Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 2 - 3. januar 2007 tíðindi – El Niño hitar jørðina, og ábendingar eru eisini um, at globali miðalhitin veksur við 1-2 stigum hvørt ár. Hesi viðurskifti kunnu gera, at 2007 verður heitari enn 2006, og hetta kann soleiðis føra við sær, at árið í ár verður tað heitasta á jørðini nakrantíð, sigur bretski veðurlagsgranskarin, Phil Jones Veðurlag Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Árið 2007 kann gerast tað heitasta árið á jørðini nakrantíð. Tað sigur bretski veður­ lagsgranskarin og profess­ arin Phil Jones, sum leiðir veðurlagsgranskingarstovn­ in við universitetið í East Agnlia. Tað er bretska blaðið, The Idependent, sum ber hesi tíðindi. Granskarin heldur, at talan verður um eina samantvinnan av vakstrarhúsárini og veður­ lagsfyribrigdinum El Niño, sum kann fáa álvarsligar fylgjur fyri heimin í ár. Hann væntar, at komandi tólv mánaðirnar kunnu vit fáa eina ”ekstrema” veður­ lagsskipan um allan heimin, sum hann tekur til. Halda metingarnar hjá Phil Jones, verður Kalifornia rakt av ógvuligum regni, meðan Indonesia og Avstralia fara at uppliva nógvan turk. Óvanligur hiti Árið 2006 var metár í Stóra­ bretlandi hvat hita viðvíkur. Hetta var heitasta árið í landinum síðan í 1659. Miðalhitin kring um heimin í 2006 hevur bara seks ferðir verið heitari enn í árinum, sum fór, síðan mátingarnar byrjaðu. Tað er serliga hitin í end­ anum av 2006, sum hevur vakt órógv. – El Niño hitar jørðina, og ábendingar eru eisini um, at globali miðalhitin veksur við 1­2 stigum hvørt ár. Hesi viðurskifti kunnu gera, at 2007 verður heitari enn 2006, og tað kann soleiðis føra við sær, at árið í ár verður tað heitasta á jørðini nakrantíð, sigur bretski veðurlagsgranskarin, Phil Jones. Bretska blaðið prentar eis­ ini ein kronikk, sum David King, vísindaligur ráð­ gevi hjá bretsku stjórnini, skrivar. King heldur, at heimurin hevur gjørt stór frambrot við umhvørvishugsan í árinum, sum fór, men hann heldur tað vera ógvuliga umráðandi at fáa í lag eina altjóða avtalu um útlát. – Tað eru bara myndug­ leikar, ið samstarva, sum kunnu stýra heiminum móti eini burðardyggari menning á hesum øki. Vit mugu hugsa um, hvørt vit hava ráð at gera nakað við umhvørvi nú – men skjótt er tað vorðið ov seint, leggur hann aftrat. Seinast leiðandi myndug­ leikar vóru savnaðir til tess at røða um umhvørvi, var í Nairobi í november, og tá varð ikki roknað við teimum stóru gjøgnumbrotunum. – Og hesi gjøgnumbrot komu heldur ikki, leggur hann aftrat. El Niño ávegis Heimsins veðurlagsfelags­ skapurin WMO, sum er ein partur av ST, hevur sent út ávaringar um, at El Niño er í ferð við at mennast í sonevnda ”kyrrahavsbaðikarinum”, og av hesi orsøk verður roknað við heilt serstøkum veðurlagi yvir stórar partar av heiminum fýra teir fyrstu mánaðirnar av hesum árinum. Seinastu útsøgnirnar hjá WMO benda á, at sjálvt ein veik El Niño­ávirkan fer at føra til, at havið í miðal verður hálvt annað stig heitari enn miðal. Í rigasta føri fer heimurin at uppliva óvanligt veður í 18 mánaðir – júst, sum í 1997/1998. Longu nú síggja granskarar fyrstu ábendingarnar í tí væntandi veðurlagnum, og eitt nú er Indiska havið munandi heitari enn vanligt. Kortini er samanhangurin um globala upphiting ikki so greiður. Kanningar benda á, at El Niño og tvíburðafyribrigdi, La Niña, hava verið til í 15.000 ár. Nú verður so eisini kannað um veðurlags­ broytingar, sum heimsins íbúgvar hava skapt, kunnu hava gjørt, at hesi fyribrigdi eru økt í styrki og somuleiðis fyrikoma oftari. Heimurin verður heitari enn nakrantíð Tað er lekkurt, tá ið veðrið er gott, og føroyingar hava neyvan nakað ímóti, at tað verður lýggjari hjá okkum. Minni hugaligt er tað tó, at tað er náttúran sum pínist. Myndin er av ungum fólki, sum sóla sær á Mallorka Mynd: Vilmund Jacobsen