hósdagur 7. desember 2006síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 7. desember 2006
11
Eftir at verða aftur í Dan
mark, eri eg vónsvikin av
tí sum fyllir so nógv, bæði
í fjølmiðlum og kjaki mill
um fólk.
Fundamentalisma
og
alt tað, ið kemur burtur
úr
fundamentalismu.
11. sept. sum vit øll minnast
sera væl, og sum hevur sett
ótta í hvørt mansbarn, hevur
nú smittað, og fer nú sum
ein herjandi umfarsjúka yvir
alt Danmark.
Eingin tosar um tað sum
er
tann
grundleggjandi
trupulleikin, men vit síggja
og hoyra í smáðum pettum.
Øll tosa um tað sínamillum,
við varsemi, fyri ikki at
verða nevndur rasistur, men
øll eru samd í, at Danmark er
komið til tað sum vit nevna
– “point of no return”.
Demokrati verður sett
spurnartekin við, hvar gong
ur markið, og hvønn skulu
vit taka atlit til.
Er tað demokrati at ansa
eftir hvat vit skulu tora at
siga?
Hvørji eru tey, vit skulu
“taka hensyn til”?
Hvør hevur skapt alla
hesa øðing? Etc.etc.
Svarið er einfalt: funda
mentalistiskir islamar. Eg
kann blíva so dansiterandi
í øðini....Hvat billar hetta
fólkið sær inn? Koma til
Danmarkar.
Fáa eina feita íbúð, og
ein góðan kekk.
Fáa útbúgving sum verð
ur goldin av landinum, fyri
so at smoyggja eina átrún
aðarliga húgvu yvir fólk
sum als ongan áhuga hevur
fyri hesum.
Áleggja fríum danskarum
at uppføra seg og hava
meiningar, sum kemur av
einari trúgv, sum islamar
sjálvir ikki megna at stýra.
Eg minnist fyri fýra árum
síðani, áðrenn eg flutti til
Føroyar, tá bardist tann
danski fólkaflokkurin sín
bardaga fyri at fáa tamarhald
á hesum trupulleika, men
ístaðin fyri at lurta, blivu
teir kallaðir rasistar.
Um val verður nú, eri eg
bangin fyri at sigurin ferð
til fólkaflokkin, tí nú síggja
øll, at hetta hevur einki við
rasismu at gera, men er ein
átrúnaðarlig støðutakan sum
er skapt av menniskjum,
og ikki av Koranini. Ein
støðutakan har muslimar
ikki halda høvdið kalt, men
blanda politik og religión
saman. Hetta er ein farligur
koktail.
Vit sóu eitt klipp frá
talibanum, ið søgdu hetta
sera klárt: at demokrati og
materalisma var rótin til alt
ónt, men teir vildu gera alt
fyri at koma hesum til lívs.
Danskarar
ganga
nú
á leistum, bangnir fyri at
traðka á tærnar hjá mus
liminum. Teir finna seg á
ókendum øki, og gerðast
lítlir og uttan integritet.
Soleiðis sum eg síggi
Danmark frá barnið av sum
nærmast kann bindast við
far til fire filmanar ella
Mortan Korck, ella ja ....
Matador ...Tað er farið...
Alt hetta, sum eg kundi
skrivað nógvar síður um,
fær meg at hugsa aftur á
tá eg seinast, fyri skjótt
trimun árum síðani flutti
aftur til Føroyar.
Eg eri sera politiskt ágrýt
in og havi altíð fylgt við
politikki, havi ikki havt
høvið at velja í Føroyum
tey nógvu seinastu árini,
tíanverri, men havi altíð
fylgt við. Serliga hesi
trý árini eg búði heima,
er myndin eg havi fingið
av tí politiska rákinum,
og málini sum hava verið
frammi, minna alt um
alt tað kensluna eg siti við
herniðri, og mangan hevur
hetta verið samtaluevni
við døgurðaborðið og tann
ræsta fiskin, heima hjá
okkum.
Áðrenn eg fór á HF vóru
mál sum: frí fosturtøka,
samkynd og frí søla av rús
drekka frammi. Føroyingar
standa í stað, og teir koma
bara ikki víðari.
Spurningurin er: Hvør
steðgar teimum? Er demo
krati í Føroyum? Eg setti
mær ofta henda spurning tá
eg var heima, og svarið er
sera einfalt, NEI.....har er
einki demokrati.
Føringurin sjálvur hevur
ikki tann fría viljan og torir
ikki at standa frítt fram,
tí antin steðgar lógin, ella
trúgvin honum, og ofta
bæði vavd saman í eitt.
Eg fái kuldaskjálvta tá eg
hoyri og síggi hesar funda
mentalistar sita og ráa í
landinum, og fólkinum, og
minnir ikki stórt um annað
enn tað vit sita í Danmark.
Alt ov ofta havi eg
eisini hoyrt um hvussu ein
eigur at uppføra seg ......
Hvat er hetta fyri nakað?
Í mun til hvat? Í mun
til politiskar meiningar,
trúgv, ella hvat grannin
sigur ella heldur, ella hvar
kemur hesin smáborgarligi
hugsunarháttur frá?
Fólkið sjálvt stendur
veikt, og er smittað av tí
politiska rákinum. Fólkið
fylgir við streyminum, uttan
at vera kritiskt í mun til hvat
gongur fyri seg, og ringast
av øllum, tey sum tora tað,
verða kveistrað burtur.
Tann
fundamentalistiski
meirilutin ræður.
Danir hava funnið útav
hesum, í tey fýra árini eg
havi verið heima. Føringar
hava ikki funnið útav hes
um enn, og berjast als ikki
ímóti. Tað gevur “stof til
eftertanke”. Hetta er ikki
tí at føringar eru seinir í
fatanini ella eru býttari enn
onnur, hetta kemst av at
teir tora ikki annað enn
at fylgja fjøldini, tí annars
verða teir varpaðir út, ikki
út av landinum, men út frá
at hava møgulleikar til at
skapa nakað.
Eg havi livað í einum
demokratiskum landi, og
hetta gevur nakrar avbjóð
ingar. Avbjóðingar sum ger
ein føran fyri at velja og
velja frá. Hendan møgu
leikan hava føringar ikki,
tí tað verður valt fyri hann
í einum hásæti sum stýrir
hvat er gott og minni gott
fyri hann, hettar minnir
um
fundamentalismu.
Synd er, at stýrið ikki hevur
tað álit á sínum borgarum,
tá borgarin hevur havt tað
álit at velja teir inn.
Synd er, at borgarin ikki
sjálvur kann finna útav
hvat er gott og minni gott
fyri hann, og torur at skapa
sína egnu meining.
Hvat er tað, teir sum
stýra eru bangin fyri?
At missa eftirlit, ella bang
ið fyri ábyrgd?
Vit vita, at við frælsi
fylgir ábyrgd fyri hvønn ein
stakan, ábyrgd fyri at velja
tað sum er gott fyri ein, og
skapar minst skaða.....
Hví tora tey sum stýra ikki
at geva tað ræði til hvønn
einstakan? Ja Føroyar er ein
kristin tjóð, men fyri mær er
tað onkur í hásætinum sum
ikki hevur lisið Bíbliuna
nóg væl, og hevur misskilt
tað at verða menniskja við
eini kristnari trúgv. Vit eru
menniskju, og í kraft av
at vit eru menniskju, eru
vit syndarar. Í Guds eygum
eru vit eins stórir syndarar.
Sum ein prestur segði so
gott og eg citeri: “tit skulu
minnast til, at kirkjan er
full av syndarum”. Tað er
akkurát tað sum vit skulu
minnast. Eingin kann døma
uttan ein, eingin politikkari
kann fortelja einum vaks
num hvat er gott og hvat
er minni gott, tí vit eru øll
syndarar, og ikki minst...
eingin politikkari kann
døma nakran, tí tað er bert
ein ið kann døma...
At tað sita nakrir politik
arar og halda seg verða Gud
í einum politiskum máli, er
ein farligur coctail. Hettar
er fundamentalisma tá hon
er vandamiklast.
Eg haldi at Føroyngar
skulu vakna. Verða kritisk
til tað sum gongur fyri seg.
Verða meira tollerantir,
og ikki minst, góðtaka tað
at ikki øll eru eins, men
seta prís uppá at vit øll
eru ymisk, soleiðis at tað
verður eitt meira litríkt land,
har hvør einstakur gerst
ríkari við tí í geyma, at
ein og hvør skal hava loyvi
til at hvíla í sær sjálvum,
uttan at grannin, trúgvin
ella politikkur seta foringar.
Tað hevur til allar tíðir verið
ein innari og ytri bardagi
hjá einum menniskja, at
taka støðu til, í hvussu stór
an mun ein skal handla
eftir egnari sannføring í
mun til at lata seg stýra av
øðrum. Hjá børnum verð
ur ofta hildið at hettar er
sera sjónligt, tá tann, ið
skilir seg út verður argaður,
meðan tann, ið tekur við
felag norminum, sleppur
at vera partur av tí “góða
felagskapinum”.
Í umrøðuni um hvør støða
skal takast til málið um
at seta kynsliga orientering
inn í lóg, tykir mær at vit
í stóran mun eru í somu
støðu. Nógv sjónarmið
verða førd fram til frama
fyri bæði ja og nei, og
ymiskt er hvat verður nýtt
sum grundarlag.
Eitt sum skal tala fyri at
taka undir við málinum, er
at okkara grannalond øll
hava framt somu broyting
og tí skula vit bara fylgja
við streyminum, fyri fram
haldandi at verða við í
“tí góða felagskapinum”.
Fleiri eru eisini áheitaninar
úr hinun norðanlondunum
um at syrgja fyri at Føroyar
fáa somu lóggávu sum
hini; annars eru vit ikki eitt
samfelag á hædd við hini.
Myndin úr skúlagarðinum
kemur fram fyri meg, har
næmingurin, ið ikki vil
gera sum “klikan” tilskilar,
verður hóttur við at verða
koyrdur út í kuldan.
Í hesum tíðum har nógv
krút verður brúkt at hálova
tolsemi og minnilutaverju,
klingar hendan “go with the
flow” hugsan eitt sindur hult.
Minnilutar í samfelagnum
skula hava ávísa serverju
fyri at tryggja teirra rætt
indi, men tá tað kemur til
okkum sum lítil tjóð, eru
somu grundgevingar ikki
galdandi.
Eitt er at harðskapshend
ingin, sum í hesum føri
eru heilagi upprunin til
at kjakið er komi fram
aftur, als ikki hevði givið
myndugleikunum
nakað
sum helst betur amboð, um
umtalaða lógarbroyting var
í gildið; eitt gott dømið uppá
hvussu líkasæl humanis
man og partur av “objek
tiva” og “public service”
jurnalistikkinum er við
hvat er rætt og skeivt, bara
so leingi tað tænir einum
ávísum endamáli.
Hitt er tann meira grund
leggjandi spurningurin, um
tað í hesum føri er rætt at
“gera sum hini” bara fyri at
“verða sum hini”.
Okkara samfelag eri ikki
nakað “paradís” á jørð í
mun til øll onnur lond, men
tað er so sanniliga heldur
ikki ein Talibanlíknadi stat
ur har m.a. homosexuell
ganga friðleys og ikki
hava nakran góðan. Hesin
sexuelli minniluti hevur,
mótsatt teimum lygnum ið
førdar eru fram, júst somu
verju í lógini sum einhvør
annar.
Ein far tó tað fatan at
málið veruliga ikki snýr
seg um at gera umstøðurnar
hjá einum bólki betur, men
heldur um at seta ein annan
bólk/land uppá pláss, tí tað
her hevur valt at fylgja eini
aðrari sannføring, ið ikki
stemmar við tað meirilutin
í okkara góðu kliku sigur.
Norðurlendsk
hagtals
árbók vísti fyri kortum, at
Føroyar á mongum økjum
eru best fyri, heldur enn
at vera “reyvin av fjórðu
deild”, sum man mangan
far fatan av. Møguliga er
grund til at spyrja hví hettar
er so? Kann tað skyldast
tey virðir vit í stóran mun
hava bygt okkara samfelag
á, men sum standa fyri at
verða skift út við virði, ið
hini grannalondini hava og
líða undir?
Eitt er vist, verður grund
arlagi skift út so koma vit
eisini at smakka avleiðing
arnar!
Skula vit vera sum øll hini?
Gunnar K
nattestad
Tó at tað hevur alt at siga
fyri eitt menniskja sum ein
stakling, at hansara trúgv
er tann rætta (sanna), er
hetta ikki so fyri eitt sam
felag. Eitt samfelag eigur
hvørki vón um ella ótta
fyri einum øðrum lívi.
Tað sum hevur týdning
fyri samfelagið er ikki, um
borgararnir hava rætta
(sanna) trúgv, men at
teir viðurkenna sær eina
trúgv.
(Alexis de Tocqueville)
Alexis de Tocqueville er
uttan iva kendasti heims
spekingurin í fólkaræðis
ligum spurningum. Her í
Evropa eru Montesqieu
og aðrir meira kendir,
men í USA kemst ikki
uttan um Tocqueville. Har
verður aftur og aftur bent
á hann, og valla nøkur
setanarrøða hjá nývaldum
forseta hevur ikki tilvísing
til hansara.
Meirilutin ræður
Kári Petersen syngur so
vísiliga í vísuni, Meirilutin
ræður:
Men – gerast fólk klók
av at fylkjast í flokk
so vóru vit bæði vísmenn,
um vit vóru nokk,
tó málfrøðin mest hevur
fávit mítt fest,
um flest merkir best ella
barasta flest.
Alexis de Tocqueville ótt
aðist eisini henda partin av
fólkaræðinum og sigur:
Moralski myndugleikin
hjá meirilutanum er part
víst grundfestur í hugs
anini, at meira vit og
vísdómur er savnaður í
einum hópi av sameindum
fólkum enn í einum ein
staklingi, og at talið av
lóggevarum hevur størri
týdning enn dygdin í teim
um.
Hann leggur afturat: at
áhugin hjá teimum mongu
verður tikin fram um tann
hjá teimum fáu.
– men nú tykir mær
ráðiligast, at vær latum
heldur ikki teir ráða, ið
grammastir vilja ganga
móti hvørjum øðrum;
men latum oss ganga
millum partarnar, so
hvør teirra fær nakað av
sínum framt og allir hava
eina lóg og ein sið. Tað
man vera satt, at um vær
slítum lógina sundur, slít
um vær og friðin.
(Torgeir løgsøgumaður
í Ara Torgilssonar Íslend
ingabók í týðing Jákups
Bergs)
Eftir hesi orð legði Tor
geir fram tað uppskot um
semju, sum menn tóku
undir við og gjørdi Ísland
kristið.
Trúliga gjørdi tað mun,
at bannað var tá kristnum
at reka handil við heidnar.
Meginparturin av Evropa
var kristnaður, og tí vóru
handilsleiðirnar hjá heid
num íslendingum skerdar;
Íslandi tørvaði eitt nú við
og korn úr Evropa.
Løgtingsins leiklutur er
ikki at ganga undan
Alexis de Tocqueville
vísir á, at tað er skeivt at
halda, at tú við lóg kann
skapa eitt nýtt samfelag.
Lógirnar verða skrivaðar
út frá tí, sum vit samdust
um í gjár, allar undan
farnar gjárdagar. Siðir og
siðvenja orða okkara lógir
– ikki øvugt.
Tað tekur ofta sína tíð hjá
løgtingi og løgtingslimum
at hoyra nóg væl, hvønn
veg tað ber í siðum og hug
burði í samfelagnum, t.e.
hjá veljarunum, og líka
ofta eru tað minnilutarnir,
ið grammastir vilja ganga
móti hvørjum øðrum, sum
løgtingslimir munu óttast
mest, serliga nú upp undir
val.
Tilgongdir í fólka
ræðinum
Kjartan
Kristiansen
Fundamentalisma tá hon er vandamest
ellen
rasmussen
viðmerkingar