Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mars 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2001 23 22 Sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2001 FERÐAFRÁSØGN Orð og myndir: Edvard Joensen úr Istanbul Tað skurrar í hátalarunum í teimum seks sikkuratun- um á Bláu Moskuni, sum hevjar seg prúð og myndug upp um aðrar bygningar uttan fyri hotelvindeygað. So hoyrist klagandi røddin á imaminum, sum kallar teir rættrúgvandi muslimarnar til bøn. Ta fyrstu bønina av fimm í dag. Teir skulu vera komn- ir, tá sólin rísir. Eg lati vindeygað upp og hyggi út. Ljósini, sum sett eru á hesi mjáu torn- ini, strála beint upp í luft- ina. Tað fara tveir mása- fuglar framvið. Ljósið rak- ar teir, og teir síggja so snjóhvítir út. Rætt sum tveir einglar, sum hava eftirlit við tí, sum nú fer at henda her niðri. Eg veit, at hatta eru tvær vanliga likkur. Av sama irriterandi slagnum, vit hava í Føroyum um summ- arið. Eg sá tær í gjár. Og krákurnar eru tær somu sum í Føroyum. Og spurv- arnir og dúgvurnar. Eitt sindur hugstoytt heldur tú kanska, at koma so langt og bara síggja fugl, sum tú kennir væl heimanífrá. Men tað er kanska einki løgið kortini. Tí hóast bæði kráka, spurvur og dúgva eru støðufuglar heima í Føroyum, kann vera, at onkur av okkara likkum er endað her, tá hon rýmdi í heyst. Fall fyri frælsið Tað klikkir í marmorgólv- inum, meðan eg gangi eftir gongini. Gólv, veggir, súl- ur og trappur. Alt er gjørt av marmori. Helst tí, at tað er hart tilfar, sum tolir slit. Og nógv hevur verið tolt innan hesar somu veggir. Eitt fyrrverandi fongsul er hotellið. Bygt um so seint sum í 1970 til eitt luksus- hotel av teimum allarfræg- astu yvirhøvur. Men í súluni beint uttan fyri kamarshurð mína stendur enn vitnisburður um líðingar, sum verið hava her innanveggja. Ein fangi hevur í 1935 rist kærleiksváttan til unnust- una uttan fyri múrin í harða marmorið. Og tað hava teir, sum gjørt hava húsið til hotel, so latið staðið eftir. Og við morgunmatar- borðið verður aftur mint á, at ikki er so vist, at alt er frælst kortini, hóast Turka- land roynir at nærkast vesturheiminum og er lim- ur í Nato. Avísin á borðinum sigur frá roki í turkiska parla- mentinum. Stjórnin hevði lagt uppskot fyri tingið um at stytta talutíðina hjá and- støðuni, og tað hevði fing- ið øði í andstøðutingmenn. Heitt er blóðið og stutt er frá hugsan til verk, so tað hendi hvørki meira ella minni, enn at tingmenn fóru til hendurs. Og so hørð var orrustan, at ein tingmaður fekk ein hjarta- tilburð og steindoyði í tingsalinum. Bløðini skriv- aðu dagin eftir, at hann fall fyri talufrælsinum. Ikki av berari góðsku Her samsvarar ikki heilt, tí vit hava júst frætt, at turk- iska stjórnin júst hevur lat- ið amnesty til ikki færri enn 1.500 fangar, sum latnir eru leysir úr turk- iskum fongslum. Men tað man neyvan vera av berari góðsku, heldur ein ungur maður, vit møta í eini sølubúð í stóru Hagia Sofia kirkjuni, sum seinni varð gjørd til mosku og upp aftur seinni varð gjørd til fornminnis- savn. Hann stendur í handlin- um hjá einum skyldmanni og roynir at vinna sær eitt sindur av peningi at liva fyri. Og hóast hann er út- búgvin søgulærari við uni- versitetið, loysir tað seg betur at selja plattar, vatn- pípur og alskyns bíligar minnislutir til vesturlendsk ferðafólk enn at kenna unga, turkiska ættarliðnum skaldamál og søgu. – Nei, heldur hesin ungi maðurin. Tað er tí, at fongslini her í landinum eru full, at stjórnin gevur fangunum amnesty. Einki petti annað. Alt uttan livandi grind Tann stóri basarurin í Istanbul er víða kendur. Og hann er minst líka gamal, sum hann er kend- ur. Oman fyri høvuðsinn- gongdina stendur, at hann er grundlagdur í árinum 1461. Og øll hesi árini er hann bara vaksin, soleiðis at í dag ber til at keypa at kalla hvat, ein vil hava í hesum býnum í býnum. Tó ikki livandi grind kortini, um nakar skuldi funnið upp á at spurt. Basarurin er skipaður sum ein heilur býur við gøtum, sum allar liggja undir taki. Og grammir eru teir, turkararnir, at selja. Ikki beinleiðis ágangandi, men ert tú fyrst farin undir at tingast, eru teir ringir at sleppa av við, um tú einki keypir kortini. Vit hitta ein starvsfel- aga, Ramazan Yazgan, inni á skrivstovuni hjá basar- leiðsluni. Hann arbeiðir hjá stóra blaðnum Sabah, sum merkir morgun. Ramazan greiðir frá, at hann er lokalredaktørur í Istanbul hjá hesum blaðn- um, sum er millum tey størstu í Turkalandi. Hans- ara uppgáva er at syrgja fyri, at eitt innlegg við til- fari úr Istanbul er í blaðn- um hvønn dag. Hann greiðir frá, at blaðið hevur onga bein- leiðis politiska linju sum so. Kortini er blaðið stjórnini vinarliga sinnað, sigur hann. Men tað er eingin forð- ing fyri, at ein komandi stjórn við øðrum politisk- um liti fer at gera blaðnum nakað. – Væl eru ikki somu politisku viðurskifti sum eitt nú í Norðanlondum, sigur Ramazan. Men skift- ir stjórnin, skifta vit bara eisini linju, og so eru vit framvegis stjórnarvinarliga sinnað. Í aðrar mátar er uppgáv- an hjá lokaredaktørinum at finna tíðindi um leyst og fast úr býnum at lata høv- uðsredaktiónini, sum situr í Ankara, greiðir Ramazan frá. Eftir mormorgøtunum fara vit gjøgnum basarin. Ganga millum búðir við teppum og hattum, alskyns skrambli, fyri at siga akk- urát sum er, og flottum gullsmiðjuarbeiði. Alt kann keypast, og viðhvørt kann ein fáa tað rímiliga bíliga eisini, sum ein hevur hug á. Tá handilsmaðurin hev- ur fingið fatan av, at tú ert sinnaður at handla, verður tosað aftur og fram um leyst og fast. Knappliga stendur tú so við einum og hvørjum í hondini, sum hann vil hava ein prís fyri. Aldargamli býurin við endan á Silkivegnum verður vaktur av monotonu kallan imamanna, sum longu undan sólarrisi kalla til bøn úr mongu sikkuratunum á teimum í alt 3.000 moskunum í býnum Istanbul í januar Hann kann fáast at nevna ein prís sjálvur, og so skalt tú skunda tær at nevna helvtina. Haðani verður so tingast, og tað kann væl henda, at vøran fæst væl bíligari, enn tað, hann leggur út við. Og ert tú so rættiliga forherðaður, er bara at rýma, meðan tingingarnar ganga sum best. Siga frá, at tú ætlar ikki at keypa kortini. So kemur hann rennandi aftan á tær og bjóðar vøruna út fyri næstan einki. »Special offer for You, Mister. My friend lives in Denmark. Very nice pe- ople,« vil hann vera við, tá hann frættir, at vit eru norðurlendingar. Og ert tú framvegis á- hugaður í vøruni, kunnu fimm dollarar knappliga gerast til ein. Men hjá gullsmiðinum ber ikki til at prutta kort- ini. Har kostar vøran tað, hon kostar. Basta. Hon verður seld eftir vekt. Trúgvandi fólk Ein rættiliga stórur meiri- luti av turkum eru musl- imar. Og muslimar tykjast vera rættiliga trúgvandi fólk. Álagt er teimum at fara til bøn fimm ferðir dagliga. Teir byrja undan sólarrisi, og so gongur tað bara slag í slag, til tveir tímar eftir sólsetur, tá sein- asta dagliga bønin verður hildin. Sum vera man eru eisini moskur í basarinum, tí har arbeiðir so mikið nógv fólk, at til ber ikki at øll fara út í býin at biða. Osman er leiðandi imm- amur í basarinum. Hann greiðir frá, at vanligar yrkadagar koma eini 200 fólk til bøn hvørja ferð. Fríggjadag, sum er halgi- dagurin, er nógv meira. Eini 1.000 fólk onkuntíð, metir hann. Osman sigur, turkar hoyra til sunnimuslimska veingin av Islam. Hesir eru líkasum ikki so ágangandi, sum shiittarnir, sum vit so ofta hoyra um úr eitt nú Iraq og Iran. Osman sigur, at teir víðgongdu muslim- arnir, heimurin frættir um í samband við yvirgangsat- sóknir og tílíkt, aloftast eru shiittar. Hann hevur ikki loyvi til, greiðir Osman høvuðs- prestur frá, at blanda polit- ikk upp í sínar prædikur. Og tað tilkemur ikki hon- um at gera av, hvør er frelstur og hvør sleppur til himmals eftir hetta stutta jarðarlívið. Hansara uppgáva er at leggja út og tulka Koran- ina, og so má tann eini Guð, sum einsamallur ræður, gera av, hvør er verdugur at fáa frelsuna. – Um tað verið eg, ella tað verður ein drápsmaður í einum og hvørjum turk- iskum fongsli, sum sleppur inn um portrið, tá vit hitt- ast har, havi eg onga ávirk- an á, sigur hann. Osman greiðir frá, at hann er imamur burturav. Hann er starvssettur av tí almenna, og fær løn fyri at vera samkomuleiðari. Júst á sama hátt sum prestarnir í okkara fólkakirkju eru settir í starv. Nei, hann hevur einki í móti, at vit taka eina mynd av honum. Men so má tað vera úti á »gøtuni« í basar- inum, sigur hann. Hann hevur verið fyri, at týskur tíðindamaður avmyndaði hann til arbeiðis inni í moskuni. Tann myndin varð seinni nýtt í sambandi við eina muslimska yvir- gangsatsókn í Norður- afrika, og soleiðis er hann als ikki sinnaður at verða misbrúktur aftur. Hava tit hoyrt ta søguna so er søgd ífrá. Tá teir skuldu stóra Brimil heim til landa fá? Niðurlag: Há! Trummar í høll. Hermenn ríða fram. Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. Mikið var tað hóvasták, ið gjørt varð burturúr. Tá ið Brimil doyptur varð og skuldi royndartúr. Jørgen fór við síni frú tað nýggja skip at skíra. Loyst varð tó ei bryggju frá, tí eingin vildi stýra. Brimil lá á bóli kvirrur eina so langa stund. Jørgen vildi hann førdan hava yvir tað breiða sund. Jørgen sendi Karsteni boð – so sigur frøðin frá. »Tú skal okkum Brimil fáa heim á Havnarvág.« Karsten gongur á selaveiðu á tí fyrsta sinni. Tá hann kom á látur fram, tá var Ellintur inni. Ellintur vil sítt veldi verja – so er komið til mín. »Lúka skalt tú fleiri treytir, áðrenn hann verður tín. Skipið verður liggjandi, tað loysir ikki enn. Fyrr enn tú letur hýru hækka til meg og mínar menn. Sama krevja Gunnleivur og Finnleif við sínum monnum. Vit verja okkum manniliga, tú sanna skalt av sonnum.« Karsten rikin aftur varð við so miklum treða. Einki skip á hesum sinni fingið varð til vega. Royna teir á øðrum sinni – fleiri nú í tali. Karsten og Tummas leiða lið, sum roynir seg á vali. Men Ellintur ei fyri ongum er, hann glettir nú á tonnum. Verjir látursmunna væl við øllum sínum monnum. Hartil Finnleif og Gunnleivur komnir eru við. Aftur noyðist Karsten víkja, tá hann sær tað lið. Tummas, Karsten og Jørgen allir hámir sita sørir. Tykjast hava givið upp, tí Ellintur er tvørur. Stríðið leikar hart og hvast og kann so leingi vara. Eitt er tó at royna enn: Í Løgtingið at fara. Fyri slíkum loysnum tó teir taka seg í akt. Onkur hevur roynt tað fyrr og fólksins vreiði vakt. Eftir Brimli føroyingar bíða nú so spentir. Fínt er skip, men loysa tað teir eru tó ei mentir. Hvat skulu vit halda um teir menn, sum hesum landi valda. Fyrr varð hildið ringur siður, at keypa og ikki gjalda. á trettanda 2001 Edvard Brimlaríma Osman, her avmyndaður við soninum, er høvuðsimamur í basarinum í Istanbul Ramazan Yazgan er lokalredaktørur hjá tíðindablaðnum Sabah í Istanbul Í basarinum í Istanbul ber til at keypa nærum alt uttan livandi grind Moskurnar eru 3.000 í tali í Istanbul, og hartil eru minaretirnar nógvar. Bláa Moskan hevur einsamøll seks minaretir