Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mars 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 10. mars 2001 27 26 Sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2001 TELDUSPÆL Elinborg Joensen Í Noregi er nýútkomna telduspælið, Flåklypa Grand Prix, ógvuliga væl umtókt. Tað er norðmaðurin við tí italska navninum Ivo Caprino, ið er maðurin aftan fyri teknifilmin við sama heiti. Teknifilmurin, sum eisini SvF hevur víst, er millum teir kendastu nakrantíð í Noregi. Ivo andaðist 80 ára gamal 8. februar í ár. Og nú eru synir hansara, Remo og Mario Caprino, júst komnir út á marknaðin við nýggja telduspælinum. At tað er væl umtókt, er vælskiljandi. Flåklypa-spælið er stuttligt og innihaldsríkt, uttan mun til, um tú spælir einsa- mallur ella saman við øðrum. Grafikkurin er sera góður, og tú kanst sita fleiri tímar og spæla. Spælið er býtt upp í fleiri pallar (scenur), ið hóska til allar aldursbólkar millum 4 og 107 ár! Men tað er nú eitt sindur yngri málbólkur, spælið er ætlað til. Summir pallar eru sjálvandi torførari enn aðrir, og spælarin má so sjálvur velja sær tann pallin, ið hóskar best til hann. Og tað er ikki so lítið at velja í. Har er alt frá putlispæli til rasarakoyring. Í hesum pallunum kanst tú vinna heiðursmerki og stig. Hetta gevur tær billutir, so at tú sjálvur kanst byggja superbilin Il Tempo Gigante (ITG), sum er kendi bilurin hjá Teodor Felgen frá gamla teknifilminum. Tá tú ert liðugur at byggja bilin, fært tú atgongd til tað spennandi bilspælið. Her fært tú møguleika at koyra ITG ella onkran av hinum bilunum, alt eftir hvussu nógv stig tú hevur. Um tú koyrir skjótt og væl, vinnur tú nýggjar banar, aftrat Flåklypa-bananum. Her ber væl til hjá tveimum luttakarum at kappast í hvør sínum bili. Tú kanst eisini spæla saman við øðrum í kappingum. Øll, ið eru skrásett sum spælarar, kunnu luttaka. Tú velur sjálvur, á hvussu torførum stigi, hvør einstakur luttakari spælir. Og eisini velur tú hvussu nógv spøl, hvør kapping skal vera. Tað eru løgd ymisk ítriv ella aktivitetir í spælið. Her er nógv stuttligt og áhugavert at takast við. Millum annað er ein mið- depil, har tú kanst arbeiða við myndum, teksti og figurum úr spælinum. Eisini vit, sum ikki eru so von við telduspøl, kunnu lættliga fáa hjálp, frá teirri innbygdu vegleiðingini, tá tað er neyðugt. Fyri at spæla Flåklypa Grand Prix krevst, at teldan hevur Windows 95/98/2000, Pentium II, 266 Mhz. Annars eru krøvini, 8 MB AGP-skermkort, 8x CD- ROM, 650MB tøk og vanligt ljóðkort. Til stuttleika kundi eg nevnt, at í Noregi var ein kanning gjørd av hesum nýggja spælinum. Fýra fólk, í aldrinum 4-33 ár, vórðu vald sum royndarkaninir. Allir fýra persónarnir fingu blóð uppá tonna frá fyrstu løtu! Tað er sjáldan, at eitt og sama spæl er so vælumtókt hjá so nógvum í so ymiskum aldursbólkum. Men hjá hesum, ið royndu hetta norska spælið, var eingin ivi, eitt sera fjølbroytt spæl. Eg havi kynt upp, 17 kuldastig eru í luftini nú meðan vetrar- frítíðin er um at halla. Veðrið er gott og fólk í hópatali leita niðan á Lifjell at aka á sleðu og standa á skíð. Á sýnini í góðveðrinum hugsi eg um yrkingina »Sigl oyggj fram úr mjørka nú ert tú eitt skip« hjá Chr. Matras sála. Hesi orð ala fram »skipið og bátin« sum mynd av samband- inum millum Føroyar og Dan- mark. Skipið og báturin, hava røkt og røkja ferðasambandið mill- um fleiri oyggjar í Føroyum: ...Føroyar eru bundnar aft- urúr rongini á Danmark. At Føroyar hanga uppi í Danmark eru tað fleiri, sum halda lítið um. Onnur halda haraftur ímóti tað er gott, meðan nøkur í tí stilla gera sær aðrar tankar um hesa tilveru. Av og á royna fólk umborð á bátinum at greiða skipara og manning á tí stóra skipinum frá sínum royndum. Hvørja ferð hesi hava sagt sína hugs- an, vóna tey at skiparin og manningin lurta og virða hetta sjónarmið – at vóna, vóna, vóna. Hetta at fleiri – millum ár og dag - hava gjørt og gera sær tankar um hesa tilveru, hevur við sær, at skiparin á brúnni ikki altíð er hin sami, at báts- formaðurin eisini av og á verð- ur skiftur út. Annars hendir ikki nógv óvæntað. Royndir vísa, at báturin klár- ar seg í so at siga øllum veðri. Hetta hevur havt við sær at fleiri meina, at vit skulu sigla sjálv. Haraftur ímóti eru tað nøkur umborð, sum meina, at í longdini er best at gera sum skiparin sigur... – Um tú í hesi løtu ert um- borð á skipinum, ella umborð á báturin, er ilt hjá mær at siga. Tú gert tær tínar tankar, tú sært alt frá einum øðrum sjónarhorni. Hvaðani eygað sær - ivist eg ikki í, at vit kunnu semjast um – er rætti- liga týdningarmikið. Men í hesum sambandi er eitt og eitt og eitt meira enn trý!!! ...Tá veðrið er vánaligt og tað runar í sjónum, sendir skiparin boð til bátsformannin, at hann má traðka til. Tá er báturin góður at hava! Hví Danmark vil hava Før- oyar við sær, er kanska ikki so torført at skilja álíkavæl, halda fleiri! Øll vita, at Føroyar eisini hava verið illa fyri, aftan á ein ringan túr, men tó eru tað fleiri, sum spyrja, hvussu Dan- mark hevði kunnað tænt síni áhugamál, um Føroyar ikki vóru við? Fleiri mótmæla harðliga rættin hjá skiparanum at krevja, at bátsformaðurin skal gera sínar skyldur. Onnur har- aftur ímóti siga, at illa hevði staðið til, um vit skuldu klára okkum sjálv. Tó eru nøkur sinnað at samráðast um leik- lutin hjá skipara og bátsfor- manni. Tað verða ikki vit, sum kvetta sambandið okkara mill- um, sigur skiparin. Vit vilja kvetta, siga fleiri umborð á bátinum. Nei, best er at hava enda í skipið, siga onnur. Nøk- ur siga seg minnast, at vit hava klára at siglt, uttan at verða bundin í rongina á Danmark. Byrgingar, brýr og tunnlar síggja dagsins ljós. Kann broytingin hava við sær, at lítli báturin fer at sigla sjálvur, taka ímóti framtíðini og skapa sína egnu søgu, ella er tað neyðugt at skilja framtíðina fyrst og síðani læra av søg- uni?.. Meðan sungið verður daga fleiri føroysk skøld á sýnini. Í hesi løtu eru orðini hjá Stein- tór Rasmussen hóskandi: »Hvat heldur tú um før- oyingar Føroyar«. Við fjallafót – á millum- bylgju – frætti eg tíðindi um politisku støðuna í Føroyum. Um kuldin í luftini millum tey 17 føroysku landsstýrisum- boðini røkkur teimum 17 kuldastigum, er ilt at siga. Á sýnini koma kallur og sveinungi kvøðandi: Hvørjum bankar fornuftin fyri, segði kall. Hjarta slær í høvdinum, segði sveinungi. Heilsan úr Bø, Noregi TELDUBRÆVIÐ Frá: Jógvan Andrias Joensen, Noreg, jaura@hotmail.com Dagur 06.03.01 Til: birgir@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Flåklypa Grand Prix LISTASKÁLIN Birgir Kruse Mánadagin er Grækarismessa. Umframt at heilsa tjóðfuglin- um vælkomnum, fer Aldubár- an at sveipa grækarismessu- kvøldið í myndandi tónar. Klokkan hálvgum átta fer tón- leikabólkurin at framføra før- oysk verk í Listaskálalanum. Várkonsertin er vorðin fast- ur táttur í sambandi við árligu Várframsýningina, sum Felag- ið føroysk Myndlistafólk letur upp ídag. Henda úrvalda framsýningin av føroyskari list er opin í tvær vikur. Samanrenningin millum tónandi og myndandi list er aloftast áhuagverd og ikki sørt fruktagóð. Ólavur Jakobsen, sum er við í Aldubáruni sigur, at »Samansetingin av nýggju tónlistini, við tað allar fesk- asta innan føroyska myndlist, hevur víst seg at verða sera heppin. Og so hava Várkon- sertirnar verið so sera væl fagnaðar og vitjaðar eisini« sigur Ólavur vegna bólkin. Tónleikarnir í Aldubáruni eru allir yrkistónleikarar og hesuferð eru tað bert Aldu- bárulimir, sum eru búsitandi í Føroyum, ið luttaka. Tey eru Andrea Heindriksdóttir, floyta – Jógvan Zachariassen, fagott – Sámal Petersen, violin – Ólavur Jakobsen, guitar og Jóhannes Andreasen, kembalo og klaver. Jóhannes Andreasen er ein teirra, sum í vikuni fekk starvsløn frá Mentunargrunni Landsins. Hann fekk eitt ára starvsløn, so hann kann fyri- reika og spæla inn tvær fløgur við føroyskum klavertónleiki. Tónaskøldini, sum Jóannes fer at arbeiða við, eru eftir ætlan William Heinsen og Kristian Blak á fyrru fløguni og Sunn- leif Rasmussen, Pauli í Sanda- gerði og Tróndur Bogason á seinnu fløguni. Hinar størru starvslønirnar frá Mentunargrunni Landsins fóru til Alexander Kristiansen og Hanus Kamban, sum báðir eru rithøvundar. Føroysku tónaskøldini, ið eru á skránni hjá Aldubáruni á Várkonsertini í Listaskálanum mánakvøldið 12. mars klokk- an 19:30, eru Atli K. Petersen, Sunleif Rasmussen, Kristian Blak, Pauli Hansen, Kári Bæk og Edvard N.Debess. Várkonsert Norðurbryggjan – Hugskotskapping Norðurbryggjan er verkætlan um eina felags grønlendska, íslendska og føroyska umboðs- og mentanarmiðstøð. Til hetta endamál verða innrættað eini uml.200 ára gomul, stór pakkhús í Keypmannahavn, sum upprunaliga vóru nýtt í sambandi við samhandil millum Grønlands, Íslands, Føroyar, Finnmarkar og Danmarkar. Vegna Løgmansskrivstovuna verður við hesum boðið til almenna hugskotskapping um innrætt- ing av føroyska partinum av Norðurbryggjuni. Kappingartilfar fæst við at venda sær skrivliga til: LV- Arkitektadeildin Tinghúsvegur 5 Postsmoga 78 110 Tórshavn e-post: olej@lv.fo ella til kappingarskrivaran: tl@tst.fo Seinasta freist at biðja um kappingartilfar er mikudagin 14. mars 2001. ARKITEKTAFELAG FØROYA Søkt verður eftir royndur borara at koyra Roc 410 borivogn. Fa. Jón Kári Højgaard Tlf. 217425 og 448452 Borari Avloysarastarv Vegna farloyvið verður lýst eftir vaskaríleiðara. Starvið er tíðaravmarkað frá 1.7.2001 til 15.7.2002. Starvið er lønt sambært sáttmála Starvsmannafel- agsins. Skrivlig umsókn við frásøgn um arbeiðsroyndir v.m. verður at senda áðrenn tann 1. mai 2001 til: Formannin fyri Stýrið Ellis-& Avlamisheimið í Vágum 370 Miðvágur Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á heiminum. Ellis- & Avlamisheimið í Vágum Skeiðlærari til Trygdarmiðstøðin a fyri sjófólk Til Trygdarmiðstøðina fyri sjófólk, sum heldur til í Klaksvík,verður søkt eftir einum persóni,sum kann undirvísa í trygd á sjónum. Starvið Viðkomandi, sum settur verður, kemur at hava hesar uppgávur • undirvísa í trygd á sjónum, sum umfatar bæði ástøðiliga frálæru og venjingar í at nýta bjarg ingar- og eldsløkkiútgerð v.m. • vera við til at menna og gera frálærutilfar í sam- svar við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni • vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini. Førleikakrøv Tað verður sett sum krav, at umsøkjarar hava viðkomandi útbúgving, helst sum maskinmeistari við royndum frá sjóvinnu. Fyrimunur er, um viðkomandi hevur royndir í at fyriskipa trygdarvenjing umborð á skipi og undirvísa á økinum. Viðkomandi, sum settur verður, skal kunna taka ymisk endurútbúgvingarskeið, sum eru viðkomandi fyri starvið. Setanarviðurskifti Setanartreytir og løn verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið er Fiskimálastýrið, og stovnar undir tí, umframt onnur aðalstýrir og løgmansskrivstovuna. Umsóknarfreist Umsóknir við avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Fiskimálastýrinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. mars 2001. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálastýrið, Sjóvinnufyrisitingin Yviri við Strond 19 Postrúm 347 110 Tórshavn Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Trygdarmiðstøðina á tlf. 455882, Marius Magnusson, leiðara, ella til Sjóvinnufyrisitingina, Eyðun Berth Jacobsen, deildarstjóra, tlf. 313669. Fiskimálastýrið Fiskiveiðieftirliti / Vaktar- & Bjargingartænastan Frá Føroya Psoriasisfelag Nýggj viðgerðarferð til Bláalónið í Íslandi verður frá 27.04. til 25.05. Tey, ið hava tørv á viðgerð og ynskja at verða við á omanfyrinevndu viðgerðarferð, verða biðin um at fara til egnan kommunulækna at fylla út um- sóknarblað. Umsóknarblaðið skal vera húðlækn- anum í hendi í seinasta lagi 12.03. Kommunu- læknin sendir umsóknarblaðið til húðlæknan. Húðlæknin viðger allar umsóknir og fáa umsøkj- arar boð frá honum at møta til viðtalu. Føroya Psoriasisfelag Tlf. 424179 Bókhaldari Søkt verður eftir royndum bókhaldara hálva tíð til arbeiðsuppgávur í Havn. Møguliga verður talan um fulltíðarstarv seinni. Kunnleiki til Concorde C5 og Navigator er ein treyt. Løn eftir avtalu. Skrivlig umsókn verður at senda innan 17. mars 2001. Skrásett grannskoðaravirki Vágstún 2 FO-700 Klaksvík Tlf. 455522 og 217505 Telefon- og avgreiðslutíðir Telefon- og avgreiðslutíðirnar eru frá kl.9.00 til kl. 13.00. Havnar Sjúkrakassi Frá Maskin- meistarafelagnum Ársaðalfundurin verður á Hotel Hafnia leygardagin 24. mars kl 14.00 Nevndin Bilur við skaða til sølu Ein Ford Focus 1.6, 5 hurðar. Bilurin hevur skaða framman og verður seldur fyri hægsta boð sum hann stendur við skaða. Skrásettur fyrstu ferð 30.11.2000. Koyrt 3.500 km. tlf. 313040 · lokal 20-27