leygardagur 10. mars 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Samgongan er nú
samd um ein leist
fram móti føroyskum
fullveldi. Klokkan
tvey fríggjanáttina
skrivaðu leiðararnir
fyri teir tríggir
samgonguflokkarnar
undir eina avtalu um
eitt uppskot til
samtyktar um at
yvirtaka eftir føstum
leisti
SAMGONGUSEMJA
John Johannessen
Einki lógaruppskot um
bundnan
sjálvstýrisleist
kemur fyri løgtingið frá
sitandi landsstýri.
Hetta
er
úrslitið
av
drúgvu telvingini millum
teir tríggjar samgongu-
flokkarnar, ið hevur verið
síðani løgmaður á sam-
gongufundi
fríggjadagin
23. februar boðaði hinum
samgonguflokkunum frá, at
hann ikki longur tók undir
við, at fólkaatkvøða skuldi
vera um eitt lógaruppskot
um ein bundnan sjálvstýris-
leist fram móti fullveld-
inum.
Kortini fastur leistur
Fríggjanáttina klokkan tvey
skrivaðu Anfinn Kallsberg,
Høgni Hoydal og Helena
Dam á Neystabø undir eina
avtalu um at leggja fyri
tingið eitt uppskot til sam-
tyktar um at heita á lands-
stýrið at fylgja einum føst-
um sjálvstýrisleisti.
Eitt slíkt uppskot er ikki
bindandi,
men
áleggur
kortini landsstýrinum eina
ávísa skyldu, tá ein meiri-
luti í tinginum við uppskot-
inum heitir á landsstýrið at
fremja eina ætlan.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í sjálvstýrismálum,
var longu liðugur við
nýggja uppskotið í gjár, og
varð tað tí eisini borið Løg-
tingsskrivstovuni í gjár.
Innihaldið í uppskotinum er
nærum tað sama, sum tað
var í lógaruppskotinum,
sum skuldi samtykkjast við
fólkaatkvøðu 26. mai.
Nýggja semjan leggur
upp til, at øll málsøki uttan
ríkismál, skulu yvirtakast
eftir einari fastari ætlan
fram til 2012. Tá øll máls-
øki eru yvirtikin og ongar
búskaparligar bindingar eru
millum Føroyar og Dan-
mark skal síðani fólkaat-
kvøða vera um føroyskt
fullveldi.
Byrja beinan vegin
Samgongan miðar í nýggju
semjuni eftir, at tað beinan
vegin skal farast í gongd
við at yvirtaka. Ætlanin er,
at heili tíggju málsøki skulu
vera yvirtikin longu áðrenn
1. januar 2002. Hesi máls-
øki eru fólkakirkjan, skúla-
mál, revsirættarmál, per-
sónsrættarmál, húsfólka-
rættarmál, arvarættarmál,
fíggjarrættarmál, havum-
hvørvisvernd, Íleggingar-
grunnurin fyri Føroyar og
Vága Floghavn.
Løgverja, gjaldoyramál,
peningamál, fíggingarvirk-
semi, sjóvinnumál, flog-
ferðslumál, korlegging og
fjarskiftismál skulu undir
føroyskt málsræði innan
2006, og innan 2008 skulu
tilbúgving og heilsumál
vera yvirtikin.
Samgongan
ætlar,
at
danska ríkisveitingin skal
minkast burt stig fyri stig
eftir einari fastari ætlan.
Men longu 1. januar í 2002
skal blokkstuðulin minka
300 milliónir krónur, sum
er ein triðjingur av blokkin-
um. Hesum er andstøðu-
leiðarin Jóannes Eides-
gaard hart ímóti. Hann
skýrir tað beinleiðis óseri-
øst. Men teir tríggir sam-
gonguleiðararnir
halda
hetta vera ábyrgdarfult, tí
føroyski búskapurin tolir
tað væl.
Ætlanin er, at ein búskap-
argrunnur skal setast á
stovn, sum skal tryggja ein
sjálvberandi búskap.
Ásanna
sjálvsavgerðarrættin
Ein av ósemjunum í sam-
gongustríðnum, sum hevur
leikað á seinastu tíðina, var,
um løgtingið skuldi stað-
festa, at Føroyar hava
sjálvsavgerðarrætt.
Eitt
slíkt uppskot vildi Fólka-
flokkurin ikki hava fyri
tingið.
Men samgongan er nú
vorðin samd um, at upp-
skotið til samtyktar skal
byrja við, at løgtingið
ásannar, at føroyingar hava
sjálvsavgerðarrætt. Tískil
samtykkir løgtingið ikki
sjálvsavgerðarrættin, men
staðfestir hann sum eina
sjálvfylgju.
Nýggi leisturin hjá sam-
gonguni kemur helst fyri
tingið einaferð í næstu
viku.
Samgongan er samd
Teir tríggir
samgonguleiðararnir eru
nú vorðnir samdir um ein
sjálvstýrisleist, ið líkist
nógv tí, sum boðaður varð
frá 1. februar
Nr. 49 - 10. mars 2001
7
6
Nr. 49 - 10. mars 2001
CARNIVAL
2.9 Dohc Turbo-Diesel
16 V, 126 HK, 5 hurðar
3 ára garanti/100.000 km. garanti
Dupult airbag, ABS, servostýring,
sentrallás, startsperra, elrútar í fram-
hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl,
miðsetur, sum kunnu vendast og flytast
aftur og fram við borðum, koyrisetrið
kann setast í 8 ymiskar støður, rattið
kann flytast upp og niður, nakkastuðlar,
sum kunnu stillast og takast burtur,
lesiljós , kúfangarar / spegl í sama liti
sum bilurin, skinnarar á takinum v.m.
Rætti bilurin til mong endamál.
–Pláss fyri 7 fólkum og hópin av
viðføri. Fæst eisini við aut. gearum.
J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 310600
Sosialurin - 311820
Multibilurin
til einhvørja loysn
ROYN HENDAN
SERA VÆLUMTØKTA BILIN
Størstur í síni stødd – við størsta
dieselmotori – til besta prísin
Størstur í síni stødd – við størsta
dieselmotori – til besta prísin
Familju -
camping -
firmabilur-
og sum
Taxa
EINANS
239.800,-
Fæst eisini sum vøruvognur
198.800,-
EINANS
<<< Nakrir eftir til gamlan prís >>>
– Tey, sum fara í
barnsburðarfarloyvi,
mugu fáa so mikið
útgoldið, at tey fáa
lívbjargað sær, sigur
forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag
BARNSBURÐAR-
GRUNNUR
Áki Bertholdsen
– Hetta er ikki annað enn
ein skattalætti til tey hægst-
løntu.
Tað
heldur
Ingeborg
Vinther, forkvinnaí Føroya
Arbeiðarafelag um ætlan-
ina at broyta barnsburðar-
grunnin.
Í ársfrágreiðingini, sum
hon legði fyri aðalfundin
hjá felagnum í gjár, vísti
hon á, at í løtuni er tað
dagpeningalógin , sum
m.a. er grundarlagið undir
teimum veitingum, sum
tey fáa, ið eru í barnsburð-
arfarloyvi.
– Hetta verður fíggjað
um skattin, soleiðis at tey,
sum hava størstu inntøk-
una, gjalda meira til hesa
skipan, enn tey, sum hava
lægri inntøku.
Ingeborg Vinther helt, at
hetta er ein skilagóð skip-
an, men kortini tekur Før-
oya Arbeiðarafelag undir
við at dagføra lógina, so-
leiðis at tey, sum eru í
barnsburðarfarloyvi, fáa so
mikið útgoldið, at tey
megna at lívbjarga sær
fíggjarliga, hóast tey ikki
fáa røkt arbeiði sítt.
– Nú hevur so samgong-
an lagt uppskot fyri tingið
um nýggja lóg um veitingar
í sambandi við barnsburð. –
Men men hetta er eitt lógar-
uppskot, sum leggur upp til
eina heilt aðra skipan, har
løntakarin
sjálvur
skal
gjalda stóran part av út-
reiðslunum
til
henda
barnsburðargrunn. Og utt-
an mun til inntøku skulu
allir løntakarar gjalda sama
prosentgjald av lønini í
grunnin.
– Hetta merkir, at tann, ið
hevur eina ársinntøku upp á
800.000 krónur skal gjalda
sama prosent til grunnin,
sum tann, ið hevur 180.000
krónur í ársinntøku.
Ingeborg Vinther sigur, at
sum skattaskipanin og dag-
peningalógin nu eru, rindar
tann, sum hevur 800.000
krónur í ársinntøku lutfals-
liga størri part av inntøku
síni í skatti til t.d. at gjalda
dagpening við, enn tann við
lægri lønum.
– Við tí nýggja lógarupp-
skotinum, leggur samgong-
an tí í veruleikanum upp til
ein skattalætta fyri tey
hægstløntu, tí nú sleppa tey
frá at gjalda lutfalsliga
størri part av útreiðslunum
til veitingar í sambandi við
barnsburð.
– Lógaruppskotið leggur
harafturat upp til, at tey,
sum hava upp 35.000
krónur í mánaðarløn, skulu
hava fult endurgjald, tá tey
fara í barnsburðarfarloyvi,
og hetta kann ikki annað
enn undra vanliga løntakar-
an, tá ið vit samstundis
síggja, at tey arbeiðsleysu
bert kunnu fáa upp til 80%
av einari vanligari arbeiðs-
mannaløn, sigur Ingeborg
Vinther í ársfrágreiðingini.
Skattalætti til tey hægstløntu
– Uppskotið, sum samgongan hevur lagt fyri tingið um barnsburðargrunn, er ikki annað enn ein skattlætti til tey hægstløntu
sigur Ingeborg Vinther. Á aðalfundi í Føroya Arbeiðarafelag í gjár, legði hon ársfrágreiðingina fram
Mynd: Jens K. Vang
Peter Duetoft úr CD
og Pia Larsen úr
Vinstra halda tað vera
trupult at fylgja við í
skiftandi útspælun-
um frá landsstýrinum
eftirhondini. Peter
Duetoft heldur ikki,
at landsstýrið hevur
broytt kós í mun til
upprunaligu ætlan-
ina, meðan Pia Larsen
heldur, at hendan
kósin er meira hóvlig.
SAMGONGU-
AVTALAN
Magnus Dam,
Keypmannahavn
– Eftirhondini halda eg, tað
er vorðið trupult at fylgja
við í føroyskum politikki.
Tað er fyrsta viðmerkingin
hjá Peter Duetoft, formanni
í Føroya-nevndini, til upp-
skotið, sum landsstýrið nú
hevur lagt á borðið.
Hann var ein teirra, sum
ikki lat serliga væl at ætlan-
ini hjá landsstýrinum um at
halda eina fólkaatkvøðu 26.
mai, tí eingin avtala liggur
á borðinum millum lands-
stýrið og stjórnina. Og eins
og flestallir av hinum
politikarunum á Christians-
borg hevur Peter Duetoft
tikið undir við einari fýra
ára skiftistíð, um Føroyar
fara úr ríkinum.
Uttan at kenna allar smá-
lutirnar í nýggjasta upp-
skotinum, so heldur Peter
Duetoft ikki, at landsstýrið
hevur flutt seg serliga langt
frá upprunaligu ætlanini
um fullveldi.
– Í mínum eygum eru vit
nú aftur í einari støðu, har
landsstýrið ynskir at sam-
ráðast um fullveldi. Og har
hava vit higartil sagt, at
skiftistíðin verður fýra ár,
sigur Peter Duetoft og letur
skilja, at nýggja ætlanin hjá
landsstýrinum helst ikki fer
at broyta uppá hesa støð-
una.
Peter Duetoft heftir seg
við, at talan er um eina full-
veldisætlan, og at ætlanin
er einaferð í framtíðini at
hava eina fólkaatkvøðu um
fullveldi. Tað er hetta, sum
nívir hann. Ynski um full-
veldi verður ballað inn í
nakrar orðingar um yvir-
tøkur og um at minka
blokkstuðulin eftir einari
skipaðari ætlan.
– Málið er framvegis
fullveldi, staðfestir Peter
Duetoft. Spurdur, um før-
oyingar als ikki skulu hugsa
um fullveldi, sigur hann, at
sjálvandi skulu føroyingar
tað.
– Men mann skal siga
tað, sum tað er, sigur for-
maðurin í Føroya-nevndini.
Hann fer nú at kalla saman
til fundar í Føroya-nevndini
og heita á danska forsætis-
ráðharran um at greiða frá
nýggja
útspælinum
frá
landsstýrinum. Hesin fund-
urin verður helst síðst í
næstu viku ella í aðru viku.
Nyrup ikki at hitta
Sosialurin royndir at fáa
eina viðmerking frá danska
forsætisráðharranum
til
útspælið frá landsstýrinum,
men forsætisráðharrin var
upptikin, og hetta eydnaðist
tískil ikki.
Higartil er tað Nyrup,
sum hevur fingið skyldina
fyri, at allar ætlanirnar hjá
landsstýrinum eru koll-
sigldar, og tað verður helst
hann, sum einaferð seinni í
ár skal samráðast við
landsstýrið um at minka
blokkstuðulin og yvirtaka
málsøkini, sum ætlanin er
at yvirtaka 1. januar. Tað
verður helst eingin trupul-
leiki at gera eina avtalu um,
at
blokkstuðulin
skal
minka, men spurningurin
er, hvussu nógv ár fram í
tíðina,
hendan
avtalan
røkkur.
Meira hóvlig kós
Og spurningum eru tað
ovmikið av, heldur Pia
Larsen úr Vinstra, sum
eisini er limur í Føroya-
nevndini.
– Talan er um eitt upp-
skot til samtyktar, og tað
bindir ikki komandi lands-
stýri meira enn so, at
ætlanin kann broytast aftur.
Eingin veit, hvør situr í
landsstýrinum aftana eitt
komandi løgtingsval. Ynsk-
ir tað landsstýrið at halda
fram við ætlanunum at
minka blokkin, og tekur tað
landsstýrið yvirhøvur undir
við hesari ætlanini, sum nú
liggur á borðinum, spyr
hon.
– Tað eru so nógvir
ógreiðir lutir í hesum, sigur
Pia Larsen, sum kortini
heldur, at uppskotið í fyrstu
atløgu tykist meira hóvligt
enn
uppskotið
frá
1.
februar.
– Sum eg dugi at síggja
tað, roynir landsstýrið nú at
venda aftur til tær sam-
ráðingarnar, sum vóru mill-
um føroysk og donsk em-
bætisfólk um at broyta
heimastýrislógina og gera
tað lættari at yvirtaka máls-
øki. Tað er positivt, heldur
hon.
Meðan Peter Duetoft
heldur, at landsstýrið við
hesari ætlanini heldur fram
við beinari kós móti full-
veldinum, heldur Pia Lar-
sen altso, at talan er um
eina samráðingarkós innan-
fyri ríkisfelagsskapin.
Tey bæði gera kortini
vart við, at tað ikki ber til at
taka eina endaliga støðu
fyri ella ímóti ætlanini,
fyrrenn Føroya-nevndin er
kunnað um hana.
Trupult at fylgja við
Peter Duetoft, formaður í Føroya-nevndini