Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mars 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2001 25 gult cyan magenta svart 24 Sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2001 ESPERANTO Jeffrei Henriksen Esperantolærarafelagsskap urin ILEI (Internacia Ligo de Esperantistaj Instrui- stoj) varð stovnaður í 1949 í samstarvi við UNESCO. Aðalmiðið er at hjálpa lær- arum, ið um skúlar um all- an heim vilja breiða út lær- dóm í esperanto til at nýta í nýggjari samskiftisskip- an, har ið allar mentanir sum meginreglu hava sama møguleika at orðføra seg. Felagsskapurin er skip- aður í landsdeildir og í ar- beiðsnevndir; harafturat eru umboðsráð fyri allar landsdeildirnar, og ovast er ein formansskapur. Lands- deildir eru í 27 londum, umframt umboð í 18, t.e. tilsamans í 45 londum, m.o. í Íslandi, Noregi og Svøríki: http://lps.uni- roma3.it/ilei/sek_lis.htm Felagsskapurin hjálpir skúlum og læristovnum, har ið skipað verður fyri einumhvørjum á ella um esperanto. Eitt týðandi virksemi er tað at miðla samband millum tílíkar skúlar. Eisini verður skipað fyri læraraútbúgving í esperanto. Esperantolærarafelagssk apurin gevur út tíðarritið »Internacia Pedagogia Revuo« og til næmingar tíðarritið »Juna Amiko«. ILEI-limir hittast á fel- ags stevnu hvørt ár í skift- andi londum umframt at halda egnar fundir á heimsstevnunum »Univer- salaj Kongresoj de Esperanto«. Á internetatsetrinum http://lps.uniroma3.it/eler/e lete.htm eru skrásettir 188 skúlar og ikki minni enn 172 lærdir háskúlar í 55 ymiskum londum, har ið lært ella lisið verður espe- ranto. Umframt hesar 188 skrásettu skúlarnar eru iva- leyst fleiri óskrásettir – umframt ymisk skeið. Eitt nú Danmark er ikki við millum tey nevndu 55 londini, hóast eisini har verður dúgliga undirvíst í esperanto. Mest fyriboðandi eru helst allir teir lærdu stovn- arnir, har ið esperanto verður lisið; verða fyrst nóg mong fólk útbúgvin har, so er rímiliga gongdin, at fleiri eisini fara at fáa undirvísing, kanska fyrst í miðnámsskúlum og síðan sum valgrein í øðrum skúl- um. Nøkur landstøl við skúl- um og stovnum, har ið lært og lisið verður esperanto: Svøríki: 3 fólkaskúlar, 2 miðnámsskúlar, 2 lærdir háskúlar. Týskland: 2 fólkaskúlar, 3 miðnámsskúlar, 17 lærdir háskúlar, harav 2 lærara(há)skúlar. Frakland: 10 fólkaskúlar, 3 miðnámsskúlar, 7 lærdir háskúlar. Italia: 30 fólkaskúlar, 8 lærdir háskúlar. Bretland: 3 fólkaskúlar, 6 lærdir háskúlar. Ungarn: 20 fólkaskúlar, 5 miðnámsskúlar, 4 lærdir háskúlar. USA: 19 fólkaskúlar, 1 miðnámsskúli, 28 lærdir háskúlar. Kina: 4 barnaskúlar, 4 miðnámsskúlar, 18 lærdir háskúlar, harav 5 lærara(há)skúlar. Japan: 4 fólkaskúlar, 6 lærdir háskúlar. Millumtjóðafróð- skaparsetrið La Akademio Internacia de la Sciencoj (AIS) í San- marino er felags virksem- ispallur hjá yrkisliga fram- standandi og málpolitiskt framburðshugaðum vís- indafólki um allan heimin, sum miðar ímóti millum- tjóðamálsliga at fremja í verki gransking og upplýs- ing í øllum vísindagreinum og at lata tær koma tøkni og list meir til góða við at betra millumtjóðasamskifti og við millumyrkisligum samstarvi. Limirnir umboða ym- iskar tjóðir, heimspartar, fólkasløg, átrúnaðir, máls- amfeløg og politisk øki. Tað politiska fjølbroytni teirra, ið alt hetta umboða, tryggjar, at AIS er politiskt strangliga uttanveltað burt- ursæð frá teirri felags strembanini móti sínum einasta politiska máli: so við og við í vísindaliga heiminum at gera til veru- leika mannarættindini til ótarnað samskifti, annað- hvørt trupulleikin so er málsligar byrgingar ella málsligur mismunur. AIS er ikki avmarkað til ávís vísindi, men hevur sum meginreglu at vera opið fyri skilfastari gransking á øllum økjum, har ið miðað verður eftir og møguligar eru viðrak- ingar, sum hava virði, ið eru leys av málsligum, ætt- arkyns, politiskum, átrún- aðar ella øðrum tilknýti (um enn samanberandi, men ikki til at tæna nøkr- um ávísum av nevndu tilknýtum). AIS varð alment stovnað í 1985 og hevur heimild at próvføra til Bac., Mag., Dr. og Dr. habil. Almenn mál, ið nýtt kunnu verða á AIS, eru esperanto, italskt, týskt, enskt og franskt. Umboðsatsetur: Prezi- danta Sekretariejo de AIS, Kleinenberger Weg 16 b, D-33100 Paderborn, Týsk- land. Upplýsing um AIS á enskum: http://www.- forst.tu-muenchen.de/- EXT/AIS/respondoj/en.res pondoj.html. tvey-trý um náttina, so plagdu vit at koyra gjøgn- um bygdirnar á veg til Weybrigde, rópandi »hey- hey«, meðan vit koyrdu alt ov skjótt. George var kanska í hansara Ferrari – hann var ein rættiliga skjótur bilførari – og John og eg eltu hann í Rolls Royce bilinum hjá John. John hevði eina mikrofon við hátalarum uttan og hann rópti eftir George, sum koyrdi undan: »Tað er býttisligt at gera mótstøðu, tað er býttisligt at gera mótstøðu! Steðga!« Tað var púra svakt. Øll ljósini tendraðust í húsunum, vit koyrdu framvið – fólk mugu hava verið púra ør- kymlað. Um okursskatt og revolver GEORGE: Tað var í Apríl 1966, at vit byrjaðu at taka upp Revolver. »Taxman« var á Revolver. Eg hevði funnið út av, at eg rindaði ein risaupphædd í skatti til skattavaldið. Tú gerst so fegin, tá tú endiliga byrjar at tjena pengar – og so finnur tú av, hvat skattur er. Tá á døgum rindaðu vit nítjan skillingar og seks pensar (tað vóru 20 skill- ingar í einum pundi) av hvørjum pundi vit tjentu – dýrur prísur at rinda fyri at tjena pengar. RINGO: Vit vóru »pis- sed of« í sambandi við okkara skattastøðu. Vit gingu við til ta svøku ráða- gerð at rinda einum manni pengar til tess at liva í Ba- hamas og har halda okkara pengum, soleiðis at tað gjørdist skattafrítt. Og til endans máttu vit senda allar pengarnar aftur til Onglands, rinda skatt av teimum – og rinda mannin- um løn. Tað var ein ráða- gerð, sum onkur hevði lagt fram fyri Brian Epstein og vit tóku undir við tí. JOHN: »Here, There and Everywhere« var ein full- komin sangur hjá Paul, haldi eg – og ein av mínum farvoritt Beatles-sangum. JOHN: Útrykkið »To- morrow Never Knows« var ein annar setningur, sum Ringo kom við. Eg brúkti henda tittulin fyri at taka eitt sindur av trykkinum av tí tungliga, filosofiska tekstinum. Øll halda – sjálvt George Martin segði, at Pepper var okkara sýru- pláta – men vit høvdu allir, Paul íroknað, tikið sýru tá Revolver var liðug. PAUL: John kom við einum lagi, aftan á at vit høvdu havt frí einar tveir dagar. Eg minnist, at vit vóru hjá Brian Epstein í Chapel Street. Vit komu higar og John hevði henda sangin, sum hevði bert eina akkord, C, sum í okk- ara hugi var eitt sera gott hugskot. Eg ivaðist í, hvussu Ge- orge Martin fór at taka ímóti hesum, tí hetta var ein stór broyting – vit plagdu í minsta lagi at hava tríggjar akkordir. Men her var John við einari akkord og sang heldur álv- arsamur – »Lay down your mind…« Og orðini vóru rættiliga djúp og meinings- full – og slettis ikki »Thank you girl«, eitt sindur av eini broyting frá øllum tí. George Martin tók sera væl ímóti hesum. Hann segði: »Rættiliga áhuga- vert, John. Sera áhuga- vert!« So vit fóru inn og tóku lagið upp rættiliga beint fram eftir landavegn- um, sum eitt rock’n’roll orkestur. Vit høvdu brúk fyri eini solo, og um hetta mundið tókst eg nógv við band- loop. Eg hevði tvær Bren- nell maskinur har heima og kundi gera band-loop við teimum. So eg kom við einum plastikkposa við okkurt um 20 ymiskum band-loopum, og vit fingu øll tjúgu loopini at koyra samstundis á ymsum maskinum í studionum. GEORGE: Eg síggi ikki tann stóra munin á Rubber Soul og Revolver. Fyri meg kundu tað verið 1. Partur og 2. Partur. JOHN: Aftan á, eg hevði gjørt How I Won the War í 1966, bíðaði eg altíð eftir eini orsøk til tess at sleppa út úr The Beatles. Men eg hevði bara ikki ryggin til tess, sær tú. Tí eg visti ikki, hvar eg skuldi fara. Eg var veruliga bangin fyri at fara burturúr. Eg hugsaði »hetta er veruliga endin. Vit turnera ikki longur. Tað merkir, at eitt tómt rúm verður í framtíð- ini«. Um hetta mundið ella har á leið byrjaði eg at hugsa um eitt lív uttan The Beatles - hvussu fór tað at vera? Men eg hugsaði ong- antíð um at gera mín egna bólk ella nakað sovorðið, tí tað kom mær ikki so frægt sum til hugs. Bara, hvat fór eg at gera, tá tað steðgaði? RINGO: The Beatles vóru ávirkanin um hetta mundið í 1966/67. Tað var áhugavert, at tað var tá vit komu til Los Angeles og hugnaðu okkum saman við David Crosby, Jim Keltner og Jim McGuinn, at vit funnu útav, at fólk royndu at vera sum vit. Ikki júst hesir, vit vóru saman við, men teir søgdu okkum frá um onnur orkestur. Vit hoyrdu, at produsarar for- taldu øðrum orkestrum, at tey skuldu ljóða sum The Beatles. Um Strawberry Fields… GEORGE: Tað var rætti- liga vánaligt, var tað ikki? At Engelbert Humperdinck forðaði »Strawberry Fields Forever« at gerast nummar eitt? Men eg haldi ikki, hetta fekk okkum at stúra. At byrja við vildu vit standa okkum væl á hitt- listunum, men seinni byrj- aðu vit at taka tað sum eina sjálvfylgju. Kanska tað hevur verið eitt sindur av einum skelki at vera nummar tvey – men hin- vegin, so vóru tað altíð so nógvir hitt-listar, at tú kundi vera nummar tvey á einum og nummar eitt á einum øðrum. JOHN: Hitt-listarnar? Eg lesi teir allar. Pláss er fyri øllum, eg havi onki ímóti Humperbert Engeldinck. Teir eru menninir. Tað er teirra pallur. Um Sgt. Pepper… JOHN: »Sgt Pepper« er Paul, eftir ein til Amerika. Allur hasin West Coast lang-orkestur-nøvn tankin fór at gera um seg. Nú var tað ikki longur nógmikið at eita The Beatles ella The Crickets – teir vóru brád- liga vorðnir til Fred and His Incredible Shrinking Grateful Airplanes. Eg haldi, hann bleiv ávirkaður av tí. Hann royndi at leggja eitt sindur av sjógvi mill- um the Beatles og almenn- ingin – og soleiðis fekk Stg Pepper identitet. Frá einum intellektuellum sjónarvinkli, so var hetta tað sama, hann gjørdi við at skriva »she loves you« ístaðin fyri »I love you«. GEORGE: Eg helt, at vit vóru bara í studionum fyri at gera tað næstu plátuna, og Paul bleiv við at práta um hetta hugskotið við einum fiktivum orkestri. Tann síðan hevði ikki rættiliga mín áhuga, annað enn tittullagið og plátu- húsin. JOHN: Stg Pepper verð- ur rópt at vera tann fyrsta konsept-plátan, men hon førkar seg ongan veg. Øll míni íkast til plátuna hava absalutt onki at gera við hetta hugskotið við Stg Pepper og hansara orkestri. Men tað riggar, tí vit søgdu at tað riggaði, og so- leiðis kom plátan undan. PAUL: Hetta var byrjan- in á hippie tíðini, og tað var ein sovorðin hippy- aura kring alt Amerika. Eg byrjaði at hugsa um, hvat hevði verið eitt gott navn at kalla eitt orkestur. Um hetta mundið vóru rúgva av bólkum við nøvnum so sum »Laughin Joe and His Medicine Band«. Og líka sum við »I Am The Wal- rus«, har John smíðaði orð so sum »choking smokers« og »elementary penguin«, soleiðis kom eg til orðini »Stg Pepper’s Lonely Hearts Club Band«. GEORGE: Mær dámdi Stg Pepper tá hon kom út. Eg visti, at hon fyri fólki tóktist at vera øðrvísi, og eg var sera glaður fyri kon- septið og plátuhúsan. »A Day In The Life« hevði eitt stórt orkestur og eina stóra klaver-akkord, og musik- alskt dámdi mær eisini »Lucy In The Sky With Diamonds«. Men restin var bara vanligir sangir. RINGO: Tað tóktist, sum um Sgt Pepper fangaði tíð- arandan um hetta árið, og hon gav eisini rúgvu av fólki loyvi til at byrja hag- ani og veruliga fara eftir gullinum. Almenningurin elskaði plátuna, tá hon kom út. Hon var ein risi. Øllum dámdu hana. Um Lucy in the sky… JOHN: Eg sá Mel Torme kunngera eitt Lennon- McCartney show, har hann segði, hvussu »Lucy In The Sky With Diamonds« var um LSD. Tað var tað ongantíð, og ongin trýr mær. Eg svørji til Guð, ella svørji til Mao, ella hvønn tær so dámar, at eg hevði onga hóming av, at tað gav bókstavirnar LSD. Hetta er sannleikin: Sonur mín kom heim við eini tekning og vísti mær hesa kvinnuna, ið sá eitt sindur løgin út, sum fleyg runt. Eg segði »hvat er hattar« og hann segði »Hatta er Lucy in the sky with diamonds«, og eg hugsaði, »hatta er vakurt«. Eg skrivaði beinanvegin ein sang um tað. Og sang- urin varð útgivin, øll plátan var útkomin og onkur legði til merkist, at bókstavarnir søgdu LSD. PAUL: Eg kom til húsið hjá John og hann hevði hesa tekningina, sum Juli- an hevði gjørt í skúlanum við heitinum »Lucy in the Sky with Diamonds« oman fyri. Síðani fóru vit upp til hansara musikkrúm og skrivaðu sangin, har vit býttu psykedelisk uppskot millum okkara. Eg minnist meg koma við »cellophane flowers« og »newspaper taxis« og John svaraði vit tingum so sum »kaleido- scope eyes« og »looking glass ties«. JOHN: Tað er heilt vist, at Paul og eg skrivaðu saman, serliga á »A Day In The Life«. Hátturin, vit skrivaðu um hetta mundið: tú skrivaði eitt gott stykki, tann partin sum var lættur, líka sum »I read the news today«, ella hvat tað nú var. Og so tá tað stóð fast ella tá tað til ein og hvørja tíð gjørdist torført, so slepti tú tí, heldur enn at halda fram. Tá vit síðani hittust aftur, so spældi eg eitt stykki fyri honum, og hann fekk íblástur at gera tað næsta stykkið og um- vent. Hann var eitt sindur lítillátin í hesum samband- inum, tí eg haldi, at hann helt hetta var ein veruliga góður sangur. Við øðrum sangum vildu vit til aðrar tíðir ikki lata hin blanda seg uppí, tí tú hevur kanska hug at vera eitt sindur slakur við tilfarin- um hjá onkrum øðrum: tú eksperimenterar eitt sindur. Íkastið hjá Paul til hetta lagið var tann vakra frasan »I’d love to turn you on«, sum hann hevði í høvdin- um, men ikki kundi brúka sjálvur. PAUL: Eg byrjaði at royna at selja eitt hugskot til John: »Vit taka fimtan taktir, bara eina tilvildar- liga mongd, og so vilja vit royna okkurt nýtt. Vit vilja siga við symfoniorkestrið at tey kunnu byrja á hvat so enn er lægsti tónin á teirra ljóðføri, og enda á tí hægsta tónanum á teirra ljóðføri.« Jeffrei Henriksen: Esperantolærarafelagsskapurin ILEI varð stovnaður í 1949. Aðalmiðið er at hjálpa lærarum, ið um skúlar um allan heim vilja breiða út lærdóm í esperanto til at nýta í nýggjari samskiftisskipan, har ið allar mentanir sum meginreglu hava sama møguleika at orðføra seg FRAMTÍÐIN OG ESPERANTO. Mest fyriboðandi eru helst allir teir lærdu stovnarnir, har ið esperanto verður lisið, heldur Jeffrei Henriksen, sum í mong ár hevur arbeitt við esperanto. Verða fyrst nóg mong fólk útbúgvin har, so er rímiliga gongdin, at fleiri eisini fara at fáa undirvísing, kanska fyrst í miðnámsskúlum og síðan sum valgrein í øðrum skúlum, metir Jeffrei Henriksen Skúlar og læristovnar TÓNLEIKUR Niclas Johannesen 5.partur Um Elvis JOHN: Tað var deiligt at hitta Elvis. Tú veitst, hann var bara Elvis. Hann spældi nakrar fáar sangir, og vit spældu allir guitar. Tað var nakað stórt. RINGO: Tann mest harmiligi parturin er, at vit funnu út av, fleiri ár seinni, at hann royndi at forbjóða The Beatles í Amerika, gjøgnum hansara góða FBI-samband. PAUL: Eg havi sjálvur sæð nógv umrøddu Nixon avritini, har Elvis í veru- leikanum byrjar at royna at smetta okkum – The Beat- les! Í avritinum sigur hann – av øllum fólkum, til Ric- hard Nixon – »Well, sir, hesir Beatles: Teir eru sera óamerikanskir og teir taka narkotika.« Eg má siga, at eg kendi meg at sindur svíktan av hasum. Lagnunnar stóra speisemi var, at hann á- kærdi okkum fyri at taka narkotika, og hygg hvat hendi við honum. Hann var fangaður á toilettinum, fullur av teimum! Tað var syrgiligt, men eg elski hann framvegis, serliga hansara fyrsta tíðarskeið. Hann hevði serstakliga stóra ávirkan á meg. JOHN: Í veruleikanum doyði Elvis, tá hann fór í herin. Tað var tá, teir drupu hann og restin var bert ein livandi deyði. Um kríggj GEORGE: 60’ini vóru eitt gott tíðarskeið, og í Evropa var tað tætt tengt at, at vit vóru ættarliðið, sum hevði ikki verið í kríggi. Vit vóru fødd undir 2. heimsbar- daga, og vit hoyrdu ikki um annað meðan vit vuksu upp, vit fingu vaml av at hoyra um tað. Bløð og sjónvarp elska til henda dag framvegis kríggið og kríggj sum heild - tey kunnu ikki fáa nóg mikið. Tey blíva við at gera send- ingar um tað. Tað eru um- leið 54 kríggj júst nú, og sjálvt um ein lítil steðgur er í onkrum av teimum 54 krígnum, so vísa tey okk- um endursendingar av 2. Heimsbardaga ella Pearl Harbour. Um náttarlevna PAUL: Ofta, tá ið vit vóru lidnir at taka upp í studion- um okkurt um klokkan ANTHOLOGY. Ongantíð fyrr er bók givin út, har Beatlarnir sjálvir siga gott fyri hvørjum orði. Nú er bókin The Beatles Anthology komin út kring allan heim. Les her um, hvussu Elvis fyri Nixon prátaði ilt um The Beatles, les um hvussu teir koyrdu kapp um náttina. Les eisini um LP pláturnar Revolver og Sgt. Pepper The Beatles um The Beatles Beatlarnir, sum vit kenna teir av Sgt.Pepper-húsanum, sum er ein hin kendasti plátuhúsin yvirhøvur Paul McCartney og George Harrison lesa um Elvis Presley