leygardagur 10. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
BÓKAÚTGÁVA
Eirikur Lindenskov
Forlagið Grønhólmur í Sør-
vági gav í gjár út bókina
Aldanna Børn eftir Ólav í
Beiti, rithøvund.
Bókin er partvís eitt
greinasavn, har høvundurin
endurprentar ymsar við-
merkingar, hann hevur havt
í bløðunum, Sosialinum og
Dimmalætting.
Men hví heitið »Aldanna
børn«?
– Eg havi livað í tveimum
øldum, og tí havi eg valt
felirtalsformin,
Aldanna
børn, sigur Ólavur í Beiti.
Hann heldur sjálvur, at tað
er ringt at seta bókina í
ávísan bólk.
– Talan er hvørki um
skaldsøgu, stuttsøgusavn
ella um yrkingasavn. Men
vit kunnu siga, at hetta er
seianasta bókin í eini trilog,
har eg viðgeri sama evni,
sigur hann.
Ólavur í Beiti gav í 1998
út bókina »Til kærleikin
meg skilir«, í 1999 bókina
»Sangur einliga pápans«.
Hendan bókin, Aldanna
børn, er endin, har høvund-
urin m. a. vísir, hvussu
onkrir av trupulleikinum,
sum viðgjørdir vóru í hin-
um bókunum, vórðu loystir.
– Eg havi m. a. viðgjørt
trupulleikan hjá einligum
pápum, hvussu skerd rætt-
indi teir hava, og at lógar-
verkið, sum beinleiðis kúg-
ar pápan, er frá 20’unum. Í
hesi bókini kann eg fortelja
fólki, at eg nú eri pápi á
pappírinum eisini, sigur
høvundurin.
Ólavur í Beiti er føddur í
1952. Umframt at hava
skrivað fleiri bøkur, hevur
hann eisini starvast sum
blaðmaður í mong ár.
Av
verkum
hansara
kunnu nevnast søgusøvnini
»Einaferð«, »røkun Snar-
ljós og hennara dýrabæra
ogn« og »Losi tann Fyrsti«
og skaldsøgurnar »Eitt slag
av tíð« og »Tá ið tú kem-
ur«, sum eisini er komin út
á donskum.
Bókin, Aldanna Børn, er
prentað á Dimmalætting,
og Helge Justinussen hevur
heft.
Mentanargrunnur
Landsins og Fjølrit hava
stuðlað útgávuni.
Bókin er góðar 150 blað-
síður og kostar 180 krónur í
bókabúðunum.
– Uppskotið er ikki
væl greitt úr hondum
av Vinnumálastýr-
inum, tí verða nógvar
broytingar og tær
flestu koma frá lands-
stýrismanninum
sjálvum, sigur Heini
O. Heinesen, for-
maður í vinnunevnd-
ini
BARSILSLØN
Turið Kjølbro
Viðgerðin av uppskotinum
um nýggja barsilsskipan er
um at verða liðug í vinnu-
nevndini, ávegis álit er
skrivað og á næsta fundi í
nevndini, sum verður hós-
dagin í komandi viku, verð-
ur uppskotið sent í løg-
tingið. Greitt er longu, at
skipanin ikki fær gildi frá
1. apríl sum ætlað, men frá
1. juni, og greitt er eisini, at
broytingarnar
í
uppskotinum verða nógvar.
Flestu broytingarnar koma
frá landsstýrismanninum í
arbeiðsmarknaðarmálum,
Bjarna
Djurholm,
sum
sjálvur hevur lagt upp-
skotið fram.
– Uppskotið er ikki væl
greitt úr hondum av Vinnu-
málastýrinum.
Nógvar
størri og smærri broytingar
eru gjørdar. At dagfesting-
in, tá ið skipanin skal koma
í gildi, er flutt, er ikki av
okkara ávum, men eftir
ynski frá landsstýrismann-
inum í vinnumálum. Nøkur
viðurskifti verða ikki klár
fyrr enn tá, sigur Heini O.
Heinesen,
formaður
í
vinnunevndini.
Ein av broytingunum í
álitinum verður í grein 11,
sum sigur, at rætturin til
barsilspening er treytaður
av, at móttakarin í minst
seks mánaðir innan teir
síðstu
12
mánaðirnar
áðrenn fráverutíðarskeiðið
hevur havt so mikið av
arbeiði, at inntøkan í hesum
tíðarskeiði hevur verið 10
prosent av lønini sambært
sáttmála millum Føroya
Arbeiðsgevara og Føroya
Arbeiðarafelag.
– Vinnunevndin mælir til,
at hendan greinin fellur
burtur, tí hon gevur onga
meining, sigur Heini O.
Heinesen.
Undir fyrstu viðgerð av
uppskotinum á tingi, høvdu
nógv tingfólk á orði, at
heimaarbeiðandi kvinnur
eisini eiga at verða fataðar
av lógini.
– Hesar kunnu tekna sær
eina trygging á sama hátt
sum tær hava kunnað gjørt
tað sambært dagpeninga-
lógini. Tær fáa tískil í mun
til tað tær gjalda. Hendan
møguleikan hava heima-
arbeiðandi kvinnur eisini í
dag, men sum eg havi skilt
verður hann ikki nógv
brúktur, sigur Heini O.
Heinesen.
Tað verður ein samd
nevnd, sum skrivar undir
álitið um nýggja barsils-
skipan.
Nevndin
hevur
viðgjørt uppskotið í slakar
tveir mánaðir, og nógv fólk
hava verið innkallað.
Nú uppskotið er á gáttini
og tá ið hugsað verður um,
hvussu leingi hevur verið
bíðað eftir einum barns-
burðargrunni galdandi fyri
allar kvinnur á arbeiðs-
marknaðinum, er bara at
vóna, at eitt nýval ikki for-
purrar alt. Tí verður nýval,
fellur uppskotið burtur....
Barsilsgrunnurin útsettur
Nýggja barsilsskipanin kemur eftir øllum at døma í gildi 1. juni í ár
Myndin er tilvildarliga vald
Aldanna børn
»Aldanna Børn« er seinasta
bókin í trilogi hjá Ólavi í
Beiti. Høvnundurin hevur
sjálvur málað premu-
myndina
MENTAN
Birgir Kruse
Oddfríður Marni Rasmus-
sen verður formaður í
nýggju starvsnevndini í
Listafólkasambandi Før-
oya, LISA. Hinir nevndar-
limirnir eru Jenny Petersen
og
Jens
Frederiksen.
Nýggjur skrivari í sam-
bandinum
er
Súsanna
Holm
Hósdagin legði gamla
nevndin í LISA frá sær og
hin nýggja tók við. Eisini
nýggi skrivarin varð kunn-
gjørdur. Tað er 43 ára
gamla Súsanna Holm, sum
er útbúgvin pedagogur,
men í løtuni lesur hug-
myndasøgu. Hon avloysir
Maluna Johannesen.
Hóast lesturin er knýttur
at lærda háskúlanum í
Århus, býr Súsanna í
Kvívík og ferðast ímillum.
Bæði Havnina, har nýggja
uppgávan hjá Listafólka-
sambandinum verður røkt í
Djónastovu
yviri
við
Strond, og so Århus, har
hugmyndasøguligi lesnað-
urin gongur á fjórða árið.
Jórun takkar fyri seg
Jórun í Dali, sum hevur
verið virkin í LISA síðani
sambandið bleiv til fyri 19
árum síðani, takkaði á tíð-
indafundi hósdagin fyri seg
og ynskt nýggju nevndini
og nýggja skrivaranum
góðan byr. Afturat at henni
sótu Brandur Øssursson og
Sharon Weiss í fráfarnu
nevndini, meðan Malan
Johannessen var skrivari.
Sum fráfarandi formaður
vildi Jórum vísa á, at
nýggja nevdin kemur til
nýggja skrivstovu, nýggjan
skrivara og nýggja heima-
síðu. «Stóra uppgávan er, at
gera sambandið sjónligt«,
sigur Jórun. «Farna skeiði
hava vit brúkt mestu tíðina
uppá Listafólkastevnuna,
sum skal verða í august og
so at arbeiða við upphavs-
rættindum og skattligum
viðurksiftum hjá listafólki.
Eisini hava vit í ein ávísan
mun verið við í arbeiðnum
kring sonevndu Bryggjuna
í Keypmannahavn«, segði
Jórun í Dali fráfarandi
formaður, sum ynskt, at
nýggja nevndin varð væl
móttikin og at hon somu-
leiðis fær eina góða byrjan.
Nýggi formaðurin
Eftir hesi orð kunngjørdi
Jórun nýggja formannin.
Ikki óvæntað gjørdist tað
Oddfríður
Marni
Ras-
mussen, rithøvundur. Hann
er 32 ára gamal og ættaður
heiman av Sandi. Hinir
nevndarlimirnir eru Jenny
Petersen, sum er 39 ára
gomul og ættað úr Havn og
Jens Frederiksen, sum er 45
ára gamal og ættaður úr
Danmark.
Nývalda nevndin umboð-
ar Rithøvundafelag Føroya,
Leikarafelag Føroya og
Felagið føroysk Myndlista-
fólk. Tilsamans níggju fe-
løg eru limir í LISA. Tey
níggju limafeløgini fevna
um eini 2000 listafólk.
Fyrsta uppgávan, sum
nývalda starvsnevndin fær,
er at gera av hvussu leingi
tey skulu sita. Við tað, at øll
nevndin er nývald, skulu
tey eftir reglugerðini semj-
ast um, hvør skal sita í eitt
ár og tvey ár. Bert ein av
teimum trimum nevnd-
arlimunum hevur rætt at
sita í tvey ár, meðan hinir
báðir
nevndarlimirnar
skulu sita í eitt ár. Hvør
verður hvør, verður upp til
nevndina at avgera.
Men sínamillum eru tey
trý nývaldu vorðin samd
um, at Oddfríður verður
formaðurin. «Vit hava eitt
megnar
arbeiði
fyri
framman« segði formaður-
in eftir at hava takka fyri
álitið.
Hvør er mentunarliga
støðan?
Hann
undirstrikaði,
at
nývalda nevndin, saman
við fráfarnu nevndin, fer at
seta seg inn í øll viðurskifti
hjá Listafólkasambandin-
um og miðvíst arbeiða víð-
ari við upphavsrættindum
og skatta- og eftirlønar-
virðurskiftum hjá listafólki.
»Eisini fara vit at hyggja í
mentunarálitið hjá lands-
stýrismanninum frá 1996
og staðfesta, hvør støðan er.
Gera status, soleiðis mentu-
narliga og kann eftir,
hvussu og um mentanin
man hava flutt seg hesi
árini« segði Oddfríður um
ætlaða virksemið hjá ný-
valdu nevndini.
Nývaldi
formaðurin
nevndi eisini ætlanir um
eina mentunarliga heima-
síðu eftir írskum mynstri og
harafturat ætlar nýggja
nevndin
at
skipa
fyri
almennum tiltøkum, har
listagreinir kunnu saman-
tvinnast í størri mun enn
higartil. «Eitt nú sum
Myndlistafelagið
ger
í
Listaskálanum í hesum
døgum, at samantvinna
teirra list við tónlistina, har
Aldubáran spælir nýggjan
føroyskan tónleik afturvið
Várframsýningini á hvørj-
um ári« siga tey trý sum við
ein munn - Oddfríður,
Jenny og Jens. Jú, nevndin
tykist virkisfús og tørvar
ikki hugskot.
Frá náði til starvsløn
Spurd um korini hjá før-
oyskum listafólki eru batn-
aði hetta skjótt tjúgu ára
skeiði LISA hevur verið til,
svarar fráfarandi formað-
urin Jórun í Dali, at tað er
hon ikki í iva um «Men vit
gera tað ikki einsamøll.
Men í samstarvi. Eitt nú við
nevndarsessum, har sjónar-
mið okkara stútt og støðugt
verða hildin fram, til dømis
í Mentunargrunni Land-
sins, sum nú kann lata lista-
fólk fáa trý ára starvsløn«
sigur Jórun og skoytir uppí
«Fyrr kundu listafólk av
náði fá tríggjar mánaðir at
gera eitt verk liðugt. Í dag
kunnu tey fáa trý ár – bara
til at arbeiða í. Tað er eitt
risa framstig og ein av-
gerandi hugbursbroyting«
sigur Jórun, sum tó eins og
fráfarni skrivarin, leggur
afturat, at einki verður gjørt
av Listafólkasambandinum
einsamøllum. Alt krevst
verða gjørt í felag. Men
onkur má halda loganum
brennandi, siga tær báðar,
Malan og Jórun. «Tað er
stóra uppgávan hjá LISA,
ið sum ongan ting kundi
farið fyri bakka, herfyri,
høvdu vit ikki havt bara
nakrar eldsálir« leggja tær
afturat.
Sosialurin ynskir ný-
valdu
starvsnevndini
í
Listafólkasambandi Føroya
tillukku og góða eydnu
framyvir, so vit sum frá líð-
ur, kanska fáa ein orðaðan
mentanarpolitikk, so sum
tiltikna samgonguskjalið
leingi hevur sagt. Hvør
veit.
Oddfríður formaður
Nývalda starvsnevndin í Listasambandi Føroya er frá vinstru Jens Frederiksen 45 ár og umboðandi Felagið føroysk
Myndlistafólk, Oddfríður Marni Rasmussen, 32 ár og umboðandi Rithøvundafelag Føroya og Jenny Petersen 39 ár, umboðandi
Leikarafelag Føroya. Longst til høgru er nýggju skrivarin Súsanna Holm, sum er 43 ár og lesur hugmyndasøgu
Mynd: Jens K. Vang
Fráfarna og nývalda
starvsnevndin í LISA:
Nývald eru Oddfríður Marni
Rasmussen, Jenny Petersen
og Jens Frederiksen. Fráfarna
nevndin er Jórun í Dali,
Brandur Øssursson og
Sharon Weiss, sum ikki er við
á myndini. Fráfarni
skrivarin er Malan
Johannessen og í hennara
stað kemur Súsanna Holm
Mynd: Jens K. Vang
Nr. 49 - 10. mars 2001
5
4
Nr. 49 - 10. mars 2001
gult cyan magenta svart
Avène tilbúningarnir innihalda vatn úr keldu, sum liggur í lítla býnum Avène í suður
Fraklandi. AVÈNE tilbúningarnir finnast til alla húð: Vanliga húð, turra og vætufátæka húð,
unga, trupla húð, til ovurviðkvæma og viðkvæma húð, umframt til eygu, varrar og kropp.
Kelduvatnið inniheldur rættiliga nógv kisel og smáverulívfrøðilig evni.
Lise-Lotte, serfrøðingur frá Pierre Fabre, verður at hitta á apotekinum í Tórshavn
mánadagin 12. mars og týsdagin 13. mars og
í Apoteksútsøluni í Runavík mikudagin 14. mars og hósdagin 15. mars.
Tjaldurs Apotek - R. C. Effersøesgøta 31 - 100 Tórshavn - Tlf. 341100