týsdagur 12. juni 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 110 - 12. juni 2007
Sosialurin
Eitt valdømi – setir stór
krøv til flokkarnar
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Løgtingsformaður váttar fyri Sosialinum í dag,
at meiriluti er í formanskapi løgtingsins fyri, at
umsitingin hjá løgtinginum skal fyrireika eitt
uppskot um at gera Føroyar til eitt valdømi.
Mikið kjak er javnan um hetta mál, og eingin
flokkur og eingin samgonga megnar at finna
eina semju. Heldur ikki formansskapurin í
løgtinginum, men við tað, at tveir av teimum
fýra limunum í formansskapinum eru ímóti,
meðan hinir báðir, har formaðurin er sjálvur
annar eru fyri, telur atkvøða formansins meira,
og tí er meiriluti í formansskapinum fyri hesum.
Vit skulu ikki á hesum stað gera okkum til
talsfólk fyri, hvat er tann mest demokratiskt
rætta valskipanin. Men vit halda tó, at
tíðin er farin frá skipanini við teimum sjey
valdømunum.
Við støðugt útbygda samferðslukervinum er
samfelagið broytt sera nógv, eins og komm
unusamleggingar eisini eru farnar fram yvir
valdømismørk.
Tí er tað helst rætt at broyta skipanina – og
hví so ikki gera alt landið til eitt valdømi? Tá
fáa allir borgarar høvi at velja tað valevni,
teimum líkar best. Norðoyingar kunnu t. d.
velja Jóannes Eidesgaard, meðan suðuroyingar
kunnu velja Anfinn Kallsberg.
Hinvegin setir hetta sera stór krøv til politisku
flokkarnar. Sum organisationir virka flokkarnir
ikki væl. Hóast munandi ábøtur eru gjørdar
seinastu árini, har flokkarnir fáa almennar
pengar til rakstur, so kunnu vit enn ikki siga, at
nakað av floksapparatunum virka til fulnar.
Um so var, at flokkarnir og valfeløgini
virkaðu væl, so hevði eisini borið til at broytt
uppstillingina soleiðis, at flokkarnir høvdu størri
ávirkan á, hvør varð valdur. Í grannalondum
er tað flokkurin og valfelagið, sum stillar
valevni upp í nummarrøð, og so verður tað
fyrst nummar eitt, sum verður valdur. Fær
flokkurin tvey umboð í valdøminum, so kemur
nummar tvey á listanum eisini inn o. s. fr.
Henda skipan verður t. d. brúkt í Íslandi, men
eisini í USA, har flokslimir hjá Demokratunum
og Republikanarunum um skamma stund skulu
kjósa sær forsetavalevni.
Tað er hugaligt, at tað tykist at verða meiriluti
á tingi fyri at broyta valskipanina. Men okkara
kosnu menn og kvinnur áttu í sama viðfangi at
styrkt og ment politisku floksorganisatiónirnar.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Arni Abrahamsen, fyrrver
andi formaður í “Ungum
fyri Miðflokkin”, hevði
eina grein í bløðunum í
farnu viku, sum var eitt
aftursvar til tað, sum eg
havi sagt um blokkstuðul
in.
Arni endurtekur í grein
ini tað sum Miðflokkurin
segði í eini blaðlýsing tann
11. mai um týdningin av
blokkstuðlinum. Hann sig
ur, at niðurskurðurin í
blokkstuðlinum hevur
kostað 2 milliardir krónur
higartil, og at hetta at
síggja til eru nógvir
pengar, men sæð í “eini
størri heild” er hetta kortini
ikki so. Tíverri greiðir
hann ikki nærri frá, hvat
hann meinar við hesum, og
tað er spell, tí eg kundi
ógvuliga fegin hugsað mær
at fingið at vita, hvat hetta
er fyri ein “heild” sum ger
2 mia. krónur til smápeng
ar. Kanska kann hann í eini
seinni grein greiða nærri
frá tí.
Arni ávarar ímóti at fáa
ov nógvar pengar inn í sam
felagið, tí tað hevði sett
enn meira ferð á búskapin,
og kostnaðarstøðið hevði
hækkað. Tí vil hann hava
blokkstuðulin burtur.
“Hvussu hevði støðan
verið, um ein peninga
streymur á tils. 2 mia. kr.
eyka, hevði runnið inn í
samfelagið seinastu árini?
Og hvat skuldu pengarnir
verið nýttir til”? spyr hann.
Eg trúði ikki, at tað
kundi vera nakar trupul
leiki at finna útav, hvat
pengarnir skuldu verið
brúktir til, men er onkur
kortini í iva, so kann eg,
sum dømi, nevna hesar
møguleikarnar:
1. Landskassin skyldar
framvegis yvir 2 mia.
krónur. Um pengarnir
vórðu brúktir til at
niðurgjalda skuld við, so
hevði tað ikki hitað
búskapin.
2. Pengarnir kundu verið
spardir upp til at brúka í
verri tíðum. Hetta hevði
heldur ikki hitað
búskapin fyrr enn
seinni, tá búskapurin
aftur treingir til “ein
fløva”.
Konjunkturjavning
Føroyski búskapurin er
sera skiftandi. Onkuntíð
streyma pengarnir inn í
samfelagið, og næstu løt
una er kreppa (ella okkurt
sum líkist tí). Tí er tað
umráðandi, at tað almenna
leggur pengar til síðis í
góðum tíðum, soleiðis at
vit ikki standa við ongum,
tá tíðirnar aftur gerast
verri.
Men hvussu gongur við
uppsparingini, nú loysingar
flokkarnir hava tveitt meira
enn 2 mia. burtur?
Taka vit til dømis árið
2001 (sum var seinasta árið
áðrenn blokkstuðulin
lækkaði), so var eisini
nógv fer á búskapinum tá.
Landskassin hevði næstan
700 mió. krónur í avlopi,
og blokkstuðulin hetta árið
var 995 mió. krónur. (Legg
til merkis, at avlopið eisini
tá var nógv minni enn
blokkstuðulin). Tá bar til at
leggja pengar til síðis.
Nú er aftur nógv ferð á
búskapinum. Men lands
kassaavlopið síðani blokk
stuðulin varð skorðin niður
hevur einki ár verið í námd
av teimum 700 mió. krónu
num. Tað sum vit spara
upp nú, er fyri stóran part
inntøkur, sum koma frá
sølu av almennum ognum,
- men sum øll helst duga at
skilja, so kunnu vit ikki
selja Føroya Banka fleiri
ferðir.
Vit merkja kanska ikki
so nógv til hetta nú, men tá
kókið aftur er farið av
búskapinum, og vit skulu í
bankan eftir pengunum,
sum eru lagdir til síðis í
teimum góðu tíðunum, tá
verður ov lítið at taka av.
Nýggjar inntøkur
Arni sigur, at stuðul er
ósunnur, og at vit skulu
liva av tí sum vit sjálvi
klára at framleiða. Tað er
ein útsøgn, sum eisini var
nógv at hoyra undir full
veldislandsstýrinum, men
hvørjar nýggjar inntøkur
blivu skaptar tá? Nógv
hevur verið tosað, men
lítið sæst aftur.
Hugskot hava verið
frammi um at gera lidnar
fiskavørur, um surimifram
leiðslu, gransking, ferða
vinnu, oljuvinnu o.s.fr.
Einaferð skuldi dregging
eftir igulkerum eisini vera
eitt slag av “tjóðarinnar
bjarging”, men alt hetta
sær út til at vera nógv lætt
ari sagt enn gjørt. (Tað
seinasta nýggja er, at
serfrøðingar siga, at vit
mugu gevast við at fiska
tosk við Føroyar – tað
kann gerast eitt stórt stig
tann skeiva vegin).
Sjálvsagt skulu vit royna
at ganga nýggjar leiðir,
men vit mugu ikki halda,
at um vit kuta blokkstuðul
in burtur, so kemur alt hitt
uppá pláss av sær sjálvum.
Tað ger tað ikki!
Vandi fyri øktari nýtslu
Arni Abrahamsen vísir á,
at tá vit hava nógva inn
tøku, so økist eisini vandin
fyri øktari nýtslu. Tað er
ikki óhugsandi. Men polit
iska loysnin á hesum kann
ikki vera, at vit skulu satsa
uppá at hava undirskot, fyri
at sleppa undan freistingini
eftir at brúka av yvirskoti
num.
Annars hava føroyingar
fyrr víst í verki, at vit sakt
ans klára at brúka meira
pengar, eisini tá inntøkan
minkar. Frá 2001 til 2002,
tá blokkstuðulin minkaði
við 366 mió. krónum,
øktust rakstrarútreiðslurnar
hjá landskassanum við 300
mió. krónum og íløgurnar
við 60 mió., so teori og
praksis ganga ikki altíð
hond í hond.
Spurningur til Arna
Eg fari til seinast at seta
Arna Abrahamsen ein
einfaldan spurning: Um
allur stuðul er ósunnur fyri
búskapin, og ein milliarda
innspræning í samfelagið
er oyðileggjandi, vil tú so
harvið siga, at vit eiga at
steðga allari oljuleiting við
Føroyar? – Eg meini so við
– um føroyski búskapurin
ikki tolir at fáa 2 mia. úr
Keypmannahavn, so tolir
hann væl heldur ikki at fáa
uppaftur fleiri milliardir úr
London, ella onkra
aðrastaðni frá???
Milliardir eru ikki smápengar
Helgi
Abrahamsen