leygardagur 10. mars 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2001
17
16
Sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2001
TÓNLEIKUR
Birgir Kruse
»Góðan morgum, Las Ve-
gas«, segði Axl Rose á
aldarinnar fyrsta mána-
degi. »Eg haldi eg havi
sovið í eini átta ár, men nú
eri eg aftur frammi.« Orð-
ini fullu á pallinum í the
House of Blues í Las Ve-
gas. Og so royndu Axl
Rose og nýggju fylgisneyt-
ar hansara í Guns N’ Ro-
ses ljóðútgerðina í sam-
fullar tríggjar tímar. Nú
varð klárt at byrja av
nýggjum. Og vit kunnu
vænta okkum ársins kon-
sert siga ummælarar. Fyrst
í Norðuramerika, síðani
Suðuramerika og Evropa. Í
juni verða teir í Norður-
londum.
Tað var seinrapartin av
80’unum, at amerikanski
rokkbólkurin Guns N’ Ro-
ses kom fram. Axl Rose,
hvørs veruliga navn er
William Bailey, gjørdist
skjótt leiðandi ímyndin av
hesum nýskapandi bólki,
sum danska rokkalfrøðin
Politikens Rock Leksikon
skýrir einasta verduga
avloysara hjá Rolling Sto-
nes.
Guns N’ Roses dyrkaðu
harafturat eitt ljóð, sum
gekk sum fótur í hosu aft-
urvið nýggju talgildu tøkn-
ini. Eftir at hava tvíhildið
um gamla samgilda plátu-
spælaran í mong ár – fyrst
ein Lenco, síðani Pioneer
– var tað ein fløga við
Guns N’ Roses, ella báðar
tvær, sum sannførdu meg
um, at rætta ljóðið til rokk,
var talgildi fløguspælarin.
Og helst ein Sony.
Síðani havi eg hildið
meg til hesa tøkni. Rakstr-
amáttur er orðið, sum
ensk-føroyska orðabókin
nýtir fyri dynamic. Hetta
er kjarnin í bæði tónleikin-
um hjá Guns N’ Roses og
tøknini í fløguspælaranum.
Fyrstu fløgurnar eg
varnaðist við Guns N’ Ro-
ses vóru GN’R Lies og
Appetite for Destruction.
Fyrstu kendu sangir teirra
eru eisini av hesum báðum
fløgum. Paradise City,
Sweet child o’mine og
Patience. Hesir vóru fyrstu
sangir eg legði í talgildu
fløguskuffuna. Ein ljóð-
mynd, sum hvørki var
hoyrd ella sædd áður.
Hetta var rakstramáttur. Tá
gavst eg at keypa plátur og
legði meg eftir fløgum.
Árið var 1989.
Men tíðin fór frá Guns
N’ Roses og grunge tók
yvir. Men innan teir fóru í
søguna, náddu teir, sam-
bært tíðarritinum Rolling
Stone, at spæla fyri størsta
áhoyraraskara nakrantíð.
Tað var ein konsert, hildin
í London í apríl 1992 og
send um fylgisvein,
Freddy Mercury til minnis.
Freddy, sum var sangari í
Queen, doyði av eyð-
kvæmi hin 24. november
1991.
Eisini innan musikk-
video hava Guns N’ Roses
skrivað søgu. Tað er við
sanginum »November
Rain«, sum er hin mest
ynskti á amerikansku
MTV rásini.
Nøkur ár eftir, at fløgan
The Spaghetti Incident
kom út 1993, syndraðist
søguligi rokkbólkurin. Nú
var bara sangarin Axl Rose
eftir. Einasta, hann hevði
at halda seg til, var navnið
Guns N’ Roses og rætturin
at brúka tað. Sigst, at hann
nú hevur ført navnið aftur
til heiður og æru. Heiðurs-
krýndur og sigursælur,
vilja amerikanskir ummæl-
arar verða við.
Fyrstu ferð, navnið Guns
N’ Roses aftur var frammi,
var í 1998, tá Axl Rose
savnaði hesa manning:
Robin Finck úr Nine Inch
Nails á gittar, Tommy Stin-
son úr Replacements á
bass, Josh Freese úr The
Vandals á trummur og so
Paul Huge og Dizzy
Reed. Árið eftir hoyrdist
fyrstu ferð ein nýggjur
Guns N’ Roses sangur
»Oh My God«. Tað var í
filminum End of Days.
Nú ljóðar, at Guns N’
Roses koma til Norður-
lond. Hin 25. juni spæla
teir í Globen í Stokkholm,
dagin eftir í Spektrum í
Oslo og hin 28. juni rokka
teir í Roskilde.
Ikki er tað uttan orsøk,
at Guns N’ Roses fara á
drúgva konsertferð í Ev-
ropa í summar. Tað er fyri
at stuðla upp undir nýggju
fløguna, sum kemur í mai
og hevur fingið heitið
Chinese Democracy.
Konsertfyrireikararnir
siga, at manningin verður
Axl Rose, Robin Finck,
Tommy Stinson, Bucket-
head og Brian Manita,
nevndur Brain. Jú, soleiðis
ljóða dagsins nøvn í end-
urreistu Guns N’ Roses.
Á heimasíðunum www.-
gnronline.com og www.-
gunsnroses.com ber til at
at fylgja við, hvussu leikur
fer og hvør skráin verður.
Guns N’ Roses leingi
livið – og talgilda tøknin
somuleiðis.
Postboks 19, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: birgir@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Birgir Kruse
EG MEINI TAÐ
SJÓNARMIÐ
Bárður Olsen
Løgmaður bagatelliseraði
samgongukreppuna og
pástóð, at tað bara snúði
seg um formalia. Álvara-
tos hvørjum roynir hann at
lúgva fyri? Tað var langt
úti. Samgongan hevur
spælt fallit. Tað einasta
rætta er nýval. Um sam-
gongan skal fáa sítt trú-
virði aftur, so skal ein
fólkaatkvøða verða í mai
ella stutt eftir. Eg eri
troyttur av at hoyra um
loysing og samband, tað er
tíð uppá at finna útav, hvat
meirilutin av Føroya fólki
vil. Nyrup segði, at skiftis-
tíðin var fýra ár og dermed
basta. Av einari ella aðrari
grund skilti samgongan
tað ikki, tí í langa tíð eftir
hetta tosaðu tey um 12 ár.
At enda fataði løgmaður
tað og avlýsti fólkaatkvøð-
una. Um samgongan ikki
klárar at semjast um eina
fólkatkvøðu, so eigur hon
at pakka saman. Alt annað
er at halda Føroya fólk fyri
gjøldur.
Tað er ringt at spáa um,
hvør flokkur vinnur eitt
næsta val, men tað verða
helst Sambands- ella Tjóð-
veldisflokkurin. Aftur ein
polarisering. Næsta sam-
gonga verður nokk ikki
tann sama sum tann núver-
andi. Sjálvt um Javnaðar-
flokkurin og Sambands-
flokkurin standa saman nú,
fara teir neyvan at gera tað
eftir eitt nýval. Næsta
samgongan verður møgu-
liga gjørd millum Fólka-
flokkin, Javnaðarflokkin
og Sjálvstýrisflokkin.
Hoyrdi eitt brot frá
fólkafundinum, tað var ein
blanding av tjóðskaparro-
mantikki og tosi um, at
Guð var loysingarmaður.
Ein margháttlig blanding.
Tað er ongantíð rætt at
blanda politikk og átrúnað
saman. Tað hevur víst seg
at verða ein eksplosivur
cocktail.
Hví vil danska stjórnin
ikki, at vit loysa? Fái meg
ikki at trúgva, at tað snýr
seg um økonomi og verju-
politikk. Danir eru nokk
bangnir fyri, at Grønland
fer at taka loysing stutt
eftir, at Føroyar hava loyst.
Í sambandi við verjupolit-
ikk, er Grønland nógv
týdningarmiklari enn Før-
oyar. Tað gevur eisini sta-
tus at eiga heimsins størstu
oyggj. Fólkaatvøða var í
Føroyum stutt eftir, at Ís-
land tók loysing. Danir eru
bangnir fyri, at søgan fer
at endurtaka seg.
Einaferð í framtíðini
eiga vit at taka loysing,
men tað skal gerast við
skili. Tá tað fíggjaliga er
forsvarligt at taka loysing.
Tjóðskaparromantikkur er
kanska ein góð grund fyri
at taka loysing, men ikki
nóg góð. Tá tað fíggjarligt
er óforsvarligt, mugu vit
lata verða. Tí tað ber jú
ikki til at liva av tjóðskap-
arromantikki eina.
Er olja í undirgrundini
kunnu vit byrja at hugsa
um at loysa, men tað snýr
seg ikki bara um pengar.
Hvat fer at henda eftir,
at vit einaferð hava loyst?
Verður tað isolering? Um
vit einaferð fara at taka
loysing, eiga vit at fara við
í ES. Ísland og Noreg fara
uppí, so er spurningurin,
um vit klára okkum uttan-
fyri? Tað er kanska eitt
sindur tápuligt at taka
loysing og so knýta seg
uppí ES, men alt er betri
enn isolering. Vit eru ein
partur av stóru verð og
eina at taka eina ábyrgt,
sjálvt um vit eru lítil og
fáment. Livst so spyrt.
Rakstrarmáttur
Løgtingsval
Skal tað verða rakstramáttur, so eru tær báðar Guns N’ Roses
fløgurnar GN’R Lies frá 1986 og Appetite for Destruction frá
1987 framúr til endamálið!
Axl Rose og Elton John á palli í London hin 20. apríl 1992, tá
rokkstjørnur mintust Freddy Mercury. 72.000 áskoðarar vóru
á staðnum og 1 milliard fólk í 70 londum sóu konsertina um
fylgisvein
Axl Rose er aftur
leiðari í Guns N’
Roses. Nýggja fløgan
eitir »Chinese Demo-
cracy« og í juni spæla
teir í Norðanlondum
JØRGEN-FRANTZ JACOBSEN. Í samband við, at skaldið Jørgen-Frantz Jacobsen hevði 100 ára dag, setti Urd Johannesen
sær fyri at fáa til vega eitt tónlistaverk. Sunleif Rasmussen hevur skriva Ferðina, sum verður frumframførd 31. mars
Ferðin – hásongur til ljósið
TÓNLIST
Dagfinn Olsen
Skaldið Jørgen-Frantz Jac-
obsen var føddur tann. 29.
november í 1900. Hann
doyði blaðungur. Tað var í
samband við 100 ára dag
skaldsins, at Urd Johanne-
sen, limur í Havnarkórin-
um, setti sær fyri at fáa til
vega eitt tónlistaverk. Slíkt
er ikki løtuverk, stórt ar-
beiði skal í gongd, og
samlaða fíggjarætlanin er
eisini stór.
Urd setti seg í samband
við tónaskaldið Sunleif
Rasmussen, sum játtaði at
skriva verkið. Hann settist
at skriva í september í
1999 og verkið var liðugt í
november 2000. At verkið
ikki kundi framførast
sjálvan 100 ára dagin, var
greitt frammanundan, men
nú er nærum klárt at fara á
pall. Venjingar fara fram
og framført verður tann 31.
mars í Norðurlandahúsin-
um.
Dámar væl tekstin
Farna vikuskiftið vitjaði
tónaskaldið í Føroyum fyri
at venja við Havnarkórin-
um. Annars hevur Ólavur
Hátún vant verkið við kór-
inum. Jóhannes Andreasen
hevur havt fylgispælið.
Vit hittu Sunleif eftir
venjingina í Santa Frans
Skúla í Havn leygardagin.
– Eg eri væl nøgdur við
venjingina, sigur Sunleif,
ið eisini sigur seg vera
nøgdan við verkið.
– Eg havi roynt at arbeitt
við gomlum klassiskum
formum, tonaliteti, á ein
nýggjan hátt. Verkið er
skrivað tonalt, men hugsað
á nýggjan hátt, sigur Sun-
leif, ið ikki dylur, at tað
sleppa at skriva júst hetta
verk, var eitt slag av ynski-
arbeiði.
– Mær dámar væl tekst-
in. Tað er mestsum ein há-
songur til ljósið. Verkið er
í fýra satsum. 1. satsur er
myrkur. Har eru bara tey
lágu ljóðførini, so sum
bassar, celloir, paukur og
klaver. Og bassolo. 2. sats-
ur er lyriskur, tað er alt
verkið, men her lýsur hann
Havnina, fólkini, lívið. Her
er ein sopransolo og violin,
duett. So kemur kór inn. 3.
Satsur er hin longsti og er í
høvuðsheitum ein tenor-
solo við kórsvari. Her er
vár. Hann nevnir nógv tón-
leik og tað er býtt upp í
partar. Hann nevnir í 3.
satsi Rondo Allegro. Tað er
nakað, ið kemur aftur alla
tíðina. Har havi eg gjørt
so, at kórið nærum syngur
tað sama alla tíðina í yms-
um stemmum og formum.
Gamli rondoformurin er
frá 13-1400 talinum. Upp-
runaliga ein dansur, sum
kom inn í klassiskan tón-
leik við fólkatónleikinum.
Rondo merkir bara »runt«.
4. satsur er stytsti satsurin.
Hetta er ein villur satsur,
har er ljós, sól, veitsla og
summar. Her eru sjálvsagt
tey lágu ljóðførini goymd
og tey høgu sleppa framat,
verkið fer frá tí heilt myrka
til tað heilt ljósa og hetta
liggur í tekstinum, greiðir
Sunleif frá.
Ferðin
Og her hómast eisini heitið
á verkinum.
– Tað er ein ferð frá
myrkri til ljós. Sjálv yrk-
ingin, teksturin, eitur
Nýggjársouvertura. Jørgen-
Frantz hevur skrivað hetta
á nýggjárinum og sent til
William Heinesen. Tað
kundi eg ikki nýta sum
heiti. Ouvertura merkir
forspæl og tað er Ferðin
ikki. Tað er uppá einar 35-
40 minuttir. Eg mátti finna
annað heiti og orðið »ferð«
er ofta nevnt, sigur Sunleif
Rasmussen.
Tónakendur tekstur
Teksturin eftir Jørgen-
Frantz Jacobsen í bókini
Dýrmæta Lív hellur seg
nógv at tónleiki. Yvir-
skriftir eru, sum t.d. An-
dante og Rondo Allegro.
Eisini verður ofta greitt frá
við tónlistarligum mynd-
um. Hevur hetta verið ein
vansi ella fyrimunur, tá
Ferðin skuldi skrivast?
– Teksturin er tónleikur!
Ein fær hugskotini beinan-
vegin, so tað er ein stórur
fyrimunur. Tá ein hevur
ein tekst, so er ein altíð eitt
sindur bundin, tí har er
altíð okkurt givið framm-
anundan. Skrivar ein in-
strumentaltónleik, so má
ein hugsa fleiri ting sjálv-
ur, sigur Sunleif.
– Eg fekk nógv latið upp
í hendurnar, við at lesa
Dýrmæta Lív. Millum
annað sigur hann eina-
staðni (Blaðs. 78, blðm.),
at hann er í Haldarvík, og
hoyrir vindin blæsa í ein
krana. Burturúr fær hann
eitt lag hjá Schubert, nevnt
Standshen. Tað eru sjey
tónar og hesar brúki eg,
sigur Sunleif og leggur
afturat, at sum heild nýtir
hann í Ferðini lítið av tóna-
tilfari, men tað sum er,
verður nýtt í ymsum form-
um.
– Hetta fekk eg upp í
hendurnar, men umframt
fekk eg ymsar lýsingar.
T.d. tá Jørgen-Franrz skriv-
ar Barbaru. Tá skrivar
hann til William, at hann
hevur nógv hugskot, men
holdið er veikt. Men hann
skrivar hetta musikalskt.
Hann sigur, at sinnið er
sum villir blásarar, men
likamið er sum sorgnar
violinir. Hetta nýti eg
gjøgnumgangandi í verkin-
um, sigur Sunleif Rasmus-
sen um Ferðina, sum er
skrivað soleiðis, at tekstur-
in kann syngjast bæði á
føroyskum og donskum,
sum jú var skrivimálið hjá
Jørgen-Frantz.
Stórt verk
Tann 31. mars verður Ferð-
in framførd. Dirigentur
verður Bernharður Wilkin-
son, ið eisini stjórnaði, tá
fyrsta føroyska symfoniin
varð framførd. Hana hevði
Sunleif eisini skrivað. Diri-
genturin verður í Føroyum
í eina viku undan konsert-
ini, so hann kann venja við
sangarum og tónleikarum.
Umframt Havnarkórið,
koma 55 sangarar úr Ís-
landi. Har eru tvær før-
oyskar kvinnur við, ið eis-
ini taka sær av at arbeiða
við føroyska tekstinum.
Føroya Symfoniorkestur
spælir verkið. Eini 35 før-
oyskir tónleikarar eru og
eini 25-30 koma úr Dan-
mark. Grundstamman er
sostat Føroya Symfonior-
kestur.
Solistar eru Joanna Jo-
hansen, sopran, Ernst
Sondum Dalsgarð, tenor
og Eiríkur Hreinn Helga-
son úr Íslandi, bass.
Gongur strúkandi
Sunleif hevur úr at gera.
– Dagin eftir framførsl-
una í Norðurlandahúsinum
fari eg til París, har ein
onnur frumframførsla er av
einum av mínum verkum
2. apríl. Hetta er fyri solo-
saxofon og elektronikk.
Ein stór messa er í París og
franski parturin av mínum
forlag ætlar at promovera
mín tónleik. Ein bílegging
er longu komin afturat úr
Fraklandi frá einum
fronskum ljómliði, sum eg
skal skriva til næsta ár. Í
løtuni skrivi eg eitt verk,
eina strúkikvartett, til nakr-
ar slovakar, sum koma til
Føroya í summar og frum-
framførslan skal vera tann
24 juni á einum so eksot-
iskum stað sum við Gjógv,
greiðir Sunleif frá.
– Eg skal eisini vera eitt
av trimum høvuðsnøvnum
á einum musikkfestivali í
Odense, Musikhøst, í nov-
ember. Odense Symfonior-
kestur hevur í tí sambandi
bílagt eina saxofonkonsert,
sum eg skal skriva í vár og
í summar. Musikhøst er ein
hin størsti festivalurin í
Danmark fyri nýggjan tón-
leik, sigur Sunleif, ið sum
skilst hevur nógv jørn í
eldinum.
Dreymurin
Sunleif og familjan hava
nú búð í Danmark í 13 ár,
men Sunleif dylir ikki, at
dreymurin er at flyta aftur
til Føroya einaferð og at
tey hava spælt við hesa
hugsan, men einki ítøkiligt
er tó enn á hesi leið.
– Eg kann skriva mín
tónleik allastaðni. Eg eri
komin á eitt forlag, SUD,
ið tekur sær av at selja mín
tónleik. Forlagið var, og er,
danskt, men hevur í dag
nógvar samstarvsfelagar í
mongum londum. Forlagið
hevur voksið seg stórt, tað
hevði nógv af partiturun-
um hjá Carl Nielsen, og
hevur m.a. vunnið pening
uppá hesi, greiðir Sunleif
frá henda seinnapartin, vit
sita í gomlu kirkjuhølunum
í Santa Frans Skúla, har
venjingar eru farnar fram.
Og Sunleif er væl nøgd-
ur við verk og við venjing-
arnar og gleðir seg til
frumframførsluna av Ferð-
ini tann 31. mars og hann
kann ikki lata vera við at
nevna stigtakaran.
– Eg haldi, at tað er flott,
at Urd Johannesen hevur
tikið stig til hetta og hevur
fingið hetta at hanga sam-
an. At hon hevur fingið
hugskotið og hevur gjøgn-
umført tað, sigur Sunleif
Rasmussen, tónaskald.
Ferðin
– fíggjarætlan og stuðlar
Fíggjarætlanin er 750.000 kr.
Stuðlarnir eru:
Nordisk Kulturfond (250.000)
Norðurlandahúsið (sum
stendur sum fyriskipari og
»karmur« heldur enn
beinleiðis stuðul)
Tórshavnar Býráð
Undirvísingar- og
Mentamálastýrið
Mentunargrunnur Landsins
FITUR
Tórshavn-Reykjavík-Nuuk
Kodas Kollektive Båndmidler
Statens Musikråd
Dansk-færøsk kulturfond
Og vælvild annars frá nógv-
um øðrum pørtum, sum eru
við í ætlanini, t.d. Atlantic
Airways og Smyril Line.
Tiltakið verður fyriskipað
saman við Føroya Symfoni-
orkestri og Norðurlanda-
húsinum.
Plakatin til tiltakið
»Ferðin«, sum er tón-
leikaverk eftir Sunn-
leif Rasmussen. Yvir
øllum sveimar Jørgen
Frantz Jacobsen. At-
gongumerki fáast í
Norðurlandahúsi-
num, í Kunningar-
stovuni og í Kiosk
Vár, frá mána-
degnum
Vegir krossast: Við busstøðgistaðin í Kollfjarðardali, hitti myndamaðurin Jens Kristian Vang tey bæði
Sunnleif Rasmussen og Urd Johannessen. Sunnleif var ávegis til Danmarkar og Urd til Havnar. Hin 31.
mars hittast tey aftur í Norðurlandahúsinum. Ikki løgið, at tiltakið nevnist »Ferðin«