Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2007 Um mánaðarskiftið mai-juni var skúla­ konsert í Nólsoy, frásøga við Niels- Jákupi, ið fann urið í Fámjin og tónleikur í Miðlahúsinum og frásøga við Jógv­ani við Keldu og tón­ leikur í Leirvíkar Bátasavni. Hetta vóru tiltøk, sum góvu fólki upplivingar í nútíð og farnari tíð, bæði í frásøgu og tónleiki Tiltøk Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í døgum 31. mai til 6. juni hevði violinisturin, Monika Stauss Joensen, sum er gift í Leirvík, vitjan úr heim­ landi sínum, Sveits. Tað var systirin, Andrea Stauss Hof­ man, ið spælir klaver, sum var á vitjan. Meðan Andrea var í Før­ oy­um, løgdu tær til rættist tríggjar ymiskar konsertir, sum tær “kryddaðu” við spæli og frásagnum. Skúlakonsert Fyrsta tiltakið var ein skúla­ konsert í Nólsoy, fríggja­dag­ in 1. juni – longu morgunin eftir, at Andrea skuldi koma til Føroyar kvøldið fyri. Men, sum so ofta um summ­ arið, vóru floglíkindini ikki til vildar. Flogfarið hjá Atlantsflogi, sum Andrea og italsku fjepp­ ar­arnir til landsdystin Før­ oyar-Italia vóru við, endaði seint hóskvøldið í Íslandi. Tá Andrea ikki var frammi til ætlaðu tíðina í Før­oyum, tók ivi seg upp um tiltakið, sum skuldi vera í Nólsoy morgunin eftir. Nú mátti ferðin til Nólsoyar ant­ in avlýsast, ella mátti skráin fyri tiltakið leggjast um. Eftir nógvar telefon­sam­ røður millum Moniku Stauss Joensen og Hilmar Joen­sen, lærara við Nóls­oy­ ar skúla, vóru boðini úr Leir­­vík klokkan 22.30 kvøld­­ið fyri tiltakið: “Vit koma kortini… “ Í staðin fyri Andreu, sum fyribils var endað í Íslandi, fekk Monika í lag at taka 7. flokk úr Leirvíkar skúla við sær til Nólsoyar. Fríggjamorgunin vóru so­ leiðis tríggir bilar við 10 næm­ingum á veg til Havnar fyri at náa Rituna til Nóls­ oyar klokkan 9.30. Tað vísir seg nevniliga, at 7. flokkur við Leirvíkar skúla er ein fram úr tón­leika­ flokkur, har ikki færri enn 8 av 10 næmingum ganga til tónleika­undir­vís­ing. Soleiðis “bjargaðu” hesir næmingarnir tiltakinum í Nólsoy, so børnini har ikki noyddust heimaftur úr skúla­ num við ongari skúla­kon­ sert, sum tey høvdu glett seg til. Í Nólsoy var mangt og hvat á skránni – alt frá vio­ lindu­ettum, violinløgum sam­­an við fylgispæli, guitar­ solo, klaverboogie og kór­ sangi, sum Dánjal Eystur­ stein leiddi. Eisini var fel­ ags­sangur við guitarspæli hjá Hilmari Joensen. Ljósmyndir úr Sveits vórðu sýndar, og ein klovn­ ur var eisini knappliga við í tiltakinum. Fjølbroytta løtan í skúla­ num í Nólsoy við tónleiki, sangi og undirhaldi eydn­ aðist sera væl, og úr Nólsoy frætta vit, at tiltakið helst fer at standa sum eitt minnið fyri lívið hjá skúlabørnunum í bygdini. Eftir drúgvu ferðina hjá Andreu Stauss Hofman heim til Føroya, vóru systr­ ar­nar báðar klárar til kon­ sertirnar, ávikavist 3. juni í Miðlahúsinum í Vágsbotni og mánadagin 4. juni í Leir­ víkar Bátasavni. Hesi bæði tiltøkini vórðu væl vitjað. Umleið 50 fólk vóru í Miðlahúsinum og stív­liga 70 fólk í Bátasavni­ num. Niels-Jákup og urið Í miðlahúsinum spældu tær báðar verk eftir Corelli, Dancla, Tchaikowsky og sig­­oyn­­araløg eftir Csoka og Sarasate. Monika framførdi eisini eitt lag fyri violin-solo, ið hon hevur fingið sendandi úr Wien frá Elzbieta Wied­ ner-Zajac, sum Konsert­fel­ ag­ið hevði á vitjan í februar. Elzbieta sendi Moniku, sum er formaður í Kon­sert­ felagnum, hetta lagið sum takk fyri áhugaverdu ferð­ ina í Føroyum. Í kaffisteðginum í Miðla­ húsinum høvdu fólk høvi at royna ein sveisiskan spesi­al­ it­et, eina sokallaða “osta­ fondue”. Flestu, sum komin vóru á lýða á, nýttu høvi at “dippa” sær ein frans­breyð­ bita í heitu ostagrýtuna. Fólk fingu eisini kaffi og okkurt afturvið. Eftir steðgin greiddi Niels-Jákup, ið var drong­ur­ in, sum fann nógv umrødda urið í fjøruni í Fámjin, frá hesi hendingini. Saman við mammuni, Onnu, var hann partur av tiltakinum í Miðla­ húsinum hendan dagin. Niels-Jákup segði, at abbin, sum var við honum hendan dagin, tá hann fann urið, helt fyri: “Abbi ivaðist í, um hetta mundi vera ein bumba, sum lá í eskjuni, men tað helt eg ikki…” Tað var áhugavert at hoyra Niels-Jákup og síggja myndirnar, sum gjørdu frá­ søgnina sera livandi. Einki er at ivast í, at urið, sum hann fann í fjøruni, hev­ur givið Niels-Jákupi og familju hansara nógv upp­ livilsir, ikki minst ferðin á urmessuni í Sveits í apríl. Við Keldu Í hugnaliga Bátasavninum í Leirvík hevði Jógvan við Keldu, sum sjálvur hevur røtur í Leirvík, hugleiðingar um barnadagar á Keldu í Leirvík. Jógvan dugdi sera væl at siga frá, og tað var áhugavert at hoyra hansara frásøgn um øll tey persónligu minn­ ir, hann hevur úr Leirvík. Gomlu myndirnar søgdu eisini sína søgu um um­ hvørvið og staðið á Keldu. Hetta er ein farin tíð, men hon er ikki gloymd millum tey, sum vóru partur av henni. Jógvan dugdi so sera væl at fáa lív í søguna aftur og gera alt so “sjónligt” fyri teimum, sum komin vóru at lýða á. Tiltakið í Leirvíkar Báta­ savni var eisini kryddað við violin-og klavertónleiki hjá systr­unum Moniku og Andreu. Musikkskúlanæmingar bjar Stívliga 70 fólk vóru til tiltakið á Leirvíkar Bátasavni og eini 50 fólk til tiltakið í Miðlahúsinum Ferðslulógin broytast 1. juli í ár, altso um tríggjar vikur, verður føroyska ferðslu­ lógin broytt nakað. Broytingarnar snúgva seg í høvuðs­ heit­um um trý ting. Tey trý tingini eru, at forboð verður sett ímóti lítl­um breytmotorsúkklum ella teimum sokallaðu “pocket­bikes,” at revsingin fyri at koyra við yvirvekt við tung­um akfari verð­ur nógv herd, og at trygdarreglurnar fyri koyring við motor­súkklu verða herdar. Hesar broytingar snúgva seg serliga um børn á motosúkklu. Frá 1. juli skulu børn verða fylt átta ár, um tey skulu ferðast á motorsúkklu, og tey skulu vera í fastspentum hjálmi. Til Klaksvíkar fyri 10 kr. Sáttmáli er nú komin í lag millum Klaksvíkar kommunu og Strandfaraskip Landsins um kostnaðin á Kalsoyarleiðini. Hesin nýggi sáttmálin ger, at borgarar í Kalsoynni sleppa til Klaksvíkar fyri 10 kr. Sáttmálin fevnir um allar íbúgvar á Kalsoynni, ið eru borgarar í Klaksvíkar kommunu. Somu borgarar fáa allir útflýggjað eitt samleikaprógv, ið skal vísast við fráferð. Upphæddin, sum tey ferðandi gjalda við fráferð er 5 kr. fyri børn 15 ár og yngri, meðan ung 16 ár og eldri gjalda 10 kr. fyri túrin. Jógvan við Keldu dugdi sera væl at siga frá um farnar dagar á Keldu í Leirvík