Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2007 23 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Deyðarevsing stríðir ímóti vanligari lívsupp­ fatan og tænir ongum lógligum endamáli (amerikonsk nevnd) Stutt sagt Fáar van­ lukkur 2006 var eitt gott ár hjá trygdini í altjóða flog­ ferðslu og tað besta tey sein­astu 43 árini. 156 flogfør duttu niður í fjør ella 22 færri enn árið fyri. Flogvanlukkurnar í fjør kostaðu 1.292 manna­ lív. Tað var 11 prosent færri enn í 2005 og svar­ aði til meðaltalið tey sein­astu tíggju árini. Norð­ur­amerika var tann heims­parturin, sum varð meinast raktur av flog­ van­lukkum í fjør, tí ein triðingur av øllum van­ lukk­unum vóru har. Tann ring­asta vanlukkan var í Ukraina í august, tá 170 fólk lótu lív. Bann móti deyðarevsing Italski forsætisráðharrin, Romano Prodi, sigur, at Italia fer at royna at fáa ST at samtykkja eitt altjóða forboð ímóti deyða­revsing. Nógvir italsk­ir politikarar hava funnist hvassliga at av­gerðini hjá iraksku mynd­ugleikunum at heingja Saddam Hussein, og sjálvt fyrrverandi forsætis­rá­ðharrin Silvio Berlus­coni hevur kallað avrætt­ingina ”eitt politiskt og søgu­ligt mistak”. 85 lond hava skrivað undir eina óbindandi samtykt ímóti deyðarevsing, men Romano Prodi sigur, at Italia fer at royna at fáa samtyktina at galda sum bindandi forboð. Ágangur Bretska blaðið The Daily Telegraph vil vera við, at ST-hermenn hava misnýtt børn í Sudan kynsliga. Blaðið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá ST, men uttan úrslit. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ST- hermenn verða lagdir undir slíkt, og 179 her­ menn og starvsfólk hjá ST eru fyrr revsað fyri at hava misnýtt børn kynsliga. útlandið Í statinum New Jersey umhugsa politikararnir at seta deyðarevsing úr gildi, og tað kann elva til nýtt kjak um málið Tingið í New Jersey hevur fingið eina frágreiðing frá einari nevnd, sum hevur kannað ymisk viðurskifti í sambandi við deyðarevsing. Sambært The New York Times er nevndin komin til ta niðurstøðu, at tað finnast eingi sannførandi prógv fyri, at deyðarevsing tænir nøkrum lógligum enda­ máli. Tvørturímóti heldur nevndin, at deyðarevsing stríðir ímóti vanligari lívs­upp­fatan, og tí mælir hon ting­inum til at seta deyðarevsing úr gildi í New Jersey. Tá amerikanski hægsti­ rættur í 1972 setti øllum statunum forboð fyri at brúka deyðarevsing, valdu 38 statir at broyta lógina, so brotsmenn kortini kundu dømast til deyða og takast av døgum. Tað gjørdu politik­ararnir í New Jersey eisini. Tað var í 1982, men kortini er deyðarevsing ong­antíð brúkt í statinum síðani 1963. Tey seinastu árini hava politikararnir og dóms­vald­ ið í New Jersey javnan um­røtt spurningin um at seta deyðarevsingina úr gildi, eftir at DNA-kann­ ingar hava avdúkað, fleiri fólk eru vorðin dømd til deyða, hóast tey vóru ósek. Í tinginum í New Jersey hava demokratarnir meiri­ luta. Teir eru ímóti deyða­ revsing, og tað er tann demokratiski guvernørurin eisini. Tí bendir nógv á, at tingið fer at gera eftir tilmælinum um at seta deyða­revsingina úr gildi, skrivar The New York Times. Tíggju aðrir amerikanskir statir, sum hava deyða­ revs­ing, samdust fyri tíggju árum síðani um at steðga øllum avrættingum. Eygleiðarar halda, at av­gerðin í New Jersey kann fáa stóran týdning fyri, hvat politikararnir í øðrum stat­ um fara at gera. Var tað Steven Wright, sum myrdi tær fimm skøkjurnar í enska býnum Ipswich? Tað ætlar løgreglan sær at prógva Í gjár gjørdi rætturin í Ipswich av at varðhaldsfongsla tann 48 ára gamla Steven Wright í fýra mánaðir, so løgreglan skal fáa stundir til at prógva, at tað var hann, sum myrdi fimm skøkjurnar, sum vórðu funnar deyðar í síðsta mán­að. Verjin hjá Steven Wright, Paul Osler, sigur við The Times, at Wright heldur uppá, at hann er ósekur. Annars vil blaðið Daily Telegraph vera við, at tann kendi sakførarin Karim Khalil skal verja Steven Wright, tá málið kemur fyri í rættinum tann 1. mai. Khalil hevur verið verji hjá fleiri kendum brotsmonnum, teirra millum Ian Huntley, sum myrdi tvær smágentur í Soham fyri nøkrum árum síðani. Løgreglan vil í sínum lagi vera við, at Steven Wright myrdi tær fimm skøkjurnar í tíðarskeiðinum frá endanum á oktober til miðskeiðis í desember. Meiri enn 500 løgreglumenn hava arbeitt við málinum. Løgregluovastin í Ipswich, Alastair McWhirter, sig­ ur við The Times, at upplýsingar frá almenn­ ing­inum hava havt sera stóran týdning. Ikki færri enn 12.000 ferðir vendu fólk sær til løgregluna við ymsum upplýsingum, sum endaðu við, at Steven Wright bleiv tikin. Sigur seg vera ósekan Aftur kjak um deyða­ revsing í USA Avrættingin av Saddam Hussein hevur elvt til nýtt kjak um deyðarevsing. Fimm skøkjur vórðu funnar myrdar í síðsta mánað