí vit koma framvegis at
merkja ein lítlan vøkstur
næsta ár, heldur fíggjar
málaráðharrin.
Ikki samdur um
skattalættan
Bárður Nielsen er samdur
við Búskaparráðið um, at
konjunktururin má tálmast.
Hann er tó ikki samdur við
ráðið um, at skattalættin er
eitt keðiligt tekin at senda.
– Skattaskipanin í dag
er afturúr sigld, og har
hevur verið neyðugt við
dagføringum, sigur Bárður
Nielsen. Hann vísir eisini til
tvær útlendskar kanningar,
sum stuðla undir hansara
sjónarmiðum um, at vit
við skattalættanum eru á
rættari leið.
Av øðrum atfinningum í
frágreiðingini hjá ráðnum
stendur, at orsaka av lítla
útflutninginum og høga inn
flutninginum, annað árið á
rað hava eitt milliardaundir
skot á handilsjavnanum.
– Tað er rætt, men hand
ilsjavnin er ikki altav
gerandi,
sigur
Bárður
Nielsen. Hann sær ikki so
stórar trupulleikar í stóra
innflutninginum, men vísir
heldur á, at trupulleikin
er at útflutningurin ikki er
øktur. Men her er vón fyri
betri tíðum, sigur Bárður.
– Tað eru góð útlit fyri
einum vøkstri í útflutn
inginum, og her hugsi eg
serliga um alivinnuna, sigur
Bárður Nielsen og leggur
so aftrat, at hann eisini
metir, at innflutningurin fer
at minka.
– Vit komu frá nøkrum
árum við stagnatión, har
fólk hava havt eitt ávíst
eftirsleip. Nú hava tíðirnar
so verið góðar, og fólk hava
gjørt nakrar íløgur meiri
enn vanligt, vísir fíggjar
málaráðharrin á og sigur,
hesar íløgur fara at hasa av
næstu tíðina.
Útgjaldsskipan
ella frádráttur
Ein stórur trupulleiki við
føroyska
búskapinum
er rentustuðulin, heldur
Búskaparráðið. Teir skjóta
upp, at hesin verður avtikin
ella skerdur, tí tað er greitt,
at rentustuðulin kann ger
ast ein stór útreiðsla fyri
landskassan.
Bárður Nielsen er tó ikki
samdur í, at rentustuðulin
skal avtakast. Hann vísir á,
at tú eisini í øðrum londum
hevur rentustuðul í form av
rentufrádrátti, men munurin
har í mun til í Føroyum
er, at í Føroyum er talan
um eina beinleiðis játtan á
fíggjarlógini.
Búskaparráðið
sigur,
at tíðin er komin til, at
avdrátturin annaðhvørt má
avtakast ella minkast, og
meðan Bárður afturvísir eina
avtøku av rentustuðlinum,
so kann hann tó ikki blankt
afturvísa, at rentustuðulin
átti at minka.
Bárður er fullkomi
liga samdur
Heimsins minsti skattalætti
Ongin búskapar
politikur er í Føroym
– Nú skal eg ikki leggja Búskaparráðnum
orð í munnin, men eg haldi at frágreiðingin
hjá teimum staðfestir, at ongin
búskaparpolitikkur er í Føroyum, heldur
Høgni Hoydal.
BÚSKAPARFRÁGREIÐING
Høgni Hoydal fegnast um frágreiðingina Búskaparráðið
nú er komið við. Hann heldur, at tað hava verið alt
ov fáar atfinningarsamar røddir frammi, í mun til
gongdina í føroyska búskapinum, og tí er tað gott at
Búskaparráðið nú rópar varskó.
Høgni Hoydal sigur at tað, sum Búskaparráðið vísir á
í frágreiðingini, eru fleiri av somu tingum, sum hansara
flokkur hevur víst á, og sigur so, at landsstýrið hevur
handlað beint ímóti tí.
Høgni Hoydal nevnir skatta og avgjaldspolitikkin,
kommunubúskapin og rentustuðulin sum nøkur dømi.
Hann sigur, at tá teir hava
víst á nøkur av hesum somu
viðurskiftum, so hevur
tað bara verið skýrt and
støðutos ella grenj og tí er
tað gott, at Búskaparráðið
nú varpar ljós á nógvar
trupulleikar við føroyska
búskapinum.
– Nú skal eg ikki leggja
Búskaparráðnum
orð
í munnin, men eg haldi
at frágreiðingin hjá teim
um staðfestir, at ongin
búskaparpolitikkur er í
Føroyum, heldur Høgni
Hoydal.