týsdagur 2. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 1 - 2. januar 2007
ítróttur
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
– Enn eri eg helst ov ungur at koma á Premier League-liðið,
men komandi árini vóni eg at vera partur av besta liðnum hjá
Manchester City
Christian R. Mouritsen, Manchester City
Grundin
løgd hjá
B68
Um ársskiftið eru tvær
undirskriftir
afturat
komnar upp á pláss á
Svangaskarði. Málverjin
Tórður Thomsen og mið
verjin Arnbjørn Daniel
sen hava skrivað undir
uppá, at teir eisini verða
B68spælarar í 2007.
Málið hjá B68 í 2007
er at endurvinna plássið
í Formula deildini, sum
teir mistu í heyst. Onkrir
spælarar frá síðsta kapp
ingarárið hava mynstrað
av B68 skútuni, men B68
hevur fingið fleiri nýggjar
spælarar. B68 formaðurin,
Niclaas Davidsen, sigur á
heimasíðu felagsins, b68.
fo, at onkrir sáttmálar aft
urat fara at verða undir
skrivaðir fyrst í nýggja
árinum.
United
snávaði
Manchester
United
hevði møguleikan at
økja um munin niður til
Chelsea, tá teir vitjaðu
hjá Newcastle á St.
James’ Park í gjár. Undan
dystinum mátti New
castle vera 12 av stuðuls
leikarunum fyriuttan, so
gestirnir vóru mettir at
vera stórfavorittar.
Manchester United
megnaði tó ikki at vinna
dystin, sum endaði við
einum 22 javnleiki.
Fyrst legði James Milner
vertirnar á odda við einum
sera góðum langskoti,
áðrenn Paul Scholes
við tveimum málum
legði United á odda. Við
knøppum 20 minuttum
eftir eydnaðist 19 ára
gamla, David Edgar, at
javna fyri Newcastle, og
sostatt býttu liðini stigini,
sjálvt um United var væl
betra liðið henda dagin.
Christian Restorff
Mouritsen hevur
verið úti við skaða
í 2 mánaðir, men
nú vónar ungi
føroyingurin í
Manchester City, at
hann skjótt verður
klárur aftur
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Christian Restorff Mouritsen
má helst sigast at vera størsta
talentið í føroyskum fótbólti
í dag. Hann leikar fyri enska
felagið Manchester City,
sum spælir í bestu ensku
deildini, Premier League.
Christian er júst vorðin 18
ára gamal, og hann spælir við
U19 liðnum hjá Manchester
City. Síðstu tveir mánaðirnar
hevur hann tó verið úti við
skaða í lyskuni, men nú
vónar hann, at hann skjótt
gerst klárur aftur at spæla.
Landsliðið
Fyri ikki so langari tíð
síðani tók føroyski lands
liðsvenjarin, Jógvan Mart
in Olsen, út ein hóp av
leikarum, sum skuldu til
landsliðsvenjingar. Enda
málið við hesum venjingum
var at savna ein hóp saman,
sum skal til venjingarlegu
seinni í ár. Her høvdu
nógv vænta, at Christian
R. Mouritsen fór at vera
millum nøvnini, men so var
ikki. Ungi havnarmaðurin
er tó ikki so skuffaður av
hesum.
– Eg havi ikki tosað so nógv
við landsliðsvenjaran síðsta
hálva árið, men tað hugsi eg
ikki so nógv um. Eg eri bara
18 ára gamal, so fyri meg
ræður fyrst og fremst um at
koma á ungdómslandsliðini.
Kanska fyrst og fremst á U
19, men nú fer arbeiði við
U21 landsliðnum eisini at
byrja, so tá fái eg vónandi
eisini høvi at royna meg
har, sigur Christian, sum tó
hevur roynt at vant við A
landsliðnum onkuntíð fyrr.
Gongur væl í
Manchester
Annars hevur gingið stak
væl hjá Christian og hansara
liðfeløgum í Manchester
City hetta kappingarárið.
Nú hevur føroyingurin
ikki verið við síðstu tveir
mánaðirnar, men U19 liðið
hjá Manchester City liggur á
odda í teirra bólki, og hetta
er Christian væl nøgdur
við.
– Tað hevur gingið sera
væl hjá okkum í ár. Vit liggja
í løtuni á odda í okkara bólki,
og minnist meg rætt, so eru
vit 7 stig frammanfyri næsta
liðið í røðini.
Hetta má metast at vera eitt
sera flott úrslit, tí bólkurin,
har Christian og hansara
liðfelagar leika, telur feløg
sum Bolton, Leeds og hitt
stórfelagið í Manchester,
Manchester United.
Droymir um
Premier League
Christian Restorff Mouritsen
er einasti føroyski leikari í
løtuni, sum spælir fyri eitt
Premier League felag. Hann
dylur heldur ikki fyri, at
dreymurin hjá honum er at
enda í bestu ensku deildini.
– Ætlanin hjá mær er
sjálvandi at koma á besta
liðið hjá felagnum. Enn eri
eg helst ov ungur at koma
á Premier Leagueliðið,
men komandi árini vóni
eg at vera partur av besta
liðnum hjá Manchester
City. Vónandi kann eg eisini
røkka enn longur, soleiðis
at eg kann koma til eitt av
størstu feløgunum í Premier
League.
Hann ásannar tó, at hetta
kann gerast trupult og sigur,
at hann fyrst og fremst ætlar
sær at gerast frískur og koma
í form, so at hann aftur kann
leika fyri U19 liðið hjá
Manchester City.
UmBeRing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í samrøðu, sum varð
gjørd við Hans Áka Dal
Christiansen hjá Kyndli í
seinasta hósdagsblað okkara,
sigur hesin, at Kári Horn
hjá Neistanum í støðuni
eftir dystin tók kvørkratak
á seg.
Útsagnin slapp at standa í
blaðnum, hóast Kári ongan
møguleika fekk at svara
fyri seg, og grundleggjandi
er hetta skeivur blaðmanna
siður. Tað skal tí verða givin
ein treytaleys umbering til
Kára Horn frá yvirritaða
blaðmanni.
Tað skal leggjast afturat,
at Kári Horn hevur gjørt
vart við, at hann ikki hevur
tikið kvørkratak á mót
støðumann.
Umbering til Kára Horn
Christian úti við skaða
Christian Restorff Mouritsen saman við tveimum av brøðrunum, tá hann bleiv seldur til Manchester City