Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 110 - 12. juni 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í gjár, 11. juni, fylti Óli Mikkelsen, fyrrverandi lækni, í Havn 80 ár. Óli er upprunaliga lorvíkingur, men bæði foreldrini vóru úr Gøtu. Pápin var Petur Mikkelsen av Lakjuni í Syðrugøtu, meðan mamman var Katrina, ættað úr Jákupsstovu í Norðragøtu. Petur gjørdist sum ungur lærari í Lorvík, og her var hann alla sína tíð, og hevur hann tískil verið lærari hjá fleiri ættarliðum av lorvíkingum. Óli er tó bæði føddur og doyptur í Gøtu, og hann er upkallaður eftir abbanum í Norðragøtu Óla Jákup Zachariassen. Óli fór, sum vanligt tá í tíðini, úr skúlanum 14 ára gam­ al. Fyrstu árini aftaná hevði Óli fyrifallandi arbeiði og róði eisini út. Men í 1943 fór hann til Havnar at ganga í preliminerskúla, og hann fekk prógv í 1945. Hann fór beint í studentaskúla og fekk prógv í 1947. Síðan fór hann niður til Dan­ markar at lesa til lækna. Í sínum ferium heima var hann til skips. Tá var hann dúgligur at nýta fototólið, og fleiri myndir hjá honum hava verið alment frammi, og lýsa tær væl lívið hjá fiskimonnum. Aftaná læknaprógv fór Óli at út­ búgva seg víðari at gerast narkosu­ lækni. Hesa tíðina arbeiddi hann í Ålborg og Keypmannahavn. Hann kom at arbeiða sum narkosulækni á Landssjúkrahúsinum frá 1973, og til hann gavst sum lækni sein­ ast í 90­unum. Í sínum starvi fekk hann kelinavnið Ole Lukøje, og tað sigst, at hann alla hesa tíð hevur framt 40.000 doyvingar, næstan eina fyri hvønn føroying. Ein av teimum forrestin hjá tí, sum skrivar hesar reglur. Óli var einsamallur narkosu­ lækni stóran part av síni starvstíð, og hetta gav honum eina stóra arbeiðsbyrðu, har hann altíð skuldi vera tøkur, tá brúk var fyri honum. Og tað var hann eisini. Tað sigst, at tað kom ikki fyri, at hann bar seg undan. Óli er giftur við Sonju f. Larsen, úr Porkeri. Tey fingu fýra børn: Petur, sum doyði ungur, Karin, Bjarni og Kári. Systkini hjá hon­ um eru Páll, sum býr í Havn, Jón­ svein á Toftum, Eyleyg í Havn og Anfinn, sum býr í Canada. Tey eru øll fróðarfólk. Systirin Marj­ un doyði ung. Umframt sítt læknayrki hevur Óli mong áhugamál. Millum hesi eru alt, sum hevur við bátar, árar og segl at gera. Hann hevur alla tíðina hjá felagnum verið virkin í Føroya Náttúru­ og Umhvørvisfel­ ag. Hann hevur verið virkin í Dansifelagnum. Hegningur er hann eisini og dugur sera væl at laga grót. Óli er eins og sínu systkin sera upptikin av sínum uppruna í Gøtu. Tey hava eisini varðveitt barna­ heimið hjá mammuni í Norðra­ gøtu, sum er ein partur av gamla býlinginum í bygdini, og eru teirra hús eitt satt prýði. Her er eisini nakað at varðveita, tí í kjallaranum eru funnin seyðabein frá 600­talin­ um, og bendir hetta á forna búseting. Ein partur av grundini er sjálv Tróndargrund, grundin hjá gamla Tróndi í Gøtu. Óli hevur tískil nóg mikið um at vera, og hetta broytist neyvan hóast hann hevur nátt hendan høga aldur, sum ikki merkist á honum. Ynskt verður Óla og hansara hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum! ó Óli Mikkelsen 80 ár Í 2002 hevði FF-blaðið eina frásøgn um meslingagrindina í Gøtu í 1935. Henda grindin gjørdist søgulig, tí við grindamonnunum varð smittan borin kring landið, og kostaði hetta mong mannalív. Í hesum sambandi fann mostir Óla, tann skjótt 92 ára gamla Anna, millum aðrar hesa myndina fram, og er hon júst frá hesi grindini. Drongurin, sum stendur á einum hvali í mynstrutari troyggju fremst á myndini, er Óli sambært mostrina. Hon kendi troyggjuna aftur aftaná nærum 70 ár! Meslingarnir komu eisini at raka húsið í Jákupsstovu. Tvær mostrar Óla, tann umrødda Anna og Olea, gjørdust sera ringar av meslingum. Olea doyði, og Anna var tá framvegis so ring, at tey ikki vildu ringja við kirkjuklokkuni, tá Olea fór til gravar, fyri at Anna ikki skuldi fáa gruna um, hvat var hent systrini. Sum tað skilst kom Anna væl fyri seg Í gjár fylti Óli Mikkelsen, fyrrverandi yvirlækni, 80 ár