Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. januar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 1 - 2. januar 2007 ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 – Enn eri eg helst ov ungur at koma á Premier League-liðið, men komandi árini vóni eg at vera partur av besta liðnum hjá Manchester City Christian R. Mouritsen, Manchester City Grundin løgd hjá B68 Um ársskiftið eru tvær undirskriftir afturat komnar upp á pláss á Svanga­skarði. Málverjin Tórður Thomsen og mið­ verjin Arnbjørn Daniel­ sen hava skrivað undir uppá, at teir eisini verða B68-spælarar í 2007. Málið hjá B68 í 2007 er at endurvinna plássið í Formula deildini, sum teir mistu í heyst. Onkrir spælarar frá síðsta kapp­ ingarárið hava mynstrað av B68 skútuni, men B68 hevur fingið fleiri nýggjar spælarar. B68 formaðurin, Niclaas Davidsen, sigur á heimasíðu felagsins, b68. fo, at onkrir sáttmálar aft­ urat fara at verða undir­ skrivaðir fyrst í nýggja árinum. United snávaði Manchester United hevði møguleikan at økja um munin niður til Chelsea, tá teir vitjaðu hjá Newcastle á St. James’ Park í gjár. Undan dystinum mátti New­ castle vera 12 av stuðuls­ leikarunum fyriuttan, so gestirnir vóru mettir at vera stórfavorittar. Manchester United megnaði tó ikki at vinna dystin, sum endaði við einum 2-2 javnleiki. Fyrst legði James Milner vertirnar á odda við einum sera góðum langskoti, áðr­enn Paul Scholes við tveimum málum legði United á odda. Við knøppum 20 minuttum eftir eydnaðist 19 ára gamla, David Edgar, at javna fyri Newcastle, og sostatt býttu liðini stigini, sjálvt um United var væl betra liðið henda dagin. Christian Restorff Mouritsen hevur verið úti við skaða í 2 mánaðir, men nú vónar ungi føroyingurin í Manchester City, at hann skjótt verður klárur aftur FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Christian Restorff Mouritsen má helst sigast at vera størsta talentið í føroyskum fótbólti í dag. Hann leikar fyri enska felagið Manchester City, sum spælir í bestu ensku deildini, Premier League. Christian er júst vorðin 18 ára gamal, og hann spælir við U-19 liðnum hjá Manchester City. Síðstu tveir mánaðirnar hevur hann tó verið úti við skaða í lyskuni, men nú vónar hann, at hann skjótt gerst klárur aftur at spæla. Landsliðið Fyri ikki so langari tíð síðani tók føroyski lands­ liðs­­venjarin, Jógvan Mart­ in Olsen, út ein hóp av leik­arum, sum skuldu til landsliðsvenjingar. Enda­ málið við hesum venjingum var at savna ein hóp saman, sum skal til venjingarlegu seinni í ár. Her høvdu nógv vænta, at Christian R. Mouritsen fór at vera millum nøvnini, men so var ikki. Ungi havnarmaðurin er tó ikki so skuffaður av hesum. – Eg havi ikki tosað so nógv við landsliðsvenjaran síðsta hálva árið, men tað hugsi eg ikki so nógv um. Eg eri bara 18 ára gamal, so fyri meg ræður fyrst og fremst um at koma á ungdómslandsliðini. Kanska fyrst og fremst á U- 19, men nú fer arbeiði við U-21 landsliðnum eisini at byrja, so tá fái eg vónandi eisini høvi at royna meg har, sigur Christian, sum tó hevur roynt at vant við A- landsliðnum onkuntíð fyrr. Gongur væl í Manchester Annars hevur gingið stak væl hjá Christian og hansara liðfeløgum í Manchester City hetta kappingarárið. Nú hevur føroyingurin ikki verið við síðstu tveir mánaðirnar, men U-19 liðið hjá Manchester City liggur á odda í teirra bólki, og hetta er Christian væl nøgdur við. – Tað hevur gingið sera væl hjá okkum í ár. Vit liggja í løtuni á odda í okkara bólki, og minnist meg rætt, so eru vit 7 stig frammanfyri næsta liðið í røðini. Hetta má metast at vera eitt sera flott úrslit, tí bólkurin, har Christian og hansara lið­felagar leika, telur feløg sum Bolton, Leeds og hitt stórfelagið í Manchester, Manchester United. Droymir um Premier League Christian Restorff Mouritsen er einasti føroyski leikari í løtuni, sum spælir fyri eitt Premier League felag. Hann dylur heldur ikki fyri, at dreymurin hjá honum er at enda í bestu ensku deildini. – Ætlanin hjá mær er sjálvandi at koma á besta liðið hjá felagnum. Enn eri eg helst ov ungur at koma á Premier League-liðið, men komandi árini vóni eg at vera partur av besta liðnum hjá Manchester City. Vónandi kann eg eisini røkka enn longur, soleiðis at eg kann koma til eitt av størstu feløgunum í Premier League. Hann ásannar tó, at hetta kann gerast trupult og sigur, at hann fyrst og fremst ætlar sær at gerast frískur og koma í form, so at hann aftur kann leika fyri U-19 liðið hjá Manchester City. Umbering Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í samrøðu, sum varð gjørd við Hans Áka Dal Christiansen hjá Kyndli í seinasta hósdagsblað okkara, sigur hesin, at Kári Horn hjá Neistanum í støðuni eftir dystin tók kvørkratak á seg. Útsagnin slapp at standa í blaðnum, hóast Kári ongan møguleika fekk at svara fyri seg, og grundleggjandi er hetta skeivur blað­manna­ siður. Tað skal tí verða givin ein treytaleys umbering til Kára Horn frá yvirritaða blaðmanni. Tað skal leggjast afturat, at Kári Horn hevur gjørt vart við, at hann ikki hevur tikið kvørkratak á mót­ støðumann. Umbering til Kára Horn Christian úti við skaða Christian Restorff Mouritsen saman við tveimum av brøðrunum, tá hann bleiv seldur til Manchester City