týsdagur 12. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 110 - 12. juni 2007
rgaðu konsert
Eftir at Jógvan við Keldu
var liðugur við frásøgnina,
endaðu Monika og Andrea
hendan partin av tiltakinum
við einum klaverstykki fyri
violin og klaver.
Síðan var høvi til kaffi og
prát.
Tey, sum vóru við til
tiltøkini í Miðlahúsinum og
Leirvíkar Bátasavni, fóru
væl nøgd heimaftur – hesar
tónleikaupplivingar og frá
sagnir ríkari.
Eftir frásøgn og tónleik práta teir saman aftur við einum kaffimunni
Næmingar úr Leirvíkar skúla komu út við Rituni og bjargaðu soleiðis einum væleydnaðum
tiltaki í Nólsoyar skúla
Mynd: Vilmund Jacobsen
31,4 stig í Danmark
Dagurin í gjár gjørdist heitasti dagurin á árinum í Dan
mark, og í Karup, har tað var heitast, bleiv mált heilt upp
í 31,4 hitastig. Hetta veit danska heimasíðan tv2.dk at
siga frá. Í restini av landinum lá hitin upp ímóti teimum
30 stigunum, og onkra aðrastaðni var hann eisini oman
fyri. Mánadagurin bleiv harvið tann heitasti juni-dagurin í
samfull fimm ár. Heitir dagar í juni eru tó ikki óvanligir í
Danmark, og heili 35 ferðir, síðani danir byrjaðu at gera
hitamátingar í 1975, hevur verið heitari enn í gjár. Metið
bleiv sett í 1947, tá 35 hitastig blivu máld í skugganum.
Eik hækkar rentuna
Eik banki hevur í dag hækkað sína rentu eftir at Tjóðbankin
hækkaði sína rentu hósdagin. Tann 7. juni hækkaða Tjóðbank
in sína leiðandi rentu, og í gjár avgjørdi Eik eisini at hækkað
sína rentu. Lægsta bústaðarrentan hækkar úr 5,50% uppí 6%
p.a., meðan aðrar útlánsrentur hækka í meginregluni 0,25%.
Flestar innlánsrentur hækka við 0,25 prosentstigum, og tað
ber m.a. í sær, at rentan á kontum við uppsøgn, kapitalpensi
ón, lutapensión og á bústaðarkontum hækkar samsvarandi.
Rentan á vanligum innláni uttan uppsøgn verður óbroytt.
Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Eik, www.eik.fo. Hetta
er aðru ferð í ár, at rentan er hækkað, og ábendingar eru fram
vegis um, at rentuhækkingar standa fyri framman.
Mánakvøldið var
móttøka við Bygda
húsið á Strondum
í sambandi við, at
kommunurnar við
Skálafjørðin, sum
eiga og reka Skála
fjarðar Sløkkilið, hava
sett Sunleiv Højgaard
í fast starv sum bruna
umsjónarmann fyri
økið
Móttøka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Móttøkan á Strondum var
ikki lýst alment. Hetta var
ein móttøka fyri teimum,
sum standa aftanfyri Skála
fjarðar Sløkkilið – sløkki
liðsfólki og kommunustýr
islimum í samtakinum.
Tað var brunanevndin,
sum tók stóð aftanfyri fyri
móttøkuna,
har
nýtt
búmerki fyri Skálafjarðar
Sløkkilið
eisini
varð
avdúkað eins og fólk, sum
vóru á staðnum, fingu høvi
at síggja ymiska útgerð, ið
felagið ræður yvir.
Kommunurnar, sum eru
við í felags sløkkiliðnum,
eru Nes kommuna, Sjóvar
kommuna,
Runavíkar
kommuna
og
Funnings
kommuna.
Við
móttøkuna
beyð
borgarstjórin
í
Sjóvar
kommunu vælkomin og
avdúkaði nýggja búmerkið
hjá felagnum. Síðan segði
formaðurin í brunanevnd
ini, Petur Jacob Petersen
(Dakko) nøkur orð.
Sunleiv
Højgaard
greiddi frá teimum uppgáv
um, sum sløkkiliðið hevur
og teimum ætlanum, sum
liggja fyri framman.
Við
móttøkuna
vístu
sløkkiliðsmenn
eisini,
hvussu ein bilur verður
kliptur, og hvørjar manna
gongdir verða brúktar í
hesum sambandi.
At enda fingu fólk okk
urt til matna av grillini,
samstundis sum møguleiki
var at síggja ein part av
útgerðini, sum Skálafjarðar
Sløkkilið, ræður yvir.
Væl av fólki var møtt til
tiltakið á Strondum í gjár
kvøldið, sum varð hildið
uttandura í besta veðri.
Sløkkiliðsfólk
til móttøku
Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður, sigur nøkur orð um uppgávurnar hjá Skálafjarðar
Sløkkiliði og geiðir frá ymiskum ætlanum, sum liggja fyri framman
Mynd: Vilmund Jacobsen
Væl av fólki vóru møtt til móttøkuna. Hetta vóru serliga umboð fyri kommunurnar við
Skálafjørðin og sløkkiliðsfólk
Mynd: Vilmund Jacobsen