Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mars 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 • leygardagur • 10. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Jegvan Bæk, Filmseftirlitið: Fragd og filmur síða 20-21 JAVNSTØÐA – Eg helt tað verða skelkandi at hoyra í Útvarpinum, at bert 13% av kvinnunum í Føroyum forvunnu meira enn 200.000,- krónur um árið. Er tað veruliga so galið, at flestu kvinnur í Føroyum enn eru fíggjarliga bundar at monnum? Eftir altjóða kvinnudagin, staðfestir Augusta Mikkelsen, sum er skrivari í Javnstøðunevndini, at ongin letur vald frá sær við góðum. So skulu kvinnur verða betur umboðaðar í politikki, er neyðugt við hugburðsbroytingum, sigur Augusta SJÓNARMIÐ Augusta Mikkelsen Altjóða kvinnudagurin 8. mars hevur verið. Vanliga fer hesin dagur stillisliga aftur um bak. Vit hava tað jú so gott og vit halda, at hetta við javnstøðu, bleiv ordna fyri okkum av teim- um kvinnum, ið gingu krav- gongu 8. mars í seksti og sjeyti árunum. Og skulu vit hyggja at til- gongdini av ungum kvinnum í kvinnurørsluni, skuldu vit trú, at vit høvdu javnstøðu. Men er hetta nú so? Hava vit javnstøðu? Í einum fólkarættarligum sam- felagi eiga bæði kynini at hava somu politisku makt. Makt er rætturin at taka avgerðir, eisini fyri onnur. Eg fái meg illani at trúgva, at kvinnur ikki vilja verða við í hesum arbeiði. Men politiska gáttin hjá kvinnum er ógvuliga høg. Exit poll kanning gjørd í sambandi við kommunuvalið í fjør vísur, at 40 % av kvinnun- um valdu kvinnur, meðan 15 % av monnunum valdu kvinnur. Ongin letur við góðum vald frá sær, so skulu kvinnur verða betur umboðaðar í politikki, er neyðugt við hugburðsbroyting- um. Hetta arbeiði byrjar í politisku flokkunum. Men tað hendir neyvan uttan trýst frá kvinnum. Og neyðugt er ivaleyst at lóg- geva á økinum eisini. Hví ikki lóggeva, at tað skulu verða líka nógvar kvinnur sum menn í Landsstýrinum? Um vit hyggja at vinnulívinum og bankaheiminum sum heild, eru bara menn at fáa eygað á. Tí er heilt burturvið at tosa um, at vit hava javnstøðu í Føroyum. Her ber illa til at lóggeva, men tað er týdningarmikið at senda politisk signalir soleiðis, at ynskiligt er, at fleiri kvinnur mynda leiðandi størvini í vinnu- lívinum og í bankaheiminum. Nógvir fordómar eru knýttir at hesum við kvinnum og monnum. Kvinnur og menn velja útbúgv- ingar og størv, ið passa best til teirra kyn. Hetta hóast ongar vís- undaligar kanningar benda á, at serlig kynsbundin gen eru fyri hesum. Heldur er hetta ein spurningur um fyrimyndir og vanahugsan. Her hava einstøku heimini og skúlin ábyrgdina av, at broyting kemur í. Og mín vón er, at áhugin og ikki kynið, skal verða stýrandi fyri okkara val av yrkis- leið. Her er ynskiligt við broyt- ing í fólkaskúlalógini, soleiðis at javnstøða er við í endamálsorð- ingini. Tá vit tosað um javnstøðu og makt, ber ikki til at koma uttan- um pengar. Og eg vanti, at tað vóru fleiri enn eg, ið vórðu skelkaðar av tølunum, ið komu fram í útvarpssendingini Føroyar í dag, har Bjørt Samuelsen við- gjørdi evni Kvinnur í Føroyum. Eg helt tað verða skelkandi at hoyra, at bert 13% av kvinnun- um í Føroyum forvunnu meira enn 200.000,- krónur um árið. Er tað veruliga so galið, at flestu kvinnur í Føroyum enn eru fíggj- arliga bundar at monnum? Vit hoyra ofta, at menn missa við javnstøðu og at javnstøða verður sammett við kvinnustríð. Í flestu førum vil javnstøða gagna monnum og serliga vil hetta gagna børnunum. Eitt samfelag við javnstøðu, ger m.a. at páparnir fáa meira samband við og størri ábyrgd fyri børnunum. Her kundu polit- ikkarar gingið á odda og í lógini um barsilsgrunn, sum nú liggur í Tinginum, samtykt pápafarloyvi, ið skal nýtast av pápanum einsa- møllum. Tað eru næstan 7 ár síðan at javnstøðulógin bleiv samtykt. 7 ár í einum menniskjalívið er lang tíð, men í aldargamla stríðnum fyri at fáa kvinnum betri rætt- indi, eru 7 ár ikki lang tíð. Men eg vanti ikki, at vit koma at uppliva tann dagin, at javn- støðulógin ikki longur er neyðug. Sum skrivari í Javnstøðu- nevndini skal tað verða mítt ynski, at menn verða meira sjón- ligir í javnstøðuarbeiðinum. Og samstundis má eg spyrja, hvar allar tær ungu kvinnurnar eru, ið fingu javnstøðu í vøggugávu. Hvar eru tær? At enda er ynski mítt, at kvinnur framyvir eisini verða sjónligari í fjølmiðlunum. Vald, kvinnur og menn August Mikkelsen: – Sum skrivari í Javnstøðunevndini er tað mítt ynski, at menn verða sjónligari í javnstøðuarbeið- inum. Og samstundis má eg spyrja, hvar allar tær ungu kvinnurnar eru, ið fingu javnstøðu í vøggugávu? Mynd: Jens K. Vang Nr. 49 • leygardagin • 10. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Á pappírinum tykist størsti spenningurin í hondbóltinum at snúgva seg um, hvørt tað skal eydnast kollfirðingum at koma ájavnt Neist- anum í stigatali HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tríggir dystir verða í teim- um báðum fremstu hond- bóltsdeildunum um viku- skiftið, og hóast fleiri av teimum nærum tykjast vera avgreiðsluspurningar, so er tó ikki heilt frítt, at spenn- ingur kann koma í. Er Kyndil ávegis Hjá kvinnunum verða tríggir dystir um vikuskift- ið, og talan er í øllum før- um um dystir, har trý av teimum ovastu taka ímóti einum av niðaru støddu liðunum. Størstur man spenning- urin tó vera í Vági, har bæði liðini hava nakað at prógva eftir dystirnar undanfarna vikuskifti. VB skal fyrst og fremst endurreisa seg, og harvið styrkja um silvur- støðuna, eftir at tær sunnu- dagin so dyggiliga vórðu settar upp á pláss av VÍF. Tað skuldi eisini verið eitt gott høvi hjá VB móti Kyndli, sum als ikki hevur havt eitt so gott kappingar- ár, sum flestu av viðhalds- fólkunum høvdu vónað. Dysturin móti Neistanum gav tó ábendingar um, at vend nú er um at koma í hjá Kyndli. Tá var um reppið, at tað eydnaðist teimum at vinna grannauppgerðina, og kunnu tær halda fast í positivu gongdini, er kanska slettis ikki so óhugsandi, at tær kunnu gera eitthvørt við VB. Í Runavík eigur Tjaldur heimadyst móti Stjørnuni, og einki er at ivast í, at klaksvíkingar ætla sær tvey stig burtur úr dystinum. Higartil í ár hevur munurin millum liðini eisini verið sera stórur, og um ikki okk- urt heilt óvæntað stingur seg upp, skuldi alt talað fyri einum tryggum útisigri í Runavík. Tað ger tað eisini á Gilja- nesi, har suverenu vest- mannakvinnurnar vitja lið- ið, sum nú tykist vera iso- lerað í botninum. Somikið stórur er favorittleikluturin hjá VÍF, at alt annað enn ein greiður sigur eigur at metast sum ein sensatión av teimum stóru. Spenningur í Vestmanna Hjá monnunum tykist mest spennandi dysturin at vera í Vestmanna, har KÍF eigur heimadyst móti Neistanum. Í Kollafirði munnu tey iðra seg um, at menn teirra ikki komu nakað fyrr ígongd, soleiðis at teir kundu verið við í stríðnum um heiðurs- merki. Í endaspælinum eru tað nevnliga bert VÍF, sum hava bast teimum, meðan talan hevur verið um sigrar á bæði Neistanum og StÍF. Sunnudagin ætla teir sær helst at endurtaka sigurin á Neistanum, og eydnast hetta, eru kollfirðingar brádliga ájavnir Neistanum á fjórða plássinum, og so er brádliga stutt upp til heið- ursmerkini. Í Runavík verður granna- uppgerð millum eysturoy- arliðini bæði, og skal Tjald- ur gera nakað við tey stóru, so tykist hetta avgjørt at vera rætta løtan. Strand- ingar tykjast vera givnir at spæla, nú teir hava tryggjað sær steypakappingina, og seinastu dystirnir hava so avgjørt ikki verið at reypa um hjá teimum. Á Skála fekk Tjaldur javnleik fyri stuttum, og ivaleyst vóna leikararnir, at tað eydnast teimum at tvífalda úrtøk- una hesaferð. Seinasti dysturin verður í Havn, har H71 tekur móti VÍF. Vestmenningar tykjast nú aftur at hava funnið gullspælið fram, og einki er at ivast í, at teir ætla sær at gerast føroyameistar longu í komandi viku, tá vitjað verður á Skála. Fortreytin fyri hesum er tó ein sigur sunnudagin, og lítið er at ivast í, tvey stig afturat fara at koma í tann skjótt rokaða stigaposan. Dystirnir um vikuskiftið eru hesir: 1. deild kvinnur, sunnu- dagin 14.30 VB-Kyndil 14.30 Tjaldur-Stjørnan 15.00 Sóljan-VÍF 1. deild menn, sunnudagin 16.00 KÍF-Neistin 16.00 Tjaldur-StÍF 16.00 H71-VÍF Spenningurin er í Vestmanna Vinna fuglfirðingar í Klaksvík, kunnu teir longu tá rópa seg føroyameistarar FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Flogbóltsárið er av álvara farið at halla, og komandi dystirnir fara at vísa, hvussu farast skal fram, tá heiðursmerkini skulu být- ast. Skulu vinna nógv Hjá kvinnunum snýr spenningurin seg um, hvørt tað framhaldandi skal eydnast Drátti at vinna sínar dystir 3-0, og á tann hátt halda Mjølnir aftan fyri seg. Leygardagin fer Dráttur til Havnar, og vinna tær við kravdu settunum í tí dystin- um, skuldu líkindini fyri gulli verið góð. Seinasti dysturin hjá Drátti er móti botnliðnum, Fossanesi, og at Fleyr eisini er at finna í niðaru hálvu, eigur so avgjørt at geva Drátti góðar fortreytir. Mjølnir skal í sínum lag royna at vinna við trimum settum, um tær skulu halda fast í vónini, og hesa ferð verður tað á heimavølli móti ÍF, at dysturin skal fara fram. Seinasti dysturin er í Klaksvík, har Fossanes tek- ur ímóti TB í einum dysti. Skal TB gera sær vónir um at vinna heiðursmerki av nøkrum slag, er neyðugt at tær vinna hendan dystin, samstundis sum tær skulu vóna, at Mjølnir fer at basa ÍF. Hjá monnunum kann avgerðin um gullmerkni fella leygardagin, tá ÍF vitjar í Klaksvík. Vinnur ÍF dystin, kann einki lið long- ur røkka teimum. Tað liðið, sum í løtuni hevur bestar møguleikar at røkka teim- um, eru Mjølnir, men sein- astu vikurnar hava teir rættiliga verið í eini form- krisu, so møguleikarnir hjá ÍF eru so avgjørt ikki heilt ongir. Í Havn spæla Fleyr og SÍ, og við úrslitunum hjá SÍ í huga eigur talan her at verða um ein avgreiðslu- spurning hjá Fleyr. Sunnudagin verða aftur dystir í bestu mansdeildini, og tá skulu fuglfirðingar á heimavølli taka móti Fleyr. Útgangsstøðið í hesum dysti er ymiskt, alt eftir hvussu hevur hilnast leyg- ardagin. Er ÍF meistaralið sunnudagin, kann talan væl gerast um ein dyst, har liðini leggja størri dent á undirhaldsvirðið enn á sigurin, men er Mjølnir brádliga farið at nærkast ÍF, og so kunnu nervar lættliga fara at tyngja um spælið. Í Sørvági spæla SÍ og Fram sunudagin, og undir øllum umstøðum hava teir hjá Fram tá heiðursmerki at spæla fyri, og tað man vera lítið sannlíkt, at sørvingar megna at gera nakað sum helst til tess at forða teim- um í hesum. Dystirnir um vikuskiftið eru hesir Meistaradeild kvinnur, leygardagin 13.00 Fossanes-TB 13.00 Fleyr-Dráttur 17.00 Mjølnir-ÍF Meistaradeild menn, leygardagin 15.00 Mjølnir-ÍF 15.00 Fleyr-SÍ Sunnudagin 13.00 ÍF-Fleyr 16.00 SÍ-Fram Avgerðin kann fella Vinna fuglfirðingar í Klaksvík leygardagin, kunnu teir longu rópa seg føroyameistarar, tá teir sunnudagin á heimavølli skulu spæla móti Fleyr