Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2007 rgaðu konsert Eftir at Jógvan við Keldu var liðugur við frásøgnina, endaðu Monika og Andrea hendan partin av tiltakinum við einum klaverstykki fyri violin og klaver. Síðan var høvi til kaffi og prát. Tey, sum vóru við til tiltøkini í Miðlahúsinum og Leirvíkar Bátasavni, fóru væl nøgd heimaftur – hesar tónleikaupplivingar og frá­ sagnir ríkari. Eftir frásøgn og tónleik práta teir saman aftur við einum kaffimunni Næmingar úr Leirvíkar skúla komu út við Rituni og bjargaðu soleiðis einum væleydnaðum tiltaki í Nólsoyar skúla Mynd: Vilmund Jacobsen 31,4 stig í Danmark Dagurin í gjár gjørdist heitasti dagurin á árinum í Dan­ mark, og í Karup, har tað var heitast, bleiv mált heilt upp í 31,4 hitastig. Hetta veit danska heimasíðan tv2.dk at siga frá. Í restini av landinum lá hitin upp ímóti teimum 30 stigunum, og onkra aðrastaðni var hann eisini oman­ fyri. Mánadagurin bleiv harvið tann heitasti juni­dagurin í samfull fimm ár. Heitir dagar í juni eru tó ikki óvanligir í Danmark, og heili 35 ferðir, síðani danir byrjaðu at gera hitamátingar í 1975, hevur verið heitari enn í gjár. Metið bleiv sett í 1947, tá 35 hitastig blivu máld í skugganum. Eik hækkar rentuna Eik banki hevur í dag hækkað sína rentu eftir at Tjóðbankin hækkaði sína rentu hósdagin. Tann 7. juni hækkaða Tjóðbank­ in sína leiðandi rentu, og í gjár avgjørdi Eik eisini at hækkað sína rentu. Lægsta bústaðarrentan hækkar úr 5,50% uppí 6% p.a., meðan aðrar útlánsrentur hækka í meginregluni 0,25%. Flestar innlánsrentur hækka við 0,25 prosentstigum, og tað ber m.a. í sær, at rentan á kontum við uppsøgn, kapitalpensi­ ón, lutapensión og á bústaðarkontum hækkar samsvarandi. Rentan á vanligum innláni uttan uppsøgn verður óbroytt. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Eik, www.eik.fo. Hetta er aðru ferð í ár, at rentan er hækkað, og ábendingar eru fram­ vegis um, at rentuhækkingar standa fyri framman. Mánakvøldið var móttøka við Bygda­ húsið á Strondum í sambandi við, at kommunurnar við Skálafjørðin, sum eiga og reka Skála­ fjarðar Sløkkilið, hava sett Sunleiv Højgaard í fast starv sum bruna­ umsjónarmann fyri økið Móttøka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Móttøkan á Strondum var ikki lýst alment. Hetta var ein móttøka fyri teimum, sum standa aftanfyri Skála­ fjarðar Sløkkilið – sløkki­ liðsfólki og kommunustýr­ islimum í samtakinum. Tað var brunanevndin, sum tók stóð aftanfyri fyri móttøkuna, har nýtt búmerki fyri Skálafjarðar Sløkkilið eisini varð avdúkað eins og fólk, sum vóru á staðnum, fingu høvi at síggja ymiska útgerð, ið felagið ræður yvir. Kommunurnar, sum eru við í felags sløkkiliðnum, eru Nes kommuna, Sjóvar kommuna, Runavíkar kommuna og Funnings kommuna. Við móttøkuna beyð borgarstjórin í Sjóvar kommunu vælkomin og avdúkaði nýggja búmerkið hjá felagnum. Síðan segði formaðurin í brunanevnd­ ini, Petur Jacob Petersen (Dakko) nøkur orð. Sunleiv Højgaard greiddi frá teimum uppgáv­ um, sum sløkkiliðið hevur og teimum ætlanum, sum liggja fyri framman. Við móttøkuna vístu sløkkiliðsmenn eisini, hvussu ein bilur verður kliptur, og hvørjar manna­ gongdir verða brúktar í hesum sambandi. At enda fingu fólk okk­ urt til matna av grillini, samstundis sum møguleiki var at síggja ein part av útgerðini, sum Skálafjarðar Sløkkilið, ræður yvir. Væl av fólki var møtt til tiltakið á Strondum í gjár­ kvøldið, sum varð hildið uttandura í besta veðri. Sløkkiliðsfólk til móttøku Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður, sigur nøkur orð um uppgávurnar hjá Skálafjarðar Sløkkiliði og geiðir frá ymiskum ætlanum, sum liggja fyri framman Mynd: Vilmund Jacobsen Væl av fólki vóru møtt til móttøkuna. Hetta vóru serliga umboð fyri kommunurnar við Skálafjørðin og sløkkiliðsfólk Mynd: Vilmund Jacobsen