mikudagur 3. januar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2007
23
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Deyðarevsing stríðir ímóti vanligari lívsupp
fatan og tænir ongum lógligum endamáli
(amerikonsk nevnd)
Stutt Sagt
Fáar van
lukkur
2006 var eitt gott ár hjá
trygdini í altjóða flog
ferðslu og tað besta tey
seinastu 43 árini. 156
flogfør duttu niður í fjør
ella 22 færri enn árið
fyri. Flogvanlukkurnar í
fjør kostaðu 1.292 manna
lív. Tað var 11 prosent
færri enn í 2005 og svar
aði til meðaltalið tey
seinastu
tíggju
árini.
Norðuramerika var tann
heimsparturin, sum varð
meinast raktur av flog
vanlukkum í fjør, tí ein
triðingur av øllum van
lukkunum vóru har. Tann
ringasta vanlukkan var í
Ukraina í august, tá 170
fólk lótu lív.
Bann móti
deyðarevsing
Italski forsætisráðharrin,
Romano Prodi, sigur,
at Italia fer at royna at
fáa ST at samtykkja eitt
altjóða
forboð
ímóti
deyðarevsing.
Nógvir
italskir politikarar hava
funnist
hvassliga
at
avgerðini hjá iraksku
myndugleikunum
at
heingja Saddam Hussein,
og
sjálvt
fyrrverandi
forsætisráðharrin Silvio
Berlusconi hevur kallað
avrættingina ”eitt politiskt
og søguligt mistak”. 85
lond hava skrivað undir
eina óbindandi samtykt
ímóti deyðarevsing, men
Romano Prodi sigur, at
Italia fer at royna at fáa
samtyktina at galda sum
bindandi forboð.
Ágangur
Bretska blaðið The Daily
Telegraph vil vera við, at
SThermenn hava misnýtt
børn í Sudan kynsliga.
Blaðið hevur roynt at fáa
eina viðmerking frá ST,
men uttan úrslit. Hetta er
ikki fyrstu ferð, at ST
hermenn verða lagdir
undir slíkt, og 179 her
menn og starvsfólk hjá
ST eru fyrr revsað fyri
at hava misnýtt børn
kynsliga.
útlandið
Í statinum New
Jersey umhugsa
politikararnir at seta
deyðarevsing úr gildi,
og tað kann elva til
nýtt kjak um málið
Tingið í New Jersey hevur
fingið eina frágreiðing frá
einari nevnd, sum hevur
kannað ymisk viðurskifti í
sambandi við deyðarevsing.
Sambært The New York
Times er nevndin komin til
ta niðurstøðu, at tað finnast
eingi sannførandi prógv
fyri, at deyðarevsing tænir
nøkrum lógligum enda
máli. Tvørturímóti heldur
nevndin, at deyðarevsing
stríðir
ímóti
vanligari
lívsuppfatan, og tí mælir
hon tinginum til at seta
deyðarevsing úr gildi í New
Jersey.
Tá amerikanski hægsti
rættur í 1972 setti øllum
statunum forboð fyri at
brúka deyðarevsing, valdu
38 statir at broyta lógina,
so brotsmenn kortini kundu
dømast til deyða og takast
av døgum. Tað gjørdu
politikararnir í New Jersey
eisini. Tað var í 1982, men
kortini er deyðarevsing
ongantíð brúkt í statinum
síðani 1963.
Tey seinastu árini hava
politikararnir og dómsvald
ið í New Jersey javnan
umrøtt spurningin um at
seta deyðarevsingina úr
gildi, eftir at DNAkann
ingar hava avdúkað, fleiri
fólk eru vorðin dømd til
deyða, hóast tey vóru ósek.
Í tinginum í New Jersey
hava demokratarnir meiri
luta. Teir eru ímóti deyða
revsing, og tað er tann
demokratiski guvernørurin
eisini. Tí bendir nógv á,
at tingið fer at gera eftir
tilmælinum um at seta
deyðarevsingina úr gildi,
skrivar The New York
Times.
Tíggju aðrir amerikanskir
statir, sum hava deyða
revsing,
samdust
fyri
tíggju árum síðani um at
steðga øllum avrættingum.
Eygleiðarar
halda,
at
avgerðin í New Jersey kann
fáa stóran týdning fyri, hvat
politikararnir í øðrum stat
um fara at gera.
Var tað Steven Wright,
sum myrdi tær fimm
skøkjurnar í enska
býnum Ipswich? Tað
ætlar løgreglan sær at
prógva
Í gjár gjørdi rætturin í Ipswich
av at varðhaldsfongsla tann
48 ára gamla Steven Wright
í fýra mánaðir, so løgreglan
skal fáa stundir til at prógva,
at tað var hann, sum myrdi
fimm
skøkjurnar,
sum
vórðu funnar deyðar í síðsta
mánað.
Verjin hjá Steven Wright,
Paul Osler, sigur við The
Times, at Wright heldur
uppá, at hann er ósekur.
Annars vil blaðið Daily
Telegraph vera við, at tann
kendi sakførarin Karim
Khalil skal verja Steven
Wright, tá málið kemur fyri í
rættinum tann 1. mai. Khalil
hevur verið verji hjá fleiri
kendum
brotsmonnum,
teirra millum Ian Huntley,
sum myrdi tvær smágentur
í Soham fyri nøkrum árum
síðani.
Løgreglan vil í sínum
lagi vera við, at Steven
Wright myrdi tær fimm
skøkjurnar í tíðarskeiðinum
frá endanum á oktober til
miðskeiðis í desember.
Meiri enn 500 løgreglumenn
hava arbeitt við málinum.
Løgregluovastin í Ipswich,
Alastair McWhirter, sig
ur við The Times, at
upplýsingar frá almenn
inginum hava havt sera
stóran týdning. Ikki færri
enn 12.000 ferðir vendu
fólk sær til løgregluna
við ymsum upplýsingum,
sum endaðu við, at Steven
Wright bleiv tikin.
Sigur seg vera ósekan
Aftur kjak um deyða
revsing í USA
Avrættingin av Saddam Hussein hevur elvt til nýtt kjak um deyðarevsing.
Fimm skøkjur vórðu funnar
myrdar í síðsta mánað