Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. januar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2007 21 SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Nú fáa vit kanska ongantíð at vita, hvussu Vestur­ heimurin samstarvaði við Saddam Hussein niðurlendskur søgufrøðingur Stutt Sagt Óttast fleiri bumbur Hernaðarstýrið í Teilandi sigur seg stúra fyri fleiri bumbuspreingingum, eftir at átta bumbur brustu í høvuðsstaðnum Bangkok nýggjársaftan. Trý fólk doyðu, og umleið 30 vórðu særd. Hernaðarstýrið vil vera við, at tað vóru við­ haldsfólk hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Thaksin Shinawatra, sum løgdu bumburnar, men tað avsannar fyrrverandi stjórnarleiðarin. Summir eygleiðarar halda, at tað vóru muslimskir loysing­ armenn, sum skipaðu fyri spreingingunum, men tað halda myndugleikarnir ikki. Ov nær Bush Secret Service, sum mill­ um annað hevur til upp­ gávu at verja amerikanska forsetan, stóð tilbúgvið sunnunáttina, tá eitt lít­ ið flogfar kom ov nær garðinum hjá George W. Bush uttan fyri Crawford í Texas. Bush og konan vóru á garðinum, og Secret Service kvikaði sær at fáa fatur á flogskiparanum, so skjótt tað lítla flogfarið hevði sett seg. Tað vísti seg, at flogskiparin hevði mistikið seg, og at hann hevði als ikki havt nakra ætlan um at órógva for­ setahjúnini. Kanna slangur Í Kina halda granskarar, at summar slangur kenna á sær, nær ein jarðskjálvti er á veg. Tí hevur jarðfrøðistovnurin í býnum Nanning fingið sær nakrar slangur, sum eru undir eftirliti alt sam­ døgrið. Kinesisku kann­ ingarnar byggja millum annað á royndir frá 1975, tá jarðfrøðingar kundu ávara um ein jarðskjálvta 24 tímar undan skjálvt­ anum, tí summi djór vístu løgnan atburð. Hildið verður, at djórini bjargaðu umleið 150.000 manna­ lívum ta ferðina. útlandið Sjálvt nógvir irakar, sum fegnast um, at tann gamli einaræðisharrin varð tikin av døgum, iðra seg nú um, at tað bleiv gjørt so skjótt. Tí nú eru fleiri spurningar, sum ikki fáa svar. Við sær í grøvina tók Saddam Hussein fleiri loyndarmál frá teimum árunum, hann stýrdi Irak. Eitt nú leita mannarættindafelagsskapir enn eftir hópgravum, sum fjala fleiri tíggjutúsund fólk, sum hvurvu í hansara stjórnartíð, meðan onnur leita eftir fleiri milliardum dollarum, sum tað eydnaðist Saddam at flyta í útlendskar bankar, áðrenn hann bleiv koyrdur frá. Í gjár vóru nógvir irakar á gravstaðnum hjá gamla einaræðisharranum uttan fyri Tikrit, har Saddam bleiv jarðaður stutt eftir avrættingina. Fleiri túsund sunnimuslimar savnaðust kring gravstaðin og lósu úr koranini til heiðurs fyri gamla forsetan. Fleiri spurningar Ímeðan sita søgufrøðingar um allan heim og royna at loysa ymsar spurningar. Ein av hesum spurningum er, hví Saddam Hussein fór í kríggj við grannalandið Iran í 1980, sjálvt um hann visti, at kríggið fór at leggja irakska búskapin í sor. Ein annar spurningur er, hví hann gjørdi innrás í Kuwait í 1990 væl vitandi um, at altjóða samfelagið fór at seta strong tiltøk í verk ímóti Irak afturfyri. Eisini vilja søgufrøðingarnir hava at vita, hvussu nógvan stuðul Irak fekk frá vesturlendskum stjórnum til vápnaídnaðin. ­ Vit vita bara okkurt hiss­ ini, sum t. d. at tað var ein niðurlendsk fyritøka, sum lat Irak fáa evni til at gera sinnopsgassið, sum Saddam nýtti ímóti iranska herinum og iraksku kurdunum, sigur søgumaðurin Joost Hillerman við Los Angeles Times. Hann sigur, at eingin veit við vissu, hvussu nógv samstarv var millum Irak og lond í Vesturheiminum, og nú fáa vit tað neyvan at vita. Milliardir hvurvu Stutt eftir innrásina í 2003 funnu amerikanskir her­ menn nógvar eksjur við 100 dollaraseðlum í Irak. Seinni vórðu umleið 500 milliónir dollarar funnir í Libanon, og amerikanararnir hildu, at pengarnir vóru ætlaðir at fíggja yvirgang. Kanningar vísa, at Sad­ dam Hussein flutti nógv­ ar milliardir dollarar av landinum beint undan innrásini í 2003, og hóast umfatandi kanningar eru pengarnir ikki funnir enn. Dómarin Rahid Hamza Rahdi, sum stendur á odda fyri einari deild, sum skal avdúka korrupsjón í Irak, sigur við Los Ange­ les Times, at enn hava ser­ frøðingar bara funnið ein lítlan part av pengunum, sum Saddam og stýri hans­ ara fingu burtur úr avtal­ um við útlendsk feløg í sambandi við olju­fyri­mat skipanina hjá ST. Fáa ikki svar Samstundis eru nógvir irak­ ar harmir um, at Saddam Hussein ikki bleiv avhoyrdur um fleiri av teimum brots­ verkum, sum hann og stýri hansara framdu. Eitt nú eru kurdiskir politikarar misnøgdir við, at Saddam slapp undan at greiða frá hópmorðinum í Anfal, har fleiri túsund kurdar vórðu fyribeindir við eiturgassi. Harafturat slapp Saddam undan at greiða frá teim­ um nógvu politisku morð­ unum, sum hann gav boð um aftan á uppreisturin hjá shiamuslimunum í Suður­ irak í 1991. Kurdiski politikarin Mahmoud Othman heldur tað vera sera óheppið, at Saddam bleiv avrættaður, áðrenn hann bleiv spurdur um hesi viðurskiftini. ­ Høvdu øll hesi málini komið fyri rættin, høvdu avhoyringarnar avdúkað so nógvar ræðuleikar, at uppreisturin hjá sunnimus­ limunum hevði mist sína undirtøku, sigur hann við Los Angeles Times. Kríggið í Somalia var stutt, men eins og í Irak kann tað taka drúgva tíð at vinna friðin. Eftir bara nøkrum fáum døgum hevur etiopiski herurin rikið teir víð­ gongdu islamistarnar úr Mogadishu og hinum stóru býunum í Somalia, so í dag er tað í veruleikanum Etiopia, sum hevur ræðið í landinum. Men vesturlendskir eygleiðarar ávara um, at støðan er vandamikil. Teir samanbera støðuna við Irak. Har gekk tað skjótt hjá amerikanska herinum at berja irakska herin niður, men síðani hevur tað víst seg at vera sera trupult at vinna friðin. Soleiðis kann tað eisini enda í Somalia, siga teir. Etiopiska stjórnin hevur sagt, at hon fer at taka herin úr Somalia sum skjótast, men vesturlendsku eyg­ leiðararnir siga, at tað fer at geva muslimskum yvirgangsmonnum frítt at fara, og so kann alt enda í einum ruðuleika. Men etiopiski herurin er heldur ikki væl lýddur í Somalia, tí tey bæði londini eru gamlir fíggindar. Somalia líkist tí nógv Irak. Saddam tók fleiri loyndarmál við sær í grøvina Somalia kann enda sum eitt nýtt Irak Nógvir sunnimuslimar vóru og vitjaðu grav­ staðin hjá Saddam Hussein í gjár