Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 1

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 237 - 7. desember 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Lorensa í Selvindi 30. juni 1948 - 26.11.2006 In memoriam Nú rekur tungt um Raktanga, kalt strýkur lot um hógv, nú syrgin Selvindsbrekku ganga øll tey, sum gleddust her so nógv. Vit fata lítið langnuleik í lívsins loynda talvi, nú frúgvin fall, og styrkin sveik, og burt svann lívsins alvi. Lorensa, tú oss øllum var eitt ljós á lívsins gøtu, sum altíð okkum blíðskap bar og gylti manga løtu. So still tú lívsins lagnu tók, nú sjálv tú stóðst for happi, nú sóttin vonda mót tær ók, tú stóðst sum avrekskappi. Tú vísti oss at styrki bar í kærleiksfyltum heimi, har móðuralskur meira var, enn glóð í grúgvueimi. Tú vísti oss, at vinalag við gulli verður spunnið so við og við hvønn virknan dag, sum lívsskeið verður runnið. Tú vart so stútt og stór í sinn, so skær á tínum staði, at øll sum komu til tín inn, tey kendu vinalagið. Tú vinur okkar alra var við húsi tínum øllum, nú andi tín mót hæddum bar til heim í Himna høllum. Lorensa, vit tær siga takk for alt, tú okkum lærdi, at vinarlag títt okkum rakk, so leingi lív títt vardi. Tó hús títt enn vit eiga kært við øllum tínum kæru, har vinalag vit fingu lært við tíni góðu læru. Vit goyma teg sum dýran skatt í okkar innsta minni, og minnast teg, tá lív var lætt í tíni stovu inni Títt lív for okkum glæma er, sum ikki hvørva skal, tí øll vit siga, nú tú fer, at alt, tú var, var væl. Unna & Petur Martin Sunnudagin 3. december fylti vælkendi útisetin og tvørá­­maðurin, Bjarki Olsen 70 á­­r. Foreldrini vóru mentaði fólk, og Bjarki vaks upp í musiskt-intellektu- ellum umhvørvi. Mamman, Olga var av Tvøroyri, men hevði norskar røtur. Pápin, Já­­kup var ættaður úr Sandavá­­gi, men kom sum heilt ungur lærari at arbeiða við Tvøroyrar skúla, har hann fekk sítt lívsyrki í væl meira enn ein mansaldur. Bert 16 á­­ra gamal fór Bjarki úr sínum tryggu barnakorum við restini av kon- firmatiónspengunum og heilt feskum realprógvi sum viðføri til Noregs, og haðani á­­ cyklu víðari til Danmarkar, har hann ætlaði sær útbúgving. Hann kom næstan alt fyri eitt í læru sum radiomekanikari í Kjøpinhavn. Tað var dreymur hansara at gerast radioteknikari, - hetta eydnaðist, og hann hevur trivist óføra væl í Kjøpinhavn síðani. Hann arbeiddi á­­ heimskendu verksmiðjuni Radiometer, sum enn liggur í Emdrup í útnyrðingspartinum av Kjøpinhavn. Hann specialiseraði seg í røntgen-tólum og fekk sær so holla eftirútbúgving, bæði í Danmark og útlondum, at hann í 1966 fekk prógv sum verkfrøðingur. Kunnleiki hansara í røntgen-teknikki og aðrari elektróniskari hospitals- projektering førdi við sær, at hann fekk ein stóran part av verðini sum arbeiðsplá­­ss. Hann hevur arbeitt nógv í teimum arabisku londunum, í Amerika og ikki minst í Týsklandi, Italien og Svøríki. Eitt stutt skifti arbeiddi hann á­­ Loran-støðini á­­ Eiði. Bjarki gjørdist brá­­tt habilur heimsborgari, men globala basan bleiv við at vera Kjøpinhavn, har hann hevði sítt býli, konu og børn. Hann hevði eftir tá­­tíðar-má­­tistokki stóra inntøku og gjørdist heilt skjótt múgvandi maður. Tað er tó vandi í hvørjari vælferð. Síðst í 1970´unum fekk Bjarki á­­lvarsama sjúku, sum hann ófatuliga heroiskt hevur stríðst við síðani. Tað intensiva og krevjandi rønt- gen-arbeiðið kann vera orsøk til, at Bjarki fekk sítt heilsubrek, men í hansara lívs- ká­­ta lyndi er ikki plá­­ss fyri beiskleika, og tí hevur hann heldur ikki gramt seg um sína hørðu lagnu. Hann er ikki typan, sum fellir í fá­­tt. Í staðin fyri hevur hann við síni ótrúligu mentalu avlopsmegi rationelt analyserað og diagnosticerað sína medicinsku støðu og roynt allar hugsandi og praktiskt ótraditionellar leiðir, bæði tekniskt-kirurg- iskt, radiologiskt og kemiskt til at finna sær heilsubót. Hann er so vælkendur í danska læknaheiminum, at hann er uppá­­ fornavn við nógvar av Danmarkar allarkønastu dugnamonnum innan bæði kirurgi, radiologi og medicin. Hann hevur ligið á­­ einum ótali av donskum sjúkrahúsum, Ríkishosp- italinum, Frederiksberg hospitali, Hillerød amtssjúkrahúsi, Glostrup amtssjúkrahúsi fyri bert at nevna nøkur, og allastaðni er hann persónliga væl við yvirlæknarnar, sum fagna honum sum stinnum stríðsmanni og óvanliga stá­­lsettum sjúklingi. Hann hugtekur læknarnar við sínum seiga treiskni og stríðshuga. Teir hava viðgjørt Bjarka í so nógv á­­r, at teir næstan sleppa honum uppí sjá­­lva planleggingina av tí aktuella kurinum, og teir eru so ovfarnir av hansara analytisku tilgongd til við- gerðina, at teir beinleiðis rá­­ðføra seg við Bjarka um kompliceraði teknisk snildi í sjá­­lvari operatiónini. Hvussu ofta Bjarki tilsamans hevur verið á­­ operatiónsborðinum, veit eg ikki, men tað eru meira enn sjey á­­r síðani, at hann fortaldi, at hann, umframt aðra viðgerð, hevði verið undir skurði 17 ferðir, og hann hevur verið innlagdur ótaldar ferðir, síðani tá­­. Annars fekk Bjarki sína debut sum hospitalspatientur longu sum há­­lvvaksin smá­­drongur, tá­­ ið hann kom at liggja á­­ sjúkrahúsinum í Havn í heilar á­­tta má­­naðir, tí hann var farin í pettir, av eini hættisligari sleðuskreiðing móti einum bili í eini brattari Tvøroyrarbrekku. Kanska er tað haðani, hann hevur fingið sína mentalu styrki til seinni hospitals- avbjóðingar. Leikum fagurt á foldum… Tey lívskor, sum Bjarki hevur fingið at berjast við, høvdu fingið tey allarflestu til at missa mótið og tað sociala á­­ræðið. Men soleiðis er ikki við Bjarka - tvørturímóti. Hann hevur, líka síðani sjúkan noyddi hann burtur av arbeiðsmarknaðinum, luttikið sum andilig kempa í alskyns socialum aktivitetum, bæði donskum og føroyskum. T.d. hevur hann avrikað stórt arbeiði í meinigheitsrá­­ðnum við Brønshøj kirkju, har hann hevur verið limur í nógv á­­r. Hann hevur verið eitt av teimum allarhollastu á­­litisfólkunum í Føroyahúsinum (í køkinum, við diskin ella við dyrnar), har hann hevur hjá­­lpt til við alskyns høvi. Hann hevur eisini ofta staðið fyri musikalskum undirhaldi - hann er jú rutineraður pianistur. Hann hevur verið fastur fúsur í Neystinum, har hann enntá­­, hóast sítt heilsubrek, róði kapp við eini oldboys- manning. Seinni hevur hann luttikið dúgliga í felagsskapinum Bátsmanningini, sum heldur til í Nordhavn. Eina tíð, síðst í 90´unum kýtti hann seg sum cyklistur, t.d. cyklaði hann fleiri ferðir líka úr Brønshøj og suður til Ishøj, har Neystið liggur. ( Hetta er eitt roysni, sjá­­lvt hjá­­ heilt frískum manni..) Vertsskapsmaður og skemtari er Bjarki burturav – tá­­ ið til ber, er hann at síggja í flestu føroysku feløgum, og hann er oftast millum teir síðstu skemtararnar, sum fara til hús. Hann spælir, hann syngur og skemtar til síðsta mann. Honum dá­­mar eisini væl at ferðast, ikki minst til europeiskar stórbýir, og hann veit eina ótrúliga rúgvu av kultursøgu úr flestu europeisku metropolum. Føroyingafelag skipaði síðst í 90´unum fyri eini ferð til Berlin – har var Bjarki millum teir fremstu, sum minutiøst granskaðu tann dynamiska týska høvuðs- staðin. Á Potsdamer Platz, sum tá­­ enn var eitt risastórt byggiplá­­ss, var Bjarki ovast uppi í einum av teimum fyribils sýnistornunum og setti føroyskan trumf á­­ við at fá­­a sær turran fisk og spik høgt omanfyri tað centrala Berlin. Í tí elegantu salonini í Grand hotel á­­ Friedrichsstrasse setti hann seg beinan- vegin við flyglið at undirhalda, og varð sera væl fagnaður. Òførur frá­­søgumaður er Bjarki eisini. Tað gav at bíta, tá­­ ið hann í Føroyahúsinum stutt eftir nýggjá­­r í 2001 greiddi frá­­ sínum turbulenta og spennandi lívi. Fólk roknaðu við einum fyrilestri uppá­­ smá­­ trý korter – men tá­­ ið meira enn tríggir tímar vóru farnir, sótu vit enn sum undir lestri, og eingin vildi heim. Hann endaði kvøldið við eminentum klaverspælið. Slíkt er lívskunstur!. Tað var m.a. tá­­, hann fortaldi um tann sjá­­ldsama hugnaliga býin Freiburg, har hann búði og arbeiddi í fleiri umførum. Honum dá­­mdi stakvæl býin og gloymdi aldri hesa kulturperlu við Ríná­­nna. Viðhvørt á­­t hann eksklusivan døgurða fronsku megin Rhinen í býnum Colmar, men annars fekk hann sær ta andiligu føðina týsku megin á­­nna í sjá­­lvum Freiburg. Henda býin hevur hann ofta vitjað seinni av nostalgiskum grundum sum vitalur globetrottari. At ferðast er at liva, helt H.C.Andersen fyri og Bjarki vil liva, ikki bara yvirliva; tí ferðast hann so dúgliga. Líka síðani hann sum bara trett- an á­­ra gamal spældi swing, jitterbug og jazz (við serligari dispensatión frá­­ Elgerdu Jacobsen í skúlanum) til dansin í Tvøroyrar klubba, og til hann nú spælir skikkiligar jólasá­­lmar í Føroyahúsinum, so hevur Bjarki altíð verið tann alfúsi entertainarin og tann passioneraði veitslumaðurin. Eingin kann belæra Bjarka um lívskvalitet. Hann hevur ríkað tað sociala lívið hjá­­ útisetum, og vit hava øll lært ótrúliga nógv av honum. Tvøroyrar bygd kann vera errin av at hava fostrað slíkan úrmæling. Bjarki dugir nógv betri enn tey allarflestu at liva eftir devisuni: Leikum fagurt á foldum – eingin treður dans­in undir moldum! Hjartaliga tillukku! Virgar T. Dalsgaard Birgur og lívsknáur útiseti farin um hálvfjers Alroyndur kosmopolittur