Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2007 Foreldur at musikskúla­ næmingum mótmæla Kl. 11.30 í dag fara foreldur at musikkskúlanæmingum at handa Jóannes Eidesgaard, løgmanni, mótmælisundirskriftir. Endamálið við mótmælisundirskriftunum er at stuðla musikklærarum í teirra kravi at fáa tímapeningaskipanina aftur, sum bleiv tikin frá teimum í februar í fjør. Foreldrini eru bangin fyri, at musikkskúlanæmingarnir kring landið fara at svíða fyri hesum, um musikklærararnir ikki fáa gomlu skipanina aftur. So nakað undan døgurða fáa vit at síggja, hvussu nógvar mótmælisundirskriftir løgmaður fer at fáa frá foreldrum at musikkskúlanæmingum og øðrum áhugaðum. Í góðveðri og brennandi sól kom fyrrverandi Strandingur flaggskrýddur á Vestmanna um 18.30-tíðina seinasta fríggjakvøld Nýtt skip Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Birgir W. Høgnesen Línuskipið Strandingur hev­ ur fingið nýggjar eigarar – og nýtt navn, og høvuðs­ maðurin aftanfyri keypið er Háldan Haldansen. Strandingur eitur nú Vest­ urhavið og teir, sum eiga skipið aftrat Háldani, eru Knút Høgagarð, sum er skipari og Olaf Højgaard, sum er stýrimaður. Knút og Olaf eru báðir toftamenn. Keypt felagið Eingin almenn móttøka var fyri Vesturhavinum, tá skip­ ið legði til bryggju í Vest­ manna, men kortini var fitt av fólki og tók ímóti. Gomlu eigararnir við Sofusi í Selvindi á odda høvdu heitt á Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmann um at siga nøkur orð, tá skipið kom á Vestmanna. Tórbjørn helt eina mergj­ aða røðu umborð á skipin­ um, og vit hava skilt úr Vest­ manna, at løgtingsmaðurin tosaði bæði fyri gomlu eigarar – men eisini fyri teir nýggju. Nýggjur útbúnaður Saman við Knúti og Olafi, sum eiga ein lutfalsliga minni part í felagnum, hev­ ur Háldan keypt alt felagið, P/F Strandingur. ­ Vit hava nú broytt navn­ ið á felagnum, sum nú er P/F HKO, ið eru forbók­ stavirnir hjá nýggju eigaru­ num. Háldan vil ikki siga, hvussu nógv teir hava keypt Stranding fyri og vísir á, at tey tøl, sum hava verið frammi, bert eru gitingar. ­ Í seinastuni hevur skipið ligið á Skála og Hulki á Strondum. Onkrar smærri umvælingar eru framdar umborð, eins og skipið hev­ ur fingið nýggja egningar­ maskinu. Hann sigur, at Vesturhavið eisini hevur fingið íslendsku skipanina, sum verður rópt Line­Tech. ­ Hetta er ein skipan, sum flestu línuskip hava í dag. Skipanin ger tað møguligt at regulera trýstið og ferð­ ina, tá drigið verður, hon telir fiskarnar á línuni, og hon sigur okkum eisini, hvussu maskinan egnir, tá sett verður. Háldan sigur, at Line­ Tech skipanin ger, at tú bet­ ur kanst fylgja við veiðini. Háldan Haldansen sigur, at nýggju eigararnir bjóðaðu manningini, sum var við Strandingi, at halda fram, og flestu tóku av. ­ Skipið kom sum nevnt á Vestmanna fríggjakvøldið og loysti longu aftur til nýggjan túr dagin eftir. Hendan túrin eru bæði Knút og Olaf við, sigur reiðarin. Vesturhavið Nøvn: Strandingur Smíðistaður/ ár: Skála (1963) Longd: 36,76 metrar Breidd: 7,50 metrar BRT: 327 Maskina: Grenaa (1981) FAKTA Ungir menn keypa gamalt skip Teir, sum nú eiga Vesturhavið, eru Háldan Haldansen (mynd), Knút Høgagarð og Olaf Højgaard. Nýggja felagið aftanfyri skipið eitur P/F HKO