leygardagur 10. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Hesi seinastu árini
er ikki ein tann ein-
asta lóg, ið kann vera
verkafólkinum at
frama, samtykt á
Føroya Løgting, sigur
Ingeborg Vinther,
forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag í
ársfrágreiðingini til
aðalfundin í gjár
ILLVILJI
Áki Bertholdsen
– Hesi seinastu árini er ikki
ein tann einasta lóg, ið
kann vera verkafólkinum at
frama, samtykt á Føroya
Løgtingi.
So bersøgin er Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag í ársfrá-
greiðingini, sum hon legði
fyri aðalfundin í gjár.
Hon vísti á, at tað er
uppgávan hjá einum og
hvørjum fakfelag at fylgja
væl við og tala at, tá ið
førdi politikkurin ger lívs-
umstøðurnar hjá løntakar-
unum verri.
– Limirnir í fakfeløgun-
um hava sum vera man
ymiska politiska áskoðan,
og tí eiga fakfelagsleiðslur-
nar ikki at taka dagar ímill-
um, hvørjir politisku
flokkarnir eru, sum mynda
tær ymisku landsstýrissam-
gongurnar, tí tað er í øllum
førum skyldan hjá fak-
felagsleiðslunum at vísa á
skeivleikarnar í førda poli-
tikkinum.
Hon helt eisini, at tað er
sera umráðandi, at fakfe-
løgini nýta demokratiska
rætt sín til at tala at, tá
politisku ella umsitingar-
ligu myndugleikarnir ikki
tykjast at hava áhugamálini
hjá vanliga løntakaranum í
huga, tá lógir verða sam-
tyktar ella kunngerðir verða
settar í verk.
Stutt sagt segði hon, at
øll fakfelagsfólk munnu
helst ásanna, at neyvan
nakrantíð hava so nógvar
ósemjur verið á føroyska
arbeiðsmarknaðinum, sum
undir hesari samgonguni.
– Tað hevur víst seg, at
Fíggjarmálastýrið og lønar-
deildin ikki hava víst hegni
ella vilja til at gera semju
við fakfeløgini, og hetta er
uttan iva høvuðsorsøkin til
tann ruðuleika, sum hevur
valdað á arbeiðsmarknaðin-
um ein stóran part av tíðini,
síðan samgongan tók við.
Hon nevndi síðani fleiri
dømi um, har hon helt, at
førdi politikkurin gekk
ímóti áhugamálunum hjá
vanliga løntakaranum.
– Við dagpeningaskipan-
ini hevur eingin vilji verið
at fáa karensdagarnar burt-
ur, sjálvt um tað var laga-
manni at gera og kravdi
mest sum bert eitt penna-
strok. Men fyri tey alment
løntu var tað eingin trupul-
leiki og einki hóvasták.
Men tá tað kom til tey
tímaløntu og onnur, ið
koma undir dagpeninga-
skipanina, bar einki til. Tá
ikki allir borgarar verða
javnsettir mótvegis lógini,
má tað sigast at vera berur
illvilji, og vit kunnu ikki
sum fakfelag góðtaka slíkt,
sigur Ingeborg Vinther.
Rópa varskó
Hon helt eisini, at tað vóru
allar orsøkir til at rópa
varskó í málinum um Brim-
il.
Skipið var liðugt bygt í
fjør heyst, men Fíggjar-
málastýrið hevði tá ikki
megnað at fingið í lag
sáttmála við manningar-
feløgini, og tí hevur Brimil
ligið í Noregi í fleiri
mánaðir.
– Í staðin fyri at vísa vilja
til at geva manningunum
rímilig setanar- og lønar-
kor, valdi Fíggjarmálastýr-
ið at leggja lógaruppskot
fyri tingið um lønarviður-
skiftini hjá manningini.
– Fakfeløgini hava mót-
mælt hesari mannagongd,
har Fíggjarmálastýrið tváar
hendur sínar og letur Løg-
tingið kroysta eina skipan
niður yvir manningarfeløg-
ini, hóast feløgini ikki vilja
góðtaka slíka loysn.
– Henda framferð hjá
Fíggjarmálastýrinum kann
ikki annað enn vekja órógv
í fakfelagsrørsluni, tí áður
hevur Løgtingið bert í ser-
ligum førum lagt seg út í
lønartrætur, og tá bert, um
semingsmaður framman-
undan hevði sett fram sem-
ingsuppskot, sum so varð
gjørt til lóg.
Fakfeløgini hava alla
tíðina mótmælt, at lóggávu-
valdið skerjir samráðingar-
rættin hjá fakfeløgunum,
men nú Fíggjarmálastýrið
er farið enn longri, er veru-
lig orsøk til at rópa varskó.
– Okkum eigur at vera
greitt, at næstu ferð verða
tað møguliga limir okkara,
sum verða forðaðir í at fáa
ásett lønarviðurskifti síni
við sáttmálasamráðingum,
tí her er talan um inntriv í
sjálvan grundlógartryggj-
aða samráðingarræt t okk-
ara, sigur Ingeborg Vinther.
Uppskotið, sum ætlanin
var at leggja fyri tingið um
nýggja semingslóg er enn
eitt dømi.
– Hetta uppskotið var ein
roynd at føra inn á føroyska
arbeiðsmarknaðin reglur,
sum í veruleikanum vildu
forða fakfeløgunum at lýsa
verkfall, hóast allir sáttmál-
ar vóru farnir úr gildi.
– So at siga øll fakfelags-
rørslan mótmælti tó harð-
liga hesum lógaruppskoti,
og hetta førdi við sær, at
uppskotið ikki varð lagt
fyri tingið.
Somuleiðis vórðu upp-
skot frá andstøðuni um
trygdina hjá løntakarunum
feld, hóast líknandi reglur
eru í grannalondum okkara.
Talan var um uppskot um
reglur fyri hópuppsagnum
og reglar um trygd hjá
arbeiðsfólkið, tá ið virki,
tey arbeiða á, verður selt.
Lítil virðing fyri
fakfelagsrørsluni
Hon heldur, at tað er hug-
stoytt, at tey sum ráða fyri
borgum í Føroyum, ikki
vísa størri virðing fyri tí
samfelagsbólki, sum eigur
stóran part av æruni fyri
menningini og framburðin-
um í samfelag okkara. hon
helt eisini, at tað er ilt at
skilja, at stórur partur av
politikarum okkara ikki
unnar hesum løntakarum
størri sømdir, men hinvegin
tykjast at royna at leggja
forðingar í vegin fyri einum
og hvørjum bata í lívskor-
unum hjá teimum, sum
frammanunðan hava tey
vánaligastu korini.
Í ársfrágreiðing síni sigur
Ingeborg Vinther, at seinnu
árini hava vit sæð sjónlig
tekin um, at førdi politikk-
urin hjá lanðsstýrinum ber
á skeiva bógvin, tá talan er
um áhugamálini hjá limum
okkara, og at lóggávan
miðvíst tykist at royna at
fáa minni og minni sam-
haldsfesti í samfelag okk-
ara.
– Endamálið tykist at
vera, at hvør skal vera sær
sjálvum næstur, og tað er
tíverri soleiðis, at hugtakið
samhaldsfesti er alsamt
minni virt millum okkara
fólkavaldu menn og kvinn-
ur.
– Hetta er eitt rák, sum
gongur beint ímóti tí, sum
fakfeløgini hava stríðst fyri,
nevniliga. at tey í samfelag
okkara, sum hava breiðastu
herðarnar, eisini skulu bera
lutfalsliga størra partin av
útreiðslunum,
sum
tað
kostar at reka samfelagið,
sigur Ingeborg Vinther.
Hava onki gjørt fyri verkafólkið
– Endamálið við førda politikkinum tykist at vera, at hvør skal vera sær sjálvum næstur, og tað er tíverri soleiðis, at hugtakið
samhaldsfesti er alsamt minni virt millum okkara fólkavaldu menn og kvinnur, sigur Ingborg Vinther í ársfrágreiðingini, sum
hon las upp á aðalfundinum í gjár
Mynd: Jens K. Vang
Nr. 49 - 10. mars 2001
9
8
Nr. 49 - 10. mars 2001
– Samstarvið ímillum
fakfeløgini í Føroyum
er ikki so gott, sum
Føroya Arbeiðara-
felag hevði vónað,
sigur Ingeborg
Vinther, forkvinna í
Føroya Arbeiðara-
felag, í ársfrágreiðing-
ini, sum hon legði fyri
aðalfundin í gjár
SAMSTARV
Áki Bertholdsen
Samstarvið ímillum før-
oysku fakfeløgini er ikki so
gott, sum tað kundi verið.
Tað heldur í hvussu so er
Ingeborg
Vinther,
for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag.
Hon sigur, at í Føroyum
hevur tað tíverri verið
soleiðis, at ikki hevur borið
til at samskipa fakfelags-
rørsluna.
Í ársfrágreiðingini, sum
hon legði fyri aðalfundin í
gjár, segði hon, at tá ið
royndir hava verið gjørdar
at samskipa fakfelagsrørsl-
una, hevur altíð okkurt
stungið seg upp, ið hevur
loypt split í.
–
Sjeymannabólkurin
varð skipaður í teirri vón, at
nú fór at bera til at fáa eitt
gott og gevandi samstarv
ímillum fakfeløgini.
Ingeborg Vinther sigur, at
samstarvið í sjeymanna-
bólkinum var fyrimyndar-
liga gott alla ta fyrstu
tíðina. Men hon helt, at tað
tíverri ikki var so gott
longur, ið vónað varð.
– Fyritreytin fyri góðum
samstarvi er fyrst og fremst
sínámillum álit og ikki, at
feløg troka seg inn á økið
hjá hvørjum øðrum og
kradda sær limir har.
– Hetta skuldi tú allar-
minst væntað úr feløgum,
tú hevur havt samstarv við.
Hetta er at bróta niður tað,
ið roynt hevur verið at bygt
upp í felagsskapsins anda.
Ingeborg Vinther minti í
hesum sambandi á stríðið,
ið tók seg upp ímillum
Føroya Arbeiðarafelag og
Starvsmannafelagið í sam-
bandi við dagrøktarar. Hon
segði, at tá royndi Starvs-
mannafelagið
at
skipa
dagrøktarar í felagið, hóast
teir frammanundan vóru í
limafeløgum hjá Føroya
Arbeiðarafelag.
– Hetta hendi, eftir at vit
vóru farin at taka dagrøkt-
arar inn í limafeløgini.
– Við øðrum orðum fór
Starvsmannafelagið
við
vilja inn á eitt annað felags-
øki, og hetta er ikki fyrstu
ferð, hetta felag hevur otað
seg inn á økið hjá Føroya
Arbeiðarafelag, sigur Inge-
borg Vinther.
Hon helt eisini, at limir-
nir í Føroya Arbeiðarafelag
mintust kravið frá Havnar
Arbeiðsmannafelag um at
jarðleggja Kollafjarðar Ar-
beiðsmannafelag, sum hon
málbar seg, og flyta limir-
nar í feløgini í Havn.
Somuleiðis hevur Tórs-
havnar kommuna lagt seg
út í limaviðurskiftini hjá
teimum, ið eru limir í
Kollafjarðar Arbeiðarafe-
lag, heldur enn at Havnar
Arbeiðsmannafelag royndi
at fáa eina samstarvsavtalu
í lag við Føroya Arbeiðara-
felag.
Ingeborg Vinther segði,
at tá ið limirnir í felagnum í
Kollafirði vilja varðveita
sítt egna felag, fer Føroya
Arbeiðarafelag sjálvsagt at
hjálpa teimum við tí.
– Hetta hevur sjálvandi
gjørt sítt til, at samstarvið í
sjeymannabólkinum ikki er
tað sama fyri okkara felag,
tí áðurnevndu feløg eru jú
við í bólkinum.
– Men soleiðis er mang-
an í fakfelagsarbeiði, at
mótstreymur er, og tey
feløg, tú hevur stuðlað, eitt
nú undir verkfalli, gloyma
so skjótt, tíverri. Um so
enn fakfelagsrørslan stend-
ur spjadd, fara vit at royna
at fáa sum frægast burturúr
og at halda fram í góðum
treysti,
segði
Ingeborg
Vinther.
Altjóða samstarv
Annars
hevur
Føroya
Arbeiðarafelag í mong ár
havt samstarv við fakfeløg,
bæði í Norðurlondum og á
altjóða stigi, av tí at FA er
limur í altjóða arbeiðara-
felagnum ILO.
Felagið
hevur
havt
nevndarlim
í
Norðisk
Union í 10–12 ár. Hetta
samstarv meta vit at hava
týdning fyri okkum, tí so
eru vit alla tíðina vitandi
um, hvat hendir á fak-
felagsøkinum úti í heimi.
Eisini er heimurin vorðin
nógv minni, nú ið vit so at
siga kunnu taka hann inn í
stovu
okkara
gjøgnum
sjónvarp ella teldu. Hetta
fer vituliga at hava eina
globalisering
við
bæði
fyrimunum og vansum við
sær, sigur Ingeborg Vinther
í ársfrágreiðing síni.
– Vit ætlaðu, at samstarv
í norðuratlantshavi ímill-
um Føroyar, Ísland og
Grønland skuldi mennast
enn meira. Tískil varð ráð-
stevna fyriskipað í Grøn-
landi, har vit høvdu eitt
áhugavert evni at tosa um,
nevniliga umhvørvið í hav-
inum. Bogi Hansen varð
biðin at halda fyrilestur um
hetta, og hann greiðði hetta
sera væl.
Ársfunðurin í VN skal í
ár verða í Reykjavík í
Íslandi. Tíverri hevur víst
seg, at íslendska LO ikki er
so áhugað í hesum sam-
starvi longur. Áhugin er
størri fyri samstarvi í
evropeiskum og altjóða
høpi, hóast fleiri stór lima-
feløg í íslendska megin-
felagnum vilja hava sam-
starvið millum fakfeløgini í
Norðuratlantshavi at halda
fram. Nú fæst so at síggja á
komandi ársfundi, hvat fer
at henda víðari við sam-
starvinum. Vónandi kemur
rættlag í her, segði Inge-
borg Vinther
Samstarvið ikki so gott sum vónað
Hóast lønin hækkaði
9% í seinastu sátt-
málasamráðingum,
eru løntakararnir
verri fyri nú, enn teir
vóru fyri 1. mai í
1999, sigur Ingeborg
Vinther
LØNARSTRÍÐ
Áki Bertholdsen
Tað verða harðar samráð-
ingar á arbeiðsmarknaðin-
um í vár.
Tað væntar í hvussu so er
Ingeborg
Vinther,
for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag.
Í ársfrágreiðingini, sum
hon legði fyri aðalfundin
hjá Føroya Arbeiðarafelag í
gjár, segði hon, at roynd-
irnar higartil hava víst,
hvussu lítla virðing land-
sins myndugleikar hava fyri
fakfelagsrørsluni. Tí eru
allar orsøkir til at vænta
harðar samráðingar
Verri fyri nú
Ingeborg Vinther vísti á, at
allir sáttmálar eru uppsagd-
ir og tí standa nógvar sam-
ráðingar fyri durum nú í
vár.
Hon sigur, at løntakarin
er í veruleikanum verri fyri
nú, enn hann var fyri 1. mai
í 1999, tá ið hesin sáttmálin
kjom í gildi.
– Hóast lønin hækkaði
9% seinast, eru alt so nógv
dýrkað, at vit eru verri fyri
nú, enn vit vóru framman-
undan.
Hetta kemst av, at hesi
bæði seinastu árini er
keypiorkan minkað eini
10%. Tí er tað heilt greitt,
at tað ber ikki til at fáa
endarnar at røkka saman
hjá teimum, sum bara hava
eina vanliga løn.
– So natúrligt er, at krøv
fara at verða sett um sámi-
liga lønarhækking.
– Umframt hetta er eisini
eftirlønargjaldið,
sum
Landsstýrið sigur, at part-
arnir skulu tingast um við
samráðingarborðið.
– Vit kunnu so ikki
vænta, at samráðingarnar
verða lættar í ár, heldur
hinvegin, tí vit hava bert
lønarhækkingar at kom-
pensera ella bøta aftur við
tað ið tikið verður frá okk-
um í skatti, meirvirðis-
gjaldi, eftirlønargjøldum,
tolli og príshækkingum.
Ein onnur orsøk til, at
hon væntar harðar samráð-
ingar, er framferðin hjá
Landsstýrinum í Brimla-
málinum.
– Henda framferð hjá
Fíggjarmálastýrinum kann
ikki annað enn vekja órógv
innan fakfelagsrørsluna, tí
áður hevur Løgtingið bert í
serligum førum lagt seg út í
lønartrætur, og tá bert, um
semingsmaður framman-
undan hevði sett fram
semingsuppskot, sum so
varð gjørt til lóg.
– Fakfeløgini hava alla
tíðina mótmælt, at lóggávu-
valdið skerjir samráðingar-
rættin hjá fakfeløgunum,
men nú Fíggjarmálastýrið er
farið enn longri, er verulig
orsøk til at rópa varskó.
– Okkum eigur at vera
greitt, at næstu ferð verða
tað møguliga limir okkara,
sum verða forðaðir í at fáa
ásett lønarviðurskifti síni
við sáttmálasamráðingum,
tí her er talan um inntriv í
sjálvan grundlógartryggjaða
samráðingarrætt okkara.
Eitt pennastrok
Ingeborg Vinther nevndi
eisini karensdagarnar, ið
løntakarin
sjálvur
má
gjalda.
– Eingin vilji hevur verið
at fáa karensdagarnar burt-
ur, sjálvt um tað var laga-
manni at gera og kravdi
mest sum bert eitt penna-
strok, men fyri tey alment
løntu var tað eingin trupul-
leiki og einki hóvasták.
Men tá tað kom til tey tíma-
løntu og onnur, ið koma
undir dagpeningaskipanina,
bar einki til. Tá ikki allir
borgarar verða javnsettir
mótvegis lógini, má tað
sigast at vera berur illvilji,
og vit kunnu ikki sum
fakfelag
góðtaka
slíkt,
sigur Ingeborg Vinther í
ársfrágreiðing síni.
– Tað mest ótrúliga á
politiska økinum er, at nú
er triði landsstýrismaðurin
skiftur út, og allir skulu teir
hava løn í seks mánaðir,
eftir at teir eru farnir frá.
Tað sama er við teimum, ið
sita í Løgtinginum. Hetta
hevur landið ráð til, meðan
nýggja vaktarskipið Brimil
hevur ligið sum ein landa-
skomm við bryggju yviri í
Noregi, tí yvirmonnunum
umborð varð ikki unt sámi-
liga hýru, hesum monnum,
sum liggja úti á havinum og
ansa eftir fiskimarkinum og
alla tíðina skulu vera til-
búnir, tá ið okkurt leikar á
har úti.
Annars helt hon, at ófrið-
ur og ósemjur hava verið
nógvar á arbeiðsmarknað-
inum, meðan Karsten Han-
sen hevur verið fíggjar-
málaráðharri.
– Nóg illa er ein ósemja
farin afturvið borðinum, so
hevur ein onnur hevur tikið
seg upp.
Fakfeløgini hava verið
lítið vird, má sigast, so
hvussu fer at gangast í vár,
nú allir sáttmálar eru upp-
sagdir, er ivaleyst ein góður
spurningur. Men eg haldi,
at allir løntakarar kunnu
vænta, at samráðingarnar
verða torførar og ringar at
loysa.
Men hon hevði kortini
gott mót og heitti á limirnar
í Føroya Arbeiðarafelag um
at standa saman og gera ein
sterkan manngarð um meg-
infelag teirra, nú samráð-
ingar fara at byrja í
næstum.
– Tørvur er á øllum góð-
um kreftum, segði hon
Vit eru verri fyri nú enn
fyri tveimum árum síðani
– Hesi bæði seinastu árini er keypiorkan minkað eini 10%. Tí
eru vit verri fyriu nú enn vit vóru fyri tveimum árum síðani,
hóast lønin hækkaði 9% í seinastu samráðingum, sigur
Ingeborg Vinther á aðalfundi í Føroya Arbeiðarafelag í gjár
Mynd: Jens K. Vang