leygardagur 10. mars 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2001
19
gult cyan magenta svart
18
Sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2001
VAN THE MAN. Eg havi lisið í eini samrøðu við Van Morrison, at hann heldur okkurt poetiskt liggja í orðinum Faroes,
sigur Meinhard Jensen, sum hevur verið á konsert við íranum. – Hann kendi tað frá veðurtíðindunum fyrr í tíðini. Tað
besta og mest poetiska hjá írska Nobel virðislønta yrkjaranum Seamus Heaney sammetti hann við at hoyra um Føroyar
í veðurtíðindunum
Into the Mystic
vit settust inn í ein taxabil
og bóðu hann koyra okkum
til Falkoner høllina. »Men
den er lige dér!« fingu vit
at vita, so tað gekk betur
enn hildið. Umstøðurnar
vóru rímiliga fancy, tí vit
bíðaðu í forhøllini í einum
fínum hotelli. Hilton, haldi
eg. Fólkið var fyri tað
mesta pør í 50unum, aka-
demikarar og gamlir tee-
nage’arar. Miðalaldurin sá
út til at vera oman fyri 40.
Eg sá ein smádrong og
eina trettan ára gamla
gentu. Helst tvey neyðar-
dýr, sum skuldu indoktri-
nerast av foreldrunum.
Kanska teimum dámdi tað.
Konsertin sjálv byrjaði
sum tann í KB høllini í
fjør, og tá tulkaði eg tað
sum eitt ringt tekin. Tón-
leikararnir, The Red Hot
Pokers, komu út og spældu
tvey løg, helst fyri at hita
upp. Til triðja lagið kom
Linda Gail Lewis á pallin,
settist við flyglið og spældi
sum ein dreymur. Hon
hevði country tónan í
røddini, men sang sum ein
fuglur. Hon spældi trý løg,
har ímillum Shake, Rattle
and Roll, sum er ein rock
and roll slagari frá 50árun-
um, og so spældi hon eis-
ini The Dark End of the
Street, sum riggaði væl.
Linda Gail Lewis var góð,
men at hon spælir eitt rock
and roll lag frá 50unum og
er kend fyri at vera systir
Jerry Lee Lewis, og spælir
eitt sindur sum hann, kann
tykjast eitt sindur óinspire-
rað. Men alt ljóðaði væl,
og øll spældu einastand-
andi.
Tá hetta fyrsta korterið
var farið, kom Van Morri-
son so út á pallin. Tey fóru
beint í tað og spældu A
Shot of Rhythm and Blues
av nýggju fløguni. Har var
meira orka í enn studio-
upptøkan sýndi. Og tað
gingu ikki nógv sekund,
áðrenn tónleikurin átti
høllina. Vit vóru fleiri,
sum vónaðu, at up-beat
tempoið ikki fór at stýra
øllum, og vit fingu skjótt
svar. Hann fór beint yvir til
Englightenment, sum er
eitt av teimum kendu løg-
unum. »Every second,
every minute/It changes to
something different/En-
lightenment, don’t know
what it is.« Van Morrison
hevur roynt ymisk sløg av
upplýsing, og tað er bara at
vóna, at sálin einaferð fær
hvíld. Men á pallinum er
hann tónleikari; ikki filo-
soffur.
Eg royndi at grunda á
tónleikin, fyri ikki at missa
hann. Tað er so skjótt, at
tónleikurin hvørvur, um tú
hugsar ov nógv um tað á
eini konsert. Tí áðrenn tú
veitst av tí, er løtan farin.
Og tað eydnaðist at fáa
samband við tónleikin.
Næsti sangur var Into the
Mystic (1970), sum er ein
Van Morrison slagsangur.
Teksturin er ein romantisk
yrking um náttúruna og
okkum, um at renna sam-
an, um gamlar tíðir og um
mjørkan og at fara into the
mystic. Men tað mystiska
hjá Van Morrison er her í
yrkingini, í sanginum og í
kærleikanum. Eg haldi
ikki, at tað fer longri enn
tað. Tað snýr seg um at
verða rørdur av tónleikin-
um.
Næstu sangirnir vóru
Fire in the Belly (1997),
Outskirts of Town (Frá
Skiffle Sessions), Cleaning
Windows (1976) og Rain-
check (1996). Hetta upp-
bygdi dámin í salinum, og
fólk gjørdust meira tigandi
og sóu út til at liva meir
við. Og tað sama merktist
á tónleikarunum. Teir skift-
ust um í so at siga øllum
sangunum at spæla soloir.
Tríggir blásarar, sum
spældu saxofonir, trom-
petir og klarinettir. Van
Morrison og guitarspælarin
skiftust at spæla munn-
harpu, og Van Morrison
tók onkuntíð kassaguitaran
í hondina. Tá var tað, sum
alt annað tagnaði, og hesir
hvøssu tónarnir køvdu alt.
Tú merkti, at blues tónleik-
urin var á veg inn á pallin.
It Once Was My Life var í
tráð við undanfarnu løgini.
Tekstirnir vóru farnir frá tí
meditativa til at vera um
støðuna hjá einstaklingin-
um í fjøldini; tann sum
berjist fyri at sleppa at liva
sjálvur, uttan at skula svara
fyri hini. Tað kann tykjast
barnsligt, at ein so gamal
maður er so eymur um seg
sjálvan, men hann um tað.
Á pallinum er hann ein
arbeiðsmaður. Hann stend-
ur langt har frammi, í
svørtum jakka, svørtum
hatti og sólbrillum. Hann
vendir sær henda og handa
veg, og tað er týðiligt, at
hann roynir at fáa tað at
hanga saman. Og nú sær
tað út til at ganga heilt
væl.
Tá Once Was My Life
var liðugur, tamdist tón-
leikurin, og teir fóru yvir
til heilt stilla lagið One
Irish Rover. Hesa løtuna
varð ikki nógv sagt inni í
salinum. Guitarin hoyrdist
næstan ikki, og ein blásari
blásti varisliga í eina
dempaða trompet. Eg
haldi, at eitt hæddarpunkt
á konsertini var tvørfloytu-
soloin í hesum lagnum.
Niðast í øllum var klaver-
ið, og røddin hjá Van
Morrison var sum ein bát-
ur á havinum, við motorin-
um sløktum.
Nú var høllin elektrisk.
Vit sóu teir tingast um,
hvat skuldi henda. Eg
haldi, at fleiri høvdu verið
nøgd sum var. Tað hevði
verið so gott. Men við eitt
fór guitarin at grenja, í úti
við hálvan minutt stóð
guitarleikarin og togaði í
niðasta streingin, og nú var
tíðin komin til blues. Ikki
veit eg, hvat lag tað var,
men tey sungu upp í
saman, »Night and day,
Night and day.« Her vóru
fleiri munnharpusoloir, við
og uttan mikrofon og over-
drive, og tað ljóðaði, sum
klaverið og guitarin og
røddirnar fóru at spreingja
høllina. Ímeðan undir-
bygdu trummur og bassur
og blásarar við eini fastari
og tungari bluesrútmu. Eg
hevði forsvorið, at Van
Morrison skuldi megna
sovorðnan blues. At Van
Morrison var nøgdur, var
týðiligt. Hann fór enntá at
tosa í mikrofonina, og tað,
havi eg skilt, er sjáldsamt.
So serur er hann. Hann
segði, hvussu gott tey
høvdu havt tað.
Nú hevði eg kunnað far-
ið heim at lagt meg, men
tað var her, kreftirnar
komu. Møðin var farin úr
likaminum, og tað var fínt
við meira tónleiki. Hann
helt áfram við Why Must I
Always Explain (1991) og
fór síðani til ein sing-along
hjá Woody Guthrie, amer-
ikonsku fólkasangarahetj-
uni frá gomlum døgum:
»It’s a hard road, dead or
alive…«
Nú slapp Linda Gail
Lewis eisini at vísa seg
sum soul sangarinnu, við
sterkum jazz-dámi, tí nú
var tað My Funny Valen-
tine. Tey sungu eina vakra
duett bæði. Nú vóru tey
komin víða í tónleika-
spektrinum, og eg roknaði
við, at tað fór at enda. Eg
ætlaði ikki at vera skuffað-
ur, um vit ikki sluppu at
hoyra antin eitt Dylan lag,
hann plagar at spæla, ella
kanska Have I Told You
Lately that I Love You. Og
so mutlaði hann okkurt í
mikrofonina, »bla, bla, bla,
Ray Charles, bla, bla, bla,
Bob Dylan song,« og guit-
arin spældið riffið frá It’s
All Over Now, Baby Blue.
Eg kendi bara versiónina,
hann sang saman við bólk-
inum Them í 1966, so tað
fór ikki at vera tann sama
ungdómsmegin, sum hann
hevði sum 21 ára gamal.
Sum við øllum øðrum, so
ber ikki til at siga, hvussu
tað upplivdist at hoyra
hetta lagið. Aftaná konsert-
ina missir upplivingin bit-
ið. Men skal hesin sangur-
in eisini ummælast, so má
eg siga, at eg gjørdist paff
aftur, og nú hevði mist tal-
ið á, hvussu ofta er var
vorðin paff í tveir tímar.
Næsta lagið, Money
(That’s What I Want),
hoyrdi eg ikki, tí oyruni
rúmaðu ikki meir. Og ljós-
ini tendraðu, og vit fóru út
í regnið.
…
Á veg út frá konsertini
spurdi eg gøtugentuna, eg
fylgdist við, um teir høvdu
blivið nummar tvey til Prix
Føroyar á Strondum. »Tað
er ræðuligt, teir høvdu
knúst alt sundur,« svaraði
hon. Tað regnaði, men vit
hugsaðu ikki so nógv um
tað. Eg hevði ikki sovið
hálvtannað samdøgur og
hevði fepur, men tað hevði
eg gloymt.
KONSERT
Meinhard Jensen
Van »The Man« Morrison.
Van Morrison er føddur í
Norður Írlandi í 1945 og
býr í Belfast. Hann byrjaði
tíðliga at spæla guitar og
syngja, og stovnaði sín
egna bólk, Sputnik, sum
teenage’ari. Hann gav
nakrar plátur út saman við
bólkinum Them í 60unum,
men fór solo í 1967. Í
1968 gav hann sína fyrstu
soloplátu, Astral Weeks, út.
Lagið The Way Young
Lovers Do er av tí plátuni.
Síðan tá hevur hann
næstan givið eina plátu út
um árið, so tað verður
helst eini tretivu tilsamans.
Millum tey kendastu løgini
eru Have I Told You Lately
That I Love You og Brown
Eyed Girl. Og Gloria,
sjálvandi. Tað finnast tvær
frálíkar »best of« fløgur,
sum umboða tónleikin
rættiliga væl.
Tað finst ein góð scena í
einum einstandandi filmi,
sum eitur Beautiful Girls,
við m.a. Uma Thurman.
Har reksar hon upp tær
vakrastu løturnar í gerand-
isdegnum. »Sunday mor-
ning papers. Ice cold Mar-
tinis. Listening to Van
Morrison.« Hann er eisini
góður.
Tónleikurin hjá Van
Morrison kann býtast í
tveir partar. Tað er tann
droymandi ella sveimandi
og »laid back« parturin,
sum eisini er jam-kendur
til tíðir. Drúgvar solopas-
sagur frá guitara, klaveri,
orgli, blásarum, munn-
harpu osfr. Og á hinari síð-
uni er tað ein up-beat
meira beint fram Van
Morrison. Tá er tað ofta
rhythm and blues ella rock
and roll í tí lívligara end-
anum. Plátan Skiffle Ses-
sions frá 2000 er merkt av
tí, og kanska enn meiri
nýggja fløgan, sum hann
hevur gjørt saman við syst-
ur Jerry Lee Lewis, Linda
Gail Lewis. Hon eitur You
Win Again og er eitt savn
av gomlum rock and roll,
rhythm and blues og coun-
try løgum hjá m.a. Hank
Williams og John Lee
Hooker. Linda Gayle Le-
wis syngur fyri ein stóran
part við røddini hjá teim-
um klassisku country dam-
unum, men hon sýndi eis-
ini aðrar dygdir á konsert-
ini hóskvøldið.
Mær dámar betur tann
partin av Van Morrison,
sum leitar í dýpdirnar og
ikki loypir á fólk, eitt nú
sangir sum Hymns to the
Silence, The Healing
Game, Sometimes I feel
Like a Motherless Child
osfr. Men eisini orkuna,
hann legði í røddina í
gomlum døgum. So sum
It’s All Over Now, Baby
Blue og Gloria. Tann kraft-
in er eisini ofta at síggja
enn.
Tá Hymns to the Silence
kom út í 1991, lá hon
leingi á hillunum í Føroy-
um. Hon endaði á útsølu
fyri bara 99,- krónur. Sein-
astu tíggju árini eru føroy-
ingar helst farin at lurta
meiri eftir Van Morrison,
og ein fløga sleppur ikki at
liggja so leingi. Tað kann
hugsast at vera tí, at føroy-
ingar hava gott álit á írsk-
um tónleiki, takkað verið
m.o. U2 og Cranberries.
Kanska eru vit í slekt við
írar. Tað eru gamlar søgur,
sum vilja vera við tað.
Systir mín, Mirjam,
møtti einaferð Van Morri-
son og hansara fólki í Nice
í Fraklandi. Hann var ikki
lættur at tosa við, men hon
fekk tað burtur úr, at teir
høvdu tosað um at koma
til Føroya. Kanska hann
eigur ein dreym um at
koma henda vegin. Eg havi
lisið í eini samrøðu við
Van Morrison, at hann
heldur okkurt poetiskt
liggja í orðinum Faroes.
Hann kendi tað frá veður-
tíðindunum fyrr í tíðini.
Tað besta og mest poetiska
hjá írska Nobel virðislønta
yrkjaranum Seamus Hea-
ney sammetti hann við at
hoyra um Føroyar í veður-
tíðindunum.
Hinar konsertirnar
Eg havi verið á Van Morri-
son konsert tvær ferðir
fyrr, í Århus 1996 og
Keypmannahavn 2000.
Fyrra konsertin var heilt
einastandandi. Tá var fløg-
an Days Like This nýggj.
Hon er bæði meditativ og
laid back, og tekstirnir eru
poetiskir. Hann spældi um-
leið helvtina av henni tá,
og helst hevur hann havt
eitt gott kvøld, tí hann var
á palli tríggjar tímar. Tað
var sum at vera til veitslu,
og hann borðreiddi við
øllum góðum. Hymns to
the Silence (1991) var ein
opinbering. Konsertin leið
ímóti endanum, og Van
Morrison var á veg út.
Hann hevði sovorðið tak á
løtuni, at hann sang uttan
mikrofon fyri trítúsund
fólkum, »can you feel the
silence«? og tað kendist,
sum tað fylti hølið við tón-
leiki.
Systkinabarnið Petur og
systirin Mirjam vóru við
tá, og vit vóru rættiliga
samd um, at Van Morrison
hevði ruddað slóð fyri
nýggjum hæddum í tón-
leikinum okkara vegna. So
kanska tað ikki bar til at
gerast annað enn skuffaður
í KB høllini í mei í fjør.
Men tað var ikki eitt skuff-
ilsi, tí Van Morrison er al-
tíð gó∂ur. Men tá var
Skiffle Sessions fløgan
nýggj, og hann spældi
nógv rock and roll og
shuffle og tað slagið. Tað
er gott, men ikki tað, sum
mongum dámar so væl Van
Morrison tónleik fyri. Sjey
korter er eisini ov stutt.
Men, gakk vekk, tað var
gott! Hann spældi The
Healing Game og Mule
Skinner Blues. Tað kundi
verið alt kvøldið vert. Tí tá
Van Morrison er heilt góð-
ur, tá er hann so einastand-
andi góður.
Aftur á konsert
Eg fór á konsert í Falconér
Høllini herfyri, uttan at
rokna við nøkrum, tí eg
hevði skilt, at tú aldri
veitst, hvat tú fært, tá tú
fert á Van Morrison kon-
sert. Tað kann vera so gott
og betri, sum tað var í År-
hus á sinni, og tað kann
vera verri, enn tað var í
Keypmannahavn í fjør. Eg
roknaði ikki við tí nógva,
tí nýggja fløgan er ikki tað
slagið av Van Morrison,
mær dámar. Men í flogfar-
inum las eg Jyllandspos-
ten, og har fekk eg at vita,
at hann kann vera góður
fyri tað.
Tá vit komu til Frede-
riksberg hetta hóskvøldið,
helt eg, at vit vóru vilst, so
Meinhard Jensen hevur á triðja sinni verið til konsert við Van Morrison. Hann er altíð góður, sigur Meinhard um írska sangaran
og yrkjaran. Mær dámar betur tann partin, sum leitar í dýpdirnar og ikki loypir á fólk, sigur Meinhard um úrvali av sangum
hjá Van Morrison. Sangir sum Hymns to the Silence, The Healing Game, og Sometimes I feel Like a Motherless Child
70’ini: Hin altíð hugsunarsami Van Morrison avmyndaður
fyrst í sjeytiárunum
90’ini: Sjálvsamt er at møta Van Morrison. Onkrum føroyingi
hevur tað tó eydnast. Her hevur myndamaðurin Andrew Mac-
pherson fanga hann – aftanfyri myrku brillurnar – saman við
konu og hundum í 1995
60’ini: Van Morrison, tá hann sang í bólkinum Them og gjørdi poppsangir til eina uppliving, m.a. við
sangum sum »Gloria« og »Into the mystic«