Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2007 Um mánaðarskiftið mai-juni var skúla- konsert í Nólsoy, frásøga við Niels- Jákupi, ið fann urið í Fámjin og tónleikur í Miðlahúsinum og frásøga við Jógvani við Keldu og tón- leikur í Leirvíkar Bátasavni. Hetta vóru tiltøk, sum góvu fólki upplivingar í nútíð og farnari tíð, bæði í frásøgu og tónleiki TilTøk Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í døgum 31. mai til 6. juni hevði violinisturin, Monika Stauss Joensen, sum er gift í Leirvík, vitjan úr heim­ landi sínum, Sveits. Tað var systirin, Andrea Stauss Hof­ man, ið spælir klaver, sum var á vitjan. Meðan Andrea var í Før­ oyum, løgdu tær til rættist tríggjar ymiskar konsertir, sum tær “kryddaðu” við spæli og frásagnum. Skúlakonsert Fyrsta tiltakið var ein skúla­ konsert í Nólsoy, fríggjadag­ in 1. juni – longu morgunin eftir, at Andrea skuldi koma til Føroyar kvøldið fyri. Men, sum so ofta um summ­ arið, vóru floglíkindini ikki til vildar. Flogfarið hjá Atlantsflogi, sum Andrea og italsku fjepp­ ararnir til landsdystin Før­ oyar­Italia vóru við, endaði seint hóskvøldið í Íslandi. Tá Andrea ikki var frammi til ætlaðu tíðina í Føroyum, tók ivi seg upp um tiltakið, sum skuldi vera í Nólsoy morgunin eftir. Nú mátti ferðin til Nólsoyar ant­ in avlýsast, ella mátti skráin fyri tiltakið leggjast um. Eftir nógvar telefonsam­ røður millum Moniku Stauss Joensen og Hilmar Joensen, lærara við Nólsoy­ ar skúla, vóru boðini úr Leirvík klokkan 22.30 kvøldið fyri tiltakið: “Vit koma kortini… “ Í staðin fyri Andreu, sum fyribils var endað í Íslandi, fekk Monika í lag at taka 7. flokk úr Leirvíkar skúla við sær til Nólsoyar. Fríggjamorgunin vóru so­ leiðis tríggir bilar við 10 næmingum á veg til Havnar fyri at náa Rituna til Nóls­ oyar klokkan 9.30. Tað vísir seg nevniliga, at 7. flokkur við Leirvíkar skúla er ein fram úr tónleika­ flokkur, har ikki færri enn 8 av 10 næmingum ganga til tónleikaundirvísing. Soleiðis “bjargaðu” hesir næmingarnir tiltakinum í Nólsoy, so børnini har ikki noyddust heimaftur úr skúla­ num við ongari skúlakon­ sert, sum tey høvdu glett seg til. Í Nólsoy var mangt og hvat á skránni – alt frá vio­ linduettum, violinløgum saman við fylgispæli, guitar­ solo, klaverboogie og kór­ sangi, sum Dánjal Eystur­ stein leiddi. Eisini var fel­ agssangur við guitarspæli hjá Hilmari Joensen. Ljósmyndir úr Sveits vórðu sýndar, og ein klovn­ ur var eisini knappliga við í tiltakinum. Fjølbroytta løtan í skúla­ num í Nólsoy við tónleiki, sangi og undirhaldi eydn­ aðist sera væl, og úr Nólsoy frætta vit, at tiltakið helst fer at standa sum eitt minnið fyri lívið hjá skúlabørnunum í bygdini. Eftir drúgvu ferðina hjá Andreu Stauss Hofman heim til Føroya, vóru systr­ arnar báðar klárar til kon­ sertirnar, ávikavist 3. juni í Miðlahúsinum í Vágsbotni og mánadagin 4. juni í Leir­ víkar Bátasavni. Hesi bæði tiltøkini vórðu væl vitjað. Umleið 50 fólk vóru í Miðlahúsinum og stívliga 70 fólk í Bátasavni­ num. Niels-Jákup og urið Í miðlahúsinum spældu tær báðar verk eftir Corelli, Dancla, Tchaikowsky og sigoynaraløg eftir Csoka og Sarasate. Monika framførdi eisini eitt lag fyri violin­solo, ið hon hevur fingið sendandi úr Wien frá Elzbieta Wied­ ner­Zajac, sum Konsertfel­ agið hevði á vitjan í februar. Elzbieta sendi Moniku, sum er formaður í Konsert­ felagnum, hetta lagið sum takk fyri áhugaverdu ferð­ ina í Føroyum. Í kaffisteðginum í Miðla­ húsinum høvdu fólk høvi at royna ein sveisiskan spesial­ itet, eina sokallaða “osta­ fondue”. Flestu, sum komin vóru á lýða á, nýttu høvi at “dippa” sær ein fransbreyð­ bita í heitu ostagrýtuna. Fólk fingu eisini kaffi og okkurt afturvið. Eftir steðgin greiddi Niels­Jákup, ið var drongur­ in, sum fann nógv umrødda urið í fjøruni í Fámjin, frá hesi hendingini. Saman við mammuni, Onnu, var hann partur av tiltakinum í Miðla­ húsinum hendan dagin. Niels­Jákup segði, at abbin, sum var við honum hendan dagin, tá hann fann urið, helt fyri: “Abbi ivaðist í, um hetta mundi vera ein bumba, sum lá í eskjuni, men tað helt eg ikki…” Tað var áhugavert at hoyra Niels­Jákup og síggja myndirnar, sum gjørdu frá­ søgnina sera livandi. Einki er at ivast í, at urið, sum hann fann í fjøruni, hevur givið Niels­Jákupi og familju hansara nógv upp­ livilsir, ikki minst ferðin á urmessuni í Sveits í apríl. Við Keldu Í hugnaliga Bátasavninum í Leirvík hevði Jógvan við Keldu, sum sjálvur hevur røtur í Leirvík, hugleiðingar um barnadagar á Keldu í Leirvík. Jógvan dugdi sera væl at siga frá, og tað var áhugavert at hoyra hansara frásøgn um øll tey persónligu minn­ ir, hann hevur úr Leirvík. Gomlu myndirnar søgdu eisini sína søgu um um­ hvørvið og staðið á Keldu. Hetta er ein farin tíð, men hon er ikki gloymd millum tey, sum vóru partur av henni. Jógvan dugdi so sera væl at fáa lív í søguna aftur og gera alt so “sjónligt” fyri teimum, sum komin vóru at lýða á. Tiltakið í Leirvíkar Báta­ savni var eisini kryddað við violin­og klavertónleiki hjá systrunum Moniku og Andreu. Musikkskúlanæmingar bjar Stívliga 70 fólk vóru til tiltakið á Leirvíkar Bátasavni og eini 50 fólk til tiltakið í Miðlahúsinum Ferðslulógin broytast 1. juli í ár, altso um tríggjar vikur, verður føroyska ferðslu­ lógin broytt nakað. Broytingarnar snúgva seg í høvuðs­ heitum um trý ting. Tey trý tingini eru, at forboð verður sett ímóti lítlum breytmotorsúkklum ella teimum sokallaðu “pocketbikes,” at revsingin fyri at koyra við yvirvekt við tungum akfari verður nógv herd, og at trygdarreglurnar fyri koyring við motorsúkklu verða herdar. Hesar broytingar snúgva seg serliga um børn á motosúkklu. Frá 1. juli skulu børn verða fylt átta ár, um tey skulu ferðast á motorsúkklu, og tey skulu vera í fastspentum hjálmi. Til Klaksvíkar fyri 10 kr. Sáttmáli er nú komin í lag millum Klaksvíkar kommunu og Strandfaraskip Landsins um kostnaðin á Kalsoyarleiðini. Hesin nýggi sáttmálin ger, at borgarar í Kalsoynni sleppa til Klaksvíkar fyri 10 kr. Sáttmálin fevnir um allar íbúgvar á Kalsoynni, ið eru borgarar í Klaksvíkar kommunu. Somu borgarar fáa allir útflýggjað eitt samleikaprógv, ið skal vísast við fráferð. Upphæddin, sum tey ferðandi gjalda við fráferð er 5 kr. fyri børn 15 ár og yngri, meðan ung 16 ár og eldri gjalda 10 kr. fyri túrin. Jógvan við Keldu dugdi sera væl at siga frá um farnar dagar á Keldu í Leirvík