týsdagur 12. juni 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 12. juni 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Hans Jacob Sigvardsen á Argjum fer til gravar úr
Argja kirkju mikudagin kl. 13.
Hans Jacob Thomsen, Fuglafjørður, andaðist á
Landssjúkrahúsinum leygarmorgunin 9. juni, 77
ára gamal. Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar
kirkju mikudagin kl. 14.30. Sungið verður úr
Sálmabókini.
Jens Wenningssted Tórgarð andaðist í Hvidovre,
86 ára gamal. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 14
úr Risbjerg kirke í Hvidovre.
Mervyn Dimon, Tvøroyri, andaðist sunnudagin,
82 ára gamal.
Sylvia Gunnarsson, Tórshavn andaðist leygar
dagin, 83 ára gomul. Farið verður av heiminum í
Vallalíð týsdagin klokkan 17. Jarðferðin verður úr
Ebenzer mikudagin klokkan 14. Tey, ið ynska at
minnast Sylviu kunnu lata eina peningagávu til
Zarepta. Kontur í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Brúdleyp
Leygardagin tann 16. juni giftast í Keypmannahavn
Eyðritt Haraldsen og Jan Marseille. Brúdleypsadressan
er: Fælledvej 132, 2791 Dragør
Nú ætlar tú at leggja árar
nar inn eftir 45 ár sum
skúlalærari í Fuglafirði,
har tú lærdi mínar tveir
dreingir sera væl í skúl
anum. Ein heilsan til tykk
um bæði: Karthrinu og
Dánial.
Heilsan
Tórhallur Andreasen,
Kornblomsvej 6, DK-
7700 Hederslev
Ein tøkk til
Dánial Vang
lærara í Fuglafjarðar skúla
Tíðin nærkast til framsýningin av
millum- og realskúlanæmingum hjá
Jórunn Dánjalsdóttir fer av bakka
stokki um ólavsøkumundið. Framsýn
ingin verður í Kommunuskúlanum í
Havn og letur upp við eini kvøldsetu
tann 23. juli kl. 19.00 har fyrrverandi
næmingar koma at hugleiða um tíðina,
tá tey gingu í skúla.
Annars sigur Jórunn, at henni vantar
enn fleiri realskúlamyndir, serliga frá
síðst í 50-unum og fyrst í 60-unum.
Hóast tíðarfeistin til at koma við
myndum er úti, vónar hon at fáa allar
myndirnar til høldar.
Myndin í dag er av einum millum
skúlaflokki í 1951. Aftara rað f.v.:
Dan Mortensen, Tórbjørn Mikkelsen,
Knút Lützen, Katrin Thorkildshøj,
Sheila Marr, Anna Poulsen, og Bette
Rasmussen, lærari.
Fremra rað f.v.: Petur Poulsen,
Arnold Karbech Mouritsen, Bjarni
Olsen, Carl Vilhelm Weihe, Ásbjørn
Simonsen, Heðin Samuelsen og
Helena Restorff Jacobsen.
Adressan hjá Jórunn Dánialsdóttir
er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn. Tel.
316024 ella 226024. Myndirnar
kunnu eisini latast inn ”navnmerktar”
í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23
(tel. 314710).
Myndaeigari: Sólrun Holm
Færøernes Mellem- og Realskole:
Millumskúlaflokkur í 1951
Í sambandi við myndina vit høvdu í blaðnum í gjár av fimleik
arum í millum- og realskúlaflokkunum í 1959, skrivaðu vit at
myndin var tikin á tennisplenuni. Hetta var ikki heilt rætt.
Onkur hevur gjørt vart við, at talan var um hondbóltsplenuna,
sum hon var nevnd. So skuldi tað verið komið upp á pláss.
red.
Rætting:
Myndin var tikin á
hondbóltsplenuni
Dagurin
13. juni. Kyrillos. Fleiri halgimenni eru við hesum
navni, helst er her talan um ein biskup í Aleksandriu,
sum doyði í 444 . Erlendur biskupur doyði hendan dagin
í 1308.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ein ella annan
hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður,
pápi, verpápi og abbi
Eyðin Hansen
Hvalvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til familju og vinir, ið hjálpu til
við jarðarferðina.
Tøkk til Martin R. Jacobsen prest, sangarar,
berarar og kirkjutænarar.
Tøkk til Hotel Tórshavn og starvsfólkið har
fyri stórt hjálpsemi.
Tøkk til heimasjúkrasystrarnar fyri stórt
hjálpsemi hansara seinastu dagar.
Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, kransar
og peningagávur.
Eisini tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Helena og børnini v/familjum
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýndu samkenslu, tá okkara
kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi
Janus Drangá
andaðist og varð jarðaður.
Takk til prestarnar Bjarna Bæk og Emil Olsen,
gravararnar, berararnar, klokkara, organist og
sangararnar.
Tøkk fyri hjálpandi hond til ervið og takk fyri
blómur og kransar.
Familjunnar vegna
Suni og Turid