Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2001 21 gult cyan magenta svart 20 Sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2001 mugu ikki góðkennast at verða vístir fyri fólki undir 18, 16 ella børnum undir 12 ár. Og so hava vit eina játtan á Fíggjarlógini, sum er uppá kr. 324.000,- um árið. Tað er verri enn so nóg mikið til at hyggjast kann eftir øllum filmum, sum eiga at verða kannað- ir. Um vit skuldu hugt eftir øllum filmunum, sum lóg- in jú sigur, at vit skulu, so skuldi játtanin verið meiri enn tvær ferðirnar hetta. Tí er mannagongdin tann, at vit lesa tað tilfar, sum finst um filmarnar og meta um aldursmarkið eftir tí. Eru vit í iva, kanna vit, hvat aldursmark onnur lond hava sett. Eru vit framveg- is í iva, so hyggja vit eftir filminum. Virkisskráin er altso antin at góðkenna ella at bannaðfilmar. – Eru tit hvøss ella laga- lig í tykkara metingum – sæð í mun til eitt nú onnur lond? Eg haldi, at saman um tikið, eru vit rættuliga lík hinum Norðurlondum, burtursæð frá Danmark. Eg haldi, at metingarnar í Danmark ofta eru heldur linari enn okkara og tær hjá hinum Norðurlondum. Danmark hevur eisini eina heilt aðra lóg at meta eftir. Um vit eru hvøss ella ikki, er ilt at siga – tað velst altíð um fatanina. Sjálvur haldi eg ikki, at vit eru serliga hvøss, og tað er heldur ikki okkara upp- gáva at vera hvøss ella ikki, men at meta eftir okkara fakliga og persón- liga førleika. – Hevur tú varnast, um filmar hava ein tendens til at blíva ráari og ráari soleiðis, sum mong vilja verða við, ella er onki um hetta tos? Her má eg svara, sum eg haldi. Tí, eg havi ikki gjørt nakra kanning og eg havi ikki lisið nakra kanning um hetta. So hetta er fyri egnu rokning. Men jú, eg haldi, at filmar hava ein tendens til at blíva ráari og ráari, skilt á tann hátt, at eg haldi, at tað eru fleiri ráari filmar enn fyrr, og tær ráu myndirnar eru ofta ráari enn fyrr. Man sær tær ráu mynd- irnar meira beinleiðis, tær vara longri og eru oftari meira nágreiniligar. Hetta síðsta, at myndirnar eru meiri ráar, haldi eg heilt víst, men um tað eru lut- víst fleiri ráir filmar nú, enn fyrr, veit eg ikki. Talið á filmum er vaksið so ótrúliga nógv hesi seinastu árini. – Tit hava bara eftirlit við almennum, kommersi- ellum biografsýningum og videoútleigan, ella hvussu? Bæði og, tí Eftirlitið fevnir eisini um filmar, sum eru til sølu. Og her kann eg nevna, at lógin sigur, at allir videoútleig- arar og -seljarar skullu lata seg skráseta hjá Filmseft- irlitinum og senda allar videofilmar, sum verða út- leigaðir ella seldir, til Filmseftirlitið til kanningar og skrásetingar. Hetta verður ikki gjørt av øllum útleigarum og útsølum. Men eftirlitið, um lógin verður hildin liggur ikki hjá Filmseftirlitinum, men hjá Løgregluni. – Tit hava altso ikki eftirlit við sjónvarpi og tí, sum kemur úr luftini um parabolar frá fremmandum støðum? Nei. – Er tá nakað høpi í, at hava eitt alment eftirlit, ella..? Nei, tað kann man siga. Sjónvarpið hevur sítt egna eftirlit. Eg veit ikki, hvørja leiðbeining tað hevur at ganga eftir. Eg spurdi eina- ferð í sjónvarpinum, men tá var ongin, sum visti tað við vissu, annað enn, at tá ein filmur var góðkendur til eitt ávíst aldursmark í danska sjónvarpinum, so varð hann eisini góðkendur í Sjónvarp Føroya. Biograffilmarnir og vælsaktans størsti parturin av videofilmunum verða kannað – tað er so tað. Men tann nýggjasta sjón- varps- og teldutøknin er als ikki umfatað av núver- andi lóg. – Hava tit nakrantíð havt ætlanir um at endur- skoða verandi lóg um Filmseftirlit? Nú eri eg nýggjur í Filmseftirlitinum, so um nakað kjak nakrantíð hevur verið um Filmseftirlitslóg- ina, veit eg ikki. Men vit, sum nú eru í Filmseftirlit- inum, hava tosað um, at lógin átti at verið endur- skoðað. Vit gjørdu eitt upplegg til broyting av lógini soleiðis, at lógin segði, at Filmseftirlitið skuldi veita vegleiðing um filmarnar og um aldurs- mørk, ístaðin fyri bann av filmum eftir aldursmørk- um. Sum nú er, er onki ald- ursmark ímillum 12 og 16 ár. Vit skutu upp, at eitt 14 ára aldursmark eisini bleiv ásett. Vit vóru á fundi við mentamálaráðharran, Signar á Brúnni, um hetta mál. Honum dámdi onki upp- skotið um broytingina frá banni til vegleiðing. Tað var høvuðsbroytingin, sum vit skutu upp. Síðani er mær vitandi onki hent í málinum. – Hvussu er altjóða ella norrøna rákið viðvíkjandi filmseftirliti í dag? Nakar serligur »trendur«? Eg veit ikki hvussu tað er við tí altjóða rákinum, men eg haldi, at eg kann siga, at norrøna rákið er, at filmseftirlitini mæla til, at lógirnar verða broyttar so- leiðis, at vit veita vegleið- ing, heldur enn at banna filmar undir ávís aldurs- mørk. Í Danmark er lógin so- leiðis, at børn niður til 7 ár kunnu síggja allar filmar, um tey fylgjast við einum vaksnum persóni. Teir filmar, sum verða kannað- ir, fáa eitt vegleiðandi ald- ursmark, t.d. 11 ár, tvs. at filmurin er egnaður niður til 11ára gomul børn. Tað nýtist ikki at merkja, at filmurin er »skaðiligur« fyri t.d. 7 ára gomul børn. Og tað kemur eisini fleiri ferðir fyri, at ein filmur, sum í Danmark hevur eitt aldursmark upp á 11 ár, fær 7 – ella kanska 0 – ár í Føroyum. Eg havi verið til tvær norðurlendskar filmseftir- litsráðstevnur, og báðu ferðir hevur verið tosað um at fáa vegleiðing held- ur enn bann. Men tað sær ikki út til, at polit- ikkararnir vilja ganga við til tað enn. Føroyar skulu vera vertir fyri næstu ráðstevnu – hon er í mai í ár - og tá fara vit aftur at hava hetta evni á skránni. Livst so spyrst. – Hvat er hetta fyri ein stevna og hvat fara tit at bjóða luttakarunum? Hesar eftirlitsstevnurnar verða hildnar annað hvørt ár og norðurlondini skiftast at vera vertar, og okkara tørn er so aftur í ár. Sein- ast var í 1989. Endamálið er at sam- meta eftirlitssjónarmið, læra av hvørjum øðrum og hoyra um gransking um týdning og ávirkan av filmsmiðlum, t.e. sonevnd- um livandi myndum. Filmar kunnu metast at vera skaðiligir fyri børn undir ein ávísan aldur. Men í veruleikanum vita vit – í orðsins sanna týdn- ingi – ikki nógv um tað. Man heldur tað, hevur ávísar teoriir um tað, men hvussu nógv verulig gransking finst um hetta, og hvat sigur granskingin og hvat kann hon í veru- leikanum siga um langtíð- arávirkanina av filmum? Og hvør skal uppgávan hjá filmseftirlitunum í veru- leikanum vera? Skulu eftirlitini seta bann við ávís aldursmørk, ella skullu tey geva vegleiðing- ar til ávís aldursmørk, og so lata foreldrini hava ta endaligu avgerðina og á- byrgdina fyri, hvat teirra børn skullu síggja? Hvar skal hægsta aldursmark vera? Í Danmark t.d. er hægsta aldursmarkið 15 ár. Og hvussu við tí nýggju tøknini? DVD og interak- tivitet, t.d. Hetta, at ein sjálvur kann ávirka handl- ingina í einum filmi, á ein hátt sjálvur spæla við. Hvønn týdning hevur tað fyri ávirkanina á børn og ung? Tað at børn identifi- sera seg við og imitera persónar í filmum og hvussu skal man skilja tað? Merkir tað eisini, at tey framyvir blíva, sum teir persónarnir? Granskingin, sum higar- til er gjørd, bendir á, at so einføld er ávirkanin ikki. Uppaling og sosial bak- grund í heila tikið eru sera avgerandi í hesum saman- hangi. Skráin fyri komandi ráðstevnu er ikki endaliga liðug enn, men ætlanin er at ein føroyingur fer at halda fyrilestur um harð- skap í filmum, annars er á skránni bann mótvegis vegleiðing, telduspøl, DVD og interaktivitet. Filmseftirlitini í Noregi, Svøríki og Danmark verða skjótt 100 ár, so vit fara eisini at tosa eitt sindur um søguna hjá filmseftirlitun- um. – Hin gamli ræðufilmur- in »Excorsisten« er komin fram aftur í USA og er bet- ur umtóktur enn nakrantíð. Hann spælir milliónir í kassan og verður kanska ein »kultfilmur«. Um stutta tíð verður hann aftur víst- ur herheima. Ræðir tað teg? Eg havi ikki sæð filmin, men eg havi lisið um hann. Slíkar ræðufilmar tími eg slettis ikki at hyggja at. At filmurin »Exorcisten« er væl umtóktur og kanska blívur kultfilmur, ræðir meg ikki. Eg trúgvi, at føroyingar eru betur rót- festir – meira solidir – enn so, at teir blíva nakað, sum líkist tí á filminum. Takk fyri prátið og góða skemtum í myrkrinum! SAMRØÐA Birgir Kruse Jegvan Bæk er bæði út- búgvin lærari og sálarfrøð- ingur. Og hartil dámar honum væl at hyggja at filmi og granska, hvussu hugt verður at filmi. So tá tað í lógini um filmseftirlit stendur, at ein av limunum í eftirlitsnevndini skal hava útbúgving sum sálarfrøð- ingur, er hann væl skikk- aður. Eisini sum formaður. – Sum smádrongur spældi eg ofta kríggj, minnist Jegvan. Vit gjørdu vápnini sjálvir, og tey kundu vera av ymsum sløgum. Ein serligur kunst- ur var at fektast við koru, sigur Jegvan. Man hevði bara hesa koruna at stríð- ast og verja seg við, so tað galt um at venja nógv, so- leiðis, at man bleiv bestur. Tað var tað, tað snúði seg um. Ein fyrimynd í hesum kynstri var Zorro. Tað var ein teknirøð um Zorro og hana las eg nógv og ofta. Royndi at eftirlíkna honum og blíva sum hann. Og tá so ein filmur kom í Sjón- leikarhúsið um Zorro – ja, so mátti eg síggja hann. Og tað kanst tú ætla, tað var fantastiskt! Eg haldi, at eg var um 12 ára gamal. Tað minnist eg enn, og eg hyggi enn eftir Zorrofilm- um. Hetta er jú ein ævin- týrfilmur um eina hetju, sum jakstrar tey óndu í samfelagnum – og vinnur. Í heila tikið dámar mær best slíkar ævintýrfilmar: cowboy, action, sjórænarar, framtíðarfilmar og líkn- andi. Og so eisini skemti- filmar. Við øðrum orðum: undirhaldsfilmar. Teir meira alvorligu filmarnar, um eg so má siga, teir sum ávísa og viðgera ávís fyribrigdi hjá menniskjum og í samfel- agnum, tími eg ikki so væl at hyggja eftir. Til slík evni dámar mær betur bøkur og bløð. – Hvat er tað, sum ger tað so lystiliga spennandi at fara í biograf? Eru vit øll fødd voyeristisk? Um tú við voyeristisk meinar, at okkum dámar at hyggja at, so haldi eg ja. Men hesin spurningur er trupul at svara og tað finn- ast óivað fleiri frágreiðing- ar, sum eg als ikki kenni. Men í øllum førum gera fleiri viðurskifti seg gald- andi. Fólk eru ymisk, og hvør einstakur hevur fleiri orsøkir til at fara í biograf. Men hetta, at tað er spenn- andi, man vera felags fyri nógv. Vit søkja nakað spenn- andi í so ótrúliga nógvum samanhangum, ja, man kann næstan siga, at øllum dámar spenning á ein ella annan hátt. Sjálvt orðið – spenningur – vísir á fyri- brigdi: vit spenna vødd- arnar í ávísan mun, styttri ella longri tíð, og so sleppa vit aftur og geva ymisk lættilsins ljóð frá okkum. Hesa prosessina dámar flest øllum. Øll kenna tað. Man kann vera bæði út- lúgvaður og avslappaður aftan á ein góðan spenn- andi film. Praktfult! Onkur meinar, at henda avslapp- ing og hetta lættilsins suff- ið hjálpir okkum av við ymisk óforloyst viðurskifti úr okkara undirbevístheit. Í summum førum kennist tað soleiðis. Hetta haldi eg eisini ger seg galdandi við stuttligum filmum.Vit tosa um ein frígerandi látur. Okkurt bundið verður frígjørt við látrinum. Afturat hesum er tað hugnaligt at vera í bio- grafinum, kanska saman við onkrum. Man kennir á sær stemningar og vibra- tiónir í salinum. Tað er sera deiligt! Og so tað, at vit fara út at sveima í huganum. Vit identifisera okkum við fremmandar persónar, næstan fara frá, ella úr okkum sjálvum, og »blíva« persónarnir, vit síggja á filminum. Vit sleppa ella gloyma okkum sjálvi, og »blíva« ein annar eina løtu. Tað kann vera fríger- andi. Eg havi ofta hugsað um, hvat tað ger við okkum. Kanska ger tað okkum fá- tækari til at liva lívið. Og her hugsi eg eisini um tað, at lesa bøkur. Tað at vit liva okkum inn í verðina hjá øðrum, tonktum per- sónum, sum vit kenna okk- um aftur í, ger tað tað, at vit sjálvi lata vera við at vera og liva sum teir per- sónarnir, vit eru so berg- tikin av? Lata vit vera við at ríka okkara egna lív soleiðis, sum teir persón- arnir gera? Er tað ein máti, at sleppa frá okkum sjálv- um eina løtu? Eg veit ikki um tað er soleiðis, men eg haldi, at hetta er ein áhugaverdur tanki. Hetta merkir ikki, at eg meini, at vit ikki eisini læra av, ella taka til okkum av tí, sum vit síggja og lesa. Tað veit eg, at vit eis- ini gera. – Hvør er besti filmurin, tú hevur sæð? Eg veit ikki, um eg vil peika á ein film, sum tann besta. Fyrst og fremst fari eg at nevna »Some Like it Hot« við praktfullu Mary- lin Monroe og skemtarun- um báðum Jack Lemmon og Tony Curtis. Tað er ikki ofta, at eg hyggi fleiri ferð- ir eftir einum filmi, men tann filmin havi eg sæð ofta. Eg haldi, at hann er ótrúliga stuttligur. Ræðufilmarnar hjá Hitchcock kundi eg eisini nevnt. Serliga »Fuglarnir«. Eg minnist, at eg stutt eftir at eg hevði sæð »Fuglar- nar«, tíðliga ein vakran summarmorgun kom gang- andi oman eftir Áarvegn- um og út á Kongabrúnna. Knappliga sá eg ein gorr- andi likkuflokk. Eg kvakk við. Og »Fuglarnir« stóðu ljóslivandi fyri mær. Tað var løgið. So er tað »M« við Peter Lorre. Um tann sinnis- sjúka barnamordaran, sum ikki klárar at stýra sær, men onga hjálp fær. Ótrú- liga væl spælt. Og so havi eg hug at nevna »Gamli maðurin og havið« við Spencer Tracey – ein fant- astisk presentatión! Um veiðimannin, sum droymir um tann stóra fongin, og tær ótrúligu kreftir, hann fær, tá hann fær tann stóra fiskin. Tá tað veruliga eru brúk fyri teimum, eru tær har. – Tá tit kanna filmar í Filmseftirlitinum, hvussu fara tit tá til verka? Har er so greitt, at vit kunnu vísa til lógina um Filmsftirlit, sum er frá 1984 og seinni broytt í 1987. Har sigur grein trý, at Eftirlitið kann ikki góð- kenna filmar, um so er, at teir verða mettir at vera siðspillandi, ósømiligir, ella elva til harðskap, mett eftir tí aldursbólki, teir eru góðkendir at kunna vísast fyri. Eisini verður sagt, at filmar, sum Eftirlitið metir hava skaðiliga ávirkan á sinnalag, ella rættarhugsan hjá ungdómi og børnum, BIOGRAFMYRKRIÐ. Øll kenna tað – man kann vera bæði útlúgvaður og avslappaður aftan á ein góðan spennandi film. Praktfult! Onkur meinar, at henda avslapping og hetta lættilsins suffið hjálpir okkum av við ymisk óforloyst viðurskifti úr okkara undirbevístheit, sigur Jegvan Bæk, formaður í Filmseftirlitinum. – Men tann nýggjasta sjónvarps- og teldutøknin eru als ikki umfatað av núverandi lóg, leggur hann afturat. Í summar skal føroyska Filmseftirlitið verða vertur fyri norrønari stevnu Fragd og filmur – Eg havi verið til tvær norðurlendskar filmseftirlitsráðstevnur, og báðu ferðir hevur verið tosað um at fáa vegleiðing heldur enn bann. Men tað sær ikki út til, at politikkararnir vilja ganga við til tað enn, sigur Jegvan Bæk, formaður í Filmseftirlitinum Mynd: Jens K. Vang – Eg minnist, at eg stutt eftir at eg hevði sæð »Fuglarnar«, tíðliga ein vakran summarmorgun kom gangandi oman eftir Áarvegnum og út á Kongabrúnna. Knappliga sá eg ein gorrandi likkuflokk. Eg kvakk við. Og »Fuglarnir« stóðu ljóslivandi fyri mær. Tað var løgið – At filmurin »Exorcisten« er væl umtóktur og kanska blívur kultfilmur, ræðir meg ikki. Eg trúgvi, at føroyingar eru bet- ur rótfestir – meira solidir – enn so, at teir blíva nakað, sum líkist tí á filminum, sigur Jegvan Bæk, formaður í Filmseft- irlitinum, sum í summar skal verða vertur fyri norrønari stevnu Mynd: Jens K. Vang – »Some Like it Hot« við praktfullu Marylin Monroe og skemtarunum báðum Jack Lem- mon og Tony Curtis. Tað er ikki ofta, at eg hyggi fleiri ferðir eftir einum filmi, men tann filmin havi eg sæð ofta. Eg haldi, at hann er ótrúliga stuttligur